leygardagur 14. februar 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 11820
Telefax. 14720
e-mail:
post &sosialurin.fo
Leiðslan fær ein
dyggan frammaná
Oddagrein
SEINASTA veljarakanningin og orðaskiftið í kjal-
arvørrinum frá henni hevur avdúkað fleiri åhuga-
verd politisk viðurskifti, tá tað snýr seg um Sam-
bandsflokkin
FYRI tað fyrsta vijja heili 30 prosent av sambands-
veljarunum hava meiri sjálvstýri. Bara stívliga ein
tridingur vil varðveita verandi skipan. Og eitt pro-
sent vil enntá hava loysing!!!
FYRI tað annað, so hevur Edmund Joensen, løg-
maður, bara eina sjáldsama lítla undirtøku í sínum
egna flokki. Ikki helvtin av sambandsveljarunum
vísa á hann sum løgmann.
HARAFTURAT hoyrdu vit nýggjar tónar frá skriv-
ara Sambandsfloksins í utvarpssendingini, Føroy-
ar í dag, týskveldið. Gunnar Nattestad vil bart út
sleppa av við ríkisstuðulin.
HESAR sannroyndir eru ein dyggur framman á
hjá leiðsluni í Sambandsflokkinum, sum hevur tví-
hildið um, at ongar broytingar eiga at verða gjørdar
í Heimastýrislógini.
LOGMAÐUR, sum er formaður í Sambandsflokk-
inum, er farin so vítt sum at hótta við samgongu-
slíti, um samgonguflokkar fóru at atkvoða fyri upp-
skotinum at seta eina stjórnmálanevnd.
VIÐ hesi ódemokratisku framferð gongur logmaður
partvís ímóti viljanum hjá sínum egnu veljarum,
og partvís ímóti viljanum hjá 70 prosentum av
føroysku veljarunum.
SO kann spyrjast, hvørjar avleidingar hetta fær
fyri Sambandsflokkin sjálvan og møguleikarnar at
skipa eina samgongu eftir næsta val?
UM flokkurin ikki loysir upp fastlæstu stoðu sína
frá 1974, verður hvorki møguligt at skipa eina
borgarliga samgongu við Fólkaflokkin ella eina
»heimastyrissamgongu« við Javnaðarflokkin.
TAÐ er greitt, at hesir flokkar, eins og Sjálvstýris-
flokkurin, fara ikki í eitt nýtt samarbeiði við Sam-
bandsflokkin, um hann ikki vil gera munandi broyt-
ingar í ríkisskapsviðurskiftunum.
KENNA vit Sambandsflokkin rætt, setir hann seg
helst uttanfyri, so hann aftan á kann siga, at tað
vóru hinir, sum gjørdu broytingar, eins og hann
hevur gjert fleiri ferðir áður.
HETTA er ikki konstruktivt, men hesa kósina setti
Pauli Ellefsen, tá hann kom fram at í 1974, og
maðurin, sum Pauli Ellefsen setti við, hevur hildið
somu kós.
GONGDIN seinastu árini hevur til fulnar prógvað,
at neyðugt er at gera broytingar í viðurskiftunum
við Danmark, men við verandi leiðslu fær Sam-
bandsflokkurin neyvan ávirkan á tær broytingar-
nar, sum skulu fremjast í næsta valskeiði.
Sosialurin
Viðmerking
Aftursvar til
Finnboga Isakson
Finnbogi Ísakson hevur eina
grein í Sosialinum seinasta
leygardag, har hann í yvir-
skriftini boðar frå, at onki upp-
skot er um eina sjálvstýrislóg,
men at Javnaðarflokkurin hev-
ur skotið upp at seta eina nevnd
Neyvan nakar tingmaður
veit betur enn júst Finnbogi
Ísakson, at tað nyttar lítið hjá
einstøkum flokki at leggja eitt
liðugt uppskot fram um eina
sjálvstýrislóg, tí hon kann ikki
gerast veruleiki, fyrr enn vit
hava havt eitt drúgvt parlamen-
tariskt arbeiði, sum allir flokk-
ar ella flestallir flokkar hava
luttikið í..
Skal ein slík lóggáva hava
møguleika fyri at vinna frama,
so má hon verða eitt úrslit av
tí, sum ein meiriluti á tingi vil.
Hvussu ofta hevur ikki Tjóð-
veldisflokkurin lagt uppskot
fram um loysing, føroyska
grundlóg o.l., sum ikki hava
tænt ødrum endamáli enn, at
fólk hava fingið at vita, at
stevna teirra framvegis er tann
sama. Og hetta vistu tit, áðrenn
uppskotini vórðu løgd fram.
Endamálið var ikki at fáa eitt
uppskot samtykt, men bert at
vøllurin varð kritaður av, um
stríkurnar vóru kámaðar.
Størri politiskar broytingar,
sum eitt nú í okkara ríkisrætt-
arligu viðurskiftum krevja tí-
betur, at Føroya Løgting finnur
saman í einari semju. Einari
semju, sum ger, at tú orkar at
broyta viðurskiftuni. Alt ann-
að er bert markeringspolitikk-
ur.
