Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. februar 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið Nr. 31 — 17. FEBRUAR 1998 COD Rustholkar Såmal Petur i Grund: Politisk svarthálka Viðmerking til Atla Hansen og grein hansara í Dimmalætting 12. februar 1998 Mikumorgunin 11. februar var av tí allar hálasta, sum vit hava uppliva í vetur Fólk. sum noyddust av hús- um, høvdu trupult við at fota sær Tilikar morgnar kann ein vænta sær bæði líkt og ólíkt, men at hava ilt við at fóta sær innandura, man ikki koma oftam fyri Sambandstingmaðurin Atli Hansen hevur henda morgunin skrivað eina grein til blødini, har hann bæði glíður og skoytar, ja nærum fer í snirr Yvirskriftin, eitt sindur undirlutakend, tilleggur He- lenu Dam á Neystabø ávísar trupulleikar, meðan inni- haldið ber brá av at val er í hondum, og at Atli Hansen og undirritaði eru í sama valdømi Atli Hansen almanna- kunnger i hesi grein, at hann verður millum teirra, sum ætla sær at stilla upp til komandi val. Atli metir Atli Hansen metir ikki, at Sjálvstýrisflokkurin hevur so nógv at skriva um á roknifjølini, og sipar til floksins lut í samgongusam- starvinum seinastu 3 árini Ja, hann fer so langt, at hann metir ikki nakað nevnivert at vera komið burturúr hjá Sjálvstýrisflokkinum hetta tíðarskeiðið Atli Hansen metir ikki, at løgting og landsstýri hava fingið nakað burturúr at hava eygleiðarar við bankakanningini, nakað sum eg hugsi, at flestu før- yingar annars hava følt sum ein tryggleika og borg- an fyri at kanningin er á einum rimiligum stødt Atli Hansen kennir ikki nakað til ósemju millum hann og Bjørn á Heygum um arbeiði hjá 319 nevnd ni, nakað sum er komið gvuliga greitt fram í fjøl ðlunum seinastu dagar Atli Hansen sigur, at fel- ags fyri sjálvstýrisfólkini á samgongufundum, var, at 1gantid søgdu nakað var harelt Her skal eg geva honum rætt í 3 at høvdu vit i sjålvstyris- flokkinum gjørt meiri vart vid okkum, so hevði skilið uttan iva verið betur enn tað er Roknifjelin Lat meg venda aftur til roknifjølina og nakað av tí sum kundi verið skriva á hana 15. septembur 1994 tók landsstýrismaður sjálvstýr- isflokksins við åbyrgdini fyri m.a. samskiftis- og mentanarmálum 25. juni 1995, altso 9 mánaðar eftir, bleiv stásilig kirkja vigd i Gøtu. Dronn- ing Margretha, nærum allir norðurlendsku biskuparnir og mong onnur luttóku við hetta hátíðarhald. Kirkjan hevði staðið í ger í mong ár og hóast kirkju- fólkið kytti seg í ein mun sum er alla æru vert, so vóru útlitini fyri lidugtger ikki tey ljósastu. Fyri at brúka tíni egnu orð til kirkjuráði á staðnum Atli, so setti landsstýrismaður sjálvstýrisflokksins sær fyri, at kirkjan skuldi gerast so mikið liðug, at hon kundi vígast og takast í brúk tann 25. juni 1995. Landsstýrismaður sjálv- stýrisflokksins = skaffaði neyðuga peningin til liðugt- gerðina Eisini syrgdi landsstýris- maður sjálvstýrisflokksins fyri, at vígslan bleiv ein lið- ur í drotningarvitjanini og at norðurlendsku biskupar- nir vóru við Syrgiligt, at tingmadur av staðnum skal halda so lítið um stásiligu kirkjuna, at hon skal koma undir tað sum ikki er nevnivert! Væl veit eg, at kirkjan hevði aðrar trupulleikar enn liðugtgerðina at dragast við, sum ikki blivu betri við at kirkjuráðsformaðurin stakk halan millum beinini stutt eftir vígsluna Samferðslan At enda í greinini kemur Atli Hansen inná Skotlands- siglingina og