fríggjadagur 14. november 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 217 - 14. november 2003
Nr. 217 - 14. november 2003
11
Seinasta veljarakanningin hevur givið nógv at hugsa
um, ikki minst hjá samgonguni. Serliga Tjóðveldis-
flokkurin hevur havt stóra afturgongd í mun til
valúrslitið. Lat okkum undirstrika alt fyri eitt, at hetta
bara er ein veljarakanning, og tí skal hon takast við
størsta fyrivarni.
Í døgunum eftir veljarakanningina hevur nógv verið
fokuserað uppá fullveldismálið sum orsøk til aftur-
gongdina hjá Tjóðveldisflokkinum,. Eingin ivi er í, at
fullveldismálið, soleiðis sum tað varð lanserað av
Tjóðveldisflokkinum, er fallið til jarðar aftur, og at vit
nú tosa um yvirtøkuferð, heldur enn nakað annað tey
næstu nógvu árini, men er hetta øll orsøkin til
afturgongdina hjá Tjóðveldisflokkinum?
Kann tað ikki hugsast, at framferðin hjá floksleiðsluni
og tey val, hendan hevur gjørt seinastu árini eisini eru
orsøk til størstu ónogdina?
Vit hava verið vitni til nøkur sera løgin mál í hesum
valskeiðnum. Landsantikvarmálið var illa handfarið av
táverandi landsstýriskvinnu fyri Tjóðveldsiflokkin og
floksformaðurin tók sjálvur undir við hesi óhepnu
handfaring. Hevur hetta ikki kostað atkvøður ella for-
mansundirtøku? Stór ónøgd er millum fólkaskúla-
lærarar viðvíkjandi ársverksskipanini, ið varð koyrd
ígjøgnum av formanni Tjóðveldisfloksins. Hevur hetta
ikki kostað undirtøku?
Tey landstýrisfólk, ið floksleiðsla Tjóðveldsifloksins
hevur valt, hava ikki havt hepna hond í øllum málum.
Málið um landsantikvarin er sum nevnt eitt av óhepnu
dømunum, men hvussu er við deildarleiðarnum hjá
Heimarøktini, ið søgdu upp í ósemju við landsstýris-
mann hjá Tjóðveldsiflokkinum? Man hetta ikki eisini
hava kostað undirtøku?
Hvussu við valið av samgongufeløgum? Man tað verða
óbetingað undirtøka millum tjóðveldisveljarar við tey
val, ið floksleiðslan gjørdi eftir seinasta val? Leiðsla
Tjóðveldisfloksins valdi eftir seinasta val at fara í sam-
gongu við Miðflokkin. Hesin lítli flokkur við líka
nógvum landsstýrisfólki, sum løgtingslimum setur
dagsskránna í nógvum málum. Kann ikki hugsast, at
nógvir tjóðveldisveljarar vísa sína ónøgd við, at
Miðflokkurin setir dagsskránna til dømis í abort-
málinum. Tjóðveldisflokkurin og veljarar floksins
plagdu at hoyra til tann meira progressiva veingin í
føroyskum politikki. Miðflokkurin er ikki tað mest
foreiniliga við hesa progressivu linju. Er tað hetta, sum
stendur fyri einum parti av afturgongdini?
Afturgongdin hjá Tjóðveldisflokkinum skal kanska als
ikki finnast í fullveldismálinum tá samanumkemur,
men heldur í stórt sæð øllum øðrum. Vónandi er hetta
nakað, ið floksleiðsla Tjóðveldisfloksins fer at hugsa
um, og at hon so handlar hareftir, so vit aftur fáa eina
politiska dagsskrá, ið fokuserar uppá menning og varð-
veitlsu av modernaða norðurlendska vælferðarsam-
felagnum sjálvsagt saman við einum náttúrligum men
tó miðvísum sjálvstýrisútviklingi.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Afturgongdsorsøkir
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Vespuprik
Uni Arge
Hetta
var
sokallaða
prikið, sum Uni Arge,
journalistur, bar fram í
útvarpssendingini Vesp-
uni fríggjakvøldið 7. no-
vember.
Fleiri lesarar
hava heitt á blaðið um at
seta hugleiðingarnar há
Una Arge í blaðið og gera
vit tað við loyvi frá høv-
undanum. Vónandi kann
hetta vera eitt gott íkast
til orðaskiftið um fjøl-
miðlarnar í Føroyum.
