mikudagur 18. februar 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 32 — 18. FEBRUAR 1998
tíðindablaðið
(0) AR Á
Enskur serfróðingur heldur fóroyingar vinna marknasak:
Mest sannlikt at undirgrundarmarkið
verður tað sama sum fiskimarkið
— Soleiðis sum eg meti stóðuna verður undirgrundarmarkið nakað sum líkist núverandi fiskimarkinum millum
Føroyar og Bretland. Eitt undirgrundarmark, ið víkur nógv frá verandi fiskimarki hevði helst verið eitt stórt
yvirraskilsi. Hetta sigur Martin Pratt, serfróðingur í marknamálum við Sosialin. Herfyri helt hann áhuga-
verdan fyrilestur í London við heitinum >Whose oil is it anyway — International Boundaries Disputes<
TumMmas Pauui MÝrI
SKRIVAR ÚR LONDON
Í fyrilestrinum kom Martin
Pratt, ið arbeiðir á Universi-
ty of Durham — Internatio-
nal Boundaries Research
Unit — (IBRU) inn á fleiri
spurningar sum hava alstór-
an áhuga fyri føroyingar í
okkara marknatrætu við
Bretland. Landamark deild-
in á University of Durham
er einasta av sínum slag í
heiminum, og er viðurkend
sum fremsti myndugleiki
innan markaspurningar.
Olja og markna-
spurningar
Í jørdini eru tað tilsamans
umleið 310 altjóða landa-
mørk. Av hesum eru fimti
áhugaverd í oljusamhangi.
Sum dømi kunnu nevnast
londini við Norðsjógvin —
Noreg, Bretland, Týskland
og Danmark.
Hugtakið um >landa-
mørk« á havbotninum er
lutvíst nýtt. Aftaná seinna
heimsbardaga byrjaði olju-
ídnaðurin av álvara at um-
hugsa møguleikarnar við
oljuvinnu á havinum. Síð-
ani tá er tøknifrødin vorðin
betri hvørt ár og stórar olju-
keldur funnar á djúpum
vatni. Hetta hevur ført við
sær, at tórvur hevur verið
fyri at gera »landamørk« á
havbotninum, so at stranda-
londini kunnu kanna sær
nåttårurikidømi ið liggja á
havbotninum. Norðsjógvur-
Marknaósemjan fevnir eisini um alt tað stóra økit
in er gott dómi um, hvussu
strandalondini hava býtt
nåttårurikidømi undir hav-
botninum.
Løgfrødi og havrættur
Sambart Sameindu Tjóða
Havrætti (United Nations
Law of the sea Convention
»UNCLOS«) sum kom í
gildi 1994 hava strandalond
fult ræði yvir sjógkinum út
til 12 fjórðingar frá landi.
Harafturat hava strandalond
einkarætt at nýta náttúru-
rikidømi út til 200 fjórðing-
ar ur landi. Er styttri enn
400 fjórðingar millum tvey
strandalond verður tann
tiltikna miðlinjan nýtt sum
mark.
Oyggjar og
UNCEOS kemur eisini inn
á spurningin um oyggjar
kunnu roknast uppí tá fiski
og undirgrundarmørk skulu
setast út í kortið. Nidurstød-
an er, at oyggjar telja eins
nógv og fastlond, tá mørk
skulu leggjast. Tað eru tó
nøkur ting, ið skulu uppfyll-
ast, áðrenn ein oyggj kann
vera roknað uppí, tå mørk
skulu leggjast. Oyggjar —
drangar ið ikki kunnu føda
fólk kunnu ikki teljast við
tá fiski og undirgrundar-
mørk skulu leggjast. Hetta
hevur ført við sær, at Bret-
land hevur slept kravi um
at nýta Rockall í undir-
grundar spurningum.
sunnan fyri Føroyar
„1820 -12%0
-8%0 -420
030
6471
src
Linja Á er fiskimarkid millum Føroyar og Bretland, ið eisini er miðlinja. Linjan B nærri
Føroyum er metta upprunaliga kravid, ið bretar settu sum undirgrundarmark
Fiski — Undir-
grand Pratt kom eisini inn
å fiskimørk og oljumørk.
Midskeidis i 70-årunum
samdust Føroyar og Bret-
land at nyta midlinjuna sum
fiskimark. Tað kann ti tykj-
ast okkum føroyingum tor-
skilt hvi undirgrundarmark-
ið ikki kann vera tað sama
Schiehatlion É-
|
sum fiskimarkid. Martin
segði, at altjóða sidvenja
hevur verið at fiskimerk
og undirgrundarmerk
fylgja hverjum ødrum.
