týsdagur 17. februar 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SOS!AUMN
Nr. 31 — 17. FEBRUAR 1998
Nordjobb - eitt tilboð
til ungdómin!
Aftur í ár kunnu ungir fóroyingar við áræði søkja eitt Nordjobb í norrønu
grannalondunum. Bert ein treyt er: tú skalt verða í aldrinum 18 til 26 ár
Saman við Norrøna Felagn-
um umsitur Arbeiðsloysis-
skipanin Nordjobb í Føroy-
um. Hetta er norrøn verk-
ætlan, sum byrjaði í 1985.
Árið eftir vórðu Feroyar við
í ætlanini og hava verið tað
síðani
Í fyrra árið fór samlaða
talið á norrønum ungdóm-
um, sum høvdu roynt Nord-
jobb, um tey 10.000. Øll
norrønu londini hava verid
vid i tiltakinum, sum er aft-
urvendandi á hverjum ár!
og sum Norrøna Rådharra-
ráðið fíggjar
Hydro Aluminium
Mangar fyritøkur, bæði
stórar og smáar, hava sam-
starvað við Nordjobb. Í tíð-
indaskrivi í 1996 sigur stor-
fyritøkan Hydro Alumini-
um á Karmøy 1 Noreg! so-
leiðis um Nordjobb:
>Hydro Aluminium Kar-
mey har hatt nordjobbere
siden starten í 1985. Ut-
vekslingen har gitt oss en
fin anledning til á bli kjent
med og knytte flere bánd
mellom de nordiske lande-
ne. Hydro Aluminium ser
positivt pá á engasjere ung-
dommer fra de nordiske
land via et slikt utvekslings-
program, da Nordjobbprog-
rammet ses pá som et frukt-
bart samarbeide mellom ar-
beidstaker og arbeidsgi-
ver<
20.000 ár 2000
Júst sambandið við arbeiðs-
gevarar er neyðugt í hesi
norrønu verkætlan. Tey, ið
skipa fyri Nordjobb, hava
nevniliga sett sær fyri, at
lata eins mong og higartil
fáa eitt Nordiobb. hetta til
aldarskiftið. Tað vil siga, at
tilsamans 20.000 norrønir
ungdómar skulu hava roynt
seg í einum Nordjobbi, tá
vit fara inn í ár 2000.
Sum Nordjobbari, fært tú
eitt starv í einum av norrønu
grannalondunum. Starvs-
skeiðið er frá miðjum maí
til miðjan september, tó í
mesta lagi 3 mánaðir. Norr-
øna Felagið á staðnum finn-
ur bústað og skipar fyri frí-
tíðarvirksemi. Nordjobbarin
rindar tó sjálvur ferð og
uppihald, men fær løn, eins
og fólk á staðnum í sama
starvi.
Kollfirðingur 3 ferðir
Nordjobbari
Ein ungur kollfirðingur,
Poul Eli í Homrum, hevur
ikki færri enn tríggjar ferðir
verið nordjobbari. Hann
greiðir soleiðis frá:
>Tríggjar ferðir havi eg
verið í óðrum londum sum
Nordjobbari. Tvær ferðir í
Alandi og einaferð í Svøriki.
Fyrstu ferð var í 1991. Alt
var so nýtt og ókent og eg
hevði ikki gjørt mær so
nógvar tankar um hvørki
Áland ella nakað norður-
lendskt samstarv. At eg
valdi Aland, komst kanska
mest av tí, at oyggjaleikirnir
vóru har tað árið og so alt
hetta góðveðrið og sólin, ið
vit sum fóroyingar í Føroy-
um ofta mugu ferðast langt
fyri at síggja.
Summarið skuldi vísa seg
at blíva ógvuliga hendinga-
Nú er rættiliga farið at mala
fyri havnarmonnum
Havnin hevur altíð verið eftirbátur!
Eru utjadaraøkini komin við onkrum og tað hevur vist seg at borið til, ja, so skulu
havnarmenn eisini hava tað.
Nú skulu teir hava uppboðssólu, men teir klára ikki at skaffa sínum egnu børnum
dagstovnar!
Og teir skulu hava flogvøll, men teir klára ikki at figgja Tørsvøllin!