Eg kundi hugsað mær at
fingið meira at vita! Eg vil
hava vitaminríka andliga
føði frá føroyskum fjøl-
miðlum, men vit fáa bara
skjótt gloymd perspektiv-
leys tíðindapettir um upp-
blástar politiskar og um-
sitingarligar konfliktir, sum
bara ørkymla. Eg vil hava
meira at vita! Men vit fáa
mestsum
bara
tónleik,
hugnalig prát í tímavís um
veður og vind, meira tón-
leik og undirhald. Av øllum
tí tilfari, sum føroyskar út-
varpsstøðir
senda,
eru
meira enn 80 prosent tón-
leikur, prát og endur-
sendingar! Burtursæð frá
nøkrum fáum glottum er
ein stórur partur av restini
rópandi yvirskriftir um Pop
Stars, ónøgd, kreppur og so
útlendsk krígstelegramm.
Eg kundi hugsað mær
innlit!
Eg vil hava perspektiv-
erandi, frágreiðandi, upp-
lýsandi, útgreinandi, jour-
nalistiskar sendingar, sum
vit fáa frá útlendskum fjøl-
miðlum. Eg vil hava sam-
felagsins, lívsins og heim-
sins fløktu samanhangir
lýstar og viðgjørdar í fynd-
ugum framløgum og kon-
septum í bæði útvarpi og
sjónvarpi, so vit kunnu
hvessa okkum vitið og ríka
okkum sálina! Vit mugu fáa
tilvitandi føroyskan jour-
nalistikk og journalistar,
sum kanna, fortelja og gera
vitugar samrøður. Eg kundi
hugsað mær sendingar um
búskap, um skaldskap og
um lærdóm. Eg kundi
hugsað mær sendingar um
miðlar, heilsu og okkara
vinnulív. Hvat við sending-
um um søgu, sosialmál og
heimsins lond? Eg vil hava
sendingar um stjórnmál,
náttúru,
brúkaramál,
ferðslu, moral og fólkalív.
Eg vil hava føroyskar
dokumentarsendingar,
reportasjur, sendirøðir og
portrettsendingar, tí tað er
public service!
Men vit eru í alt ov stóran
mun undrandi áskoðarar til
eitt politiskt slagsmál uppi
á einum víðopnum fjøl-
miðlapalli, har spyrjarar
ongantíð finna inn til
kjarnan í málinum, men
altíð lata politikarar defi-
nera veruleikan úr hvør sín-
um smala flokspolitiska
sjónarhorni. Hvør verður
klókari av tí? Hvør verður
klókari av øllum hesum
óviðgjørdu politisku mono-
logunum í miðlunum? Eg
skilji ikki, hví føroyskir
fjølmiðlar ongan útbúgv-
ingarpolitikk hava, og hví
teir ikki fáa fólk við doku-
menteraðum førleikum til at
geva journalistikkinum ta
tyngd og ta virðing, sum
hann trongir til at fáa. Hví
verða fjølmiðlafólk heldur
ikki eftirútbúgvin? Eg kalli
á allar fjølmiðlaleiðslur,
serliga tær almennu, um at
hyggja upp úr teknokrat-
isku systemunum og for-
klára, hví journalistiska
uppfinnsemið og fakliga
viðlíkahaldið ikki verða
hildin í hevd, og hví vit fáa
so lítið at vita!
Journalistiska hugflogið
má sleppa at blóma, skulu
føroyskir fjølmiðlar muna
nakað mótvegis teimum
útlendsku. Nýggj konsept,
manuskript við biti í,
samrøður við broddi í,
spurningar, sum vilja nak-
að, og svar, sum vita nakað,
mangla í fjølmiðlunum. Vit
mugu dyrka tilvitanina og
upplýsandi demokratisku
samrøðuna! Vit mugu fáa
føroyskar fjølmiðlar, sum
geva innihaldinum og ikki
bara
undirhaldinum og
dagsaktuellum
retorikki
rúmd, tí tá verður eisini
politikkurin betri.
Síðan nærvørpini komu,
er sendiskráin hjá okkara
elstu útvarpsstøð tambað
sundur og líkist nógv meira
skránni hjá donsku undir-
haldsrásini P3 enn upp-
lýsingarrásini
P1.
