Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 217 - 14. november 2003 Nr. 217 - 14. november 2003 9 At seta løgregluna at beina børn og ung, sum ganga úti og mala um næturna, til húsar, er at vaska sínar hendur Heldur skuldi nakað verið gjørt fyri at loysa teir veruligu trupulleik- arnar, heldur Finnur Helmsdal, leiðari á Barnaheiminum ÚTIGONGUBANN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta er púra órealistist- iskt í dagsins samfelag. Tað heldur Finnur Helmsdal, leiðari á Føroya Barnaheimi, um sjónarmið- ið hjá Rúnu Sivertsen um at seta útigongubann í gildi fyri børn og blaðung eftir eitt ávíst klokkuslett um kvøldið. Umframt at vera leiðari á Føroya Barnaheimi, er hann eisini sosialráðgevari og hann hevur eisini verið formaður í barnaverndini í Havn. Hann sigur, at hetta er at vaska sínar hendur fyri at sleppa undan at loysa teir veruligu trupulleikarnar. – Er tað so, at børn og blaðung ganga úti og mala um næturnar, er tað ein heilt annar trupulleiki. Tað eru foreldrini, sum hava ábyrgdina av sínum børn- um og tað er heldur tann vegin, vit eiga at gera nak- að, sigur Finnur Helmsdal. – At lóggeva um slíkt er at fara ov langt niður í ger- andisdagin hjá fólki. Hetta hevði verið eitt ógvuliga stórt inntriv í gerandisdagin hjá fólki. Hvat verður so tað næsta? Skulu vit so eis- ini lóggeva um at børnini ikki skulu skulka í skúlan- um? Ella hvar skal so markið fyri lóggávu ganga, spyr hann. Vaska sínar hendur Hann heldur eisini, at hetta er ein lóg, sum er vónleys at útinna. Hann ávarar eisini um, hvat tað kann føra við sær. – Skulu grannar nú til at melda hvønn annan fyri tað, um børnini ikki eru undir taki eina ávísa klokkutíð. Ella skal tað bera til at melda ein granna, sum ein kanska ikki situr væl um sátt við, bara tí at børnini ikki eru inni til tíðina? Finnur Helmsdal sigur, at tað er uppgávan hjá foreldr- unum at syrgja fyri, at børn ikki ganga úti og mala um næturnar. – At krevja, at politikarar skulu lóggeva ímóti slíkum er at kasta ábyrgdina frá sær, og leggja hana yvir á politikararnar. Og hetta er ikki ein uppgáva hjá polit- ikarunum. Finnur Helmsdal sigur, at vísir tað seg so, at summi foreldur ikki megna at røkja sínar skyldur á hesum øki og ikki makta at hava børnini inni um næturnar, eiga myndugleikarnir at taka tað ítøkiliga málið upp. Hann sigur, at ganga børn og blaðung úti og mala um næturnar, er tað eitt tekin um, at okkurt er galið heima. – Tann trupulleikin verð- ur ikki bastur við einum útigongubannið fyri børn. Leiðarin á Barnaheimin- um heldur, at tað er eitt keðiligt rak, at politikarar seta meiri og minni tilvild- arligar lógir í gildi fyri at loysa heilt aðrar trupul- leika. Hann heldur eisini, at løgreglan kann saktans kann taka slík mál upp, hóast tað ikki beinleiðis er felt niður í eina lóg. – Kemur løgreglan framá børn og blaðung, sum ganga og mala úti um næt- urnar, haldi eg, at løgreglan kann gera okkurt við tað, uttan at tað skal fellast niður í eina lóg. – Er tað ein trupulleiki, at børn og blaðung ganga úti um næturnar, er tað ein trupulleiki, sum løgreglan kann gera sosialu myndug- leikarnar varugar við. So mugu teir koma uppí. Tað, sum leiðarin á Barnaheiminum saknar, er, at sosialu myndugleikarnir taka virknari leiklut í royndini at loysa ymsar trupulleikar. – Arbeiðið hjá sosialu myndugleiknum eigur at vera meiri uppsøkjandi. Barnaverndirnar eiga at verða meiri úti á gøtunum og hann heldur, at politik- ararnir skuldu heldur styrkt tann partin av tí sosiala myndugleikanum, sum hevur við børnini at gera. At leggja tað yvir á løg- regluna, er