fríggjadagur 14. november 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 3. november 2003
19
Nr. 217 • fríggjadagur • 14. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo ÍtróttarFøroyar verða endavendar
Skuldsetingarnar
flúgva gjøgnum luft-
ina millum føroysku
hondbóltsfeløgini, og
løgreglan er nú av
álvara farin at gera
um seg
ÚTLENDINGAMÁLIÐ
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Rættilig øði kom í grindina,
tá tað gjørdist greitt, at ein
fyrispurningur frá VÍF til
fútan er tikin upp sum pol-
itimál. Fyrispurningurin,
sum er prentaður aðra
staðni á síðuni, snýr seg
um, hvørjar reglur eru gald-
andi fyri útlendsk ítróttar-
fólk í Føroyum.
Løgreglan hevur eftir
øllum at døma kannað mál-
ið, men enn hevur VÍF so
ikki fingið nakað svar.
Hinvegin hevur hevur VB í
øllum førum fingið av at
vita, og mikukvøldið kundi
Útvarpið boða frá, at
danska Udlændingestyrels-
en hevur kravt, at Aukse
Vysniaskaite
og
Asta
Armonaviciute verða send-
ar av landinum.
Víðari varð sagt, at
sakførarin hjá VB, Christi-
an Andreasen, hevur kært
hesa avgerð, eins og hann
hevur biðið um, at eingin
verður sendur av landinum,
fyrr enn kæran er viðgjørd.
Um sama mundið, sum
Útvarpið
bar
tíðindini,
máttu tey í Klaksvík eisini
standa skúlarætt. Her hevði
Stjørnan undan árinum
fingið tríggjar útlendskar
leikarar, og kannað varð nú,
hvørt pappírini hjá hesm
vóru í lagi, og tað vóru tey
Brøvini
Niðanfyri prenta vit brøv-
ini frá VÍF, sum eftir øll-
um at døma hava fingið
sannan eld í málið um út-
lendingar í bestu føroysku
hondbóltsdeildini.
Tann 15. oktober sendir
VÍF soljóðandi skriv til
Føroya Landfúta:
»Viðv. arbeiðs/uppihalds-
loyvum til ítróttarfólk, ið
koma til landið
Vestmanna Ítróttarfelag
hevur tey seinastu árini
havt eysturlendingar at
hjálpa okkum við hond-
bóltinum her í bygdini. Tá
ið vit á fyrsta sinni fóru
undir at arbeiða við at
hesi fólk til landið, ráð-
førdu vit okkum hjá fólki,
ið arbeiða hjá omanfyri
nevnda stovni. Vit eru
sera væl nøgd við ta ráð-
geving, vit hava fingið, og
skulu tit hava rós fyri
góða ráðgeving og hjálp-
semi øll árini.
Tað, sum vit nú standa
spyrjandi yvirfyri er, eru
ikki øll líka fyri lógini?
Okkara royndir vísa, at
tað tekur tíð at fáa allar
formalitetir í lagi, millum
3 og 6 mánaðir, og tað er
so nakað, ið vit hava valt
at góðtikið. Í seinastuni
hava vit verið vitni til, at
onnur feløg, ið vit kappast
við, hava megnað at fáa
leikarar til landið við øll-
um í lagi upp á onga tíð, 5
dagar, ella eru øll loyvini í
lagi? Ella eru tað vit, ið
eru skeivt ráðgivin øll
árini?
Vit vilja við hesum
heita á tykkum um at
kanna, um tað er Vest-
manna Ítróttarfelag, ið ger
nakað skeivt, ella tað eru
hini feløgini, ið nýta
skeivar mannagongdir.
Feløgini, ið vit hugsa um,
eru:
VB 1. deild kvinnur (2
leikarar)
Neistin 1 deild kvinnur (1
leikari)
Stjørnan 1. deild kvinnur
(3. leikarar)«
Sama dag sendir VÍF
hondbóltssambandinum
avrit av skrivinum, saman
við hesum brævi:
»Viðv. spæliloyvum hjá
útlendskum leikarum
Vit hava í dag sent Føroya
Landfúta hjálagda skriv.
Í hesum sambandi fer
Vestmanna Ítróttarfelag at
heita á tykkum at kanna,
um
allar
reglur
eru
fylgdar
viðvíkjandi
hesum leikarum.
• Hava allir leikararnir
uppihalds- og arbeiðs-
loyvi í Føroyum?