Tað
mesta er lættgjørt, og lítið
er viðgjørt. Er hetta vi-
sjónin? Okkara sjónvarp
maktar nøkur dagsaktuell
tíðindi og prát, hendinga
dagsaktuellar sendingar og
onkra væl gjørda sendirøð.
Tað er tað. Haldgóð vitan
vantar í miðlunum! So eg
seti fram hetta uppskotið
um, hvussu alt kann gerast
betri:
Loftmiðlarnir
skulu
miðvíst fara at seta fólk at
gera upplýsandi sendingar.
Makta teir ikki sjálvir at
gera allar sendingarnar,
sum mangla, skulu til døm-
is
fjølmiðlafólk,
Fróð-
skaparsetrið, íløgugrunnar
og Mentamálaráðið fáa á
føtur eitt framleiðslufelag.
Ein felag, sum skal fram-
leiða sendingar við alskyns
upplýsandi og undirvísandi
tilfari um heimin, lívið og
alt okkara samfelag. Send-
ingarnar skulu sendast í
loftmiðlunum og haraftrat
brúkast í undirvísingini á
øllum skúlum í landinum.
Sum frálíður kann hetta
samstarvið gerast spírin til
eina nýggja føroyska jour-
nalistútbúgving á Fróð-
skaparsetrinum og
eina
nýggja upplýsingarrás, sum
vit kunnu kalla Útvarp
Føroya 2. Tí vit mugu hava
meira at vita!
Meiri innihald í føroyskar fjølmiðlar
... ella binda vit bara um
heilan fingur viðeinum
orðataki, ið liggur væl á
tunguni?
TÍÐINDASKRIV
Fráhaldsráð Føroya
Leygardagin 15. november,
skipar Fráhaldsráð Føroya
fyri evnisdegi í Norðurlanda-
húsinum, um vandan við rús-
evnum og misbrúki.
Evnisdagurin,
har
øll
kunnu taka lut, byrjar kl.
10.00 og endar kl. 16.00.
Umboð fyri narkoløgreglu
og Bláa Kross fara at kasta
ljós á faktuellu vandarnar og
eisini fer ein útlendskur fyri-
lestrahaldari, at geva íkast til
viðgerð av misbrúki.
Fráhaldsráð Føroya er eitt
samstarv millum feløgini
IOGT, Blái Krossur Føroya,
Adventistasamkoman, Hal-
dórsvíkar Avhaldsfelag og
Nólsoyar Avhaldsfelag. Frá-
haldsráð Føroya er ein sann-
an av felags áhugamálum og
at frægast er at lyfta í felag.
Hetta, at vit halda, trúgva
og gita, kann koma okkara
ungdómi dátt við. Og so er
tað eisini - og oftast — hini,
ið verða rakt av misbrúki.
Evnisdagurin er ikki ætlaður
sum ein felags ‘grátimúrur’,
men hinvegin skal hann lýsa,
bæði sakliga og ítøkiliga,
veruleikan hjá føroyskum
ungdómi.
Dagurin
verður
eisini
karmur um úrslitið av bú-
merkjakappingini, ið Frá-
haldsráð Føroya setti í verk
fyrr í ár. Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður, fer at av-
dúka vinnandi búmerkið og
samstundis verða øll inn-
sendu uppskotini framsýnd.
Evnisdagurin fer fram í
Klingruni í Norðurlanda-
húsinum.
Er vandin í vælferðini?
tórbjørn jacobsen
løgtings- & fólkatingsmaður
Røða hildin á lands-
fundi hjá Vinstri-
Greinir
Kæru frændur ! Føroyingar
eru altíð fegnir um at vera
boðnir til Íslands. Kenna
seg onkursvegna at vera
meira í slekt við hesa tjóð-
ina enn aðrar. Ættar- og
blóðbond, mentan, mál og
lívskor. Føroyskir tjóð-
veldismenn eru fegnir um
at vera boðnir á landsfund
brøðrafloksins
Vinstri-
Greinir. Skal nýta høvið til
at bera fram kvøður frá
flokkinum, frá formanni
floksins Høgna Hoydal, frá
Norðuratlantsbólkinum á
Fólkatingi og frá bróður-
flokki okkara í Grønlandi
Inuit Ataqatigiit, sum av
ávísum orsøkum ongan
møguleika hevði at vera
umboðaður á meginfundi
tykkara í dag.