skeiv adressa. – At tosa um at lóggeva fyri, nær børnini skulu vera inni, er at vaska sínar hend- ur, tí so kunnu politikarar siga, at teir hava gjørt okk- urt. Men tað loysir ongar trupulleikar. Vit koma ikki sjálvum trupulleikanum nærri fyri tað og vit koma ikki loysa ikki trupulleik- arnar, sum eitt húski hevur fyri tað. Og so heldur Finnur Helmsdal eisini, at vit áttu at virka fyri, at flutt náttar- lívið nakrar tímar fram, tí tað skerst ikki burtur, at tey ungur í Føroyum fara óvan- liga seint í býin. – Men at løgreglan skal gerast ein partur av okkara barna- uppaling, er ein tanki, sum er heilt fremm- andur í Føroyum, heldur Karin Kjølbro ÚTIGONGUBANN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í fyrstu atløgu haldi eg, at sjónarmiðið hjá Rúnu Siv- ertsen er áhugavert. Men hetta er ein tanki, sum er ógvuliga fremmandur hjá føroyingum. Tað heldur Karin Kjøl- bro, sosialráðgevari og leiðari á Kriminalforsorgini um hugskotið hjá Rúnu Sivertsen um at seta eina lóg í gildi í Føroyum, sum bannar børnum og ungum, undir einum ávísum aldri, at ganga seinni úti enn eitt vist um kvøldið. Hetta er ein spildur- nýggjur tanki fyri henni, sum hon ikki hevur hugsað so nógv um, so hennara viðmerking er stutt. Karin Kjølbro sigur, at henni hevur ongantíð dám- að og hon hevur ongantíð skilt, at børn og blaðung ganga úti og mala um næt- urnar og hon spyr, hvar for- eldrini eru. – Veruleikin er kortini tann, at tað krevjast ongar kvalifikatiónir fyri at seta børn í verðina, og hóast nógv tann størsta fjøldin av børnum hevur tað gott, eru tað eisini mong, sum detta niðurímillum. Men sjálvt um hon held- ur, at sjónarmiðið er áhuga- vert, heldur hon eisini, at tað er rættiliga fremmant fyri okkum, at løgreglan skal vera ein partur av upp- alingini. Hon ivast eisini í, um hetta er ein leiklutur, sum løgreglan yvirhøvur er sinnað at átaka sær. Hon tekur lógina í Íslandi sum eitt tilboð um hjálp. Men hjá okkum er vanliga uppfatanin av løgregluni ikki, at hon er til hjálp hjá vanliga borgaranum. Vit hava eina meiri negativa uppfatan av løgregluni og eitt uppskot sum hetta kundi kanska verið við til at gjørt hana meiri menniskj- ansliga. Hinvegin heldur hon, at vit um okkara leiðir hella meiri til upplýsing, heldur enn at hótta við løgreglu. Men hon vísur eisini á, at júst í hesum døgum hendir nógv, sum hevur til enda- máls at gera barnaforsorg- ina betri og sum skal virka til frama fyri tey børn og tey húski, sum hava ymsar trupulleikar og hon heldur, at ein tanki um at fáa úti- gonguforboð og at fáa løg- regluna upp í tað uppalandi arbeiðið, kann vera órógv- andi beint nú. Og so leggur hon eisini afturat, at fyri henni er tað ikki ókent, at løgreglan hevur tikið børn og ung upp, tí hon veit um dømi, har løgreglan hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at bjarga ungum fólki undan trupulleikum. Vaskar sínar hendur Ein áhugaverdur tanki Løgtingið skal banna børnum við lóg at ganga úti um náttina Løgtingið eigur at leggja upp í og seta lóg í gildi, sum bannar børnum at ganga úti seint um kvøldið og um næturnar. Tað heldur Rúna Sivertsen, sum er vara- tinglimur fyri fólkaflokkin í Norðoyggjum. Í Íslandi hava tey eina slíka lóg. Har skulu vørn, 12 ár og yngri, verða inni klokkan átta um kvøldið um veturin og klokkan 10 um summarið, uttan tá ið tey eru úti saman við vaksnum. Børn ímillum 13 og 16 ár, skulu vera inni klokkan 10 um kvøldið um veturin og á midnátt um summar- ið, eru tey ikki úti saman við vaksnum. Rúna Sivertsen sigur, at tað eru ógvuliga nogvir fyrimunir við eini slíkari lóg. Hon