Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Blaðfólk: ÁR tg Emil L. Jacobsen Sveinur Poulsen Niclas Johannesen Lýsingar og sela: Jonhard Hammer ” Ap og prent: Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: post&sosialurin.fo Tjóðveldisflokkurin skyldu at svara Oddagrein SKRIVARI tjóðveldisfloksins, Anita á Fridriksmørk, svaraði sum øll svarini vóru >instuderað< i Fimmaranum miku- dagin, men kortini mundi mangur lurtari sita við fleiri ósvaraðum spurningum eftir sendingina. TAÐ er ikki nóg fullfiggjad at svara upp í saman, at tá vit hava fingið loysingina, so verður fíggjarlógin gjørd eftir torvi, og at vinnulívið skal vera kappingarfort og rikið eftir fríum marknaðartreytum. TJÓÐVELDISFLOKKURIN fær í dag 25 prosent av atkvødunum, og sum ein seriøsur flokkur eigur flokkurin at svara, hvussu hann ætlar at skipa samfelagið, t.d. fáa fíggjarlóg at hanga saman, um ein meiriluti nú verður fyri loysing. SJÁLVANDI kunnu vit klára okkum, sum Bjørn Patursson, bóndi, helt, men hvørj- ar averða avleiðingarnar? Ti hevur Tjóð- veldisflokkurin skyldu at koma við eini gjølligari frágreiðing og eini útgreinan, hvussu samfelagsgongdin verður. TAÐ er ikki nóg mikið at svara, at vit taka upp samráðingar við danir, og svara, at roknað verður við, at danir fara at hjálpa okkum, sum fleiri vístu á í Fimmaranum, tí vanligt er at foreldur hjálpa børnum ávegis. NÚ eru framvegis bara 29 prosent fyri loysing og 40 prosent vilja hava eina skipan, sum gevur Føroyum meiri sjálv- stýri enn heimastýrislógin, og tí er ikki rætt, sum Anita fleiri ferðir segði, at fólkið ynskir tað (loysing) ... og nú er rák fyri loysing... ENN eru bara sløk 30 prosent fyri loys- ing, so tað er ikki ein triðingur av fólk- inum, sum ynskir tað, men rætt hevur Anita í tí, at tað er eitt rák fyri loysing ella meiri sjálvstýri. ELLA sum Eyðálvur Dimon, skrivari Javnaðarfloksins, vildi vera við, so tekur ein størri partur undir við leiðini hjá Javn- aðarflokkinum, sum miðar eftir at fáa Feroyum eina nýggja skipan, sum gevur okkum sjálvstýri uttan at tað verður neyðugt at loysa. Sosialurin Vilhelm Johannesen, logtingsmaður: Figgjarnevndar- ormaðurin er osakligur — Hann tekur eitt ávíst tíðarskeið burturúr, uttan at greiða lesar- unum frá, at heilt serligar orsókir vóru til, at landskassaskuldin varð so nógv økt júst hesi árini. Hann ásannar eisini, at hann fór lætt um sannleikan í tí fyrru greinini Í Dimmalætting seinasta fríggjadag svarar Sune Ja- cobsen, figgjarnevndarfor- maður, grein mini í SOSI- ALINUM næstseinasta týs- dag. Ég skal ikki siga, at Sune Jacobsen fer lætt um sann- leikan í hesi greinini, men hann er sera ósakligur og prógvar sjálvur í hesi grein- ini, at hann fór ógvuliga lætt um sannleikan í tí fyrru greinini Í greinini næstseinasta týsdag, vísti eg á, at tann sum byrjaði almenna orða- skiftið um uttanlandsskuld- ina, var partamaðurin hjá Suna Jacobsen, nevniliga Pauli Ellefsen, fyrrverandi formadur i sambandsflokk- inum og fyrrverandi løg- maður. Hann skrivaði og tosaði um føroysku nettouttan- landsskuldina. Bæði ta al- mennu skuldina og ta pri- vatu skuldina. Vit í javn- aðarflokkinum vístu á, at privata skuldin var íkki okkara borð, men at orða- skiftið átti at snúgva seg um ta almennu skuldina. Um skuldina hjá landskassan- um. Í greinini fríggjadagin gevur Sune Jacobsen okk- um rætt í hesum og tað skal hann hava tøkk fyri. Føroyskir politikarar hava vidgjørt