Kendi russarin Alexander
Solsjenitsyn segði einaferð
tey vísu orðini at: "Um
tjóðirnar skuldu horvið, fer
hetta at gera okkum í
minsta lagi líka so fátæk,
sum fóru øll menniskju at
verða púra eins, við sama
persónleika og somu út-
sjónd. Tjóðirnar eru menn-
iskjans ríkidømi, tjóðin er
menniskjans kollektivi per-
sónleiki. Sjálvt tær allar-
minstu hava sín serliga lit
og rúma í sjálvum sær eitt
serligt frábrigdi í tí gud-
dómliga stavnhaldinum."
Á einum fundi í Keyp-
mannahavn fyri 5 árum síð-
ani var fyrrverandi ís-
lendski forsetin, Vígdis
Finnbogadóttir spurd, um
ein so lítil tjóð sum Føroyar
hevði nakran møguleika at
virka sum sjálvstøðugur
statur í heimssamfelagnum.
Hon svaraði ógvuliga greitt
og skilagott: Tað finnast
ongar stórar og heldur
ongar smáar tjóðir. Tað
finnast bara tjóðir. Hetta er
ein spurningur um kvalitet
og ikki ein spurningur um
kvantitet.
Fyri skjótt seksti árum
síðani gjørdu íslendingar
eitt eksistensielt og polit-
iskt landnám. Republikkin
var veruleiki. Tjóðskapar-
rørslan hevði vunnið upp
ein
politiskan
fulnað.
Skeytið uppá matrikkulin
Ísland var endaliga flutt úr
Keypmannahavn
til
Reykjavíkar.
Føroyingar
ætlaðu at ganga somu leið.
Á fólkaatkvøðu 14. sep-
tember 1946 valdi fólkið
loysing, men imperialistar-
nir inni á meginlandinum
høvdu ongar ætlanir um at
minka meira um teirra
lebensraum í norðurhøvum.
Saðlað var um í donskum
stjórnarstovum. Føroyar og
Grønland skuldu hiðani og
inn í ævinleikan bindast
niður í búskaparligum høft-
um, soleiðis at Danmark
kundi varveita sín stór- og
geopolitiska
týðning
í
heims-samfelagnum.
Strategiin
eydnaðist.
Gjald fyri vald. Størri part-
urin av føroyingum lat seg
keypa í politiskari prostitu-
tión. Tær politisku Føroyar
hava síðani stríðst um
hendan
pseudo-megin-
spurningin hjá eini tjóð í
meira enn hálvthundrað ár.
Gera tað enn. Sosialdemo-
kratar og djúpir afturhalds-
menn í Sambandsflokkin-
um øðrumegin og vintra-
hallir tjóðveldismenn og
ultrahøgra
konservativir
fólkafloksmenn hinumegin.
Ein vitleys politisk støða.
Men soleiðis bardust føroy-
ingar, í eini danskari pen-
inga-kuvøsu, í hálvthundr-
að ár. Gera tað enn. Men vit
stóðu á einum vegamóti í
1998, tá ið hin stóra krepp-
an var avhasað. Ein nýggjur
búskaparligur møguleiki
opnaðist og fyri fyrstu ferð
síðani seinra heimsbardaga
bar tað til at skipa eina
heimastýrisstjórn við tí
greiða máli, at Føroyar nú
skuldu gerast ein suverenur
statur. Eftir íslendska leist-
inum frá 1918, í fyrstu
atløgu.
Sum Voltaire gamli segði
á sinni: Eitt søguligt gap
opnaði seg, eitt av hesum
sjaldnu tá ið politiska
skipanin hevur møguleikan
at trýsta nakrar avgerandi
broytingar ígjøgnum, sum
kunna skaka gamlar og
stirvnar skipanir.
Royndin miseyðnaðist. Í
fyrstu
syftu.
Bulmikli
danski staturin spenti vødd-
arnar. Brúkti karaktermorð
og danskar skattakrónur til
at ræða við, og vit mega
bara ásanna, at mergurin í
føroyska rygginum helt
ikki. Stevið í sjálvstýris-
samgonguni fór úr takt.
Málið gjørdist aftur eitt
parlamentariskt innanhýs-
ismál í Føroyum. Og togan-
in er aftur hin sama sum
hon var. Tað eyðnaðist tó at
minkað donsku ríkisveit-
ingarnar við einum triðingi,
úr 980 milliónum um ári,
niður á 615 milliónir um
ári, men politisku landnám-
ini fylgdu ikki við, hóast
sjálvstýrissamgongan
gjørdi eina samtykt á Løg-
tingi um at gera enda á
valdi dana í seinasta lagi í
2012.