Vit hildu tað, at nú var friður
komin yvir flogvallarspurn-
ingin, tå ið tingið samtykti
herfyri at seta pening av til
fasta sambandið um Vest-
mannasund, men so gjørdi
løgmadur Edmund Joensen
bart, setti Såmal Petur i
Grund frá og tók málið i
egnar hendur og legði ís á
tað
Soleidts er ein vanlig nið-
urstøda hjå einum vanlig-
um vågamanni eftir tad,
sum hent er f målinum, og
nú hevur løgmadur so eisini
givið vind í seglini hjá
havnarmonnum viðvíkjandi
Glyvursnesi, og tað er einki
at siga havnarmenn ringar
fyri, at teir snodda henda
møguleika, tí teir eru heims-
meistarar í at snodda og apa
sær eftir útjaðaragkjunum
Klárir at seta fót
Hugsa vit okkum eitt sindur
um, so eru havnarmenn
ongantíð verið fyrstir við
nøkrum í hesum landi
Hetta segði eg nú ein dagin
við góðan vinmann, og eftir
at hann hevði hugsað seg
um eina løtu, fann hann eitt,
har havnarmenn hava verið
fyrstir.
Teir vóru fyrstir at fáa sær
graslíkisvgl!!
Annars hava havnarmenn
ongantíð verið undan-
gongumenn, men so skjótt
og knapt útjaðaragkini hava
funnið sær ein nýggjan
vinnuveg til tess at menna
sítt ski, ja, Gud hjálpi tú
mær, so gongur ikki long
løta, so eru havnarmenn
klárir at seta fót fyri útjað-
araøkini!
Tað nýggjasta dømid er
uppbodssølan, sum havnar-
menn stridast sum úlvar á
skóg at fáa sær, tí útjaðara-
gkini hava havt góðar
royndir við hesi skipan.
Spøkir aftur
Og so er Glyvursnes-pro-
jektið eisini farið at spøkja
aftur, og er tað bara upp
aftur prógv um, at hesir
havisjúku havnarmenn hava
sett sær sum endamál at
mergsúgva og oyða alt út-
jaðaragkið sum tað er, tí alt
skal liggja í Havn!
Tað skulu tó ikki stórir
heilar til at rokna út, hvussu
langt uttan fyri alt vanligt
vit og skil ein slík ætlan
liggur, og tað krevst ikki
stórur roknikunnleiki at seta
upp eitt lítið roknistykki,
sum jarðleggur eina slíka
ætlan og førkar hana bara
longur og longur inn í ár
3000 e. Krist.
Brúka vit tey upplýstu
mátini fyri Glyvursnes vøll-
in, longd 2500 m, og
breiddina á flogvøllinum í
Vágum, 150 m, og rokna út,
hvussu nógvir fótbóltsvell-
ir skulu til ein slíkan flog-
vøll, koma vit til, at tað
skulu einir 54 fótbóltsvellir
til henda flogvøll á Gly vurs-
nesi.
Torsvøllur
Og taka vit so Tórsvellin
inn í myndina, sum mettur
er at kosta einar 26 mió. kr.,
so verður samlaði kostnað-
urin av einum flegvølli á
Glyvursnesi einar 1,6 milli-
ardir krónur. Hetta er sjálv-
andi bara ein rá skitsa, tí her
eru sjálvandi nógv onnur tøl
sum eisini krevja eina gjøll-
igari viðgerð, t.d. bygn-
ingar, útgerð o.a., men hetta
er ein lítil samanbering.
Spurningur mín er nú,
hvussu í allari víðu verð
skulu havnarmenn fíggja
henda flogvøll fyri knappar
2 milliardir krónur, tá ið teir
ikki klára at fíggja ein Tórs-
vøll fyri 26 milliónir krón-
ur?
Og vit kunnu skoyta uppí
sum eitt slag av kuriosum
og spyrja, hvussu skulu teir
fíggja eina slíka íløgu, tá ið
havnarmenn ikki klára at
skaffa sínum egnu børnum
dagstovnar?
Ólavur í Beiti
ríkt og stuttligt. Umframt
allar Nordjobbararnar, kom
eg á arbeiðsplássinum eis-
ini í samband við ungfólk
úr Finlandi, Svøriki og Est-
landi. Her kann eg til stutt-
leika nevna, at ein genta eg
arbeiddi saman við, hon var
úr Svøriki, møtti eg aftur í
1996, tá vit komu at ganga
á sama landbúnaðarskúla í
Skáne.