Sig mær, hvussu nógv hev-
ur Tjóðveldiflokkurin vunnið
á sjálvstýrisleið einsamallur
higartil? Ella hvussu nógv hava
aðrir flokkar vunnið einsamall-
ir?
Hóast tit nú hava vind í segl-
ini í seinastu veljarakanningini,
so skulu tit hava meira enn
dupult so nógva undirtøku, fyrr
enn tit einsamallir kunna
fremja tykkara egna politikk.
T.v.s. at skulu tit ella vit ella
aðrir vinna nakað á sjálvstýris-
leið, so má hetta gerast sum
úrslit av eini parlamentariskari
semju á Føroya Løgtingi, har
allir partar fáa og geva nakað.
Tað er forrestin politikkur.
So tað, sum Javnaðarflokk-
urin higartil hevur gjørt, er, at
hann hevur latið upp fyri
møguleikanum, at eitt drúgvt
fyrireikingararbeiði kann
byrja, sum síðan kann føra til,
at ein politisk semja verður
funnin, sum hevur poltiskar
møguleikar fyri at verða sam-
tykt. Og tað má sigast, at á tingi
er tað framvegis galdandi, at
tað eru tey mál, sum verða
samtykt, sum flyta mørk.
Men harfyri er ikki sagt, at
okkara flokkur ikki hevur í-
tøkiligar ætlanir fyri, hvat okk-
ara partur av hesum politiska
samstarvi skal vera, men tað
tænir avgjørt ikki nøkrum
endamáli, at vit siga, at soleiðis
og soleiðis skal tað vera, nú er
leyst og liðugt, tí hvat skulu so
aðrir flokkar koma við
Tú verður noyddir til at hava
eina opna dagsskrá, men yvir-
skipaða málið er at vit gera
eina nýggja skipan við meira
Lesarabrav
sjálvræði.
Eg havi sagt tað so mangan
fyrr, og eg kann endurtaka tað
aftur her, at bestu garantar fyri,
at avgjørt einki hendir á sjálv-
stýrisleið, eru Sambandsflokk-
urin og Tjóðveldisflokkurin.
Ein loysing av og á á eina A-4
síðu, sum onkur plagar at taka
til, hon loysir als einki, og
framvegis skylda tit Føroya
fólki eina frágreiðing um,
hvussu fíggjarlógin fer at
síggja út, aftan á at tjóðveldið
Føroyar er stovnsett. Vit kunna
væl ganga út frå, at loysingin
ikki verdur framd vid nådigåv-
um úr danska rikiskassanum.
Tað kann væl saktans ikki
hugsast, at tad verdur danska
heimahjålpin, sum skal figgja
loysingina.Eitt so stolt mål, må
eisini hava stoltar loysnir á
eisini tær fíggjarligu
Jóannes Eidesgaard
Spurningar/viðmerkingar til
Fótbóltssamband Foroya
Nú fótbóltskappingin um
stutta tíð fer í gongd aftur,
vil eg gera nakrar viðmerk-
ingar um støduna á og rund-
an um okkara fótbóltsvellir.
Eitt krav frá FSF til vøll-
irnar er, at ein gyring skal
vera kring vøllin. Hvussu
ber tað til, at FSF hevur
góðtikið at jarnrør, uttan
nakra sum helst verju, vera
brúkt, og at tey í nógvum
fórum bert standa ein stóran
metur frá bak/síðu linjun-
um. Bestu dómi um hetta
eru vøllirnir í Sandavági,
Fuglafirði og Vági (træ)
Fyri leikararnar er hetta ser-
stakliga vandamikið, og eg
ivist onga løtu í, at um einki
verður gjørt, fer onkur
ólukka at standast av hes-
um. Tí skal mítt ráð til FSF
vera, at teir krevja av fel-
øgunum, at hetta verður
fingið í rættlag til næsta
kappingarår. Ovari vøllur í
Havn er gott dømi um
hvussu hetta kann gerast.
I dag eru tvey sløg av
graslikisvøllum í landinum.
Antin eru teir við ella uttan
sand. Eftir 10 ár við hesum
vøllum, haldi eg at tað kann
staðfestast, at best egnaðu
vøllirnir eru teir við Sandi
i. Fyrst og fremst tí ein ikki
stendur fastur, tá turt er í
veðrinum. Hetta væl at
merkja, um nokk av sandi
er í. Eitt er so tað, at FSF
svav í tímanum tá støda
skuldi takast til hvørjir vøll-
ir skuldu koma til landið.
Eitt annað er so hví teir ár
um ár góðkenna sandgras-
likisvøllir har tað er alt ov
lítið av sandi i. Í Sørvågi er
at kalla eingin sandur í.
Nógvir leikarar kunna
ásanna, at teir hava fingið
skaðar, tí teir hava staðið
fastir í vellinum. Summir
hava oyðilagt sær knødini,
tí krossbondini eru slitin, tá
teir hava staðið fastur.
Ongin ivi skal vera í, at
FSF ger eitt gott og stórt
arbeiði, men álvaratos, tit
sum skulu eitast at hava
ábyrgdina av hesum. Er tíð-
in ikki komin, har tit vakna
og gera okkurt við hetta.
Leikari
Þ—TTWFRTFWYV———TÆLT—Á—C—Æ—
"
møre