Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 217 - 14. november 2003 Nr. 217 - 14. november 2003 7 Nevndir fáa veg- leiðing Ein nýggjur bók- lingur kann veita virkjum eina hjálp- andi hond at skipa seg á besta hátt NEVNDARARBEIÐI Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Hvussu skipar eitt felag seg á bestan hátt, er ein spurningur, sum hevur verið nógv umrøddur í londunum kring okkum. Nú hevur Føroya Ar- beiðsgevarafelag gjørt ein bókling, nevndur Nevndararbeiði, sum er ein vegleiðing um, hvat nevndararbeiði snýr seg um. At bóklingurin er við- komandi og helst hevur stóran áhuga, vísa tøl frá Skráseting Føroya. Til- samans vóru 1757 feløg skrásett við ársenda 2002. Av teimum vóru 520 partafeløg og 1286 smápartafeløg. Nógv tey flestu eru smá feløg. Bóklingurin er fyrst og fremst ætlaður verandi og komandi leiðslum á meðalstórum virkjum í Føroyum, men lýsir eis- ini nøkur formlig krøv til feløg, sum smærri virkir kunnu fáa gagn av. – At gera ein svarlista um virkisleiðslu og nevndararbeiði er ikki ráðiligt og heldur ikki ætlanin. Men vónandi verður hesin bóklingur íblástur hjá teimum leiðslum, ið vilja við- gera evnið nærri, verður sagt í innganginum til bóklingin. Í bóklinginum verða mest viðkomandi lógar- karmarnir á økinum umrøddir. Tað verður gjørt fyri at vísa, at krøv eru til nógv formlig við- urskifti, ið leiðslur eiga at uppfylla. Evnið var frammi á Vinnudegnum í fjør, og tá var ein arbeiðsbólkur settur at hyggja at virk- isleiðslu. Í bólkinum hava sitið Jógvan E. Ell- efsen, Rúni M. Hansen, Malan Johansen, Jan Mortensen, Anfinn Ol- sen, Sofus Poulsen og Klaus Rasmussen. Uni Arge hevur rit- stjórnað bóklingin, sum er umbrotin á Vasti og prentaður hjá Estra. Løgmaður ivast í lógarsmíði Forsetin í Eystara landsrætti heldur tað vera eitt mistak, at hann hevur eftirlitið við tinglýsingini sam- bært lógini. Tað kenn- ir føroyska løgmála- ráðið einki til. Í næst- um verður tinglýs- ingin bjóðað út til føroyskar fyritøkur TINGLÝSING Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Tað er forsetin fyri Eystara landsrætt, sum hevur eftirlit við føroysku tinglýsingini sambært lógini. Hann skal ansa eftir, at ásetingar í lógini verða hildnar. Mill- um annað stendur, at ting- lýsingin í edv-skránni skal vera atkomulig á internet- inum. Tað er hon ikki, og spurningurin er tí, hvør hevur ábyrgdina av, at lógin ikki verður hildin. Sosialurin hevur vent sær til forsetan í Eystara lands- rætti í eini roynd at fáa mál- ið útgreinað. Skrivstovu- stjórin hjá forsetanum, Nanna Blach, upplýsir, at tey hava fingið at vita, at tað er ein misskijling, at tey hava fingið eftirlitsmyndug- leikan. »Jeg kan i den anledning oplyse, at Østre Landret fra Justitsministeriet tidligere har fået oplyst, at det fra det Færøske Landsstyres side er meddelt, at det beror på en ekspeditionsfejl, når det i lagtingsloven om tinglysn- ing er oplyst, at Østre landsret fører tilsyn med tinglysningsreglerne, og at landstyret forventer at frem- sætte et forslag til ændring af lagtingsloven om ting- lysning så vidt muligt inden udgangen af 2003«, skrivar