• Hava
teir
galdandi
spæliloyvi í Føroyum?
• Eru allir spælararnir
leysgivnir av sínum út-
lendsku feløgum?
• Er EHF kunnað um, at
teir leika í Føroyum?«
Tá tað kemur fram, at fút-
in hevur tiki málið upp
sum politimál, uttan at
VÍF er vorðið kunnað um
hetta, sendir VÍF nýtt
skriv til Føroya Landfúta:
Vísandi til skriv okkara,
sent í faxi 15.10.03, og í
posti sama dag, skal her-
við verða sagt f´ra, at
skrivið møguliga kann
skiljast sum eitt "politian-
meldilsi" av feløgunum,
nevnd eru í skrivinum.
Tað er tað ikki, og Vest-
manna Ítróttarfelag nokt-
ar fyri, at skrivið kann
verða nýtt í møguligari
ákæru móti nevndu fel-
øgum.
Spurningurin hjá Vest-
manna Ítróttarfelag er, um
tað er loyvt útlendskum
leikarum at leika í/við før-
oyskum ítróttarfelag, um
so er, at endaligt uppi-
halds- og arbeiðsloyvi ikki
er komið í rættlag.
Ítróttarsambondini – í
hesum føri HSF og EHF –
hava givið neyðug spæli-
loyvi, ið er galdandi
samb. teirra lógum og
reglum, men okkum er
gjørt kunnugt av myndug-
leikunum, at ein treyt fyri
at útlendingar kunnu leika
við føroyskum ítróttarfel-
ag er, at arbeiðs- og uppi-
haldsloyvi eru komin
endaligt í rættlag.
Vit vilja hava staðfest,
um uppihalds- og arbeiðs-
loyvi krevst ella ikki
krevst, fyri at útlendingar
kunnu venja og leika við
føroyskum ítróttarfelag,
eftir at føroyskt ítróttar-
samband, saman við av-
varandi útlendskum ítrótt-
arsambondum, hava av-
greitt teirra loyvir, gald-
andi eftir teirra reglum og
lógum.
Vestmanna Ítróttarfelag
ákærir ongan fyri lógar-
brot. Vestmanna Ítróttar-
felag ynsir at fáa greiðu á
treytum fyri útlendingum
í føroyskum ítróttarhøpi,
so vit – og onnur við - eru
vitandi um, hvussu ar-
beiðast skal frameftir.«
Hóast ein stórur kavabóltur
tykist vera farin á rull í før-
oyska hondbóltsheiminum,
so heldur formaðurin í VÍF,
Jógvan Sigurd Poulsen,
framvegis fast um tey sjón-
armið, sum hann áður
hevur ført fram.
- Tað, sum vit vildu við
hesum var, at greiðar spæli-
reglur skuldu vera á øk-
inum. Tað er líkt til, at hetta
nú verður galdandi, og í so
máta er endamálið rokkið,
leggur hann fyri.
– Men tá tað er sagt, so
harmar tað meg ótrúliga
nógv, at málið er komið so-
mikið langt, sum tað er. Tað
hevur ongan tíð verið okk-
ara ætlan, at leikarar skuldu
tveitast av landinum, og
heilt erligt, so hevði eg ikki
fyristillað mær, at hetta
skuldi henda.
– Men um tú spyrt, um eg
siti eftir við ringari sam-
vitsku, so er svarið nei.
Reglurnar eru til fyri at tær
skulu haldast, og so ber tað
ikki til, at summi bara gera,
sum teimum lystir. Vit hava
alla tíðina syrgt fyri, at
okkara pappír eru í lagi í
slíkum førum, og tað vóna
vit, at tey eru, hóast vit enn
ikki hava hava fingið nakra
viðmerkingin frá fútanum
um fyrispurning okkara.
Tað hava vit so heldur ikki
fingið frá HSF, og tað undr-
ar okkum ikki sørt, má eg
siga. Men sjálvt um reglur-
nar kunnu tykjast tungar, so
hava vit altso valt at fylgt
teimum, sigur altso VÍF-
formaðurin.
so eftir øllum at døma. Sum
tað framgongur aðra staðni
á síðuni, so hevur hetta tó
eisini vakt øði í Klaksvík,
har starvsnevndarformað.-
urin, sum ikki er heilt
ókendur í Vági, langar út
eftir vestmenningum.