Og hvaðar gongur so
leiðin nú?
Nýggj stjórn, nýtt lands-
stýrið, varð aftur skipað á
sumri i fjør. Samgongan
varðveitti meirilutan saman
við hinum kristiliga Mið-
flokkinum, sum framman
undan hevði sitið í and-
støðu. Tjóðskaparpolitiska
siktið er lakari, men dags-
skráin er framvegis løg-
tingssamtyktin frá 2001. At
skipa føroyskar stovnar
ístaðin fyri teir núverðandi
donsku harímillum løg-
reglu og dómsvald og
kirkju. Men róðurin er
tungur. Neoliberalistarnir í
Keypmannahavn, við And-
ers Fogh Rasmussen á
odda, ið tóktust so laðaligir
og frælslyntir í byrjanini,
tátta nú í aftur kjaftbandið,
vælvitandi um, at ein stórur
partur av føroyska fólkin-
um og tí politisku skipanini
í Føroyum gongur í ørviti
dopað av donskum pen-
ingaveitingum. Tí er tjóð-
skaparstríðið so trupult. Ein
helvt, kanska ein góð helvt,
av fólkinum stuðlar dønum
í teirra klassiska koloni-
politikki. Støðan er 11/2 - 1/2
til danir. Og eg sigi ikki
íslendingar ringar fyri um
teir einki skilja av hesum
øllum. Hetta er ikki til at
skilja, at eitt fólk, ein tjóð,
selur sína sál fyri materiu
heimsins. Ein má liva í
hesum ørandi tilstandinum
fyri at skilja hann.
Einki rínur við danir. Teir
verja bara donsku stats-
áhugamálini. Herstøðin í
Thule og radarin á Sornfelli
og støðin á Eiði eru einastu
amboðini teir eiga í stór-
politiska spælinum. Vóru
hesar súlurnar karvaðar
undan teimum, høvdu teir
sama geopolitiska týðning
sum eitt nú Luxenborg og
Lichtenstein, og tað man
vera nakað síðani at nakar
amerikanskur forseti hevur
hildið tað verið neyðugt
ella hevur tíma at tikið sær
stundir til eitt prát við teir
báðar oddvitarnar í fýrsta-
dømunum báðum.
Yrkjarin og kommun-
isturin Jóanes Nielsen sigur
í eini grein frá 85 at: "Sum
leysingabørn hjá skiftandi
donskum kongum hava før-
oyingar í øldir tugt molar-
nar, sum hini hava leivt.
Bæði hvat mati og em-
bætismonnum
viðvíkur.
Men úti undir væðingini í
hvørji sál liggur ein ber-
serkur og slotar. Hetta kom
til sjóndar í verkføllunum í
fimtiárunum. Formaðurin í
Føroya
Fiskimannafelag
var hin djarvi tjóðveldis-
maðurin Erlendur Paturs-
son. Men teir, sum trúligast
fylgdu honum, vóru innan
av tí kongatrúgva Skála-
fjørðinum. Menn, ið ofta
verða sagdir vera politiska
afturhaldið
í
Føroyum,
skutu tá við skørpum eftir
kapitalismuni."
Føroyingar eru lagdir
undir
danskt
vald
og
danskar kongar. Vit hava
ongantíð, frá landnáminum
og hiðartil dags lagt okkum
undir danskt ræði, heldur
ikki undir donsku grund-
lógina, síðani hon var veru-
leiki í 1849. Í dag brúka
koloniharrarnir suðuri við
Oyrasund donsku grund-
lógina sum jarnbrot móti
føroyskum áhugamálum.
