Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 217 - 14. november 2003 Nr. 217 - 14. november 2003 13 Bjarni Petersen skipari á Arctic Viking Nú hava vit staðið fyri skotum við bæði einum og øðrum. Men nú, vit verða skýrdir veiðitjóvar, føli eg meg noyddan at koma við hesi rætting. At verða skuldsettur fyri at hava fiskað kvot una hjá einum øðrum skipi er langt úti og er ein sera álvarslig ákæra. Eg skal vátta at Arctic Viking hevur aldrin fisk- að kvotuna hjá nøkrum øðrum skipi í Eystur- grønlandi uttan vit hava keypt hana i dýrum dóm- um frá teimum sum átt hana hava. So tá ið sjálvt ein fólkatingslimur ákærir okkum fyri slíkt, má tað afturvísast. Eg havi sjálvur tosað við Tobba og hann sigur, at hann er skeivt endur- givin. Hann hevði ikki sagt, at vit vóru orsøkin til at hann ikki slapp undir Eysturgrønland og hann lovaði at hann skuldi koma við eini rætting til hetta. Men Tobbi hevur rími- ligt ikki sær stundir til slíkt, hann hevur væl nógv meir álvarslig mál um oyruni enn at verja okkum. Men tá ið eingin rætting er komin frá hon- um enn, skal eg koma við henni. Vit hava keypt eyst- grønlendsku kvotuna hja JFK í fleiri ár og tað sama hava vit gjørt í ár. Men at so JFK ikki hevði fingið avgreitt sína kvotu, áðrenn hann fór undir grønlendskt flagg, kunnu vit ikki gera við. Teir eru partvís umskyltir í tí, eisini tí at JFK helst hevði meir enn ovmikið um oyruni við nýgga Skálabergi og Næra- bergi, sum jú eru prosjekt i 200 mill klassanum. Rætt er eisini at vit skuldu ikki verið farnir at fiska av kvotu hansara, fyrenn undirskrivað pap- pír uppá tað var komið úr Fiskimalaráðnum. Men tá - í mars - varð hetta mett sum ein trupulleiki av reinum formligum slagi, sum fór at verða greiddur. Tí havi eg aldri mett hetta sum nakað álvars- ligt. Øll vit rækuskip vóru so als ikki í iva um, at hetta var ílagi,t í varð hendan kvotan ikki var tillutað JFK, skuldi hon so verðið býtt sundur ímillum hini skipini, og tað var hon ikki. Skuldi henda kvotan so ligið ófiskað, nú vit allir hava ov lítið framman- undan? Skal ogn føroya fólks bara fara fyri onki av býttheit ella pappír- nussaríði?? Dagin eftir at Tobbi kemur við hesum, kemur fram, at hann eisini hev- ur fiskað ólógliga, men sambært hann sjálvan, ikki SO ólógliga sum Arctic Viking. Ja, gomorin! Nei hetta var júst sama lógarbrot. Eins og vit, høvdu teir ikki fingið útsrkrivað loyvi, sum teir høvdu keypt. Sama kvøld kemur Bjørn á Heygum fyri Tobba við eini øgiligari skolu á stjóran i Vaktar- tænastuni fyri at hann skal hava dittað sær at reist ákæru ímóti Tobba ella Napoleon. Hetta er júst somu skuldsetingar sum Tobbi hevur sett fram ímóti okkum fáar dagar frammanundan og sum hann eftir øllum at døma ikki kemur við nakrari rætting til. Sig mær hvar er logikkurin? Ein fólkatings- og løg- tingslimur sleppur, óátal- aður, at legga ein av sín- um starvsfeløgum undir at hava fiskað sína kvotu undan sær, og í sama viðfangi kemur við gori og galli, tá ið nakar ger tað sama ímóti hon- um????. Nei støðan í Føroyum er vánalig. Onki kemur á skaftið. Persónlig álop og briksl og gravan eftir paragraffum eftir gølum. Ongin torir at gera nakað og best er onki at gera, tí so hevur man so onki skeivt gjørt. Okkara útmerkaði fiskimannaráðharri situr sum lús millum tvær negl og fær