mikudagur 18. februar 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið 500)
Ææ æ
Um føroyingar hava tol og møguleika at bíða longur enn bretar, so kan tað
vera til fyrimunar fyri Føroyar, sigur professari í havrætti við lærda háskúlan
í Oslo, Geir Ulfstein. Miðlinjukravið og treiskni kann í seinna enda vera før-
oyingum til fyrimunar. Ein rættarsak í Haagdómstólinum er sum at blaka
terningar, úrslitið er púra Óvist.
Í SAMRØDEU VIÐI
Jocvan HUGO GARDAR
Latid ikki bretar fåa ta fatan,
at tit eru í tíðarneyð, men
fáið teir at skilja, at teir hava
meir at missa við at lata
marknamálið bíða, enn før-
oyingar. Hesi eru rådini,
føroyingar fáa frá einum av
leiðandi serfrødingum hjá
norðmonnum innan hav-
rætt, Geir Ulfstein. Hann
var millum annað við í tí
bólkinum, sum norska
stjórnin valdi at fyrireika
rættarmálið millum Noreg
og Danmark um markið
millum Jan Mayen og
Grønland
— Føroyingar mugu hugsa
seg væl um, áðrenn farið
verður víðari, og latið vera
við at viðganga nakað, bert
fyri at fáa ígongd samráð-
ingar, sigur Geir Ulfstein
Hann sigur, at ein eigur
gjølla at umhugsa tað krav-
ið, sum føroyingar hava
kravt, sammeta tað við
bretska kravið og finna út
av, hvat liggur í teimum
báðum krøvunum
— Ein spurningur føroy-
ingar sjålvandi eiga at um-
hugsa, er um ein skal vikja
frå upprunakravinum um
miðlinjuna. Um tað er neyð-
ugt at hava bæði fiskimark
og mark á havbotninum á
sama stað, ella um ein eigur
lata bretar fáa meir av sín-
um kravi. Hetta eru spurn-
ingar, sum eiga at vera gjøll-
iga umhugsaðir
Arga mótpartin
Geir Ulfstein sigur, at ein
triðji spurningurin sum eig-
ur at viðgerast er, um virk-
semið á leiðini, partarnir eru
ósamdir um
— Hvussu ågangandi skal
ein vera í sínum virksemi
Hvussu nær tí umstridda
økinum skal ein hava virk
semi, t.d. innan oljuleiting,
ella skal ein halda seg
hampuliga langt frå einum
slíkum øki” sigur havrættar-
serfréðingurin
- Bretar hava valt ein
miðal ágangandi framferð-
arhátt , men teir eru ikki
farnir um miðlinjuna - tað
eg veit um Ein kundi
hugsað sær eina enn meir
ágangandi framferð, til
dømis kundu bretar farið
undir leiting norðan fyri ella
vestan fyri fiskimarkið
Geir Ulfstein vísir eisini
á spurningin um, hvussu
grundlinjan skal strekkjast,
tí fleiri mátar eru at gera tað
uppá
afjonsjurn
Geir Ulfstein hevur ikki ná-
greiniliga sett seg inn í
marknatrætuna millum Før-
oyar og Bretland, men út-
talar seg sum serfrøding
innan havrætt, og við ser-
ligari vitan um Jan Mayen/
Grønland-trætuna, = sum
endaði í Haag-dómstóli-
num. Í hesum málinum fór
Danmark beinleiðis til
Haagdómstólin, uttan fyrst
at boða Noreg frá
— Hetta gjørdi sjálvandi,
at vit fingu eitt sindur ringa
tíð, men ein bólkur bleiv í
skundi settur til at arbeiða
við málinum. Bólkurin um-
fataði umboð fyri stjórnina
og nakrar serfrødingar, sum
kendu til málið og máls-
viðgerð í Haagdómstóli-
num. Eg var við sum hav-
rættarserfrødingur, sigur
Geir Ulfstein
Spurningurin um trætan
um markið skal sendast til
Haagdómstólin hevur verið
umhugsaður í Feroyum
leingi. Geir Ulfstein sigur,
at hetta er sum at kasta ein
terning. Ein kan íkki
frammanundan við vissu
vita, hvat dómstólurin vil
leggja dent á.
— Danmark er ikki partur
í havrættaravtaluni, sam-
bært teimum upplýsingu-
num eg havi, men Danmark
er partur í landgrunnarav-
taluni av 1958, og hon kann
tí brúkast í Haagdómstóli-
num
Geir Ulfstein sigur, at ein
góð orsøk til at fara til
Haagdómstólin er, um bret-
ar gerast ov víðgongdir í
sínum krgvum.
