týsdagur 17. februar 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
|
í
Nr. 31 — 17. FEBRUAR 1998
Logtingið herðir
tíðindablaðið S08/2/n
sensurin móti SvF
Í evstu stund eydnaðist tað Jenis av Rana at fáa lógina um harðskap og og
ónærisligt innihald í sambandi við kringvarpsstóðir eisini at umfata UF og
SvF. —Eg vóni, hetta kann vera við til at minka um serliga harðskapin, sum
sjónvarpið alt ov ofta borðreiðir við, sigur Jenis av Rana
NICLAS JOHANNESEN
Sjónvarp Føroyar og eisini
Útvarp Føroya fáa nú eina
nýggja sensurlóg, sum upp-
runaliga slettis ikki var ætl-
að hesum báðum stovnum.
Harafturímóti er lógin
gjørd til at umfata nýggju
kringvarpsstødirnar, ið fyrr
ella seinni gerast veruleiki,
eftir at loftmiðlamonopolið
fall
Harðskapur og sex
Í lógini verður sagt, at ikki
bara kringvørpini, men nú
eisini útvarpið og sjónvarp-
ið “skulu ansa eftir, at send-
ingarnar ikki kunna skaða
likamligu, sålarligu og siða-
lagsligu menningina hjá
børnum og ungum undir
lógaraldur, eitt nú við ónær-
isligurm ella ógrundaðum
harðligum innihaldið."
Mentamálaneyndin er
samd um, at soleiðis skal
lógin eisini vera fyri al-
menna sjónvarpið og út-
varpið.
Talan er tó um eitt slag
av taktiskari semju. Jenis av
Rana, sum situr í neyndini
fyri miðflokkin ynskti upp-
runaliga, at lógin eisini
skuldi umfata almennu
loftmidalarnar. Og vildi
mentamålanevndin ikki taka
undir við hesum, so legði
tingmaðurin sjálvur eitt
broytingaruppskot fyri
ungið.
— Og tá hinir limirnir
dugdu at síggja, at ongin fór
at atkvøda ímóti mínum
uppskoti, so gjørdist tað til
síðst ein partur av sjálvum
uppskotinum frá nevndini,
sigur Jenis av Rana.
Serliga SvF
Bjarni Djurholm, formaður
í mentanarnevndini, heldur
ikki, at henda nýggja orðing
um, hvat útvarpið og sjón-
varpið kunnu loyva sær at
visa, fer at merkja
programpolitikkin hjá SvF.
Jenis av Rana hevur tó heilt
aðrar vónir.
— Eg vóni, at henda
Jenis av Rana, er limur í
mentanarnevndini fyri
miðflokkin
1/2 kg
nýggja lógin fær sjónvarps-
stjóran at taka seg saman.
Eg haldi tað er alt ov nóg
av serliga amerikanskum
harðskapi á SvF. Soleiðis
upplivir tú ofta — aftan á
eina kanska frálíka Dag á
Viku — at harðskapur av
grovasta slag uttan ávaring
verður sent inn í stovuna eit
friggjakvøld, tá sagt verður
frá, hvat verður víst kom-
andi viku (í sendingini “SvF
um SvF", blåm.)
Røkilig lóg
Tingmaðurin er eisini fegin
um, at tað nú er ein meira
ftøkilig lóg at halda seg til
— Í verandi lóg verður
bara víst til breiðar orðingar,
so sum at varðveita og
fjálga um mál og mentan.
— Men hvat hevur amer-
ikanskur harðskapur við
føroyska mentan at gera,
spyr Jenis av Rana.
Kunnu klaga
Just hverjar avledingar
henda nýggja lógin, sum
skal til triðju viðgerð í
tinginum í dag, týsdag, fer
at fáa í veruleikanum er ikki
greitt.
3
Hvat er ónærisligt? Hvat
er óneyðugur harðskapur?
Nær ávirkar sjónvarpsharð
skapur likamligu, sálarligu
og sidalagsligu menningina
hjå børnum og ungum? Og
hvør skal avgera tað?
Jenis av Rana visir til, at
nú er lógin har. Og so vónar
hann, at tað er nóg mikið
til, at SvF fer at lata vera
við at senda óneyðugan
harðskap og ónærisligar
myndir.
—Eg vóni fyrst og
fremst, at tað verður nóg
mikið hjá fólki at klaga til
sjónvarpsstjóran. Annars
ber eisini til at leggja sak,
sigur tingmaðurin, ið eisini
heldur, at sjånvarpsnevndin
hevur gjørt alt ov lítið, tå
tað snýr seg um at sensorera
serliga harðskap á SvF
Lesið prát við Trónda
Djurhuus, sjónvarpsstjóra
á síðu 4
i Lagprishandlinum
úti á LANDAVEGNUM
Ísl. saltað lambskjøt | Appelsin juice
19?
Ísl. turrur fiskur
pr. pk.
19?
Hysufløk i raspi
500 gr.
24
Leirviks knettir
4 stk.
392
Lant hveitimjøl
1/1 ltr.
G?>
Surepla juice
1/1 ltr.
6?
Kaffi S. Blend
500 gr.
15%
Clean 'n' Fresh uppvask
1 ltr.
4735
Bamseline skolievni
19?
OPIÐ er soleiðis:
Mánad.-hósdag kl. 9.00-18.30
Friggjadag
Leygardag
kl. 9.00-19.00
kl. 9.00-14.00
13731 Landavegur 103 - FR-100 Tórshavn
Tilboð galdandi til og við 21.2.98