Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 217 - 14. november 2003 Nr. 217 - 14. november 2003 5 Fyrilestur og pallborð Sissal í vanda Á Sandoyar Megin- skúla fara tey kom- andi sunnudag at seta ljóskastaran á viður- skiftini hjá børnum og ungum UNG tíðindaskriv Seinastu mánaðirnar hevur ein áhugabólkur mannaður av 2 lærarum, 1 pedagogi og 2 heilsufrøðingum ar- beitt við eini ætlan at seta ljóskastaran á viðurskifti hjá børnum og ungum í dagsins samfelagi. Umstøður og viðurskifti eru broytt og broytast! Hvussu bera vit okkum at sum samfelag, skúli, stovn- ur, foreldur o.s.fr. at leiða nýggj ættarlið inn í ein rættiliga samansettan (kompleksan) heim? Hugskotið at seta ljós- kastaran á hesi viðurskifti er sprottið úr eygleiðingum av børnum og ungum sein- astu árini. Ein eygleiðing, ið onkursvegna meiri og minni ørkymlar okkum! Eru børn og ung slept upp á fjall, ella duga tey vaksnu ikki at møta børnum og ungum, ið liva ein dag og ein heim, sum bjóðar rúgvuvís av tilboðum av alskyns slag døgni runt? Og hvør er tað sum skal uppala nýggj ættarlið? — foreldur, skúli, stovnur??? Fyrilestrarhaldararnir, ið eru Eyðun Joensen sálar- frøðingur, Sølvi Reinert Hansen ítróttaráðgevi hjá ÍSF, Marna Jakobsen lærari á Sandi og Jóngerð Poulsen heilsufrøðingur taka støði í teirra faki og arbeiði. Tey røða um, hvussu tey síggja viðurskiftini hjá børnum og ungum í okkara samfelagi 2003. Byrjað verður sunnudag- in kl. 14.30 við fyrilestrun- um á skránn. Síðani verður pallborð har áhoyrararnir eru vælkomnir at spyrja. Tiltakið er ætlað øllum áhugaðum. Øllum, sum onkursvegna eru um børn og ung. Vegna fyrireikingarbólkin: Eli Hentze Kristian Johannesen Poula úr Gørðum Laila Petersen Elsa Vest Hóskvøldið var Sissal ein av teimum, sum stóð á gáttini til at verða atkvødd út úr Big Brother húsinum BIG BROTHER Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Framtíðin hjá føroysku Sissal, sum er við í donsku reality-sendirøðini Big Brother hjá TV Danmark 2, er nú óviss. Hóskvøldið var hon ein av teimum trimum íbúgvunum, sum fólk kundu senda út úr húsinum. Úrslitið eydnaðist okkum tó ikki at fáa áðrenn blaðið fór til prentingar, av tí at atkvøðugreiðslan ikki end- aði fyrr enn seint hóskvøld- ið. Men hvussu er ella ikki, so er Sissal ein av teimum íbúgvunum, mest tos hevur verið um í húsinum. Saman við dananum Robert hevur Sissal verið eitt tað heitasta kjakevnið hjá donskum fjølmiðlum, tí hjá parinum varð lagt upp til meira enn bert eitt óskyldugt fríggj. Nógv varð tosað og skrivað um tey bæði fyri nøkrum vikum síðani, og tá alt kom til alt, fingu donsku sjón- varpshyggjararnir eisini tað teir so leingi høvdu bíðað eftir. Fyri fyrstu ferð í donsku Big Brother søguni varð eitt par kynsligt saman inni í Big Brother húsinum, og hesum borðreiddi ongin minni enn Sissal og Robert við. Í isolatión Men tað er ikki bara við kynsligum sambandi, at Sissal fær gjørt um seg inni húsinum. Fyri nøkrum vikum síðani pakkaði hon kuffertið og var á veg út, men broytti í síðstu løtu meining. Mikudagin bjóð- aði hon seg at fara í isola- tión í 24 tímar fyri at íbúgv- arnir skuldu klára viku- uppgávuna, sum Big Brother hevði sett teimum. Sissal og Tania vóru tær, sum vóru mest fyri at verða settar í isolatióní 24 tímar. – Tað er ein risastór av- bjóðing, og um eg verði send út úr húsinum hósdag- in, so er hendan uppgávan nakað, sum eg heldur enn fegin hevði viljað havt við mær út, segði Sissal verða orsøkina til, at hon bjóðaði seg fram. Men tað gjørdist Tania, sum endaði í isolatión til beinleiðis sendingin hjá Big Brother byrjaði hós- kvøldið. Hvussu er ella ikki, so kundi føroyska Sissal hós- kvøldið verða send út úr eygleidda húsinum. Úrslit- ið frætta vit meira um í morgin. Sissal Ólafsdóttir Frisdahl hevur verið ein av mest umrøddu luttakarunum í Big-Brother sendirøðini hjá TvDanmark í heyst Mynd: Billednet.dk Støðan er dramatisk Útsendi føroyingurin í Irak, Tommy Pet- ersen, sigur, at støðan er dramatisk í Basra í løtuni, eftir sjálv- morðsbumbuna í Nassirya mikudagin. Tað er ikki meir enn tveir tímar við bili millum Basra og Nas- sirya, og tískil taka íbúgvarnir í Basra sjálvmorðsatsóknina í størstum álvara. ÚTSENDUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Hóast kríggið í Irak er fyri langari tíð síðan av, so gongur fáur dagur uttan vit hoyra í fjølmiðlunum um ymiskar atsóknir í landin- um. Seinasta dømi er