— Danmark hevur royndir
frá slíkum rættarsakum, og
kann væl royna seg aftur.
Haagdómstólurin kann
byggja sínar dómar á bæði
havrættaravtaluna og avtal-
una um landgrunnar
Í artikkul 6 í landgrunn-
aravtaluni er fyrsta krav, at
tað er ein avtala ímillum
partarnar, og er eingin av-
tala, so er tað miðlinjan sum
skal telja um ikki serligar
umstødur gera seg galdandi
Í hesi avtaluni verður
áherðsla løgd á miðlinjuna
sum eitt týðandi prinsipp.
Tá er spurningurin um tað
eru serligar umstødur mil-
lum Føroyar og Stórabret-
land. Eftir mínum tykki
skuldi tað ikki verið nakrar
serligar umstødur sum gera,
at annar parturin kann
krevja undantak frá midlinj-
uprinisppinum
Serligar umstødur kunnu
vera nakrar oyggjar, sum
skulu telja við ella ein ser-
ligur partur av strondini.
Kolbeinsey norðanfyri Ís-
land er eitt tílíkt dómi.
— Men í høvudsheitinum
leggur landgrunnaavtalan
stórri dent á miðlinjuprin-
sippi enn enn havrættarav-
talan, ið ikki nevnir mið-
linjuprinisppi
Artikkul 83 f havrættar-
avtaluni sigur, ar partarnir
skulu hava eina avtalu sin-
amillum. Men hava partar-
nir ikki undirskrivað nakra
avtalu, so skal ein nýggj av-
tala byggja á altjóða lóg,
sum Haagdómstólurin rætt-
víst skal finna fram til.
— Samanbera vit hesar
báðar avtalurnar, so er tað
mest stuðul fyri miðlinju-
prinsippinum í landgrunna-
avtaluni. Hinvegin er einki
til hindurs fyri at Haagdóm-
stólurin brúkar havrættarav-
taluna og finnur út av, at
miðlinjuprinsippið er tað,
sum er mest rættvíst í 6-
semjuni millum Føroyar og
Stórabretland.
— Men — tað er eitt men,
tí í málinum um markið
millum Grønland og Jan
Mayen endaðið tað við
somu loysn fyri markið á
landgrunninum og 200
fjórðinga fiskimarkið. Træt-
an um markið á landgrunn-
inum bleiv loyst við av-
taluni av 1958 (landgrunn-
aravtalan), meðan 200
fjórðinga fiskimarkið bleiv
loyst við ávísing til tað vit
kalla fólkarættarligan sið-
venjurætt. Her bleiv eingin
munur á markinum, sjálvt
um landgrunnaravtalan
klárt vísir til miðlinjuprin-
sippið.
Skilir dómstólurin millum
hvat fyri strandalond vit
tosa um?
— Ja, dómstólurin í Haag
sigur, at miðlinjuprinsippið
er eitt gott útgangsstóðið, tá
strandalondini liggja yvirav
hver ødrum sum Føroyar og
Stórabretland. Hin møgu-
Tolni gevur
leikin er grannahav, sum til
dømis millum Spania og
Frakland. Tá strandalondini
liggja yvirav hvør øðrum er
miðlinjuprinsippið av stórri
týdningi fyri dómstólin.
Kann fara báðar vegir
Geir Ulfstein sigur, at Haag-
dómstólurin í Jan Mayen/
Grønland trætuni væl kundi
havt valt miðlinjuprinsipp-
ið, men hann valdi í staðin
at tilpassa miðlinjuna.
— Grundgevingin var fyri
tað fyrsta strandalongdin og
fyri tað næsta at tryggja
grønlendskum fiskiførum
atgongd til eitt åvist havøki.
Ti liggur markið millum Jan
Mayen og Grønland nú
"nærri Jan Mayen, enn grøn-
"lendsku strondini.
Hann sigur at tað kann tykj-
ast, sum um Haagdómstól-
urin roynir at finna ein mill-
umveg, so báðir partar fáa
eitt sindur.
Hevur stóddin á londu-
num nakran tydning?
— At Føroyar eru eitt lítið
land og Stórabretland eitt
stórt land, skal ikki hava
nakað at siga, og tað stendur
heldur einki í einum dómi
um at rætturin hevur lagt
dent á nakað slíkt, tá teir
hava dømt. Hinvegin kann
ikki útihýsast tann møgu-
leikin, at dómararnir vilja
leggja dent á stødd, hóast
spurningurin ikki er umráð-
andi fyri dómstólin.