Nanna Blach, skrivstovu- stjóri í Eystara landsrætti í einum teldubrævi tann 10. november. Hetta samsvarar ikki heilt við tað, sum Høgni Hoydal landsstýrismaður segði í løgtinginum mikudagin. Tá segði hann, at føroyska løgmálaráðið, sambært tí sum er upplýst honum, ikki hevur givið Eystara lands- rætti boð um, at nøkur grein í lógini ikki skal tak- ast í álvara. Lógin sigur greitt, at upplýsingarnar skulu vera atkomiligar á internetinum. Hóast lógin gongur á fjórða ári, so er hetta lógásetta kravið ikki uppfylt enn. Tingbókin er skrásett hjá CSC-Danmark, og hon liggur ikki á internetinum. Nú lovar Høgni Hoydal at fáa málið í rættlag. – Fyri at halda lógina er best, at vit fáa gjørt eina skipan í Føroyum. Útbjóð- ingartilfar er gjørt til eina føroyska skipan, sum sjálv- andi skal vera á internetin- um, tí tað sigur lógin. Út- bjóðingartilfarið verður sent út í næstum, síðan koma boðini inn, og so verður skipanin sett í gongd, sigur Høgni Hoydal, sum tekur alla ábyrgd av, at tinglýsingin enn ikki er førd í eina føroyska teldu- skipan. Løgmaður ivast stór- liga í, um lógin um persónsupplýsingar byggir á góðan lógar- sið. Tað gjørdi hann løgtinginum púra greitt mikudagin, tá munnligir fyrispurn- ingar vóru á lofti. Lógin má broytast kortini, tí hon sam- svarar ikki við ætlan- irnar um ein føroysk- an virðisbræva- marknað, sigur hann PERSÓNSUPPLÝSING Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Málið um persónsuppplýs- ingar, sum hevur ført til, at Elektron hevur stevnt landsstýrinum, tí teirra Gjaldskipan steðgar upp, hevur fingið politisk bein at ganga á. Eftir áhaldandi trýst frá bæði vinnuni og politisku skipanini, hevur løgmaður spurt seg fyri hjá løgmála- ráðnum, sum nú hevur svar- að honum. Løgmaður held- ur svarið vera nøktandi, og sostatt fær málið ongar av- leiðingar fyri Høgna Hoy- dal, landsstýrismann við lógarmálum. Men lógin gevur kortini løgmanni stórt høvuðbrýggj. – Eg ivist framvegis stórliga í, um hendan lógin samsvarar við góðan lógar- sið, serliga tí at tað í eini lóg, sum skal tryggja per- sónsupplýsingar, verða tik- in serlig vinnupolitisk atlit, sigur Anfinn Kallsberg. Tingsins vilji Tað er serliga hetta, at vinnupolitisk atlit liggja í buktini, sum hevur fingið ilt í aðrar politikarar og hevur fingið Elektron at stevna. Dáturáðið hevur nevniliga staðfest, at trygdin hjá hin- um einstaka er í góðum hondum í Gjaldskipanini, sum í sambandi við pen- ingaflytingar sendir per- sónsupplýsingar til Dan- markar. Kortini hevur Høgni Hoy- dal lýst eina kunngerð, ið steðgar skipanini. Løgmað- ur heldur kortini ikki, at Høgni Hoydal kann lastast. – Tað skerst ikki burtur, at tingsins vilji hevur verið, at landsstýrið skal tryggja, at sum mest av peninga- samskifti millum føroying- ar í Føroyum skal fara fram innan okkara landoddar. Hinvegin tykist tað í dag ógreitt, um ein meiriluti í løgtinginum í dag tekur undir við teirri lóg, sum varð samtykt á løgtingi á sinni, sigur Anfinn Kalls- berg. Nú ynskir løgmaður ta lógina, sum alt rokið stendst av, broytta. Má broytast kortini Alt bendir á, at lógin má broytast undir