onki gjørt. Ikki fær hann játta okkum dubultflagging og ikki fær hann nokta. Úrslitið er, at aðrir fara við hes- um loyvinum og vit sita eftir sum svartiper av berari øvundsjúku. VIÐMERKINGAR Arctic Viking er ikki veiðitjóvur Mass Andrias Fitjar Vestmanna 8.11.2003 29. november 2002 skrivar Fregnir »Jenis og Høgni loysing í 2003«. Tað mátti so verið. Eg var 27 ár, tá ið eg valdi loysing frá Dan- mark 14. september 1946. Nú eri eg 84 ár. Øll hesi mongu ár havi eg einki annað sæð uttan falsan og svik. 1948 kroystu danir og afturhaldið í Føroyum eina heimastýrislóg niður yvir okkara heysar, og Andrass Samuelsen seta teir til løg- mann. Størri svikabrøgd eru ongantíð gjørd áður í Føroya landi. Hesi svika- brøgd hava løgting og landsstýri latið okkum liva við fyri uttan at rætta hond frá síðu. Nú vit eru komin langt inn í 2003, so góðu Jenis og Høgni, latið fólka- atkvøðuna 14. september 1946 koma til sín rætt í 2003, alt annað er svik og falsan. Latið so 14. sep- tember verða okkara tjóðar- dag. Ringt hevur verið, men nógvar ferðir verri hevði verið, um loysingin ikki hevði vunnið valið 14. september. Føroya fólk hevur nógv at takka okk- um, sum nú eru goymul, ið valdu loysing 14. septemb- er 1946. Um tann ólukka hevði hent, at danska stjórnar- uppskotið vann valið 14. september 1946, høvdu vit einki havt at sagt í dag. Um tað hevði passað dønum at selt okkum fingið vinning, so gjørdu teir tað uttan at blunka. Sannleikin er tann, at danir tjena milliardir uppá handil við Føroyar. Eg kann minnast beint eftir kríggið í 1945 streymin av donskum sølumonnum, ið komu til Føroya. Teir høvdu hoyrt, at vit høvdu tjent væl av pengum hesi árini, Føroyar og Danmark vóru atskild, og vit áttu væl av peningi í eingilskum bank- um. Nú galt tað um hjá dønum at fáa fatur á hesum peningi, ið Føroyar áttu til góðar í Onglandi. Tað gekk sum smurt hjá dønum. Vit føroyingar sótu eftir við svartaperi. Føroyingar skuldu aldri havt tikið nakað samstarv upp aftur við danir eftir kríggið í 1945, men gjørt okkum leysar av dønum. Best hevði verið, um vit gjørdu leyst í 1940, tá ið okkara flagg bleiv góðkent. So høvdu vit sloppið frá hesum trætarínum, sum hevur verið síðan 1945. Beinanvegin eftir kríggið í 1945 skundaðu fleiri løg- tingsmenn sær til Keyp- mannahavnar. Tað skuldi eitast at vera forhandlingar við danir. Har kom eini burturúr, tíðsspilla. Nú eru vit komin inn í 1946, nú vil tann danski statsministarin hava fólkaatkvøðu. Fólka- atkvøðu fekk hann eisini, hon bleiv staðfest til 14. september. Tá ið eg kom inn í valrúmið stóð á val- seðlinum: Danska uppskot- ið ella loysing. Sjálvandi setti eg krossin fyri loysing. Í ár, 2003, eru 57 ár liðin síðan eg lógliga segði meg úr tí danska kongaríkinum. Tá loysingin hevði vunnið valið, byrjaði afturhaldið uppá fanansskap. Christ- iansborg og Amalienborg vóru heldur ikki sein í teirra fanansskapi, at stinga okkum í ryggin, ið erliga høvdu valt fríheitina. Eg komi ongantíð at góðtaka heimastýrið og ta falsan og svik, ið er gjørd ímóti okk- um, ið valdu fríheitina 14. september 1946. 26. juni 1987 lýsir lands- stýrið eina flagglóg. 