samferðslu- politikkin sum heild hetta tíðarskeiði Hann greiðir frá, at hann á samgongufundunum um hetta evnið ávaraði móti loysnini sum bleiv á Skot- landsleiðini og bað lands- stýrið um at halda fingrar- nar burtur og lata vinnuna sjálva finna útav hesum. Skilji tað hver í skilja vil - bleiv tað ikki loysnin, at landsstýrið helt fingrarnar burtur og vinnan sjálv fann útav hesum? Tað kom ongantíð nakað skil, ella byrjan til skil á samferðslugkinum. Lands- stýrismaðurin rætti ikki hond frá síðu at gera ætlanir og tá íð so óhappini hendu, ja so var alt bara panikkur, og eingin skilagóð loysn lá klár. Jú Atli, sanniliga vóru ætlanir á samferðslugki- num, men viljin til at stuðla var ikki altíð til staðar. Av temum ætlanum/og åtførdum ætlanum innan samferðslugki, sum undir- ritaði heldur vera nevni- verdar, eru m.a. hesar: — yvirtøka av uttanlands- samskiftinum yvir tele- fon. — nýggj fjarskiftislóggáva. — Telefonverkið sum parta- felag. — nýggj lóggáva um post- flutning. — postverkið sum parta- felag. — Skotlandssiglingin skipað í partafelag. — nýtt skip til sigling um Skopunarfjørd. — annað skip til Skálafjarð- arsiglingina. — annað skip til sigling um Suduroyarfjørd. — møgulig ferðafólkaflúgv- ing til Suduroynna. — umbygging av Måsanum. — vidkan av flogvøllinum i Vågum — fast samband um Vest- mannasund At Sambandsflokkurin, ella formaðurin í tingbólki Sam- bandsflokksins, heldur ikki sær hesi mål sum nevni- verd, fer veljarin kanska at leggja sær í geyma til kom- andi val Markerings- trupulleikar Yvirskriftin á greinini til- legði formanninum í Sjálv- stýrisflokkinum at hava markeringstrupulleikar. Her kunnu vit ikki annað enn verða ósamdir. Formað- urin í tingbólki sjálvstýris- floksins, Helena Dam á Neystabø, hevur ongantíð havt trupulleikar við at mar- kera seg. Hon hevur í kraft av teim álitispostum hon hevur havt, fingið rættuliga stóra uppmerksamheit i fjøl- midlunum og hevur ongan- tíð havt trupulleikar av hes- um. Trupulleikar av sínum markeringum fær ein fyrst, tá markeringin elvir til stríð, til dømis innanflokks, tå tingmenn markera seg móti hvørjum ødrum, ella ting- maður móti landsstyris- manni í sama flokki. Hetta var júst tað sum Helena vísti á í sambandi við úttalilsini um kanning- ina hjá $19 nevndini, hvar Atli Hansen og Bjørn ikki drógu somu línu og ynsktu at markera tað í fjølmidlu- num. Tað sama var væl gald- andi, tá formaðurin í ting- bólki = sambandsfloksins fanst at løgmanni í sam- bandi við samgongufundir- nar, sum nú eftir øllum at dóma eru komnir inn í varman aftur. Tá var trupulleikin so stórur, at formaðurin í ting- bólkinum bleiv burtur og kom ikki afturíaftur fyrrenn sjónvarpið kom fram á hann aftaná at Hvalvíkingar høvdu fingið hann í rætt Lesarabrøv Bølir løgmaður yvir málinum í sambandi við flogvøllin? Sum lesari av Sosialinun irsjóvartunnilin undir Vest vita hansara stóðu um út- = Vestmannasund. hevði ver- har eg við áhuga havi fylgt mannasund, har blaðmaður byggingina av flogvøllinum ;ð áhugavert at fingið at vita D sum skrivað hevur n hevur roynt at fingið fat Vágum og einum komandi 7 = 4 hverja stóðu løgmaður hev vélin og und- ur áa løgmann ur til útbyggingina av flog Fl undirsjóvartunnli undir fækka Heimsins tangaskipafloti eldist, men góðskan á gomlum skipum er betri. Reiðaríini eru meir áhugaði í at um- væla skipini. Álvarsligar vanlukkur við gomlum skipum hava fingið reið- aríini til at vera meir varin UR OsLo: JÓGVAN HuGo GARDAR Heimsins tangaskip eru í meðal eini 15-16 ára gomul vísa nýggj tól sum Norsk Verista hevur almanna- kunngjørt. 