Kirkjan skal ikki kunna
flytast á føroyskar hendur
uttan so at hon liggur fyri
akker og íla í donsku
grundlógini, sama verður
skilið ivaleyst við løgreglu
og dómsvaldi. Og tey flestu
okkara minnast helst aftur á
seinasta norðurlandaráðs-
fundin har danir nýttu
donsku grundlógina sum
amboð og jarnbrot fyri at
forða føroyingum sjálv-
støðugan limaskap í norð-
urlendsku familjuni. Eisini
hitt almenna Ísland hokn-
aði undan danska trýstin-
um. Trivnaðurin er sjálv-
andi stórri í klubbanum av
statum, enn tað, at velja
leiklutin
sum
enfant
terrible, sum tongforloysari
hjá einum hjálandi, einum
politiskum leysingabarni, í
grannalagnum. Tí er tað
Vinstri-Greinum, og serliga
formanni floksins, Stein-
grími Sigfussyni, til miklan
heiður, at hann ongantíð
hevur dult fyri sínum
treytaleysa stuðli til sjálv-
støðugan limaskap í Norð-
urlandaráðnum
og
til
sjálvstýrisstríðið í Føroy-
um. Vit báðir Høgni hava
onkuntíð í skemti tosa um
at fáa Steingrim balsamer-
aðan, eftir at hann er farin
út á tær ævigu jaktmark-
irnar, og smíða honum eitt
mausoleum á Vaglinum í
Tórshavn, sum varðtekin
um dyggan og treystan
stuðul undir komandi før-
oysku republikkini.
Íslendingar er tiltiknir og
kendir um allan heim fyri
sítt dirvið. Eisini sítt polit-
iska dirvið. Hava verið í
toskastríði við heimsveldið
fyri sunnan. Vóru m.a.
fyrstir at viðurkenna Ísrael
og Baltalondini sum sjálv-
støðug ríki. Og stríðið hjá
Steingrími ber nú frugt í
øðrum flokkum í Íslandi.
Ungdómar og lokalfeløg
hjá sjálvstaðismonnum eru
nú farin at kvaklast og
stuðla føroyska stríðnum, at
sleppa út úr donsku kuvøs-
uni og inn í heimssamfe-
lagið. Ein sjálvsøgd leið,
sum stríð hevur staðið um í
hálvtannað hundrað ár.
Vit fegnast um allan
stuðul uttansyndis. Men
føroyingurin má sjálvur
loysa seg úr sínum høftum.
Og vit ganga frameftir,
hóast tað fyri bræsnar menn
og kvinnur kann tykjast
sum ferðin er alt ov lítil.
Fyri okkum sum helst vildu
skipa republikkina ídag,
kann tað onkuntíð tykjast
møtimikið,
øll
hendan
parlamenteranin og lítið
viðkomandi tosið, um at
fylgja premissunum hjá
valdsharrunum í Keyp-
mannahavn. Sum frælsis-
stríðsmaðurin Mikis Theo-
dorakis, ein av teimum ið
stríddist ímóti fascistunum
í Hellas, undir juntastýrin-
ðum, segði einaferð: Frælsi
fæst ikki, tað má takast.
Hendan sannroyndin er
galdandi fyri okkum á sama
hátt sum fyri kúgaða fólka-
ræði í Grikkalandi tá ið
Papadopulos var uppi á
døgum.
Ein føroysk grundlóg er
ávegis. Verður liðug smíð-
að áðrenn eitt ár er umliðið.
Dómsvald,
løgregla
og
kirkja skula skipast sum
føroyskir stovnar í hesum
valskeiðnum. Hendir tað
ikki, tá rotast samgongan
ímillum sjálvstýrisflokkar-
nar upp, og tjóðveldisflokk-
urin ætlar sær ikki longur at
sita veðurfastur á donsku
karusellunum. Er parla-
mentariska skipanin í land-
inum ikki nóg sterk til at
loysa tjóðskapar-spurning-
in, tá má stríðið herðast á
øðrum hermótum. Fólkið
má mobilisera seg, leggja
trýst á stirvnu zombiarnar á
tingi, soleiðis sum vit sóu
tað henda tá ið tað eyðnað-
ist føroyingum at sleppa
undan føroyskum lima-
skapi í europeiska samveld-
inum, sjálvt um "móðir-
landi" valdi eina aðra leið.
Tjóðveldisflokkurin er
fyrireikaður politiskt at
stjórna
komandi
repu-
blikkini. Hava greið mál og
kláran setning um hvussu
samfelagið skal skipast.
Eitt trygt alment verk, ið
tryggjar øllum javnbjóðis
rættindi og møguleikar á
almanna, heilsu, undirvís-
ingar, mentanar og øðrum
økjum, líkamikið hvussu
sosiala støðan er, líkamikið
hvussu fíggjarligu lunnind-
ini eru hjá hvørjum ein-
støkum,
er
aðalmálið.