14. september hava teir ikki við, men eitt hálvgamalt danskt konufólk og mann hennara og teirra ungar, og hvat kemur tað okkum við, hvussu danir halda teirra grundlógardag og Valde- marsdag við meira. Tað, sum eg havi fylgt við, hevur Danmark altíð verið ein deyðsfella fyri Føroyar. So eg vil heita á teir prestar, sum royna at billa Føroya fólki inn, at vit hava eina drotning í Føroyum – vælsignaðir latið vera við tykkara royndum at burtur- forklára sannleikan. Hevði hatta verið í einum øðrum siviliseraðum landi, so høvdu prestarnir syrgt fyri, at kirkjuklokkurnar høvdu ringt til takkargudstænastu hvønn 14. september – okkara frælsisdag. Føroyar og loysingin Jens Pauli Nolsøe Havi fylgt við kjakinum um, at samgongan vil av- taka stuðulin til goldnan barnapening. Tjóðveldis- flokkurin (Páll á Reyna- túgvu) hevur fyri aðru ferð í ár fingið ábyrgdina frá samgonguni at syrgja fyri, at hetta verður útint. Sum kunnugt varð upp- skotið hjá Tjóðveldis- flokkinum felt fyrst í mai mánað av Finni Helmsdal, ið tá sat sum eykamaður í Løgtinginum fyri Tjóð- veldisflokkin. Men síðan hevur Finnur Helmsdal "flaggað út" og er uppskot- ið um at avtaka stuðulin fyri goldnan barnapening lagt fram aftur í hesi ting- setu av Tjóveldisflokkinum (Páll á Reynatúgvu). Og nú Finnur Helmsdal er "flaggaður út", sær út til at uppskotið verður samtykt. Í andstøðuni er Sam- bandsflokkurin (m.a. Al- fred Olsen) heitur talsmað- ur fyri at avtaka stuðulin til goldnar barnapengar. Hetta er undrunarvert, tí eg helt at Sambandsflokkurin var talsmaður fyri Ríkisfelags- skapinum og teimum rætt- indum, hann hevur at bjóða. Er Sambandsflokk- urin ikki vitandi um, at í Danmark er stuðulin fyri goldnan barnapening 100% (sum frádráttur yvir skatta- skipanina) og í Grønlandi er stuðulin 100% (sum frá- dráttur yvir skattaskipan- ina) ? Ímóti egnum samtyktum Vísast skal á, at Løgtingið í 1997 samtykti, at stuðul skal latast fyri goldan barnapening (Áðrenn 1. januar 1997 rindaðu pápar meiri enn mammur í barna- pengum, men klaga gjørdi, at lógin varð broytt). Eisini er vert at hava í huga, at Løgtingið í 1998 feldi uppskotið hjá Helenu Dam á Neystabø, táverandi landsstýrismanni í al- mannamálum, um at avtaka stuðulin. Og í 2001 sam- tykti Løgtingið uppskotið hjá Sámal Petur í Grund at víðka stuðulin til goldnan barnapening, so hann eisini umfatar føroyingar uttan- lands, t.d. í lestrarørindum í Danmark. Sostætt hevur Løgtingið seinastu seks árini samtykt og staðfest lógina um stuðul fyri goldnan barnapening ikki minni enn tríggjar ferðir. Men nú í 2003 vil Løg- tingið (undantikið Javnað- arflokkurin) avtaka stuðul- in. Hetta kann tykjast løgið, tí talan er um somu sam- gongu, ið nú gongur ímóti síni egnu løgtingssamtykt frá 2001. Sum nevnt hevur Tjóð- veldisflokkurin (Páll á Reynatúgvu) lagt upp- skotið fyri Løgtingið fyri aðru ferð í ár. Flestu skjøl- ini í málinum eru til taks á heimasíðuni logting.fo, har ein kann lesa, at fram- ferðahátturin hjá Páll á Reynatúgvu, landsstýris- manni í almannamálum, er sera løgin og reelt í stríð við landsins lógir. Stuðul til goldnan barna- pening er lógarbundin játtan. Tí kann ein spyrja, hví upphæddin ikki varð tikin við í Fíggjarlógina fyri 2003? Er tað tí at Páll á Reynatúgvu tók tað fyri givið, at uppskotið hjá sær fór at vera samtykt? Í staðin søkir Páll á Reynatúgvu um eykajáttan fyri eina lógarbunda játtan. Men tá upphæddin er lógarbundin, átti lands- stýrismaðurin at syrgt fyri, at