44 prosent av supertank- arunum (tangaskip yvir 200.000 tons deyðvekt) eru eldri enn 20 år, medan 40 prosent av av teimum eitt sindur minni tangaskipu- num millum 120.000 og 165.000 tons deyðvekt eru meir enn 20 år. Bert 22,5 prosent av teimum vanligu tangabåtunum (millum 80.000 og 105.000 eru om- anfyri 20 ár. Sjálvt um tangaskipini eldast, so kunnu vit gleðast yvir at skipini sum sigla yv- irhøvur eru í betri standi enn fyri bert fáum árum síð- ani. Orðaskifti um strangari trygdarkrøv, umframt at ein hevur vent eygunum móti rustholkum sum eru soknir, hava gjørt sítt til at fáa eina betri góðsku. Tey gomlu eru horvin — Tey vánaligu skipini eru yvirhøvur horvin. Tað eru tey bestu reiðaríini sum sita eftir við teimum gomlu skipunum, og hesi duga at reka skipini, sigur varastjóri Wilhelm Magelssen íí Norsk Veritas, tá tey kunn- gjørdu tølini mánadagin. Ein av høvudsorsøkunum til at tad framvegis finnast gomul skip í vinnuni, er at óvanliga fá skip vóru send til upphøggingar í 1996 og í 1997. Orsøkin til tað er at reiðaríini fingu so mikið góðan prís fyri fraktina. Fyri eitt eitt gamalt skip sum er útgoldið er upphøgging ein vánalig loysn, um fraktprís- irnir eru høgir. — Marknaðurin avgerð hvussu nógv skip sum vera send til upphøggingar. Um ein supertankari ikki fær eini 13 000 til 15 000 doll- arar um dagin í longri tíð, so loysir tað seg ikki og upphøgging nærkast fyri skip sum hava ópassandi stødd, meinar Magelssen. Umfatandi umvælingar Tá skipini eru 25 ára gomul noyðast tey inn til eitt dýrt og umfatandi umvælingar- umfar og skipini skulu klassast fyri at sleppa at sigla víðari. Fyri eitt reiðarí vil spurningurin altíð vera um tað loysir seg at brúka milliónir av krónum fyri at sleppa igjøgnum 25 ára nål- areyga. Er marknaðurin ikki til reiðar. at rinda ein hampuligan fraktprís vil eitt umvælingarumfar og nýggj klassing ikki loysa seg. Oansæd noyðast skipini til upphøggingar tá tey fara um 30 ára aldur, tí feløgini sum senda frakt ikki vilja hava so gomul skip til at flyta sínar vørur. vøllinum í Vágum, sum stendur fyri framman. Er tað veruliga so galið, at tað er sjálvur løgmaður, sum er ein forðan fyri hesi útbygging, har meginpart- urin verður goldin av døn- um, so kann alt gera tað sama, tí sjálvt um løgmaður saman við ødrum droymir um flogvøll aðrastaðni í Føroyum, eiga hesi at gera sær greitt, at danir hava sagt, at eingin stuðul verður veittur frá teimum til annan flogvøll í Føroyum. Eftir míni metan er tað tann reini ørskapur ikki at útbyggja verandi flogvøll við at longja vøllin við 250 m og samstundis fáa ein glíði- vinkul Sambandsfólk í Vágum eiga at leggja sær í geyma, tá tey í ár fara á val, at við tað at formaður í sambands- flokkinum Edmund Joensen umsitur målsøkid sum flog- vøllurin og undirsjóvar tunnilin hoyra undir, erhann allar helst størsta forðingin fyri at nakað hendir í hes- um málinum, tí eitt mugu vit her vesturi gera okkum greitt, at missa vit flog- vøllin, verður ongin undir- sjóvartunnil gjørdur. Fari tí við hesum at heita á løgmann Edmund Joen- sen um at svara skrivliga í blødunum, um tað veruliga er satt, at hann bølir yvir málinum í sambandi við flogvøllin. ed. [| [[[|[[