uttanlands- skuldina i eini 20 år. Frå 1978 til dagin í dag. Men figgjarnevndarformadurin velur sær eitt sera avmark- að tíðarskeið burtur úr hes- um 20 árunum. Hann tekur árini frá og við 1991 til og við 1994. Í hesum tíðar- skeiðnum er skuldin hjá landskassanum økt við 4663 milliónum. Men Sune Jacobsen gloymir at greiða lesarunum frá, at av hesum vórðu 2700 milliónir krónur læntar til bankabjargingar- nar Og teir báðir bankarnir, sum høvdu allar hesar milli- ónirnar fyri neyðini, vóru ikki stýrdir av javnaðar- monnum. Vit kunnu heldur tosa um ein føroyskan fólkafloksbanka og ein danskan sambandsbanka. Vit funnu ongan javnaðar- mann í nevndini í Sjóvinnu- bankanum og heldur ongan í nevndini í Føroya Banka. Vit sum sótu á politiska stjórnarpallinum fingu ikki bankadyrnar so mikið upp á glopp at vit sóu inn í tað heilaga bankalandið. Ein onnur orsøk til tann ógvusliga vøksturin í lands- kassaskuldini júst hesi árini var, at øll tey landskassa- veðhaldini, sum vórðu givin av skiftandi landsstýrum í sjeytiárunum og áttatiárun- um, nú gjørdust effektiv um somu tíð. Nú veit eg væl, at bæði sambandsmenn og fólkafloksmenn og aðrir við, hava lyndi til at geva javnadarflokkinum skyldina fyri øll landskassa- veðhaldini, sum vórðu giv- in í åttatiårunum. Men her skal eg minna á, at fram til og við 1980, vóru veðhaldsheimildirnar hjá ladnsstýrinum avmarkaðar til nýbygging av fiskiskip- um, til umbygging av fiski- skipum og til fiskavirkir. Undir borgarliga alternativ- inum hjå Paula Ellefsen, sambandsflokkinum, fólka- flokkinum fyrst f åttatiår- unum, vórðu veðhaldsheim- ildirnar víðkaðar til eisini at fevna um farmaskip, smolt- alistødir og sjogvalistødir. I ti fyrru greinini sigur Sune Jacobsen, at meðan javnadarflokkurin sat við stjórnarvaldinum, vaks landskassaskuldin frá ong- um til 6 milliardir. Nú kem- ur hann so við itøkiligum tólum, ið skulu prógva, at figgjarnevndarformadurin ikki fer lætt um sannleikan. Og tølini prógva, at tað, sum fíggjarneyndarformað- urin kallar úr ongum, í veruleikanum var úr I milli- ard 743 milliónum krónum. At kalla 1 milliard 743 milliónir krónur fyri 0 er tað ikki at fara lætt um sann- leikan??? Tann 15. februar 1998 Vilhelm Johannesen A TAA—Wwwmwwi Spurningar til Tryggingarsambandid Føroyar Tá ið ein tryggingarskadi uppá eitt akfar er umvældur, hevur tað verið soleiðis, at eitt bræv kemur frá trygg- ingini um, at tryggingin hevur goldið verkstaðnum fyri arbeiðið og at møgu- leiki er fyri at fáa akfarið til eftirsýn. Um eitthvert er at finnast at, so skal sigast tryggingini frá innan 14 lagar. Er hetta alsamt gald andi? Flest allir akfarsánarir vita lítið og einki um um- vælingar av akførum og hava tí lítlan og ongan møguleika fyri at meta um arbeiðið. Tað kann ganga long tíð, áðrenn tað vísir seg, at arbeiðið ikki er gjørt til lítar Tað er alment fram, komið at Tryggingarsam bandið hevur gjørt avtalu um, at tímalgnin hjá verk- støðunum valdast, hvussu væl verkstaðið er fyri við framkomnum tólum, t.v.s. jú fleiri tól á verkstaðnum, hægri timaløn kann verk- staðið krevja. Hervið hevur Tryggingarsambandið lagt eitt stødi um timalønina, sum allir bileigarar verða noyddir at gjalda, um bilur- in skal á verkstað. Mín spur- ningur er, krevur Trygging- arsambandið nakra garanti frá verkstødum uppá um- vælingararbeiði, ella hevur akfarsánarin nakað krav uppá garanti frá verkstaðn- um? Finnleif Guttesen, Tveroyri Ur