Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. november 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 217 - 14. november 2003 Søljan-Kyndil 20-16 (15-6): Søljan rann úr botninum Við greiðari spæliætl- an og góðari disciplin eydnaðist Søljuni í fyrra hálvleiki at taka allan spenningin úr botnuppgerðini HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Søljan er ikki longur botn- lið í bestu kvinnudeildini. Hesum syrgdu tær fyri, tá tær á heimavølli tóku alt í botnslagnum móti Kyndli, sum nú er einsamalt eftir á niðasta sessinum. Køvdu spenningin Frá flestu síðum mundi verða roknað við eini sera spennandi uppgerð, har bæði vóru mest sum kroyst til at vinna. Kanska eina- mest Kyndil, sum upp í gjøgnum 90’ini veruliga var við til at mynda før- oyska hondbóltsoddin, men sum seinnu árini er dottið alt meira burturímillum. Og sum nú altso stendur við eini veruligari hóttan um aðrudeildarhondbólt kom- andi kappingarár. Men tað var tó so sum so við spenninginum. Søljan syrgdi nevnliga hampuliga skjótt – og við einfaldum midlum – fyri, at rúmur sjógvur varð lagdur ímill- um liðini. Spæliætlanin var púrasta greið. Tær lótu Kyndil koma móti verjuni, har tær so royndu at halda teimum burtur frá teimum heilt leysu skotroyndunum. Úrslitið varð aloftast, at Kyndils-leikararnir máttu royna seg útifrá, og so skjótt skotið varð latið av, spurtaði ein av gulu søljun- um fram. Í Kristinu Grik- saite hevur Søljan ein mál- verja, sum bæði kann bjarga og kasta langt, og tá gestirnir hvørki tóktist hava hug ella orku at renna við fullari ferð heim, so mátti tað ganga galið. Somikið mið- og einvís var hendan satsanin hjá Søljuni, at tað fyri Kyndil ivaleyst hevði verið skila- gott, um tær høvdu gjørt sum fótbóltslið, ið skulu styrkja verjuna. Nevnliga spælt við einum sweepara, sum so kundi samlað upp, tá bóltar vórðu tveittir fram. Og sum hálvleikurin leið, so fór málmunuriin eisini at merkja sálarligu støðuna hjá liðunum báðum. Spælið hjá Kyndli gjørdist alt meira mótleyst, og uttan nakran stórvegis brodd fekk heimaliðið alsamt víð- ari ræsur til sítt spæl. Hóast fleiri útkøst ikki vóru nóg neyv, tí Kristina alla tíðina skundaði tær somikið nógv, so góvu fleiri teirra eisini úrslit, og neyðars Fríða Pet- ersen í Kyndils-málinum fekk ikki gjørt stórvegis fyri halda muninum niðri. At Søljan hevði nýtt nógva orku í støðugu spurt- unum fram eftir vøllinum fyri steðgin gjørdist skjótt greitt, tá liðini komu útaft- ur. Framvegis tóktist ætlan- in vera á leið tann sama. Tó at hon nú ikki var heilt so einvís. Hinvegin var ikki longur sama ferðin í beinunum á leikarunum, og seinasta korterið ella so birtist ein lítil vón hjá Kyndli. Søljan fekk hesa løtuna bert tvey mál, og sum minuttirnir liðu gjørdist spælið alt meira fjálturssturngið. Óttin fyri at tað kortini skuldi eydnast Kyndli at fáa okkurt burturúr vaks støð- ugt í høvdunum á leikarun- um, og saman við møðini viðførdi hetta alt meira mistøk í spælinum. Fyri áskoðararnar mundi óttin tó ikki kennast heilt so stórur. Minuttirnir tikkaðu støðugt avstað á klokkuni, og tó at Kyndil fekk mink- að munin í trý mál, so vóru tá bert hálvur annar minutt- ir eftir, og tað var ikki nóg mikið. Søljan megnaði eis- ini móti endanum at skjóta enn eitt mál, og so var frøi á gentunum. Løtu seinni blástu dómararnir fyri sein- astu ferð, og so var tað greitt. Søljan hevur í fyrstu atløgu skrykt seg úr botnin- um, og umframt týdningin á stigatalvuni, so mundi tað sálarliga eisini kennast sum eitt stórt skump hjá liðnum. Hjá Kyndli er støðan hin- vegin einki serlig í løtuni. Sum nevnt, so hevur liðið seinasta tíggju-ára skeiðið vunnið sær nakrar stoltar traditiónir, men hesar hjálpa tó lítið í verandi støðu. Stóri trupulleikin hjá liðnum tykist vera, at har er eingin leikari, sum einsamøll kann lyfta liðið, tá mest stendur á. Ætlaði útlendski styrkurin varð av ongum í ár, og tó at Lotte Sørensen nú var aftur at síggja