bumbuatsóknin ímóti it- alsku løgregludeildini í býnum Nassirya, ið liggur har suðuri í Irak. Talan var um eina sjálvmorðsatsókn. Ein heimagjørd bumba brast í lastini á einum bili, sum koyrdi á politistøðina í Nassirya. Atsóknin hevur higartil kravt 26 mannalív, og fleiri eru løstað. Tey flestu av teimum deyðu eru italiumenn. Italski forsetin, Carlo Azeglio Ciampi, er á gosi um hendingina, og for- dømir álopið, ið hann kallar eina andstyggiliga yvir- gangsatsókn. Tað eru ikki bert fólk í Nassirya, ið eru óttafull um álopið á italiumenninar. Í býnum, Basra, har føroy- ingurin, Tommy Petersen, hjálpir til við at byggja fyrisitingina upp aftur, taka íbúgvarnir sjálvmorðsat- sóknina í Nassirya í størsta álvara. Dramatiskt Býirnir, Nassirya og Basra, liggja báðir suðuri í Irak, og tað tekur ikki meira 2 tímar at koyra við bili millum býirnar. Undir Irak-krígnum og eftir kríggið hevur harð- ast leikað á norðuri í Irak, men álopið í Nassirya hevur fingið fólk at umhugsa, um tað nú er so trygt og friðarligt har suðuri í Irak. Tommy Petersen greiðir frá, at støðan er rættiliga dramatisk í Basra í løtuni, eftir atsóknirnar í Nassirya fyrrapartin mikudagin. – Basra liggur bert 150 km frá Nassirya, og tískil hugsa fólk her í býnum nógv um atsóknina, sigur útsendi føroyingurin í Irak, Tommy Petersen. Hann fortelur, at fólk í býnum hyggja álvarsamt at tilburðinum, tí vanliga er friðarligt í økinum, og hetta slagið av atsóknum hava tey ikki sæð áður. – Bil og sjálvmorðsbumbur hava vit ikki upplivað áður her suð- uri. Vísir tað seg, at hetta slagið av atsóknum hevur flutt seg suður til okkara, so er støðan sjálvsagt rættiliga álvarsom, greiðir Tommy Petersen frá. Hann kennir seg kortini ikki beinleiðis hóttan av at- sóknina í Nassirya, tí irak- isk herðlið leggja vanliga ikki eftir sivilum fólki, men halda seg til útlendsku herðnaðardeildirnar í land- inum. Sjálvmorðsatsóknin í Nassarya, ið higartil hevur kravt 26 mannalív, hevur broytt støðuna í Basra. – Eftir sjálvmorðsatsóknina í Nassirya eru trygdar- krøvini herd í býnum, sigur Tommy Petersen Gongur væl Síðan ólavsøku í ár hevur Tommy Petersen verið Irak, har hansara uppgávan er at uppbyggja lokalu fyrisit- ingina í Basra. Eftir nógv ár við einum harðrendum einaræðisstýri undir Sad- dam Hussein, er uppgávan hjá Tommy og øðrum út- lendingunum at hjálpa irakum við at byggja landið upp aftur. Hjá flestum okkara man tað neyvan kennast serliga tespilligt at arbeiða í einum landi, har tað dagliga valdar so nógvur ófriður, men Tommy Petersen metti av- bjóðingina vera so mikið spennandi, at hann valdi at fara av stað. Hann hevur nú arbeitt í Basra í góðar fýra mánaðir, og arbeiðið gongur væl. – Arbeiðið við at byggja upp lokalu fyrisitingina í Basra gongur sum ætlað. Sjálv- sagt er trygdin allatíð í há- sæti. Vit hava eina rúgvu av trygdarfólki rundan um okkum, og vit hava ikki loyvið at ganga úti í býnum einsamøll, sigur Tommy Petersen . Hann sigur seg hava tað gott, og arbeiðið gongur framá. Irakar eru óførir at samstarva, og hann kennir á sær, at irakar eisini eru glaðir fyri arbeiðið, sum verður gjørt í Basra. Jól við Nilánna Tíðin hjá Tommy í Irak hev- ur so at siga bara verið nýtt til at arbeiða. Hann arbeiðir allar vikudagar, so tað er ikki nógv tíð til frítíð. Her- fyri fekk hann kortini tíggju dagar burtur frá arbeiðinum. Familjan úr Føroyum varð bjóðað niður til Reyðahavið, har tað eisini varð høvið til ein túr til Egyptaland og pyramidurnar. Á jólum fær hann aftur frí í nakrar dagar. Tá kemur familjan aftur á vitjan, og tá gongur leiðin til Nilánna, har tey fara at halda jól. Eftir jól, skal Tommy Peter- sen vera í Irak í góðar tveir mánaðir afturat, og so vendir hann nøsina heim- aftur til Føroya. Við í skjátt- uni hevur hann óivað eina rúgvu av spennandi uppliv- ingum úr Irak. Útsendi føroyingurin í Basra, Tommy Petersen, sigur, at støðan er dramatisk í Basra, har hann arbeiðir. Ógvusliga sjálvmorðsatsóknin í grannabýnum, Nassirya, hevur skakað íbúgvarnar í Basra. Mynd: Savnsmynd C M Y K 5 4 Vitja eisini okkara nýggja handil á www.maersk-air.fo Maersk Air · Handilskjarnin · FO-100 Tórshavn · Tel.: 35 74 74 · Fax: 35 74 75 Prísirnir eru uttan avgreiðslugjald á Dkr. 220,- Til Keypmannahavn . . . . . . . Prísir úr Dkr. 1.695,- Til Billund . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Prísir úr Dkr. 1.733,- Minst til títt Maersk Air Bonuskort