øllum um- støðum. Løgmaður vísir á, at stovnsetanin av einum før- oyskum virðisbrævamarkn- aði, sum verður tengdur at útlendskum marknaði, krevur, at persónsupplýs- ingar kunnu flytast av land- inum. Reglurnar í verandi lóg samsvara heldur ikki við reglurnar í samstarvs- sáttmálanum millum Før- oyar og Ísland, sum verður arbeitt við í løtuni. – Eg ætli tí at taka málið upp í samgonguni fyri at kanna um undirtøka er fyri- at leggja málið fram aftur fyri løgtingið, sigur Anfinn Kallsberg. Sambandsflokkurin hevur longu lagt eitt uppskot fyri løgtingið um at broyta lógina, men í løgtinginum mikudagin fekst eingin ábending um, hvørja lagnu tað uppskotið fær. Avger- andi verður helst, hvørja støðu Fólkaflokkurin fer at taka. Jógvan á Lakjuni, sum eisini er formaður í Rættar- nevndini, dróg á bæði. – Spurningurin er, um vit verja vinnuna ella upplýs- ingar í hesi lógini. Kanska blanda vit tingini saman. Men eg haldi tað vera rætt, at vit royna at varðveita persónsupplýsingar í Før- oyum. Í øllum førum tá ið talan er um flytingar, sum fara fram í Føroyum, sigur Jógvan á Lakjuni. Jánkasligt svar Tað var Kristian Magnus- sen úr Javnaðarflokkinum, sum reisti spurningin í løg- tinginum mikudagin. Hann hevur gjørt seg til talsmann hjá Elektron og peninga- stovnunum, og hann var alt annað enn nøgdur við svar- ið hjá løgmanni. – Løgmaður melur uttan um tað sentrala. Enn eina- ferð spyr hann tann ákærda, um hann er sekur. Vit kundu havt eina vón um, at hann hugdi eftir rættar- trygdini. Hetta málið snýr seg um eina fyritøku, sum hevur fingið loyvi at menna eina skipan, og nú verður tað loyvi undirgrivið. Fólk og fyritøkur mugu hava eina trygd fyri, at tey virka í einum rættarsamfelagi, sigur Kristian Magnussen. Við lóg skal land byggjast, stendur yvir hurðini í Tinglýsingarskrivstovuni, sum húsast í Føroya rætti. Hendan spurning viðgjørdu Anfinn Kallsberg, Kristian Magnussen og Høgni Hoydal mikudagin í løgtinginum Tinglýsing uttan eftirlit Beta í Saltangará landar Nim og Baldvin Havsbrún byggir út fyri 30 milj. krónur – Tá ið ein týskur trolarin sum Baldur landar í Føroyum, liggur eisini nakað eftir her. Vit fáa land- ingina og søluna, so fyri okkum er hetta ein góð loysn, sigur Ábraham Løkin á Fofish FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hósmorgunin landaði P/F Beta tvey skip í Saltangará. Nim, sum er á garnaveiði, hevði 20.000 pund av hav- tasku og trolarin, Baldur, ið er ein týskur trolarin hevði 100.000 pund av konga- fiski úr Irmingarhavinum. Fiskurin hjá Nim fer bæði til føroysk virkir og eisini fer nakað av landinum. Reiðaríið, sum eigur Baldur, keypir allan konga- fiskin, sum verður fluttur úr Føroyum og niður til Týsklands. Liggur eftir Fofish í Saltangará hevur við báðar sølurnar at gera, og Ábraham Løkin sigur, at Baldur landar í Føroyum fyri at sleppa undan sigl- ingini niður til Týsklands. – Á henda hátt liggur eisini nakað eftir í Føroy- um. Vit fáa landingina og søluna. So, fyri okkum er hetta ein góð loysn, sigur hann. Beta ger út Á P/F Beta sigur Ragnar Olsen, at teir taka sær av landingunum, gera skipið útaftur