týsdagur 17. februar 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 31 — 17. FEBRUAR 1998
tíðindablaðið SOHN
Niels Sørensen, stjóri í Føroya Kolvetnisfelag:
Falklands-
oyggjarnar
og Føroyar
i sama báti
-Ég haldi vit kunnu læra nógv av Falklandsoyggjunum,
sum eru í sama báti sum vit. Talan er um tvey lítil sam-
feløg, sum skulu klára seg mótvegis gigantunum í olju-
vinnuni sigur Niels Sørensen, stjóri í Føroya Kolvetnis-
felag, tí fyrsta privata fóroyska oljufelagnum, sum varð
stovnað fyri stuttum. Hann er júst heimafturkomin av
kunningarferð í Bretlandi
JAN MØLLER
Føroyingar hava nú tvey
privat oljufeløg. I farnu viku
varð stig tíkið til nýggja
oljufelagið „Atlantic Petro-
leum“, sum longu hevur
fingið játtaðar góðar 25
mill. kr. í partapeningi frá
flestu av teimum stóru
vinnulivsfyritøkunum í
landinum.
Tað er bert góður mán-
aður síðani, at stig varð tikið
til fyrsta føroyska oljufel-
agið, sum hevur fingið heit-
ið Føroya Kolvetnisfelag“
- Faroes Oil and Gas Ex-
ploration.
Stjóri í hesum felagnum
er Niels Sørensen. Hann er
júst heimafturkomin av ferð
í útlondum. Leiðin gekk til
Bretlands, har ein fyribils-
avtala varð undirskrivað við
oljufelagið Dana Petrole-
um. Eisini nýtti hann høvi
til at tosa við stjóran í pri-
vata oljufelagnum á Falk-
landsoyggunum, Desire
Petroleum.
Niels Sørensen sigur, at
teir á Falklandsoyggjunum
eru í nøkunlunda somu
stóðu sum vit føroyingar.
Teir eru komnir eitt vet
longur enn vit, tí fyrsta út-
bjóðingarumfarið hevur
verið og fyrstu loyvini eru
latin feløgum, sum fara
undir boring í næstum. Ein
boripallur er júst farin úr
Aberdeen við kós móti
Falklandsoyggjunum.
-Endamálið við at tosa
við teir er at finna út av,
hvussu teir sum eitt oljfelag
í einum lítlum samfelag í tí
gigantisku oljuverðini hava
borið seg at, og tað vísir seg,
at modellið vit hava brúkt
líkist rættiliga nógv teirra
sigur Niels Sørensen.
Fólk í Falklandsoyggjun-
um hava teknað partapening
í oljufelagið Desire þetro-“ /,Mt
leum umframt at útlendsk
fígging eisini er fingin til
vega. Felagið hevur so fing-
ið eina avtalu við olju-
felagið Amerada Hess, ið er
eitt av feløgunum, sum hev-
ur fingið boriloyvi. Tað
hevur ikki eydnast okkum
at fáa upplýst, hvussu henda
avtala er bygd upp.
I lagi við fleiri
oljufeløgunum
Niels Sørensen er ikki
kløkkur av, at enn eitt før-
oyskt oljufelag er stovnað,
síðan teir løgdu út.
-Tað, sum fer fram í Før-
oyum nú, har fleiri oljufeløg
verða sett á stovn, er ikki
annað enn tað sama, sum
hendi í Noregi, tá olju-
vinnan tók seg upp har. Tá
vóru fleiri oljufeløg sett á
stovn. Eg síggi hetta sum
eina náttúrliga gongd og
haldi heldur ikki hon skaðar
umdømid hjá føroyingum
måtvegis oljufeløgunum, ti
tey kenna hesa somu gongd
år ødrum londum.
-Men eru nóg nógvir
pengar í samfelagnum til
at hava tvey privat olju-
feløg og er ikki vandi í at
binda stórar peningar-
upphæddir í slík feløg
longu nú!
-Venda vit nú hetta á
høvdid og spyrja, hvat
hendir, so kunnu vit siga,
at tá fólk velja at seta pengar
í oljufeløg, verða hesi eitt
slag av peningaumsitarum
eins og eir. banki annars er.
Niels Sørensen sigur, at
Føroya Kolvetnisfelag ar-
beiðir á tann hátt, at tað ger
eina samstarvsavtalu um
vitan við eitt útlendskt olju-
felag. Tað er so nevndin,
sum ger av, hvgrjum ein
Sk) samarbeiða við.
ik sering av
felagnum verður gjørd eftir
tørvi. Tá tað er neyðugt við
meira kapitali fara vit út
eftir honum. Vit fara tí ikki
at seta okkum stór mál í
byrjanini men heldur ar-
beiða eftir umstødunum.
Niels Sørensen vísir á, at
enn er alt so óvist. Hagtøl
vísa, at ein út av 50 bor-
ingum gevur handilsliga
framleiðslu. Sum stødan er
nå hava føroyingar so
møguleika at spjada risi-
koina út á tvey ístaðin fyri
eitt felag.
Hann heldur tað kann
hugsast at vera skilagott at
seta pengar í bæði feløgini
heldur enn bert tað eina.
Ikki avgerandi
hvaðani kapitalurin
kemur
Niels Sørensen sigur, at teir
innan fyri nakrar fáar mán-
aðir fara út at tekna parta-
pening“ til nýggja olju-
felagið. Hvat viðvíkur út-
lendskum kapitali, so fer
felagið at brúka partar av
teimum umleið 6000 privat-
persónunum og feløgunum,
sum hava gjørt iløgur i
Dana Petroleum. Hvat við-
víkur sjålvum felagnum
Dana, so verður har bert
talan um eina samarbeiðs-
avtalu um vitan.
Niels Sørensen ivast í,
hvussu relevant tad er i
longdini at spyrja, hvar
pengarnir koma frå og visir
til, at vinnan jú er global.
Hann sigur annars, at øll
eru vælkomin til at gera
íløgur í felagið.
Almennan oljupolitikk
rst!
Uppá fyrispurning um vit
ikki eiga at fáa ein al-
mennan oljupolitikk uppá
pláss, áðrenn vit fara út og
stovna fleiri privat oljufeløg
heldur Niels Sørensen, at
tað er skeivt nú at leggja
forðingar í vegin fyri fríu
marknaðarkreftunum.
-Hetta er rætt og slætt ein
spurningur fyri tann ein-
staka, hvar hann vil brúka
sínar pengar. Vit vilja á
ongan hátt krógva, at her er
talan um at seta pengar í eitt
»high-riskøki", tvs. at tað er
knýtt stór óvíssa at fløguni.
Tí er eisini rætt at spjaða
risikoina uppá fleiri an-
partar.
Niels Sørensen hevur
annars áður sagt vid Sosi-
alin, at tad er i lagi vid bædi
privatum og almennum
oljufeløgum. Hvat vidvikur
einum almennum oljufelag,
so hevur løgmadur sett
nevnd at gera uppskot til eitt
slíkt. Formaðurin í nevndini
er Arne Poulsen, vinnu-
málastjóri.
Niels Sørensen, stjóri í
Føroya Kolvetnisfelag
heldur tað vera í fínasta
lagi við tveimum privatum
oljufeløgum
FALKLAND
ISLANDS