á liðnum, so krevur hon helst nakað av tíð, áðr- enn hon av álvara er komin fyri seg eftir drúgva skaða- steðgin. Miðvísa ungdómsarbeið- ið í felagnum hevur tó við- ført, at tað eru fleiri leikar- ar, sum í framtíðini kunnu gera nógv um seg, og tí er tað helst eyka keðiligt fyri felagið, at støðan í løtuni er tann, at liðið liggur til eina framtíð í næstbestu deildini. Hóast Kyndil í seinna hálvleiki royndi at stríðast, so megnaðu tær ikki at vinna tað aftur, sum tær mistu fyri steðgin Mynd: Álvur Haraldsen Tá Neistin í seinna hálvleiki setti ferðina upp, megnaði KÍF als ikki at fylgja við longur HONDBÓLTUR Jákup Mørk Mikukvøldið varð útsetti dysturin millum Neistan og KÍF leiktur. Sum tølini siga, so endaði alt við einum knúsandi tryggum heima- sigri, men leingi var tó als ikki líkt til, at munurin skuldi gerast somikið stórur. Fyrsta góða korterið ella so fylgdust liðini sera væl, men seinastu løtuna undan steðginum fekk KÍF tó ikki fylgt við. Serstakliga dugdi Blagoje Buha væl at skapa trupulleikar fyri KÍF verj- una, og i seinna hálvleiki var skjótt greitt, at hann nú var um at gerast rættiliga heitur. Kollfirðingar vórðu alt fyri eitt settir undir stórt trýst, og á máltalvuni bara vaks mun- urin. Um miðjan seinna hálvleik fór tað at líkjast veruligum sorli, tá Neistin skoraði heilar seks ferðir á rað, men so varð ferðin tó sett nakað niður, soleiðis at kollfirðingar hóast alt fingu pyntað nakað um, tó at talan á ongan hátt gjørdist um nakað heiðurligt úrslit. Og við sigrinum fekk Neistin helst staðfest, at teir so avgjørt ætla at gera nógv um seg í oddinum í ár. Sam- an við grannunum úr Kyndli eru teir á odda í deildini, og so er spurningurin, hvørt teir eisini megna at halda fast um hesa støðu. Komandi dysturin verður nevnliga ímóti meistarunum úr StÍF, og teir hava so ikki ráð at missa nakað, um teir framhaldandi skulu halda fast í oddinum. Kollfirð- ingar skulu tá spæla móti VÍF, og tó at vestmenningar hava sítt at stríðast við, so kann tann dysturin undir ongum umstøðum roknast sum ein av teimum løttu. Dysturin í tølum Neistin-KIF 38-25 (17-12) Málskjúttar Neistin: Dragisa Stojovic 11(1), Blagoje Buha 10, Áki Mørk 5, Ragnar Stakk- sund 3, Helgi Michelsen 3, Helgi Justinusen 2, Finnur Petersen 1, Ári Rouch 1, Birgir Kass 1, Karl Oddmar Rasmussen 1 KÍF: Damir Oros 6, Gert Hansen 5, Petur Martin Poulsen 4, Jónálvur Jo- hannesen 3, Mirko Milen- kovic 2, Regin Petersen 2, Sune Davidsen 2(2), Hallur Hansen 1 Brotskøst: Neistin 1, KÍF 2 Útvísingar: Neistin 2, KÍF 1 Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Høgni M. Joensen Neistin-KÍF 38-25 (17-12): Skrædnaði eftir steðgin Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 6 5 - 0 - 1 154 127 27 10 2 Stjørnan 6 4 - 1 - 1 155 118 37 9 3 VB 6 4 - 0 - 2 144 112 32 8 4 StÍF 5 3 - 1 - 1 119 112 7 7 5 Neistin 5 2 - 0 - 3 134 112 22 4 6 Søljan 6 1 - 0 - 5 106 154 -48 2 7 Kyndil 6 0 - 0 - 6 84 161 -77 0 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 4 3 - 1 - 0 126 101 25 7 2 Kyndil 4 3 - 1 - 0 116 109 7 7 3 StÍF 4 3 - 0 - 1 96 88 8 6 4 VÍF 4 1 - 0 - 3 101 100 1 2 5 KÍF 4 1 - 0 - 3 100 119 -19 2 6 H71 4 0 - 0 - 4 93 115 -22 0 C M Y K 20 Nr. 217 - 14. november 2003 21 Skattalistin og Ársroknskapurin hjá Runavíkar kommunu fyri 2002 liggja frammi til alment eftirlit í tíðarskeiðnum frá 17. til 28. november 2003, báðir dagar íroknaðir. Runavíkar býráð Peugeot 306, HDI • Árgangur: oktobur 1999. • Koyrt: 68.000 km • Motorur: TurboDiesel, 2 litur HDI • Litur: myrkagrønt metallakk • Eykaútgerð: Alufelgur (umframt vanligu felgurnar) og bakspoilara. • Nýtir diesel og er sera bíligur í rakstri. Til sølu um hóskandi boð fæst. Meira kann fást at vita á telefon 551503 FFA. A.GRA RAVSTEINAR VSTEINAR Velbastaðvegur 45 Box 336 110 Tórshavn Tlf. 320370 Fax. 321470 Far. 214270 Opið: mánadag - fríggjadag 900-1700 annars sambært avtalu. Sjónband - 31 77 74 Vøruskrá kann fáast! veitst tú ikki tað? 21