fríggjadagur 14. november 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 217 - 14. november 2003
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sybilla Høgnesen
70 ár
Fríggjadagin 14. november
fyllir Sybilla Høgnesen,
vanliga nevnd Billa, í
Klaksvík. 70 ár.
Foreldur hennara vóru
Petra og Hugo Gardar.
Í 1956 giftist hon við
Hjalmar Høgnesen, tey
eiga fimm børn, tríggjar
synir og tvær døtur, ið
búgva í Klaksvík, uttan
tann elsta sum býr í
Hvannasundi.
Sum ung arbeiddi Billa
tvey ár í Íslandi. Var heima-
arbeiðandi til børnini vóru
vaksin, arbeiddi so nøkur ár
sum flakakvinna á Kósini.
Billa hevur sitið í nevnd-
ini í Húsmøðrafelagnum,
og var við at seta Húsar-
haldsskúla Føroya á stovn.
Síðstu árini hevur hon
verði virkin í felagnum
Hugna, og hvønn týsdag
samlast tey og hava eina
hugnaliga løtu.
Billa er ófør at ganga sær
túrar og støkka inná gólvið
hjá vinum og kenningum.
Vit ynskja Billu hjarta-
liga tillukku við 70 ára deg-
num, og nógv góð ár fram-
yvir.
Dagurin verður hildin hjá
dóttrini
Gunhild
Arge,
Garðsendi 24, Klaksvík, frá
kl. 16 fríggjadagin
Dagurin
14. november. Fríðrikur. Hildið verður, at her verður
sipað til ein biskup í Utrecht, sum varð myrdur av
leigudrápsmonnum í 838. Keisarinnan Judita hevði
sent teir, av tí at Fríðrikur hevði roynt at fáa keisaran
til at skiljast frá henni.
Navnið er tað upprunaliga gotiska Friqareikeis, og
merkir friður og harri.
Johan Hendrik Schrøter doyði hendan dagin í 1851.
Leygardagin 8. november andaðist Hans
Peter Weihe, advokatur, eftir at hava
verið sjúkur í drúgva tíð.
Hans Peter og eg komu at kennast á
heilt ungum árum miðskeiðis í fimti-
árunum, og árini í Keypmannahavn frá
1957 til 1964 varð knýtt eitt vinarlag
okkara millum, sum kom at halda fram tá
vit aftur hittust her í 1973.
Hugur hansara stóð frá byrjan til sak-
føraravirki, og eftir løgfrøðisligt em-
bætisprógv í 1964 bleiv hann advokat-
fulltrúi í Norðursælandi. Seinni bleiv
hann medinnihavari av virki í Keyp-
mannahavn og var tey seinastu mongu
árini seniorinnihavari av hesum virki og
longu frá 35 ára aldri við møtirætti til
hægstarætt.
Hans Peter var ein maður, sum fólk
beinanvegin fingu virðing fyri. Hann var
rættlinjaður sum fáur, lítillátin, arbeiðs-
samur, hóvligur og vinaligur. Og hartil
var hann høgt virdur sum advokatur
millum starvsfelagar her og heima. Hann
hevði nógvar tungar sakir, ikki minst sum
verji í revsimálum. So seint sum í summ-
ar møtti hann í hesum eginleika í hægsta-
rætti, hóast sjúkan av álvara hevði fingið
tamarhald á honum.
Hóast hann hevði búð meginpartin av
lívinum í Danmark, høvdu Føroyar eitt
stórt pláss í hjarta hansara. Og sum
advokatur fyri føroyingar her niðri og
heima hevði hann eitt sera gott umdømi.
Hann førdi sakir fyri landsstýrið og aðrar
stovnar og var umframt sera nógv brúkt-
ur av føroyingum her niðri. Mangan
hjálpti hann fyri lítið og lætt, tá hann visti
at t.d. ung fólk høvdu avmarkað ráð at
gjalda fyri slíka tænastu.
Tær álitisuppgávur, hann fekk frá al-
mennu Føroyum í sambandi við Fígg-
ingargrunnin, kanningar í samb. við
bankamálið og loksins sum løgfrøðis-
ligur ráðgevi fyri § 19 nevndina, veit eg,
at hann var sera glaður fyri. Fáur hevði
loyst hesar uppgávur betur og meira sam-
vitskufult enn hann.
Eg hevði nógv samband við Hans Peter
í hesi 30 árini, síðani eg kom aftur til
Keypmannahavnar, bæði sum persón-
ligur vinur og sum góður ráðgevi í nógv-
um høpi. Ikki minst skal eg nevna tey
mongu árini vit sótu í nevndini fyri
Føroyahúsgrunnin, og saman við øðrum
stríddust fyri at fáa eitt Føroyahús í
Keypmannahavn. Hann luttók trúliga øll
árini, eisini sum løgfrøðiligur ráðgevi,
uttan nakrantíð at fáa eina krónu í sam-
sýning. Hansara loyalitetur og persónligi
integritetur var nakað, sum ein sjáldan
ella aldri upplivir. Bert kundi ein ynskt,
at alt hetta stríð, hann átók sær ókeypis,
endaði á ein meira virðiligan máta.
