týsdagur 17. februar 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 31 — 17. FEBRUAR 1998
tíðindablaðið S08/2lu
Bjórn á Heygum, formaður i rættarneyndini:
— Vit fara at krevja
endurgjald frá
donsku stjórnini
Tá danska stjórnin - vónandi í næstu viku- fær svar frá fóroyingum í sam-
bandi við bankamálið, verður í upplegginum til samráðingar m.a. staðfest,
hvussu nógv føroyingar krevja í endurgjaldi fyri partabrævaumbýtið
DAGNY JOENSEN
Í farnu viku fingu umboð
fyri flokkarnir á tingi eintak
av nidurstøduni hjá serfrød-
arbólkinum, sum hevur ar-
beitt við frágreiðingini um
bankamálið.
Tað er 6gjørligt at fáa vit-
an um innihaldið í niður-
støduni, annað enn at end-
urgjaldskrav verður sett
donsku stjórnini, men ikki,
hvussu stór upphæddin er.
Tað verður hildið loyniligt
til tingið og landsstýrið eru
komin til eina semju.
Ein nevnd er sett, við ein-
um umboði úr hvgrjum
flokki, sum skal taka stóðu
til málið.
Tingið arbeiðir við
málinum í vikuni
Bjørn á Heygum, tingmað-
ur, sigur, at nú hava umboð-
ini havt møguleika at seta
seg inn í nidrstødua hjá
serfrødingunum í vikuskift-
inum, og at fyrsti fundurin
væntandi verður í dag.
Tá fara partarnir at taka
stóðu til, hvgrji stig skulu
takast mótvegis donsku
stjórnini. Síðani verður eitt
upplegg til samráðingar við
stjórnina tilevnað, sum vón-
andi allir flokkar saman við
Landsstýrinum kunnu semj-
ast um.
— Ert tú nøgdur við nið-
urstóðuna hjá serfróðinga-
neyndini?
— Eg eri fyri so vítt væl
nøgdur, tá hugsað verður
um, hvussu stutt skotbrá
bólkurin hevur havt til sítt
arbeiði, sigur Bjørn á Heyg-
um.
— Væntar tú at flokkarnir
kunnu semjast um eitt tvør-
politiskt upplegg?
— Tað vóni eg. Alt er lagt
soleiðis til rættis, at vit
kunnu koma til eina breiða.
føroyska semju. Tað er jú
høvudsendamålid.
— Um ikki semja fæst, hvat
hendir so?
— Eg vóni at tað eydnast
okkum at fáa semju í mál-
inum. Vit hava stutt sagt
ikki ráð til annað. Vera vit
ósamd nú, standa vit veik-
ari, og tað kemur bert dons-
ku stjórnini til góðar, sigur
Bjørn á Heygum.
Hann vil ikki siga, hvørt
nidurstødan er sundurgrein-
ad ella um hon bert mælir
til at reisa endurgjald m6ti
donsku stjórnini og einki
sigur um leiklutin hjá Den
Danske Bank.
Danska stjórnin boð í
næstu viku
Bert vil hann siga, at dans-
ka stjórnin fær boð frá før-
oyingum - vónandi fyrst í
næstu viku, har kravið verð-
ur at fáa ftøkiligar sam-
rådingar um endurgjald, og
at målid hevur skund.
Eisini verður krónuupp-
hædd sett á, sum partarnir
skulu samráðast um.
Spurdur hvar samráðing-
arnar skulu vera og hvgrjar
treytir føroyingar annars
seta, sigur Bjørn á heygum,
at hann ikki veit, hvussu
hetta itøkiliga verður framt
í verki, men vónar bert, at
samráðingarnar verða sum
skjótast.
- Tað er greitt, at vit fara
at krevja stjórnina eftir ein-
um endurgjaldi, men hvussu
nógv vit fara at krevja, veit
eg ikki, sigur Bjørn á Heyg-
um.
— Hvat er tað minstakrav-
ið?
— Tað er júst hetta, sum
vit politiskt skulu taka stóðu
til, sigur Bjørn á Heygum,
sum endurtekur, at parta-
brævaumbýtið kostaði 2,7
mia krónur, og Føroya Ban-
ki hevur kostað okkum 1,5
mia. krónur í rentum.
