Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 217 - 14. november 2003 Nr. 217 - 14. november 2003 17 Nú eru øll týdningar- mikil pappír undir- skrivað. Vit kenna prísin og vita nær arbeiðið verður liðugt. Søguligi sátt- málin millum P/F Norðoyatunnilin og byggitakaran Føroya Konsortium gjørdist veruleiki í skýmingini í Klaksvík mikudagin UNDIRSJÓVARTUNNIL Steintór Rasmussen Myndir: Báður Lydersen Tað mesta er sagt áður. Tøl og tíðarætlanir hava verið frammi fyrr. Og ikki var so nógv nýtt undir sólini, sum eisini fór í kav. Kortini var hetta ein stór og minnilig løta, nú alt er komið uppá pláss og tað er ein staðfest- ur veruleiki, at tað koyrast kann undir sjónum millum Borðoynna og Eysturoynna á sumri 2006. Stórt framstig Tað var stjórin fyri Norð- oyatunnilin Dávur Reinert Hansen, sum tók samanum verkætlanina á innbodnari samkomu í Skálanum í Klaksvík. - Nú verður farið í holt við vegir, at spreingja, bora og elarbeiði. Men alt hevur sítt greiða endamál. Nevni- liga at binda føroyingar saman, at betra um møgu- leikarnar hjá vinnulívinum og gera tað meira høgligt hjá øllum ferðandi. Og sum ein skilti á fram- løguni so liggur alt arbeiðið í góðum hondum. Tað ganga einans smá trý ár, so kunnu alllir føroyingar síggja fram til eitt stórt framstig á sam- f e r ð s l u ø k i n u m . Norðoyartunnilin verður bæði slættari og longri enn Vágatunnilin. Hann verður tryggur at koyra ígjøgnum og undir sjónum ber til at tosa í fartelefon og hoyra útvarp. Uttan Jógvan við Keldu Hóast fyrrverandi borg- meistarin í Klaksvík, Jógv- an við Keldu hevur verið ein av ídnastu forsprákar- um fyri fasta sambandið um Leirvíksfjørð, so var hesin ikki at síggja millum innbodnu gestirnar í Skál- anum mikudagin. Tað tókt- Norðoyatunnilin: Ongin vegur aftur Seinastu dagarnar hevur Skálaberg havt rokfiskiskap eystan fyri og er nú á veg heim av fyrsta túrin- um í Barentshavinum FISKISKAPUR Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Um middagsleitið fyrra- dagin, fór Skálaberg at sigla heim við 650 tonsum av toski. Umframt nakað av rund- frystum fiski og vanligum flaki, hava teir eisini framleitt smáar portiónir á 200 gramm. Skálaberg fór avstað 2. septembur, við eru um 40 mans. Skipari henda túrin er Róðin Biskopstøð. Væntandi verður farið avstað aftur 25. novembur. Skipari komandi túr verður Ólavur Biskopstøð. Skálaberg siglir heim Skálaberg er á veg heim úr Barentshavinum við 650 tonsum av toski. Teir fóru avstað fyrst í septembur, og rokna við at verða klárir at fara avstað aftur seinast í hesum mánaðinum Mynd: Jens K. Vang ist eitt sindur løgið, tí júst Jógvan við Keldu varð havdur á orði sum maðurin, sum fyri fleiri árum síðani gekk undan og trúði, at undirsjóvartunnil var besta framtíðar farleið fyri norð- oyingar. Orsøkin til hetta mundi vera at finna á einum held- ur ófullfíggjaðum lista fyri innboðin til hátíðarløtuna. Hóast løgmaður Anfinnur Kallsberg og vinnumála- ráðharrin Bjarni Djurholm nátúrliga vóru tilstaðar, so vóru tingmennirnir úr Norðoyggjum ikki umboð- aðir og bert onkur hendinga býráðslimur í Klaksvík var afturat borgarstjóranum at síggja til samkomuna Men umboðaðin var kortini nøktandi til, at sátt- málin kundi undirskrivast, soleiðis at arbeiðið kann fara í gongd. Byrjað verður at bora í Leirvík 18. de- sember og bert fáar mán- aðir seinni eisini á Borð- oyarvík. Bergur í Garði og David Reinert Hansen á staðnum, har setast skal á undirsjóvartunnilin Borðoyarmegin David Reinert Hansen vísir okkum staðið í Borðoyarvík, har tunnilin verður Frá undirskrivingini av tí umleið 270 millióna stóra sáttmálanum í Skálanum í Klaksvík mikudagin C M Y K 17 16 www.smyril-line.fo J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Farið verður úr Føroyum 1. mars 2004 og vit verða aftur í Føroyum 11. mars 2004. Stað kendur før - oyingur er ferðaleiðari. Møguleiki verður eisini fyri at gera útferðir í øki num. Gist verður í 4 koyggjukamari við wc/bað og sjónvarpi umborð á Norrönu. Úr Bergen verður farið við bussi til Voss, har gist verður í 7 nætur á HOTEL JARL, sum liggur mið- skeið is í Voss. SKÍÐFERÐ til Noregs Prísur fyri hvønn Íroknað prísin er: 1/2 pensjón á hotelli num, 7 daga skíðpass og bussferð Bergen-Voss, fram og aftur. 5.995,- Eyka fyri einakamar: ........................................................... 805,- kr. Eyka fyri 2 koyggjukamar umborð á Norrönu: ....... 560,- kr. Eyka fyri ferðatrygging: ...................................................... 138,- kr. Komið við á bólkaferð til Noregs! RIMMARTILBOÐ skips- og bussferð + skíðpass + hotelgisting + ferðaleiðari 5.995,- alt hetta fyri einans Á hotellinum er m.a. biljard, vínstova, pubb, diskotek, svimjihylur og borðtennis. Kømurini hava m.a. minibarr, sjónvarp og telefon. Meir fæst at vita á www.jarlvoss.no Tú kanst melda teg til og heinta bannaran á skrivstovuni hjá Maersk Air í Havn. Ella vit kunnu senda hann við postinum. Seinasta freist at melda seg til er 17. november 2003. Vinnararnir verða funnir síðst í desember 2003. Maersk Air · Handilskjarnin · FO-100 Tórshavn · Tel.: 35 74 74 · Fax: 35 74 75 Vitja eisini okkara nýggja handil á www.maersk-air.fo Koyrið við Maersk Air Um tú hevur ein Maersk Air bannara á bakrútinum á bili tínum, kanst tú vinna ferða seðlar til ferðamál á rutunet- inum hjá Maersk Air. Drigið verður millum luttakararnar og tey hepnu kunnu vænta sær vitjan av Maersk Air. Hava tey tá bannaran á bilinum, vinna tey. 1. vinningur 2 ferðaseðlar til eitt ferðamál á rutunetinum hjá Maersk Air umvegis Keypmannahavn. Til dømis Athen, París, Barcelona ella Milano 2. vinningur 2 ferðaseðlar til London 3.–5. vinningur 2 ferðaseðlar til Keypmannahavnar/Billund 6.–10. vinningur Ítróttartaska