Tá vit hildu seinasta ársskifti saman
við Hans Peter og Solveig, vistu vit lítið,
at hetta kom at verða seinasta ferðin, vit
komu saman í slíkum høpi. Hann var tá í
viðgerð og útlitini fyri heilsubót vóru
góð. Men soleiðis skuldi tað ikki ganga.
Álvarsligu sjúku sína tók hann, róligur
sum hann var, á ein so virðiligan og
opnan hátt, sum bert fá vildu gjørt tað. At
hann visti hvagar leiðin gekk, fingu vit
fatan av fyri mánaðum síðani, tá hann
spurdur um heilsuna segði, at hann var
glaður fyri at børnini vóru tilkomin og
kláraðu seg sjálvi.
Vit eru nógv, sum syrgja yvir Hans
Peter, men allarstørst er sorgin hjá
Solveig, sum eisini hevur sítt at dragast
við, og hjá børnunum Ninu, Hans
Mortani og Johan Henrik við familjum
teirra. Gævi tit fáa styrki til at koma yvir
stóra saknin.
Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir
minnið um vinmannin og góða sam-
starvsfelagin Hans Peter.
Tryggvi Johansen
Minningarorð um Hans Peter Weihe, advokat
Tummas Jacob á
Løgmansbø á ting
11. november tók Tummas
Jacob á Løgmansbø í Mið-
vági sæti á tingi fyri Jørgen
Niclasen, sum er í farloyvi.
Tummas Jacob er 53 ára
gamal og miðvingur, sonur
Johild, f. Hansen, ættað úr
Sørvági, og John Frits á
Løgmansbø úr Miðvági.
Hann er útbúgvin rør-
leggjari og skipari og hevur
siglt í nógv ár. Síðan 1994
hevur hann verið útgerð-
armaður og rikið reiðaríið
Vest-Line í Miðvági, sum
hann eigur saman við
øðrum. Teir eiga línuskipini
West Freezer og Presttanga.
Tummas Jacob stillaði
upp fyri Fólkaflokkin í
Vágum til seinasta val, og
er hann triði maður á
listanum í Vága valdømi.
Hetta er fyrstu ferð at hann
situr á løgtingi.
Hann er giftur við Elly
Dam á Løgmansbø, sum er
úr Sandavági, og tey eiga
fýra børn.
Tummas Jacob á Løgmansbø
Mynd: Jens Kristian Vang
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at elskaða mamma, omma og langomma okkara
Helga Mohr Poulsen
Tórshavn, ættað úr Vestmanna,
búsitandi í Syðrugøtu
andaðist á Landssjúkrahúsinum
týsdagin 11. november 2003, 84 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
leygardagin 15. november 2003 kl. 13.00.
Vegna tey avvarðandi
Herbjørg, Glory, Mourentsa og Jóan Hendrik
15
14
Nr. 217 - 14. november 2003
Í dag, 14. november kl. 15,
letur Pól Skarðenni lista-
maður upp málningafram-
sýning í Smiðjuni í Lítlu-
vík.
Pól er klaksvíkingur og
útbúgvin
verkfrøðingur.
Seinastu tólv árini hevur
hann arbeitt við at designa
og byggja dekoratiónir á
djóragørðum í Hálandi,
Svøríki og Danmark. Fyri
hálvum ári síðan flutti hann
heim aftur og arbeiðir nú
sum listamaður í Føroyum.
Hann býr í Vatnsoyrum.
Á framsýningini eru um-
leið 30 oljumálningar sum
fyri tað mesta eru lands-
lagsmyndir.
Framsýningin letur upp í
dag kl. 15 og er opin til og
við týsdagin 18. november,
allar dagarnar frá kl. 15-18.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Góði Høgni.
Løtur eru í lívinum, har ein kennir tað,
sum um alt steðgar upp. Tíðin, lívið,
veruleikin og meiningin. Har ein so
brennandi ynskir, at tað ber til at spola
lívstráðin eitt lítið sindur aftur, og so seta
í gongd av nýggjum og leypa um hend-
ingina, sum fekk alt at steðga upp. Ein
tílík løta var hendan vakra summar-
morgunin, út móti morgni, tá dagurin var
um at fáa lív, og vit fingu lagnutungu
boðini um, at tú hevði fingið sera
álvarsligan løst í eini ferðsluvanlukku. At
tað stóð um lív, og at vánirnar vóru lítlar
og ongar. Hetta var uttan fyri okkara
fatanarevni og so púra meiningsleyst.
Ungur og spelkin. Á gáttini til at byrja
lívið. Við greiðum framtíðarætlanum.