heldur, at ein úti- gongulóg kundi verið ein verja hjá bæði foreldrum og børnum. – Tað skerst ikki burtur, at tað eru mong foreldur, sum onkusvegna hava mist tamarhaldið á børnunum av ymsum orsøkum og sostatt standa hjálparleys og ikki fáa børnini inn um kvøldarnar – Men hetta kann eisini verja børnini fyri foreldr- um, sum onkusvegna svíkja tey, antin tí tey hava rús- drekka- ella sosialar trupulleikar, ella trupulleikar av øðrum slagi. Tekur løgreglan eitt barn ella eitt blað- ungt upp seint á kvøldi, ella um náttina, ber til at fara heim til húsa við tí og kanna eftir, hvussu støðan er heima. –Vísir tað seg, at foreldrini onkusvegna ikki eru før fyri at røkja sínar skyldur mótvegis børnunum, ber sostatt til rættiliga tíðliga at taka stig at hjálpa og stuðla bæði børnum og foreldrum aftur á beint. Hetta óvanliga og umstrídda sjónarmiðið setti Rúna Sivertsen fram í Sosialinum í gjár. Vit hava biðið fakfólk um viðmerkingar – Tankin er áhugaverdur, men púra fremmandur í Føroyum – Er tað ein trupulleiki at børn og blaðung ganga og mala úti um næturnar, loysir tað ongan trupulleika at lóggeva fyri tí. Heldur skuldi teir sosialu myndugleikarnir verðið styrktir, so at teir kundu gjørt eitt meiri uppsøkjandi arbeiði, heldur Finnur Helmsdal, leiðari á Føroya Barnaheimi UTTAN ÚR HEIMI Mótstøðan veksur Hýrurin er ikki góður í Hvítu Húsunum í Washington, eftir at George W. Bush, forseti, hevur fingið eina frá- greiðing frá fregnartænastuni CIA um viðurskiftini í Irak. Í frágreiðingini skrivar CIA, at irakska fólkið er um at missa tolið við amerikanska hersetingarvaldinum, og at alt fleiri irakar velja at fara í part við teimum, sum berjast ímóti amerikanarunum. CIA vísir á tann veks- andi ágangin ímóti amerikanarunum og øðrum í Bag- dad og øðrum býum, og at alt bendir á, at hetta fer at halda fram. Hetta er tað sama, sum Paul Bremer, umsit- ingarleiðari, hevur sagt. Sambært sjónvarpinum CNN er niðurstøðan hjá CIA, at Irak kann gerast ein marra hjá USA, og tað skal hava fingið stjórnina í Washington at umhugsa, hvussu landið kann taka seg aftur úr Irak, uttan at tað skal líkjast einari beinleiðis afturtøku og tapi, sigur CNN. Stríðast til tað síðsta Politiska andstøðan í fyrrverandi sovjetlýðveldinum Georgia sýtir framvegis fyri at viðurkenna úrslitið av tjóðartingsvalinum í síðstu viku, og Mikhail Saaka- sjvili, andstøðuleiðari, segði í gjár, at hann ætlar sær at stríðast til tað síðsta fyri at fáa valið ógildað. Edouard Sjevardnadse, forseti, hevur higartil sýtt fyri at gera eftir kravinum frá andstøðuni. Fyrrakvøldið játtaði forsetin at hitta umboð fyri andstøðuna, men Reuters skrivar úr Tblisi, at forsetin hevur ikki broytt støðu. Fleiri túsund fólk hava seinastu dagarnar gingið mótmælisgongu uttan fyri forsetaborgina við kravi um, at forsetin skal ógilda valið og skriva út nýval. Hetta er ikki fyrstu ferð, at politiskur ófriður er í Ge- orgia, síðani landið sleit seg leyst frá Sovjetsamveldin- um. Í nítiárunum doyðu meiri enn hundrað fólk í sam- anbrestum uttan fyri forsetaborgina, tá tey kravdu Zvi- ad Gamsachurdia, forseta frá. Tað endaði við, at forset- in legði frá sær. Eiga at selja SAS Fyrrverandi stjórin í SAS Janne Carlzon mælir nú stjórnunum í Danmark, Svøríki og Noregi til at selja flogfelagið, sum tey trý londini eiga í felag. SAS hevur fer at hava metstórt hall í rakstrinum í ár, men Janne Carlzon heldur, at felagið hevur eina fram- tíð. Men verandi eigaraviðurskifti geva felagnum eina falska trygd, heldur hann, og tí er tað hansara uppskot, at tær tríggjar stjórnirnar selja sínar partar, og at