Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jan Dagny Jo úller Joensen, Áki Bertholdsen, | ; Emil L. Jacobsen | Eirikur Lindenskov Sveinur Poulsen ! Niclas Johannesen Logmaður, sambandið og heimastýrið Oddagrein LOGMAÐUR spyr í blaðgrein, hvat pínir Javnaðarflokkin? Tað er oddagreinskriv- aranum ikki greitt, men á hesum stað er víst á, at veljarakanningin gav leiðslu Sambandsfloksins ein dyggan frammaná. HESUM roynir Edmund Joensen at vísa aftur! Men tá ein triðingur av Sambands- veljaranum vil hava meiri sjálvstýri, og bara ein lítil partur vil halda fram við heimastýrisskipanini, so er ikki samljóð millum sambandsveljaran og leiðsluna. FORMAÐUR floksins hevur tvíhildið um, at flokkurin vil ikki broyta eitt komma í heimastýrislógini, hóast gongdin seinastu árini - m.a. í samband við >bankabjarg- ingarnar< og tey donsku inntrivini - greitt hevur víst, at skipanin er alt ov ógreið og at hon er alt annað enn fullgóð. Í grein síni harmast sambandsformaðurin um, at eingin ráðstevna verður um heima- stýrisskipanina, nú hon er fimti ár. Hann heldur, at henda ráðstevnan kundi víst á manglar og skeivleikar í heimastýrisskip- anini. Alvaratos. Tað átti hann at kunnað funni út av í sínum dagliga yrki. ANNARS hevði tað verið áhugavert at havt eina ráðstevnu um heimastýrisskip- anina, og gjørt upp fyrimunir og vansar, sum eitt punktum fyri eina skipan, sum nú hevur virkað í hálva eld. Og ikki at staðfesta, um nakað skal broytast í ver- andi skipan ella ikki, sum sambandsfor- maðurin heldur. LOGMAÐUR fer lætt um leiðslutrupulleik- an við at siga, at sambandsfólk velja ikki alment formann sín. Nei, tað ger eingin flokkur, men hetta sigur foroyska almenn- inginum greitt, at formaður sambands- floksins hevur ikki undirtøku millum síni egnu. OG tað er kanska ikki so legið, tá hugsað verður um leiðsluháttin hjá formanninum. Ein tingmaður rýmdi og ein mundi farið. Ongadin í Sambandsflokkinum tykist vera stór. Og ikki hevur tað okt álitið á løgmann, at hann hevur gingið við uppsagnum í bringulummanum, hevur hótt við upp- sagnum og sagt landsstýrismanni upp, tí hann arbeiddi við ætlan, sum løgmadur var tvingaður at gera semju um fáar dagar sein Sosialurin Politisk viðmerking Lýsingar og sela: Jonhard Hammer uppseting og prent: Sosialunn Bústaður: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: post & sosialurin.fo Lítið umhugsaður sjálvstýrispolitikk Viðmerkingar til málið um yvirtøku av Fólkakirkjuni Yvirtøkan av fólkakirkjuni var tad målid, sum fekk mestu umrødu i farnu viku. Málið varð samtykt við aðru viðgerð, men fall við triðju. Uppskotið, sum Tjóð- veldisflokkurin átti, segði í grein eitt, at kirkjan skuldi yvirtakast í ár 2000, meðan grein sjey sigur, at málið aftur skal á tingborð, áðrenn yvirtøkan kann fremjast. Javnadarflokkurin gav uppskotinum undirtøku vid tveimum atkvødum, meðan tríggjar 'óru ímóti. 40% fyri og 60% ímóti. Vit hava í prinsippinum einki ímóti, at eisini kirkjan verður yv- irtikin, men tað ber ikki til at seta í lógina, at hon frá ávísum degi er yvirtikin, tå málið aftur skal á tingborð. Vit høvdu mælt uppskots- stillaranum til at gera hesa broytingina, soleiðis at ver- uliga endamálið var at fara undir tær neyðugu fyri-eik- ingarnar, men tað tóku teir ikki undir við. Við einari slíkari broyting, hevði upp- skotið fingið munandi stórri undirtøku. Uppskotsstillarin = vildi hava endamálið at vera, at kirkjan frá ávísum degi varð yvirtikin. T.v.s. at málið var at profilera ein yvirtøkupol- itikk, heldur enn at vinna semju um eina yvirtóku Fjølmiðlarnir hava gjørt nakað burtur úr Javnaðar- floksins leikluti í hesum máli. Var okkara stóða í tråd við okkara uppskot um set- ar. av