Slaturin vildi eisini vera
við, at Neistin hevði fingið
vitjan, og at Lina Andri-
ulyte skuldi verða send av
landinum, men sambært
teimum upplýsingum, sum
Sosialurin hevur fingið um
málið, er einki í hesum.
Enn hevði so eingin í Neist-
anum fingið vitjan av løgg-
uni, og sum skilst vóru øll
pappír her eisini komin í
rættlag.
Kjarnin í øllum málinum
tykist vera, at leikararnir
hjá VB eru komnir til Før-
oyar sum vanlig ferðafólk.
Til slíkt krevst bara vanligt
ferða- (turist) visum, og tað
hava tey í Vági hildið vera
nóg mikið. Hetta er eitt nú
loyvt í Danmark, har kunn-
gerð gevur ítróttarfólki
loyvi at virka fyribils við
slíkum loyvi, men tann
kunngerðin er ikki galdandi
í Føroyum.
Sum skilst, so er tað
heldur ikki enn soleiðis, at
útlendsku leikararnir í Vági
hava arbeiði, tí arbeiðs-
loyvið er jú ikki komið upp
á pláss. Men sambært
ákærunum, so er tað nóg
mikið, at leikararnir hava
móttikið nakrar veitingar
frá VB. Í hesum førinum
hevur VB syrgt fyri ferða-
seðlunum, tá útlendingarnir
eru komnar til landið, eins
og hesi eisini skulu hava
eitt stað at búgva, og hetta
hevur ákærin heft seg við.
Sambært skattalógini er
slíkar veitingar at rokna
sum skattskyldug inntøka,
og skalt tú hava skattskyld-
uga inntøku í einum landi,
er neyðugt við arbeiðs- og
uppihaldsloyvi.
Hetta hava eftir øllum at
døma ikki hugsað um í
Vági. Og at meta eftir út-
lendingalógini, so kann
hetta geva eina harða revs-
ing.
§ 59, stk. 2 í lógini sigur,
at «Med bøde, høfte ella
fængsel indtil 1 år straffes
en, som beskæftiger en ud-
lænding uden fornøden ar-
bejdstilladelse på Færø-
erne...«. Altso kann leiðsl-
anVB, sum í hesum førin-
um verður roknað sum ar-
beiðsgevarin, í ringasta føri
standa til fongsulsrevsing í
eitt ár. Hetta tó treytað av, at
lógarbrotið er framt við
vilja ella við grovum
ósketni og við fíggjarligum
fyrimuni
fyrimuni
fyri
eyga, og tað er ilt at ímynda
sær, at hetta skuldi verið
galdandi í førinum hjá VB.
Tøgn í HSF
Meðan
málið
soleiðis
rumblar ógvusligani í fel-
øgunum kring landið, tykist
Hondbóltssambandið
standa sum tigandi aktørur
á síðulinjuni. Okkum hevur
ikki eydnast at fingið orðið
á formannin í HSF, Eivind
Jacobsen, sum er burtur-
staddur í arbeiðsørindum,
men sum skilst, so hevur
HSF enn ikki lagt seg úti
málið.
Spurningurin er so, hvørt
tað hevði gjørt nakran mun,
um HSF biðjur myndug-
leikarnar hyggja við eitt
sindur mildari eygum eftir
málunum, men við at
standa tigandi, kann tað
einans elva til, at ákærur
um passivitet fara at hegla
oman yvir sersambandið.
Hvussu er og ikki, so er
undir øllum umstøðum líkt
til, at ein kavabóltur er farin
á rull. Ikki bara innan
hondbóltin, men so sanni-
liga eisini innan allan før-
oyskan ítrótt, tí er fútin
fyrst farin at grópa hjá ei-
nstøkum hondbóltsfeløg-
um, so er lítið at ivast í, at
onnur feløg kunnu vænta
sær vitjan. Hvørjir vinnar-
arnir eru í hesum spælinum
er ilt at síggja, men tapar-
arnir kunnu helst gerast
fleiri. Í løtuni tykjast tvær
litaviskar hondbóltskvinnur
og leiðslan í VB at standa á
hesum lista, og eingin trygd
er fyri, at tann listin ikki
verður longdur í næstum.
