týsdagur 17. februar 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 31 — 17. FEBRUAR 1998
tíðindablaðið S082luV
Um 14 dagar missa 12 djúpvatnstrolarar í løgustudulin: Sparing: 14 millionir:
Fyri at spara skalluttar 14 milliónir, er John Petersen, landsstýrismaður í Fiski-
vinnumálum, til reiðar at offra 12 trolarar, sum geva 350 fólkum dagligt breyð og
sum skapa eitt útflutningsviriði uppá 150 milliónir
AK! BERTHOLDSEN
— Tað verður ein heilt álv-
arsligur smeitur fyri suður-
oyingar, ger John Petersen,
landsstýrismaður í fiski-
vinnumálum álvara av ætl-
anini at taka íløgustuðulin
frá teimum 12 lemmatrol-
arunum nú Í. mars.
— Tað fer at kosta sudur-
oyingum 350 arbeiðspláss
og tá fær landsstýrið eitt
nógv álvasligari mál at taka
stóðu til, enn um tað er rætt
at veita teimum 12 trolar-
unum 14 milliónir um árið
í fløgustuduli, tí tað er alt,
sum tað kostar, sigur Bogi
Mortensen, reiðari í Vági.
Hann sigur, teir 12 lemm-
atrolararnir standa og falla
við fløgustudulinum.
— Verður fløgustudulin
tikin burtur nú, fara teir allir
á heysin, kanska við onkr-
um einstøkum undantaki.
Keypt undir skeivum
fortreytum
Hann sigur, at tá ið skipini
vórðu keypt, varð prísurin
ásettur við teirri fyritreyt, at
íløgustuðulin helt fram so
leingi restskuld var í teim-
um.
— Tí undrar tað meg at
hoyra, m.a. ein bankastjóra
siga alment, at fløgustudulin
eigur ikki at halda fram.
Bogi Mortensen sigur, at
vitstu teir, sum keyptu skip-
ini, at fløgustudulin fór at
fella burtur um fýra-fimm
ar, høvdu teir lagt upp fyri
tí, táið skipini vórðu keypt.
— So skuldu skipini verið
keypt minandi bíligari, enn
tey blivu.
— Men so høvdu teir, sum
fíggja, verið noyddir at av-
sett pening. Og í seldu teir
skipini sum um ílggustuð-
ulin skuldi halda fram so
leingi rentur og avdråttir
vóru at betala av skipunum.
Bogi Mortensen sigur, at
at fløgustudulin verður burt-
urav brúktur til rentur og
avdrátt og er sostatt brúktur
til tað, hann varð ætlaður.
— Stuðulin er farin bein-
leiðis frá Gjaldsstovuni, til
Realin ella Føroya Banka,
tí hesir hava havt transport
í honum.
— Hinvegin hevur hann
ikki verið so stórur, at hann
hevur klára allar renturnar
og avdråttirnar, og tí er tað
mesta útvegað um raksturin
av skipunum.
Næstan alt í Suðuroy
Tað eru 12 lemmatrolarar,
sum fáa fløgustudul.
John Petersen offrar 350
arbeisplåss í Suðuroynni
— Tað bendir alt á, at djúpvatnstrolararnir rúka, men tað verður ein vanlukka, ikki minst
fyri Suðuroynna. Tað tykist ikki sum um politikararnir hava sæð skriftina á vegginum,
sigur Bogi Mortensen, reiðari
Tilsamans faa teir 14
milliónir um árið.
— Skipini fiska á djúpum
vatni, eftir fiski, sum annars
ikki koma til høldar.
Tey fáa ongan lut í tí góða
fiskiskapinum eftir toski ell-
a hýsu undir Føroyum, tí
tað, teir fáa av toski og hýs-
u, er eitt everska lítið sløg í
hjáveiðu.
— Somuleiðis eru teir
skerdir í royndunum eftir
svartkalva.
Klára seg skjótt sjálvi
Reiðarin í Vági sigur, at
hesir 12 djúpvatnstrolarnir
fáa 14 milliónir um árið í
fløgustuduli.
— Teir eru nú vid at koma
á eitt vegamót, so at teir
skjótt klára seg sjálvir.
— Restskuldin í trolarun-
um er nú komin niður á eitt
slíkt stødid, at høvdu teir
fingið fløgustudul eini trý-
fimm år aftrurat, høvdu tey
verið komin um tað ring-
asta, og høvdu kunnað klára
seg uttan.
Bogi Mortensen sigur, at
ongin sigur, at fløgustudulin
skuldi verið fullar 14 milli-
ónir øll árini.
— Skipini høvdu eisini
kunnað liva við, at hann
bleiv minkaður so líðandi
eitt sindur.
Men at kappa hann á
stokkinum nú, tað er ein
vanlukka.
350 arbeiðspláss
Bogi Mortensen sigur, at
teir 12 djúpvatnstrolararnir
avreiða at kalla burturav í
Suðuroynni, hóast eitt sind-
ur av fiskinum fer til Vágar.
— Bara hendingaferð
verður avreitt uttanlands.
— Teir fiska eini 13.000
tons um árið, og tey hava
eitt avreiðingarvirðið uppá
einar 120 milliónir.
— Av hesum 120 milión-
unum, verða einir 40%,
goldin í hýrum og beinlieðis
lónum.
— Tað svarar til einar 40
milliónir, sum aftur kasta
15-20 milliónir av sær í
skatti til land og kommunur.
— Er årtøkan 40% í miðal,
gevur hetta 5.200 tons av
lidnari vøru.