játtanin kom við í Fíggjarlógina fyri 2003, og ikki søkt um eykajáttan 13. juni 2003, tá árið er hálv- runnið (sí skjal nr. 0.31- 2300700/6). Í viðmerking- unum til umsøknina stað- festir landsstýrismaðurin tó, at neyðugt er eyka- játtanini, tí "ongin peningur er settur av til endamálið", citat slutt. Spurnartekin kann setast við hesa mannagongd, og vísast má til grein 5 í lógini um ábyrgd landsstýris- manna: "løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sam- bært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara." Alt annað líka skuldi tað verið skyldan hjá einum landsstýrismanni at avseta pengar til eina lógarbundna játtan. Páll á Reynatúgvu hevur eisini havt málið um avtøku av stuðlinum til goldnar barnapengar til hoyringar, m.a. hjá Javnstøðunevnd- ini. Hetta skilji eg ikki rættuliga, tí uppihalds- peningur er ikki nevndur í javnstøðulógini, tað burdi hann vita sum landsstýris- maður. Har aftur ímóti fær Almannastovan málið sent til hoyringar og hetta er púra røtt adressa. Men eftir øllum at døma hóvar Páll á Reynatúgvu ikki niðurstøð- una hjá Almannastovuni, ið annars er greið. Har stend- ur: "...broytingin fær avleiðingar fyri tey gjaldss- kyldugu, sum hava fingi álagt at gjalda barnagjald, ......Almannastovan metir ikki at broytingin fær um- sitingarligar avleiðingar ... lógin verið løtt at umsiti, ... og mett til eitt part- tíðarstarv". Mín meining er, at Tjóð- veldisflokkurin (Páll á Reynatúgvu) átti at tikið uppskotið aftur, og at Løgtingið tekur við læru av hesum máli. Løgtingið og stuðulin til goldnan barnapening Norðoya Sambands- felag John W. Joensen, formaður Norðoya Sambandsfelag má uppá tað harðasta mótmæla at landsstýrið ikki vil gera nakað muna- gott fyri at betra um støð- una á Lorvíksleiðini. Tey lyftið, sum norðoyingar fingu tá Ternan var sett í sigling afturat Dúgvuni, eru brotin, og vit kunnu bert staðfesta at støðan í dag er verri enn tá Dúgvan og Sam silgdu. Politiskur sjónleikur Tað varð bíðja við spenn- ingi eftir at Ternan skuldi byrjað at sigla um Leir- víksfjørð saman við Dúgv- uni. Men nú hendan skipan hevur koyrt í eina tíð mugu vit staðfesta at støðan á leirvíksleiðini ikki er batn- að. Ferðaætlanin, sum ein "Lorvíksfjarðarbólkur" saman við Strandferðsluni hevur útarbeitt hevur í verkið als ikki nøkta tørvin hjá serliga vinnulívinum. Støðan í løtuni er meira fløkt enn nakrantíð og bil- røðirnar á ferjuleguni eru framvegis gerandiskostur. Hetta merkir at trailarar fullir av farmi mugu standa og bíðja á Stongunum eftir farti. Tað var annars lovað norðoyingum at nú skuldi nakað munagott gerast, tí nú skuldu bæði Dúgvan og Ternan sigla um Leirvíks- fjørð. Tað sum í verðuleikanum er hent er at nú skiftast Ternan og Dúgvan um at sigla leirvíksrutina, og stór- an part av degnum siglur Ternan einsamøll meðan Dúgvan upptekur kaj-pláss frá útróðrarbátum og trol- bátum. - Teir fáu túrarnir skipini sigla í senn eru als ikki nøktandi, og tí kann sein- asta átakið hjá Strand- ferðsluni bert uppfatast sum politiskur sjónleikur. Nú má okkurt henda Vinnulívið í norðoyggjum kann ikki bíðja eftir til koyrandi verður ígjøgnum Norðoyatunnilin. Tað má okkurt munagott henda á Leirvíksleiðini og fara vit tí inniliga at heita á Vinnu- málaráðharran, Bjarna Djurholm, um at vaknað, og fáa