Ávegis uttanlands at leita tær víðari
útbúgving og leggja lunnar undir vaksna-
mannalívið. Og so við eitt høgg, sá alt út
til at liggja í skeljasori.
Eina viku mátti tú so liggja í andaleypi.
Har vit stúrdu og vónaðu, hvørt um
annað. Inniligu ynskini um at alt skuldi
spæla væl av, og so bivandi óttin fyri at
títt sprelska lyndi skuldi verða fangi í
kryplum hylki. Hesir dagarnir vóru
tungir. Meiningsloysi kendist so altum-
fatandi. Men vit fingu høvi til at hava teg
millum okkum nakrar dagar afturat og
royndu at siga tær alt, sum vit høvdu á
hjarta. Tú skuldi havt verið til seinastu
próvtøkuna á Handilsskúlanum. Ein
glotti hómaðist tann dagin floksfelagar
komu við húgvuni, sum tey so fegin
vildu hava, at tú eisini fekst á høvdið.
Tann dagin tú skuldi havt verið á
Kambsdali eftir próvnum, vart tú fyri
seinasta bakkkastinum, og seinasta vón
okkara brast. Morgunin eftir sovnaði tú
stillisliga fyri seinastu ferð. Vit fingu
møguleikan at verða hjá tær tá og siga
tær farvæl. Tað hevði týdning fyri okk-
um, at vit fingu tað høvið.
Brot úr lívsins filmi hava verið spæld
umaftur og umaftur seinastu mánaðir-
nar. Brot, har vit høvdu leiklut saman.
Var ikki meir enn stór smágenta, tá tú var
føddur og átti tú beinanvegin stórt rúm
hjá okkum øllum. Tað var á ein hátt, sum
at hava fingið ein lítlabeiggja afturat. Tín
lutur allan vegin frá smádrongi til
vaksnan mann. So sprelskur og sam-
stundis so spakur. So lítil og spinkul og
nú so stórur og prúður. Frá tú vart
trillaður um geilar í bygdini til mín fyrsta
túr út um landoddarnar, har tú eisini vart
við. Luturin frá at vera lítlibeiggi til tað
stóra systkinabarnið hjá børnum okkara
og gubbi at tí yngsta. Tann stóri, sum tey
sóu upp til. Allar hesar myndirnar, sum
vit nú mugu noyðast við at minnast,
halda fastar og leggja okkum betri í
geyma, so tær ongantíð verða gloymdar.
Sum vit skulu geva víðari til tey, sum eru
ov lítil at minnast.
At vera til jarðarferð hjá unglinga er
andsøgn í sær sjálvum. Roynt varð at
gera hesa lagnutungu løtuna í tínum
anda. Tung var hon, og tung vóru fetini í
fylginum seinasta túrin í bygdini.
Lívgandi var tann stóra samkensla og
tann stóru skarði, sum tóku tungu fetini
saman við okkum.
Orðini tykjast so fátøk í hesum
meiningsloysi. Saknurin svárur hjá
okkum, men ongastaðni so svárur sum
hjá tykkum, sum hava mist son og
beiggja. Góða Sunrid. Løturnar kendust
so høpisleysar, óveruligar og tó so nærar.
Í veikleikanum er tað at styrkin skal finn-
ast.
At finna gerandisdagin aftur, lata lívið
halda áfram og ásannað, at restin av
verðini heldur á, sum um onki var hent,
kann tykjast so órættvíst. Men tað er
lagnunnar vegur og nakað av linna finna
vit í orðunum hjá ókenda yrkjaranum,
sum prestur hevði frammi við jarðar-
ferðina, og har orðið verður latið honum,
sum farin er:
Deyðin er ikki tað seinasta, eg eri bara
farin um sýnina.
Eg eri eg, og tú ert tú. Tað, sum vit áður
vóru fyri hvør øðrum, tað eru vit enn.
Nevn meg við navni, nýt mítt yndisnavn,
práta við meg um leyst og fast, sum vit
altíð gjørdu.
Lat røddina vera hina somu, hóast sorg
og sakn.
Flenn soleiðis sum vit vóru von at
flenna saman at onkrum skemtiligum.
Hugna tær, brosa, hugsa um meg, bið
fyri mær.
Lat mítt navn framvegis hoyra upp í
okkara húski.
Tala um meg natúrliga, ikki við
gráturødd.
Lívið er framvegis dýrabært, tað er, eins
og tað altíð var, tað heldur á øld eftir
øld.
Deyði og lív hoyra saman.
Hví skuldi eg farið úr huga, um eg fór
úr eygsjón?
Eg bíði bara eftir tær, um eina stund,
onkustaðni her í nánd, aftan fyri sýnina.
Hvíl í friði, góði Høgni.
Takk fyri alt !
Margit við familju
Høgna Traðará til minnis
f. 17. november 1980 d. 27. juni 2003
Pól Skarðenni í Smiðjuni
Pól Skarðenni við oljumálningi av Kvívík
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
14