Eftir hvat skilst, so hevur
serfrødingakanningin sett
krónuupphædd í nidurstød-
una. Tað er m.a. hetta sum
Tilhaldið letur upp í mars
Í løtuni verður arbeitt við at innrætta miðhæddina í gamla Fóroya Banka til
ítriv og annað virksemi fyri pensionistum, avlamnum og einkjum. Væntandi
letur Tilhaldið upp 12. mars í ár
DAGNY JOENSEN
JENs KR. VANG
Tey vaska og umvæla høl-
ini, har Tilhaldid hevur fing-
ið innivist, og tað gongur
sum ætlað, sigur Wanja Pet-
ersen, leiðari á Tilhaldinum.
Innbúgvið er fingið til
vega, eisini ein køkur, sum
skal nýtast sum itrivkøkur,
verður settur upp.
Tilhaldið er í Torsgøtu 21,
har har verður opið fyri al-
menninginum, og tað er ikki
neyðugt at vera limur í ngk-
rum felag, fyri at sleppa inn.
Pláss er fyri eini 50 fólkum.
Tórshavnar Kommuna
hevur tikid stig til Tilhaldið,
ið er skipað undir umsorgar-
arbeiði, sambært grein 1, í
kunngerð frá 1994.
Hetta merkir, at pension-
istar, avlamispensionistar
og einkjur yvir 55 år, hava
atgongd til Tilhaldið.
- Vit fara m.a. at skipa fyri
tiltøkum, har fólk verða
gjørd virkin, sigur Wanja
Petersen. Upplatingartíðin
er frá kl. 10 - 15, frá mána-
dagi til fríggjadag.
Spurd um tað ikki er 6-
høglig upplatingartíð hjá
eldri fólki, sigur Wanja Pet-
ersen, at tað bert er fyribils.
-I fyrstuni fara vit at skipa
fyri, men ætlanin er at fólk
sjálvi skulu standa fyri til-
tókum, og tá er hugsandi,
at klokkutíðirnar broytast.
Wanja Petersen væntar
sær nógv at nýggja tiltaki-
num. Umstødurnar eru góð-
ar innanhýsis, og uttan fyri
er vakur urtagarður, sum
vónandi kann vera karmur
um tiltøk í summartíðini.
- Harnæst steðgar buss-
urin beint uttan fyri, so tað
skuldi lætt um hjá teimum,
sum ætla sær í Tilhaldið,
sigur Wanja Petersen.
Tilhaldið er í miðhæddini í
gamla Føroya Banka, har
pláss er fyri umleið 50
fólkum
Í vikuni fara umboð fyri politisku flokkarnar at fundast
um niðurstøðuna hjá serfróðingarbólkinum, sum hevur
kannað frágreiðingina um bankamálið. Kunnu partar-
nir koma til tvørplitiska semju, verður danska stjórnin
kravd eftir endurgjaldi, eins og biðið verður um sam-
ráðingar við stjórnina sum skjótast
politisku flokkarnir skulu
samráðast um í hesi viku.
Kann fáa avleiðingar
— Fær bankamálið - soleið-
is sum tit nú fara at hand-
fara tað - avleiðingar fyri
donsku stjórnina?
- Tað er ikki sannlíkt, men
BÓNDASTEIK
v/brúnari sós og leyki
T-BONE STEAK
ví kryddsmeri
(0
RESTAURANT
Hvønn dag frå kl. 17 - 22.30
„ I matstovuni: - ra
Sunnudag til friggjadag frå kl. 17.22.30
Steikt í kryddblandi og vid kryddsmør
ENSKUR BUFFUR
RIO BRAVO STEAK
v/ annanas og paprikasmøri
nú avgjørt er at kanna leik-
lutin hjá Mogens Lykketoft,
fíggjarmálaráðharra, kann
tað fáa avleiðingar fyri hann
persónliga.
— Kemur hann í álvarsliga
klemmu, kann tað fáa av-
leiðingar fyri stjórnina,
heldur Bjørn á Heygum