--Og tey hava eitt útflutn-
ingsvirði uppá einar 150
milliónir.
— Men raksturin av skip-
unum skapa eisini ein inn-
flutning.
— Oljunytrslan er einar 20
milliónir, reiðskapurin 10
milliónir, viðlíkahald aðrar
10 milliónir og proviantur
einar fýra milliónir.
Og harumframt betala tey
havnagjald, trygging grann-
skoðing o.s.fr.
— Í hesum tølum er ein
vinningur til tey, sum veita
hesar vørur og tænastur.
— Men uppi í hesumtølum
eru eisini lønir.
— Siga vit, at lønirnar í
sambandi til oljuna eru
10%, av reiðskapinum eru
tær 25%, viðlíkahaldi 60%
og av proviantinum er 10%,
lønir, gevur tað tilsamans 11
milliónir í lénum.
— Av teimum verða be-
taltar tríggjar-fýra milliónir
í skatti.
Afturat tí koma lønirnar
til trygging, grannskoðing
0.s.fr.
Tey 13.000 tonsini, sum
skipini fiskað, skapa eina
beinleiðis løn í framleiðsl-
uni uppá 20 milliónir.
Hetta gevur so aftur einar
sjey milliónir í skatti.
Bogi Mortensen sigur, at
eini 15 fólk eru knýtt at
hverjum skipi.
— Tað gevur so 180 ar-
beiðspláss.
Men tað verða onnur
180 arbeiðspláss skapt á
landi av tí virksemi, hesi
skipini hava.
Bogi Mortensen sigur „at
hetta er ikki ein någreinilig
lýsing av, hvgnn týdning
hesi skipini hava.
Hetta er bara fyri at
nevna, hverja ávirkan tað
hevði havt, missa vit hesi
skipini
— Og sum tað sæst, hevur
tað sera stóran tydning fyri
landið at varðveita tey í flot-
anum, sigur hann.
— Men fellur fløgustud
ulin burtur nú, sum ætlað
fara tey næstan øll av land
inum
— Tey allarflestu hava
hægri prís uttanlands, enn
tey hava her. Og partafel-
øgini hava skyldu at velja
tað bestu loysaina fyri fel
agið, sigur Bogi Mortensen
Og verður ílagustuðulni
tikin av, rúka tey 350 ar
beiðsplássini - tey allar
flestu í Suðuroynni
Og so fáa politikararnir
heilt aðrar spurningar
taka stóðu til, enn 14 mil
ionr í fløgustuduli, ella ikki
elggur hann afturat
Konsertfelagið hevur
játtað at stíla fyri eini
turné við konsertum í
Føroyum, Íslandi og
Danmark við tveimum
kendum føroyskum tón-
leikarum.
Tað er Ossur Bæk vi-
olin og Jóhannes Andre-
asen klaver.
Ferðin byrjar í Føroy-
um 13. februar og endar
í Danmark 21. februar
við steðgi í Íslandi. Til-
samans fara teir at halda
fimm konsertir á ferðini.
Tann fyrsta konsertin
verður á Trongisvágs
skúla 13. febr., í Runa-
víkar skúla 14. febr., og
at enda í Norðurlanda-
húsinum 15. febr. Í
Tónlistaskúlanum í Kef-
lavík 17. febr., í norð-
urlandahúsinum í
Reykjavík tann 18. febr.
og at enda í Rundatorni
í Keypmannahavn tann
21. febr.
Skráin er sera ambiti-
øs og spennandi við
tveimum sonatum. Tann
í A-dur KV 293 d (305)
eftir W. A. Mozart og
sonata í d-moll opus 108
eftir J. Brahms. Haraft-
urat Divertimento eftir
Stravinsky og at enda
tað flottu Caprice Bas-
que opus 24 eftir Sara-
sate.
I Føroyum er kanska
óneyðugt at kunna um
Johannes Andreasen,
sum er ein av okkara
kendastu peanistum og
sum tíðum heldur kons-
ertir bæði einsamallur
og saman vid ødrum her
heima og uttanlanda
Hann hevur spælt inn
Konsertfelagið
leggur til brots
tónleik sum er útgivin
bæði á plåtu og fløgu,
har tann seinasta inn-
spælingin er gjørd í
Wien.
Uppgávurnar fyri
1998 eru eisini nógvar,
har kanska tann størsta
er framførslan av Keis-
arkonsertini eftir Beet-
hoven vid Føroya Sym-
foniorkestrið nú í mars
mánaða.
Jóhannes tók prógv í
Wien í 1986 við seinni
skeiðum á Menhuin
Academy og hjá
Feuchtwanger í Lon-
don. Hann virkar nú
sum musikklærari í Før-
oyum.
Vid sinum sterku før-
oysku rétum er Øssur
Bæk (bædi foreldrini
eru føroyskt) ofta at
síggja á konsertferð i
Føroyum. Annaðhvort
sum limur í Aldubárini
(har Johannes eisini
hevur ein sess) ella sum
assistentur i Føroya
Symfoniorkestri.
Øssur Bæk er upp-
vaksin og búsitandi i
Keypmannahavn har
hann virkar sum fyrsti
violinleikari å kgl. kap-
ellinum. Hann hevur
lært å Suzuki Institutt-
inum og hjå Bela Detre-
koy i Odense. Solist dip-
lom i Utrecht hjå Liber-
man i 1990. Er stovnari
av »Kgl. Kapels kam-
merorkester«.
Tad er konsertfelagid,
sum saman við tónleik-
arum, Norðurlandahús-
inum og Kunningar-
stovuni í Havn skipa
fyri konsertturnéini