SAS verður skipað sum eitt vanligt privat partafelag. Sam- stundis ávarar hann leiðsluna í SAS ímóti at nýta prísin sum tað einasta, felagið kann kappast um. Dygdin eig- ur at fáa ein størri lut í kappingini, sigur hann. Janne Carlzon fór frá sum stjóri í SAS í 1999 eftir at hava sitið í stjórastarvinum í tólv ár. Hansara stóra mál var at leggja SAS saman við feløgunum Swissair, KLM og Austrian Airlines, men tað miseydnaðist. Framburður í Týsklandi Nú gongur tað aftur tann rætta vegin í týska búskap- inum. Tey nýggjastu hagtølini vísa, at týska bruttotjóðar- framleiðslan vaks 0,2 prosent í juli ársfjórðingi sam- anborið við úrslitið í apríl ársfjórðingi, tá hon minkaði 0,2 prosent. Týskir búskaparfrøðingar høvdu roknað við einum framburði í juli ársfjórðingi. Teir hava víst á, at útflutningurin til USA er vaksin, og at avlopið á landsins handilsjavna var heilar 14,3 milliardir evrur í september mánað. So stórt hevur avlopið á týska hand- ilsjavnanum ongantíð verið fyrr, skrivar DPA. Týski búskapurin er tann størsti í Evropa. Aftan á Týskland koma Frakland og Italia, og tey bæði londini fara at almannakunngera síni búskaparúrslit í triðja ársfjórðingi ein av fyrstu døgunum. Roknað verður við, at búskapurin í teimum báðum londunum hevur havt á leið sama framburð sum tann týski. Trettan gomul amer- ikonsk skip skulu høggjast upp í Bret- landi. Tað fyrsta er komið í havn, og trý onnur eru á veg um Atlantshavið. UPPHØGGING Árni Joensen fartekst@mail.dk Fyrsta spøkilsisskipið er eitt gamalt oljutangaskip hjá amerikanska herflotan- um. Tað kom til Hartlepool í Norðuronglandi mikudag- in, har tað skal høggjast upp. Bretskir umhvørvisfel- agsskapir eru alt annaðenn fegnir um skipini. Teir siga, at nógv asbest og onnur vandamikil evni eru í skip- unum,og at tað er vanda- mikið fyri umhvørvið í Hartlepool, verða skipini høgd upp har. Stjórnin í London gav umhvørvisfel- agsskapunum rætt og steðgaði ætlanini, men upp- høggingarfelagið hevur kært avgerðina. Tí koma skipini kortini. Tey, sum arbeiða við upphøgging, eru fegin um tey amerikonsku skipini, tí tey tryggja teimum arbeiði í langa tíð. Tey vísa eisini á, at leiðin við Hartlepool er longu illa dálkað, og at tað ger ongan mun, at tey am- erikonsku skipini koma afturat. Felagið, sum leitar eftir gulli í grøn- lendsku undirgrund- ini, hevur tørv á meiri pengum fyri at halda fram við leitingini. GRØNLAND Árni Joensen fartekst@mail.dk NunaMinerala hevur borað fleiri leitihol einar 40 kilo- metrar eystan fyri Nuuk, og felagið vil vera við, at úr- slitini eru góð. Við Qingaaq hevur NunaMinerala funnið upp í 17 gram av gulli í hvørjum tonsi av gróti, men felagið sigur, at meiri gull er longri inni í fjallinum, og ætlanin er at bora har næsta summ- ar. Men hetta er kostnaðar- mikið arbeiði,og tí er fel- agið sinnað at selja ein part av sínum rættindum, so eitt annað felag kann koma upp í verkætlanina, sigur stjór- in, Ole Christensen, við Jyllandspostin. Ole Christensen sigur, at enn er ov tíðliga at siga, um tað fer at loysa seg at vinna gull í økinum, men úrslitini higartil eru so mikið góð, at tað er vert at halda fram við leitingini, sigur hann. Jarðfrøðingar halda, at tey elstu grótsløgini á Nuuk-leiðini eru umleið 3,8 milliardir ára gomul, og avstralskir granskarar eru komnir eftir, at gull hevur verið har í umleið hálva triðju milliardir ár. Fyrsta spøkilsisskipið komið Vænta at finna meiri gull í Grønlandi Hetta gamla tangaskipið hjá amerikanska herflotanum er tað fyrsta av trettan skipum, sum skulu høggjast upp í Bretlandi. Trý onnur eru á veg C M Y K 9 8