Summarið kom at enda
og eg fór heimaftur við
skjáttuni fullari av uppliv-
ingum hugbiringum um alt
eg hevði sæð og hoyrt.
Hetta ætlaði eg avgjórt at
royna aftur.
Á vári 1993 fór eg aftur
til Álands sum Nordjobbari.
Hetta vísti seg at skula blíva
minst líka stuttligt, sum
fyrru ferðina.
Summarið 1995 var eg
aftur uttanlanda sum Nord-
jobbari, hesaferð í Stock-
holm. Lívið í einum stórbýli,
sum hesum, við meiri enn
einari millión íbúgvum er
sjálvandi nógv øØrvisi enn
í Álandi. Men við tí sera
hendingaríku frítíðar-
skránni, ið leiðararnir
borðreiða við, fer eingin
løta fyri skeyti.
Eg kann út frá hesum
trimum ferðum í Alandi og
Svøriki við bestu sannfør-
ing, biðja allar fóroyskar
ungdómar søkja eitt Nord-
jobb. Tað verður uttan iva
eitt sera gott minni og eitt
upplivilsi fyri lívið. Tað er
tað fyri meg!<
Hver kann sekja
Høvid at søkja Nordjobb
hava tey, ið fylt eru 18 ár,
men ikki 26 ár hin 1. juli í
ár. Harafturat skal umsøkj-
arin hava rikisborgararætt í
einum av norrønu londun-
um og kunna målbera seg
skilliga å skandinaviskum,
tad er antin donskum,
norskum ella svenskum.
Síðsta freist, at søkja
Nordjobb í år er hin 1. mai.
Serstøk umsóknarblað, ið
skulu nýtast, fáast frá Arb-
eiðsloysisskipanini og mið-
námsskúlum kring landið.
Størvini, sum Nordjobb-
arar fáa, eru ógvuliga
ymisk. Ilt er at søkja åvis
størv, men í umsóknar-
bladnum fært tå høvid at
velja tað virkisøkid, tú ser-
liga hevur áhuga fyri. Lønin
er hin galdandi á staðnum.
Um Internetið ber eisini
til at koma í samband við
Nordjobb og stødugt kunna
seg við arbeidsmøguleik-
arnar í grannalondunum.
Adressan er:
http://jordjobb.norden.n0
Fundur i
Norðurlandahúsinum
Nordjobb-ráðgevi í Føroy-
um er Birita Hansen. Hon
er 26 ára gomul, er útbúgvin
korrespondentur og starvast
dagliga á ávísingareildini
hjá Arbeiðsloysisskipanini.
Aftusær hevur hon ein frí-
tíðarleiðara, 25 ára gomlu
Lailu Ísheim Thomsen, sum
skipar fyri útferðum og ødr-
um tiltøkum fyri Nordjobb-
arum, sum koma higar.
Mikukvøldid hin 18. feb-
ruar fer Nordjobb-ráðgevin
Birita Hansen at greiða frá
um Nordjobb í Norðurland-
ahúsinum. Ungir føroying-
ar, sum eisini hava roynt
Nordjobb, verða við á fund-
inum. Høvid verður eisini
at fáa ums6knarblød á fund-
inum, sum er almennur.
Tað er Norrøna Felagið í
Føroyum sum skipar fyri
fundinum um Nordjobb,
sum verður mikukvøldid kl.
19.30.
Frá Porkeris
Fornminnafelag!
Aftur í ár fer Porkeris
Fornminnafelag at skipa
fyri føstulåvintshaldi í
skælanum í Porkeri, har
øll eru væl komin at vera
við. Tað verður leygar-
dagin 21. februar kl 14.
Á skránni verður tunnu-
sláttur bæði fyri yngri og
eldri og kaffi og pannu-
kakur verða at fáa. Har-
afturat verður kakutom-
bola og lutaseðlar verða
seldir.
WWW.S0Sialvrin.fO
Porkeris Fornminna-
felag skipadi i fjør fyri
føstulåvintshaldi i skæla-
num, og undirtøkan var
góð.
Porkeningar taka
ógvuliga væl undir við
felagnum, og fyrireik-
ingarnar at gera gamla
skæla til savnshæs eru
næ komnar so væl
áleiðis, at væntandi
verður farið undir at
smíða í vár