Vinnan skal virka undir
skipaðum marknaðartreyt-
um.
Á
burðardyggum
grundstøði. Eitt úrslit av
góðum tjóðveldispolitikki
hesi seinastu árini er m.a. at
privata spekulatiónin í al-
mennum køssum er burtur.
Tey árini tá ið reiðarar og
handilsmenn høvdu frítt at
fara í landsins kassa spol-
aðu millum 13 og 14
milliardir danskar krónur út
úr felagskassanum bara á
hesari
kontuni.
Serliga
hendan atgerð okkara hevur
gjørt búskapin so mikið
sjálvberandi, at økonom-
iska argumentið fyri polit-
iska sambandinum millum
Keypmannahavn og Tórs-
havn at kalla er burtur.
Í duginum at fáa javnvág
ímillum lýtini og skyldur-
nar liggur tann veruligi
statsmanskunsturin.
Og
Arthur M. Schlesinger, jr.,
ráðgevi hjá Kennedy for-
seta legði afturat: Hvussu
er okkara støða mótvegis
Vietnam í so máta?
So dystin lærdir teir ann-
ars eru í stjórnarkynstri, so
er danski kolonipolitikk-
urin ikki so frætt nýanser-
aður, at danski forsætisráð-
harri kundi funnið uppá at
spurt seg sjálvan hendan
spurningin. Sohvørt sum
fingrarnir fáa takholt á
rimini verður jarnhælurin
traðkaður í. Har er eingin
náði. Tilboðið er meira
búskaparligt kraftfóður fyri
framhaldandi danskt vald.
Eitt sløð av olmussu ballað
inn í eitt slag av siviliser-
aðum solidariteti. Teir rópa
seg eisini uppá javnrættindi
millum sokallaðu ríkispart-
arnar Grønland, Føroyar og
Danmark. Javnstøða sum
veruligur aktørur í heims-
samfelagnum verður ikki
úrslitið av hesum pseudo-
politikki. Komi at hugsa
um Amilcar Cabral. Odd-
viti í frælsisrørsluni í
Guinea-Bissaus. Portugis-
iskir agentar skutu hann hin
20. januar 1973. Stutt fyri
lívlátið segði hann hesi
skilagóðu orðini á einum
landsfundi hjá svenska
javnaðarflokkinum: "Sam-
haldsfesti og eingin javn-
støða er bara ein olmussa,
og olmussir hava ongantíð
stuðla undir nakran fram-
burð, hvørki hjá eini tjóð
ella menniskjum annars.
Og trygd við ongari javn-
støðu er tað sama sum
autoritert patriarkat, verja
ella beinleiðis kolonial-
isma. Hon stendur altíð í
andsøgn til veruliga frælsi
hjá tjóðum og menniskj-
um." Misskilta danska sam-
haldsfestið, sum føroyska
íhaldið tosar um, er tí ikki
annað enn torvmold, sum
sjálvstýrissamgongan
í
Føroyum eigur at lempa
burtur, um hon annars hev-
ur styril til tess.
Kæru frændur. Fegin um
at hitta tykkum. At kenna
hitan úr lógvum sum vilja
lyfta saman við okkum í
strembanini fram ímóti
einum so sjálvsøgdum mál-
ið sum javnrættur er. Javn-
rættur
ímillum
manna
líkaso væl sum millum
tjóða. Okkara uppgáva er at
verja individi og samfe-
lagið móti atsøknum bæði
innan- og uttaneftir. Og at
brynja og styrkja um sam-
felagið soleiðis at framtíðin
er ein avbjóðing og ein
møguleiki heldur enn ein
hóttan fyri okkara eftir-
komarar.
Sum Jens Pauli Heinesen
endar stóru skaldsøgu sína,
Frænir eitur ormurin: "Alt
er relativt, alt er komple-
mentert. Stundin er komin
til nýtt siðaskifti, ein
nýggjan kopernikuslátur.
Rekið menniskjað út úr
skýmaskotinum. Setið meg
omanfyri náttúrulógirnar
og latið tarvin liggja á biti
við mína lið.
Kæru
frændur.
Enn
einaferð tøkk fyri at vit
vóru boðnir við á landsfund
tykkara, og bestu kvøður
frá vinaflokkum tykkara í
Grønlandi og Føroyum.
Úti undir væðingini liggur ein berserkur og slotar
C
M
Y
K
11
10