tingini á Leirvíks- leiðini í rættlag. VIÐMERKINGAR Lorvíksleiðin »ein politiskur sjónleikur« Mathias Lassen í Nesi í Hvalba Ongin orsøk at stúra fyri okkum. Ja, soleiðis sigur tú, Mortan Sørensen í Sosial- inum 8. november í ár. Jú, so sanniliga er orsøk at stúra. Tú viðgongur sjálvur, at bilarnir koyra ikki so skjótt nú sum í fyrstuni, og tú við- gongur, at bilarnir vera ikki lastaðir so nógv nú sum áður. Hava vit tí ikki ørsøk at vísa okkara ónøgd? Tú viðgongur at onkur steinur et dottin av bilun- um. Ert tú greiður yvir, at ein steinur er ein ov nógv? Hvør var skaðin, um ein steinur datt á takið á einum persónbili? Er tað í lagi at koma aftaná og siga at vit hava rættað upp á tað? Dugdu tit ikki at forút- síggja vandan? Hví skal ólukkan henda fyrst? Hvar er løgreglan? Eg spyrji bara. Eg las, at løgreglan á Tvøroyri sá ikki nakran trupulleika við ferðsluni. Eg spyrji: Hví sær hon ikki tað, tá ið vit øll onnur síggja tað? Er tað tí at eingin er deyður enn? Jú Mortan, víst eru vit rædd. Ferðin er sett niður og nú hanga steinar ikki útav lastalúkuni, sigur tú. Men eg sá henda dagin, at baklúkan var ikki uppi og tú veit, at baklúkan skal vera uppi. Vit eru rædd! Tit hava fingið "for- kørselsrætt" oman úr dalin- um til fjósið hjá Petur Karl. Og ikki longur. Men tit koyra við "forkørselsrætti" báðar vegir, líka oman til ferjuleguna og niðan aftur til grótbrotið. Tað siggja vit sum koyra har dagliga. Viðvíkjandi pástandinum um, at persónbilarnir eru ein størri vandi, so er tú vassaður so langt út, at ongin botnur er. Vegurin er gjørdur til persónbilar og annan dag- ligan flutning. Tit hava gjørt vegin til ein arbeiðsveg. Og tað er eingin kunn- gerð gjørd um at hetta er ein arbeiðsvegur, og tí hava tit at halda tykkum til ferðslureglarnar og ferðslu- lógina. Ferðslulógin sigur greitt, at tú skal koyra eftir um- støðunum og tað er tað sum er galið. Tit koyra ikki eftir umstøðunum. Vit halda aftur fyri at bjarga lívinum, men tað gera tit ikki.Tit koyra bara. Eitt kann eg siga tær, Mortan, og tað er, at um vit halda okkum til ferðslureglarnar, so stendur deyðin í durinum. Tað eru vit, sum halda av, tá íð lastbilurin skal halda av. Annars haldi eg ikki at hetta er eitt mál fyri Mort- an, men heldur fyri løgregl- una. Løgreglan bíðar bara eftir at ein ólukka hendir, tá fyrst hevur hon eina sak, sum skal viðgerðast. Hon bíðar til ólukkan er hend.Vit onnur eru offur. Og hvat við sjálvum vegnum, hann er sum eitt flundrubak, og hvussu síggja okkara bilar út. At tit koma tykkum! Men soleiðis er tað bara. Ongin orsøk at stúra fyri okkum Um koyringina við gróti úr grótbrotinum Inni í Líð í Trongisvági, út í nýggju samferðsluhavnina Óli góði, takk og annars takk! Randi í Jógvanstovu Sjónarmið míni noyðist tú ikki at útgreina. Tó so, hevur tú ikki skilt meg, meini eg at: Tað er ússaligt, at tú sum fak- felagsformaður góðtek- ur ein sáttmála fyri limir tínar, sum ger mun á nationaliteti. Tá ein er komin har, er bert ein spurningur um tíð, til ein eisini ger mun mill- um húðarlit, religión osfr. Tú kennir á tær, at munur er ímillum okk- um bæði. Og rætt hevur tú, munurin er bara størri, enn tú kundi ímyndað tær. Ps. Tá tú kallar meg fakfe- lagskvinnu, kann eg einans gleðast. Fakfe- lagspolitikkur hevur gjøgnum nógv ár verið og er