Geir Ulfstein sigur, at tað
kann hugsast at føroyingar
kunnu leggja inn nøkur
krøv sum gera, at dómstól-
urin metir tað av týdningi
fyri føroyingar.
— Eins og í Jan Mayen/
Grønland dóminum, har
dentur er lagdur á at grøn-
lendarar skulu hava atgongd
til eitt ávíst øki, so kann
henda at føroyingar kunnu
vísa á eitt ávíst mynstur hjá
einum fiskaslagi. Hetta
mynstrið kann vera við til
at ávirka dómstólin. Um
Føroyar kunnu prógva fyri
Haagdómstólinum, at tosk-
astovnurin ella svartkjafta-
stovnurin ferðast í einum
ávísum øki, kunnu føroy-
ingar fáa dómstólin til at
leggja dent á hetta í sínum
dómi.
Ikki roynt fyrr
Í samband við trætuna mill-
um Føroyar og Stórabret
Nr. 32 — 18. FEBRUAR 1998
land hevur verið ført fram,
at vit kunnu framvegis hava
200 fjórðinga fiskimarkid,
men at Stórabretland kann
hava rættindini langt inn á
føroyskt øki á havbotni-
num. Geir Ulfstein sigur, at
hetta hevur Haagdómstólur-
in enn ikki gjørt nakað við.
— Einasti dómurin frá
Haag-dómstólinum har teir
bæði skuldu seta fiski- og
landgrunnamark er júst í Jan
Mayen/Grønlandd6minum.
Har valdu teir sama mark
Frammundan hevur dóm-
stólurin avgjørt landgrunn-
amarkið.
Kann fiskimarkid broyt-
ast, um bretar vinna í
Haag?
— Nei, tí her er ein endalig
avtala millum partarnar, og
tað kann Haagdómstólurin
einki gera við. At tað í dag
er ein avtala, har miðlinju-
prinsippið er brúkt, talar fyri
at miðlinjuprinsippið eisini
verður brúkt á havbotni-
num.
Krevjandi at
fara til Haag
Geir Ulfstein sigur, at før-
oyingar hava tveir møgu-
leikar, tad er at ganga nøkr-
um av bretsku krøvunum å
møti, ella at fara til Haag-
dómstólin.
— Spurningurin um
hvussu ringa tíð føroyingar
hava er tann fyrsti, sum má
loysast. Kunnu føroyingar
bíða, so gerið tað, og fáið
bretar at koma við einum
útspæli. Tann parturin, sum
kann bíða, hevu. cisini mest
at vinna. At føra eitt rættar-
mål í Haag er krevjandi
bæði figgjarliga, og nógvir
serfrødingar koma inn i
myndina, og málið tekur tíð.
Hvussu umfatandi er ein
fyrireiking til Haagdómstól-
in?
— Tað krevur nógva peng-
£ þa
— Um føroyingar meta,
at tað kravið, teir hava
kravt, er tað mest rætt-
vísa, og tað kravið, sum
kann vinna fram í Haag-
dómstólinum, so síggi eg
onga grund til at víkja
frá hesum kravinum.
Haldið fast og bíðið við
Haagdómstólinum so
leingi tit hava møgu-
leika. Fyri føroyingar er
at vóna at bretar hava
meir skund, sigur norski
havrættarserfrødingurin,
Geir Ulfstein
ar. I Jan Mayen/Grønland
málinum brúktu vit nógva
tíð, pengar og fólk. Her á
lærda háskúlanum í Oslo
vóru vit eini seks-sjey per-
sónar, sum vóru serfrøding-
ar innan fólkarætt, fiski-
vinnu, landafrødid og so
framvegis. Harafturat fingu
vit hjálp frá fólkarættsser-
frødingum í millum annað
Fraklandi, Stórabretlandi og
USA. Hesir serfrødingarnir
eru dyrir. Harafturat koma
embætisfólk, sum arbeiddu
við málinum í stjórnini. Vit
brúktu tilsamans umleið
fimm ár frá tí at danir í 1988
sendu málið til Haag, til
dómurin fall í 1993.
Eini ráð til fóroyingar?
— Um føroyingar meta, at
tað kravið, teir hava kravt,
er tað mest rættvísa, og tað
kravið, sum kann vinna
fram í Haagdómstólinum,
so síggi eg onga grund til at
víkja frá hesum kravinum.
Haldið fast og bíðið við
Haagdómstólinum so leingi
tit hava møguleika. Fyri før-
oyingar er at vóna at bretar
hava meir skund.