Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið SOS NMN Nr. 31 — 17. FEBRUAR 1998 Jóhan Páll og Jóhan Dávid Joensen: Hava selt síni partabrøv í Kosini Fríggjadagin seldu teir báðir A-partapartaeigararnir Jóhan Páll og Jóhan Dávid Joensen síni A-partabrøv til Norðoya Grunnin. A-partaeigararnir kundu ikki semjast um á hvønn hátt fíggjarliga grundarlagið skuldi styrkjast SVEINUR POULSEN Jóhan Páll Joensen og Jóh- an Dávid Joensen eru ikki longur A-partaeigarar í P/F á Kósini Í stuttum tíðindaskrivið, sum varð sent út fríggja- dagin, boðaðu A-partaeig- ararnir frá, at Jóhan Páll og Jéhan Dávid Joensen høvdu selt sín partapening til Norðoya Grunnin. Kósavirkið fór á húsa- gang á vári 1993, og eftir tað tóku teir báðir, saman við ødrum, stig til at lata virkið uppaftur Tað hevur verið nógv virksemi á P/F á Kósini síðani virkið lat uppaftur men úrslitið hevur verið misjavnt Hóast tað hevur virkið higartil kunnað svarað hverjum sítt Tey seinastu tvey árini hava hevuðspartaeigararnir roynt at styrkja um fíggj- arliga grundarlagið undir virkinum fyri at tillaga felagið til øktu kappingina um fiskin, og fleiri uppskot hava verið frammi Men meðan nevndin hev- ur arbeitt er komið fram, at teir eru ikki heilt samdir um hvussu hetta arbeiðið skal er nevndin kom- in til ta niðurstøðu, at skila- best er at teir báðir selja síni gerast. Tó partabrøv til Grunnin. Jóhan Páll Joensen hevur verið stjóri á virkinum, og hann verður sitandi í stjóra- sessinum í eini skiftistíð, verður sagt í tíðindaskrivi- num Partaeigararnir í virkinum á Kósini vóru Norðoya Grunnurin, Arbeiðsmanna- felagið, Arbeiðskvinnufel- agið, Jóhan Dávid Joensen og Jóhan Páll Joensen. Norðoya Vit hava fingið orð á Jóhan Páll Joensen og spurt hann um støduna, og um virk- inum tørvar nógvan pening. Hann sigur, at skal virkið standa seg í kappingini við onnur virki og skulu neyð- ugu iløgurnar gerast, so skal virkið hava kapital Jóhan Páll Joensen heldur fram, at tað er hugstoytt at fara — Tað er hugstoytt, tí tær positivu ætlaninar sum vóru i byrjanini, tær eru har ikki longur — Partaeigararnir kundu ikki semjast um, á hvønn hátt kapitaltilføringin skuldi gerast, og tí samdust vit um, at vit seldu okkara parta- pening til Norðoya Grunn- im Jóhan Páll og Jóhan Dávid Joensen áttu 15% av partapeninginum í virkinum á Kósini. Vit spurdu Jóhan Páll Joensen hvat hann so fór at takast við. — Eg havi ein bát, sigur hann, so eg skal nokk fáa tíðina at ganga, men eg ar- beiði ikki við nøkrum ødr- um ætlanum, um tað er tað tú hugsar um. viðmerkingar Finnur Kjølbro, sum er for- maður í Norðoya Grunni- num sigur, at hann í løtuni ikki vil gera viðmerkingar til støðuna, men sigur tó: — Partaeigararnir eru ikki nóg samdir um framtíðina. Finnur Kjølbro leggur dent á, at virkið á Kósini ikki er í fíggjarligum trup- ulleikum, men at hetta snýr seg um hvussu virkið skal tryggjast í framtíðini. — Tað eru vit ikki heilt samdir um. Hinvegin vóru vit samdir um, at teir báðir seldu sín partapening til okkara. Finnur Kjølbro sigur, at teir nú vilja hava frið at ar- beiða við ætlanunum um at økja um kapitalin. Partapeningurin i P/F å Kósini liggur um 8 mió krónur, við 6,5 mió í A- partapeningi og uml. 1,5 mió. í B-partapeningi Norðoya Grunnurin átti Jóhan Páll Joensen er ikki lo ngur partaeigari í P/F á Kósini. Fríggjadagin seldu hann og Jóhan Dávid Joensen sín partapening til Norðoya Grunnin. 2,5 mió krónur, og Jóhan Páll og Jóhan Dávid Joen- sen áttu Í mió krónur. Norðoya Grunnurin eigur sostatt 3,5 mió. krónur nú, og eigur tí meirilutan av partapeninginum. Klaksvíkar Arbeiðs- mannafelag eigur 2 mió. og Klaksvíkar Arbeiðskvinnu- felag eigur Í mió. av A- partapeninginum á Kósini. Hvørki formaðurin i Ar- beiðsmannafelagnum ella forkvinnan í Arbeiðs- kvinnufelagnum vilja gera viðmerkingar til málið. Nyiløgur og ES-krev | Sum sagt aðrastaðni í grein- ini, so er virkið á Kósini ikki í fíggjarligari neyð. Men maskinurnar á virk- inum eru gamlar og skulu, sambært keldum, skiftast út innan alt ov langa tíð. Harafturat kemur, at ES- krøvini standa fyri durum, og samanlagt ger hetta, at virkið skal savna pening til nýggjar íløgur. Nógv fólk vóru samankomin til Janusa-løtuna í Norðurlandahúsinum.M. a. helt Hanus Andreassen helt fyrilestur um skaldid, og Tórshavnar Manskór sang nakrar sangir Nógv folk til Janusar-løtu Nógv fólk vóru samankomin til Janusar-løtu í Norður- landahúsinum seinnapartin leygardagin. Skráin var fjólbroytt, bæði fyrilestur, upplestur og sangur vóru á skránni SVEINUR POULSEN Leygardagin skipaðu Rit- høvundafelag Føroya og Mentunnargrunnur Stud- entafelagsins fyri Janusar- løtu í Norðurlandahúsinum Skráin var fjøllbroytt. Hanus Andreassen, rithøv- undur, helt fyrilestur um skaldid J. H. O. Djurhuus og um ta bókmentaligu Janusar-ævisøguna Tørshavnar Manskór sang tríggjar sangir hjá Jan- usi, og sjónleikararnir Páll Danielsen og Súsanna Tór- garð lósu yrkingar. Fyrilesturin hjá Hanusi Andreassen hevði stødi í bókunum um skaldið, sum Hanus hevur givið út. Fyrilesturin snúði seg um hvussu bøkurnar vóru bliv- nar til. Hann greiddi m. a. frá, at frumspírin til verkið skuldi finnast í barnaárun- um, tá hann fyrstu ferð hoyrdi yrkingar eftir skald- ið. Eisini greiddi hann frá hvussu verkið fekk tað snið tað fekk. Hanus greiddi eisini frá teimum fellum sum liggja, tå ein skrivar slíkar ævisøg- ur. Ævisøgan um Janus er ein kritisk ævisøga, har dentur verdur lagdur å tad bókmentaliga og søguliga vid skaldinum Hanus Andreassen tosaði m. a. um líkheitina millum spjadda persónin Janus og spjadda oyggjalandið Før- oyar Eisini tosaði Hanus um tað, at Janus livdi samstund- is sum tj6dskaparrørslan, og hvussu hetta merkti skald- skap hansara.