stjórnmálanevnd, var høvudsspurningurin. Tad kann kanska undra onkran, men til tess at visa, hvussu spjaddir, vit løgtingsmenn enn standa i sjålvstyris- spurningum, so gav Fólk- aflokkurin við tí radikala sálvstýrinum málinum eina ja-atkvødu, sjálvt eftir landsfundin seinasta viku- skifti, har semja var um, at nú skuldu Føroyar gerast sjålvstødugar. Men júst eitt slíkt mål, sum málið um yvirtøku av kirkjuni, er eitt dømi um lítið umhugsaðan sjálvstýr- ispolitikk. Tað verður tikið niður í rúgvuna, og hesa ferð var kirkjan fyrst fyri. Høvudsmålid, sum so, var ikki at kirkjan varð yvir- tikin, men heldur at Tjóð- veldisflokkurin gjørdi fólk varug við, at teir framvegis arbeiða við sálvstýrismál- um. Tað, sum vit sakna, er, at tað verður lagdur ein meira ætlaður og skipaður sjálv- styrispolitikkur til rættis, so- leiðis at vit hava eitt mál Her kundi verið skilagott at sagt, at lat okkum fyrst brúka orku og pengar til tey mál, sum ikki í dag undir danskari fyrisiting virka nóg væl. Tá hevði kirkjan neyvan staðið ovast, tí flest- ir føroyingar eru nøgdir við kirkjuna í dag, hóast hon løgfrødiliga er undir donsk- um harradømi Fíggjaretirlitið, sum so dyggiliga sveik okkum í bankamálinum, er framveg- is danskt Vit sakna ein politikk, har vit eisini eftirkanna, hvørjar av framdu yvirtøkunum ikki virka nóg væl, ein politikk, har vit seta okkum eitt mál um, at vit útbyggja okkara land, so tað so líðandi er ført til at átaka sær tær uppgáv- ur, sum hoyra einum ný- mótans samfelagi til. Tá menn rópa seg upp á loysing, so mugu teir eisini seta sær sum mál, at Før- oyar eru førar fyri at virka sum eitt sjålvstødugt land. Í einum og hvgrjum nýmót- ans demokratiskum samfel- agi er eitt lóggevandi, eitt útinnandi og eitt dømandi vald. Dømandi valdið t.v.s. løgreglan og alt rættarverk- ið hjá okkum er danskt, og tað ber illa til at tosa um einar sjålvstødugar Føroyar, har tú mást biðja danir átaka sær at dóma okkum, um vit gera eitthvørt revsuvert. Men hetta kostar pengar, og tad er uttan iva orsøkin til, at hetta av sokalladum sjálvstýrishugaðum — ikki verður nevnt sum eitt å- trodkandi mål. Kirkjan kostar minni, og tí verður hon tíkin fram. Men kann man fremja eina discount- loysing í Føroyum? Skulu vit bert yvirtaka tað, sum lítið og einki kostar? Hin vegin kann tað tykj- ast oyðslut at tosa um 14 mió. kr. til hesa yvirtøku, tá hugsað verður um, at mið- nåmini lógu still í 3 vikur fyri 400.000 kr, og tá hugs- að verður um, at tey røktar- krevjandi í hesum landi ikki Tjóðveldisflokkurin vildi profilera ein yvirtøkupol- itikk, heldur enn at vinna semju um eina yvirtøku, sigur Jóannes Eidesgaard fáa nøktandi tænastu. Og tá alt kemur til alt, so mugu tjóðveldismenn liva við okkara stóðu, men vit skulu tó minna teir á, at seinast, vit høvdu uppskotið um setan av stjórnmála- nevnd fyri á tingi, tá at- kvøddu teir ikki fyri. Men tó hevur uppskotið um setan av stjórnmála- nevnd framvegis sum mál at finna fram til, hvat vit við breiðari politiskari undir- tøku kunnu fremja å sjålv- stýrisleið. 15. februar 1998 Jóannes Eidesgaard floksformaður SOLARIUM & Essalág 13 - 100 Tórshavn Tlf. 15017 Keyp ella leiga eitt solarium Føroyingatelagid i Århus Vestergade 48 D, 8000 Arhus C Áarstova er opin månad.— hósdag kl. 16-18 Fríggjakveld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00. Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19. Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15- 17. Styrkivenjing og motion í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19. Flogbóltur í Frydenlund skolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Sertiltøk: Hoyrið telefon- svararan á tlf. 86-180604 | }