Tað er tó ikki nøkur altjóða
lóg ið sigur, at fiski og und-
irgrundarmørk skulu fylgj-
ast.
Undirgrundar-
samarbeiðið
Tað eru fleiri dómi runt
heimin, har lond eru vorðin
samd um at samarbeiða við-
víkjandi oljurikidømi. Sum
dómi kunnu nevnast Noreg
og Bretland. Í 1976 samdust
londini bæði um at menna
gas kelduna Frigg í felag.
Hetta førdi við sær, at 60%
av inntøkunum fara til
Noreg og 40% fara til
Bretland. Eisini kunnu lond
semjast um at hava felags
ræði yvir einum øki. Hetta
er stødan í Reyða Havinum
har Saudi Arabia og Sudan
ráða í felag í økinum djúpri
enn 1000 metur.
Lond kunnu eisini arbeiða
saman um oljurikidømi utt-
an at vera samd um undir-
grundarmarkið landanna
millum. Hetta er stødan í
økinum rundan um Falk-
lands oyggjarnar í suður-
atlants havi. Her eru Bret-
land og Argentina vorðin
samd um, at fremja kanning
og útvinning av kolvetni hó-
ast ongin semja er um und-
irgrundarmarkið. Hetta
kundi verið ein gongd leið í
marknatrætuni millum Før-
oyar og Bretland.
Samandráttur
Sambart Martin Pratt er al-
tjóða sidvenja at fiski og
undirgrundarmørk skulu
fylgjast. Spurdur um
marknatrætuna millum
Bretland og Føroyar segði
Martin, at mest sannlíka úr-
slit er, at undirgrundarmark-
ið verður tað sama sum nú-
verandi fiskimarkið.
Samreða við
Martin Pratt
Fríggjadagin tann 13. febru-
ar tosaði Sosialurin við
Martin Pratt.
— Hvat heldur tú undir-
grundarmarkið millum Før-
oyar og Bretland verður?
— Tað er altíð sera torført
at spáa um úrslitið av sam-
ráðingunum, men sum eg
síggi støðuna, so verður
undirgrundarmarkið nakað
sum líkist núverandi fiski-
marki landanna millum
Eitt undirgrundarmark, ið
víkur nógv frá núverandi
fiskimarkinum hevði verið
eitt stórt yvirraskilsi.
— Hví verður undirgrund-
armarkið tað sama sum
fiskimarkid eftir tinari met-
ing?
— Miðskeiðis í 70-årunum
samdust Føroyar og Bret-
land um fiskimark landanna
millum, og er tað midlinjan
landanna millum. Ein skal
seta sær spurningin — er
nakað broytt síðani tá, ið
ger, at undirgrundarmarkið
ikki skal vera miðlinjan?
Sjálvur haldi eg ikki. Runt
heimin er siður, at fiski og
undirgrundarmørk fylgjast,
men tað er ikki nøkur lóg,
ið sigur at so skal vera. Er
semja komin um annað
markið — fiski ella undir-
grundarmarkið, so verður
hitt markið tað sama.
— Núverandi fiskimark
millum Føroyar og Bret-
land er ein gentlemen av-
tala. Kanska skulu føroy-
ingar stronkt á at fingið
eina formella bindandi av-
talu um fiskimark, og síð-
ani nýta tað í samráðingu-
num um undirgrundar-
markið?
— Ja, tað hevði verið ein
gongd leið. Eftir mínari
meting, hevur tann bretska
stjórnin verið ógvuliga drál-
andi í samráðingunum. Tað
er í tókum tíma, at bretar
koma við nýggjum útspæli.
— Bretar hava ført fram,
at av ti Suduroyggin er so
langt frå hinum oyggjunum
skal hon ikki telja fult tá
markið skal setast. Hvat
heldur tú um tað støðuna?
— Føra bretar fram hatta
sjónarmiðið gera teir sær
sjálvum eina bjarnatænastu.
Suðuroyggin er ikki nakar
hólmur — umleið 10% av
føroya fólki býr har. Hygg-
ur ein eftir oyggjunum, ið
bretar rokna miðlinjuna eft-
ir, so eru fleiri av teimum
lítlar — nærum hólmar. Til
dømis býr ongin á St. Kilda