við kassum og syrgja fyri, at fiskurin kemur til keypararnar. – Vit hava eina stóra tran- sitthøll í bygninginum hjá okkum, og haraftrat hava vit kølirúm í bygninginum hjá Skipafelag Føroya, sum tekur eini 200 tons av fiski, sigur Ragnar Olsen. Tær átta velguga høgu siloirnar, sum settar eru upp á Havs- brún í Fuglafirði, eru nú allar komnar upp at standa. - Væntandi verður alt arbeiðið liðugt í hesum árin- um, sigur tekniski leiðarin á Havsbrún, Yngvi Lava Olsen ÚTBYGGING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Siloirnar á Havsbrún eru millum hægtu bygnings- verk í Føroyum. Tær eru 35 metar høgar og taka umleið 1000 tons av fiskamjøli hvør. Yngve Lava Olsen, sum er tekniskur leiðari á Havs- brún, sigur, at uppskipingin av tilfarinum til siloirnar byrjaði um ólavsøkumund- ið, og síðan hevur verið arbeitt við at seta tær upp. Tað er danska fyritøkan, Assentoft Silo, sum hevur leverað siloirnar og setir tær upp. Hetta er ein fyri- tøka, sum hevur spesialis- erað seg innan hetta slagi av siloum. – Áðrenn siloirnar komu til landið, varð fundament- ið stoypt, men hetta arbeið- ið varð nógv tarnað av verkfallinum í vár. Yngvi sigur, at samlaða arbeiði eisini er seinkað av tí, at verkfallið tarnaði stoypiarbeiðinum. – Vit vænta, at siloirnar verða klárar at taka í nýtslu við endan av hesum árin- um. Hann sigur, at nú allar eru komnar upp at standa, verður arbeiðið, ið efir er at gera, í sama mun sum hig- artil ikki bundið at veður- lagnum. – Tað, sum nú er eftir, er at seta flutningsútbúnaðin upp, sigur hann. Einir 200.000 bóltar eru í silounum, og tað má sigast at vera eitt velduga stórt tal. Yngvi sigur, at siloirnar í fyrsta lagi eru ætlaðar til fiskamjøl, men kunnu eis- ini nýtast til eitt nú hveiti, meis og soya, sum eru rá- vørur í fóðurframleiðsluni. – Siloirnar hava einki við fisk at gera, men eru bert ætlaðar til sonevndar pulv- urvørur. Havsbrún framleiðir eini 50.000 tons av fiskamjøli um árið. Yngvi sigur, at útbygg- ingin kemur at hava stóran týdning fyri virksemið á Havsbrún. – Í fyrsta lagi verður hetta ein stórur fyrimunur fyri handfaringina av fiska- mjøli, serliga við avskip- ing. Arbeiðið verður lætt- ari, skjótari, og vit verða minni darvaðir av vindi og veðri, tá ið avskipað verður. Sum er, hevur Havsbrún ein hóp av mjølkontainar- um, sum gera arbeiði nógv truplari, tí handfaringin verður nógv meira. – Hetta er eitt annað slag av goymslu, sum kemur at gera arbeiðsgongdina nógv lættari, sigur Yngvi Lava Olsen at enda. Útbyggingin á Havsbrún kostar einar 30 milj. krónur. Nim landaði 20.000 pund av havtasku í Saltangará hós- morgunin. Mynd: Vilmund Jacobsen Týski trolarin, Baldur, land- aði 100.000 pund av konga- fiski úr Irmingarhavinum. Mynd: Vilnund Jacobsen Siloirnar, sum teljast millum hægstu bygnings- verk í Føroyum, eru 35 metrar høgar. Einir 200.000 bóltar eru í øllum silounum tilsamans Mynd: Jens Kr. Vang – Hetta er eitt annað slag av goymslu, sum kemur at gera arbeiðsgongdina nógv lættari, sigur tekniski leiðarin á Havsbrún, Yngvi Lava Olsen. Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 7 6