Eitt keðiligt mál
Formaðurin í VÍF harmast
gongdina í málinum, men
heldur at upprudding var
neyðug
Í Stjørnuni máttu
tey mikukvøldið
standa skúlarætt fyri
løgregluni, sum vildi
hava alt at vita um
øll loyvir hjá út-
lendsku leikarunum
í felagnum
ÚLENDINGAMÁLIÐ
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Løgreglan er av álvara far-
in undir at kanna spæli-
loyvini hjá útlendskum
leikarum í Føroyum. Tað
máttu tey í Klaksvík
ásanna, tá tey mikukvøld-
ið brádliga máttu standa til
svars fyri, hvussu útlend-
ingarnir hjá teimum vóru
komnar til landið.
Og tað er einki dulsmál,
at tey í Klaksvík eru alt
annað enn fegin um,
hvussu útlendingamálið
nú tykist at koyra.
Gestur Hovgaard er
formaður í starvsnevndini
hjá Klaksvíkar Ítróttarfel-
ag, og sjálvt um hann ikki
stendur fyri hondbólts-
deildini, so hevur hann í
sessinum evstu ábyrgdina
av felagnum. Og hann
helt tað vera nógv fyri, at
eitt hondbóltsfelag soleið-
is er farið til fútan fyri at
fáa málið staðfest.
– Fyri at siga tað akkur-
át, sum tað er, so er mín
meting, at VÍF er í ferð við
at
smildra
føroyskan
hondbólt sundur. Meintu
teir nakað við hesum –
annað enn at melda málið
- so varð hetta tikið upp á
fundi í HSF. Har høvdu
feløgini kunnað tosað sín-
ámillum um, hvussu hetta
skuldi gerast, og so var
fútin so ikki íblandaður av
hesum ávum, eru greiðu
boðini.
– At VÍF hevur havt
sínar trupulleikar við at
fáa leikarar til landið, er
eingin umbering í so máta.
Teir hava beinleiðis nevnt
onnur feløg í sínum skrivi,
og so fútin noyddur at
kanna hesi, og so er skjótt,
at ákæra kann reisast.
Og at hetta kann fáa
stórar avleiðingar fyri all-
an føroyskan ítrótt, er
Gestur ikki í iva um.
– Frammanundan eru
nógv feløg, sum nóg illa
hóðra undan. At tey kort-
ini gera tað, er tí eldsálir
kring landið leggja eina
rúgvu av tíð og orku í
felagsarbeiðið.
Kanska
kenna tey ikki altíð allar
lógvir, so sum donsku út-
lendingalógina, men eg
ivist ikki í, at eingin av
hesum snýtir við vilja. Tey
hava gjørt arbeiðið í allar
bestu meining, og at tey
soleiðis skulu revstast fyri
arbeiðið, tí at nakrir vest-
menningar hava fingið ilt
onkra staðni, er nógv fyri,
staðfestir KÍ-formaðurin.
Í Klaksvík var tað ann-
ars Kristofftur Ragnars-
son, formaður í hond-
bóltsdeildini, sum mátti
svara fyri løgregluni, og
tó at hann harmaðist
gongdina í málinum, so
var hann ikki heilt so
hvassorðaður sum starvs-
nevndarformaðurin.
– Hjá okkum vóru øll
pappírini í lagi, so har var
einki at heinta. Vit hava
alla tíðina syrgt fyri, at
røttu mannagongdirnar
eru nýttar, og so hava vit
bara góðtikið, at málini
hava tikið ta tíð, tey hava
tikið, sigur Kristoffur.
– Eg skal ikki standa
her og verja VÍF á nakran
hátt, men mín fatan er, at
tú hevur við slíkt at gera,
so mást tú seta teg inn í
tær reglur, sum eru gald-
andi. Tað hevur VB eftir
øllum at døma ikki gjørt,
og tað er sera harmiligt.
Tí eingin ivi skal vera um,
at eisini vit eru sera kedd-
ir av, at málið nú tykist
fara so langt, sum tað er
farið, sigur Kristoffur.
Húsarannsókn
í Klaksvík
VÍF er í ferð við at smildra
føroyskan hondbólt sundur,
sigur formaðurin í starvs-
nevndini hjá Klaksvíkar Ítr-
óttarfelag, Gestur Hovgaard
Aukse Vysniaskaite er ein av útlendsku leikarunum í VB, sum nú er undir ákæru frá danska útlendingastýrinum. Ein ákæra,
sum uttan iva fer at senda veldugar skelkir gjøgnum samlaða føroyska ítróttarheimin
19
C
M
Y
K
18
Nr. 217 - 14. november 2003
19