Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. februar 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sr, Nr. 30 — 14. FEBRUAR 1998 Nr. 30 - 14. FEBRUAR 1998 Edvard Joensen Orðatakið sigur, at: »Mang- ur sigur frå Olavi Kongi, sum hevur ikki sæd hann.« Og tað er púra vist, at so mangar sýgur, sum sagdar eru um Ólav kong Haralds- son ella Olav hin Heilaga, verður torført at finna mak- an til aðrastaðni. Tað skuldi kanska verið Paulus, sum umframt Jesus sjálvan hev- ur fingið líka nógvar søgur tengdar at sær í kristna heiminum. Ein søgn byrjar soleiðis: >Ein heystardag í árinum 1015 stevndu tvær skútur, fullsettar av hermonnum, móti oynni Selja við Stat í Noregi. Hetta vóru víkingar, sum komu heim aftur eftir ferð í Englandi. Teir fylgdu unga skyldmanni Haralds Hárfagra, Olavi Haralds- syni, sum í átta år hevdi verid uttanlands. Nå kom hann aftur vid miklum heið- uri sum kendur krígsmaður. Hann ætlaði at vinna Nor- eg.« Og soleiðis eru so nógv- ar sýgur. Um tær eru álít- andi, fara vit ikki at gera so nógv við her. Bert ásanna, at varð Olavur Haraldsson, sum menn vilja vera við, føddur í 995, var hann bert 12 ára gamal, tá hann fór uttanlands í víking, um vit samstundis halda okkum til søguna, vit júst hava hoyrt. Men hann gjørdist verndarhalgimenni Noregs, og hadani stava ikki so fåar søgur um hann. Olavur Kongur hin Heilagi fall å Stiklastødum hin 29. juli 1030, og longu har byrja halgisøgurnar at taka seg upp. Ein teirra er, Um Olav Halga Noregs kongur, Olavur hin Heilagi, verður mintur um stórar partar av Europa. 2 Alt frå Baltisku londunum um Bretland og sudur um Ermasund til Fraklands. I Føroyum hava vit eisini kallað skip upp eftir honum, skrivar Edvard Joen- sen í fjórða partinum um skipanøvn at sólarmyrking legðist yvir landið, eftir at kongur var deyður. Rætt er, at sólarmyrking var í Noreg um tað mundið, men ikki fyrr enn tann 31. august, hava menn roknað seg fram til. Men eingin ivi er um, at viðhaldsfólk kongs hava lagt rættiliga stóran týdning í hetta, at sjálvt Sólin hvarv, tá kong- urin doyði. Men so skal sigast, at hetta við sólarmyrking, tá onkrar ógvusligar hending- ar fara fram, er ikki nakað óvanligt at síggja aftur í seinni frásagnum um til- burðin. Og ivaleyst er, at tað er ávirkað av tí, sum Lukas sigur frá, at myrkur, sum vardi í tríggjar tímar, kom um alt landið, tá Jesus varð krossfestur. Millum mongu undrini, sum hendu fyrstu tíðina eftir deyða Ólavs Heilaga, vóru, at hár og neglir hansara hildu á at vaksa, og at blind og sjúk vórðu lekt, tá tey komu fram at kistu hansara. Og so seint sum í árinum 1066 kliptu tey neglir og hár á líkinum. Men síðan varð kistan afturlatin. Og tað var rættiliga skjótt, at fólk fóru at gera pílagrímsferðir til Nidaros til tess at síggja hesi undur. Longu søguskrivarin Adam av Bremen, sum er deyður umleið år 1085, skrivar so- leiðis um hesar pílagríms- ferðir til Nidaros: »Høvudsstadur nord- manna er Trondheim, sum nå er pryddur vid fleiri kirkjum og verður dúgliga vitjaður av nógvum fólki. Har liggur likami av Olavi såla, hann, sum var kongur og blóðvitni. Vid grøv hans ger Harrin í dag stór heilsu- bótarundur, so tey, sum ikki eru mistrúgvin, fáa hjálp av góðgerðum halgimansins. Og tey koma í stórum tali, eisini úr londum langt burt- uri. Ferðavegurin er soleið- is, at tey, sum fara við skipi úr Aalborg ella Vendel í Danmark, koma eftir einum degi til norðmannabýin Vik (tað er Tønsberg). Haðani verður siglt fram við Noregs strondum, og verður so fimta dagin komið til Trondheim. Eisini ber til at fara annan veg úr Skaane í Danmark til Trondheim, men hesin vegurin er yvir land og ógvuliga hættislig- ur, og tí aftra ferðafólk seg við at nýta hann.< Rættiliga nógvar av søgunum um Olav Kong siga frá missiónsferðum og kirkjubygging. Kristnanin av Noreg var ein týðandi partur av hansara lívsverki, og mong vilja halda tann allarstørsti. Heimskringla sigur nógv um ferðir hans- ara í Noreg til tess at byggja kirkjur, og haðani stava iva- leyst eisini nógvar av søg- unum. Broyttar alt eftir, hvar í landinum tær hava verið sagdar. Hóast lítið sannlikt er, at Olavur Kong- ur hevur verið á hvørjum garði í Noreg, er neyvan stað, har ikki einhver søgn er um okkurt, hann skal hava útint júst har. Ein søgn er, at einaferð hann kom til ein garð, har bóndi nevndur Thorstein búði, kravdi hann, at kirkja skuldi byggjast. Thorstein stóð í bønum og sló. Hann noktaði at gera eftir boðum kongs, og helt á at sláa. Men hann var so sintur og trýsti so hart á orvið, at sveipirnir enn síggjast í vøllinum, har hann stóð. Ein onnur - og kanska tann best kenda søgan um hesar kristniferðir kongs - er um, tá hann hitti Dala- Gudbrand á Hundtorp Hana kenna føroyingar rættiliga væl millum annað frá Gudbrandskvæðinum, sum javnan verður kveðið í føroyskum dansi Ólavur hin Heilagi hev- ur verið mintur um stórar partar av Europa. Alt frá Baltisku londunum um Bretland og suður um Ermasund til Fraklands Men bestir tykjast føroy- ingar kortini hava verið við hann, og ongastaðni er hann sum í Føroyum framvegis í metum í dag. Og føroyingar hava eis- ini kallað skip síni upp eftir honum. Kend eru til dómis nøvn sum Olavur Hvíti og Olavur Halgi. Hesin seinni hevur havt serstødu i før- oyskari skipasøgu, og er eisini bók skrivað um hann. Og enn í dag kjakast ting- menn í Føroyum um mál, sum Olavur Halgi er partur av Føroyingar hava stóra virðing fyrri Noregs kongi Ólavi hinum Heilaga. Tjóðarhátíð okkara ber navn hansara, og eisini hava føroyingar kallað skip upp eftir honum. Ein teirra er vaktar- og b jargingarskipid Olavur Halgi. Hann varð bygdur í Castelo, í Portugal, í 1959 og gjørdist vaktarskip síðst í 70-årunum.