framvegis eitt av hjartamálum mínum. Kann henda tú kennir á tær, at tú hevur eitt- hvørt útistandandi við FA. So er adressan skeiv. Men hevur tú hug at hitta meg, so kom ein túr norður um fjall, eri at hitta í Egningarskúri nr. 6. TÍÐINDASKRIV Leygardagin 22. no- vember verður markn- aðardagur á Fossánesi. Tað eru 5. og 6. flokkur, sum skipa fyri saman við foreldrum og lærar- um. Fimleikahøllin verður býtt í sølubásar, sum einstaklingar og fyritøk- ur kunnu leiga seg inn á. Eisini verður loppu- marknaður, tombola, kaffisøla og ymiskt fyri børnini. Endamálið við tiltak- inum er at savna pening inn til námsferð til Het- lands á vári í 2005. Marknaðardagur á Fossánesi Dansiskeið fyri ung TÍÐINDASKRIV Leygardagin 22. og sunnudagin 23. nov. verður dansiskeið fyri ung, 13–18 ár, í Losjuni í Havn. Foreldrabólkurin »Kom og dansa fyri ung« skipar fyri. Dansilærarar eru Hinrik Bjarnason og Brynja Ein- arsdóttir frá »Komið og Dansið« úr Íslandi. Undirvíst verður í: rock’n roll, salsa, linedance, danssving o.ø. Leygardagin 22. nov.: Bert nýbyrjarar Hold 1: 13–15 ár kl. 13.30–15.30 Hold 2: 16–18 ár kl. 16.30–18.30 Sunnudagin 23. nov.: Hold 3: 13–15 ár kl. 13.30–15.30 Hold 4: 16–18 ár kl. 16.30–18.30 Kostnaður 60 kr. fyri hvønn dagin Foreldrabólkurin: Lisa 215570, Sólrun 210780, Tone 511707 Almennur dansur leygarkvøldið 22. nov. Rús- og roykfríur almennur dansur verður í Eclipse kl. 20.00–22.00. Aldursmark 13 ár. Við dansibands- tónleiki. Dansilærararnir Hinrik Bjarnason og Brynja Einarsdóttir leggja lag á. TÍÐINDASKRIV frá Frá Norðoya Sambandsfelag Mánakvøldið 17. november kl. 19:00 skipar norðoya sambandsfelag fyri al- mennum fundi í hølunum hjá Pizzaria Napoli úti í Víkunum. Støðan hjá eldrarøktini í dag er eitt mál, sum er sera nógv frammi. Í løtuni arbeiða landi og kommunur saman um at leggja økið út til kommunurnar at umsita, men hvussu er støðan í dag tá vit tosað um eldrarøkt og hvat verður gjørt fyri at fáa eina so góða eldrarøkt sum gjørligt? — Hvussu er støðan hjá heilsuverkinum? — Alt hetta eru spurningar, sum hava við okkara væl- ferð at gera og hetta eru nakrir av spurningunum fokus verður sett á mána- kvøldið úti í Víkunum í Klaksvík. Búskaparfrøðingur Á fundinum ferð Magni Laksáfoss búskaparfrøð- ingur at umrøða eina fram- rokning av talinun av pen- sjónistum, sum m.a. vísir at eldrarøktin verður stórsta samfelagsliga og búskap- arliga avbjóðingin hjá før- oyska samfelagnum kom- andi árini. Økisleiðarin fyri Norðoyggjar Elsba Lütsen, økisleiðari fyri heimahjálpina í Norð- oyggjum, fer at greiða frá støðuni innan eldrarøktina í Norðoyggjum í dag. Tey eldru í framtíðini Lisbeth L. Petersen, for- maður í Sambandsflokk- sins, ferð at tosað um tey eldru í framtíðini. Heilsuverkið Alfred Olsen, formaður í trivnaðarnevnd løgtingsins, fer at viðgera støðuna í Heilsuverkinum. Kjak og vinningar Høvi verður eisini at kjak- ast og seta spurningar. Sum áður sagt so hevur Norðoya Sambandsfelag fingið umsókn um stuðul til nýggjan buss til bú- stovnin Dáan, og í hesum sambandi verður burtur- luting á skránni har allur peningurin fer óskerdur til keyp av nýggjum bussi. Fundurin, sum er al- mennur, verður sum sagt mánakvøldið 17. november kl. 19:00 í Pizzaria Napoli. Øll eru hjartaliga væl- komin. Eldrarøktin í Fokus C M Y K 13 12