hósdagur 19. februar 1998síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Nr. 33 — 19. FEBRUAR 1998
tíðindablaðið 0070)
Hetta er ein deyðsfella hjá manning og ferðafólki:
Tvær neyðútgongdir á
Smyrli sveisaðar aftur
Manningin á
Smyrli er ógvu-
liga ótrygg. Tvær
neyðútgongdir
eru sveisaðar aft-
ur og tað kann
gera skipið til
eina deyðsfellu,
um illa vil til,
siga tey
AKI BERTHOLDSEN
- Kemur sjógvur í skipið á
dekkið, so skipið fær slag
síðu, eru vit fangað sum
rotturnar í felluni. Tað er
tann vissi deyði
Ella kemur eldur í, er
ongin vegur út. Tað verður
eisini tann vissi deyði
Manningin á okkara
størsta strandfaraskipi,
Smyrli, er sera ótrygg við
viðurskiftini umborð.
Fyri einari tíð síðani
vórðu tvær neyðutgongdir
umborð á Smyrli sveisaðar
aftur
Tað fær nógvar av mann-
ingini á Smyrli at kalla skip-
ið eina deyðsfellu
Manningin hevur fleiri
ferðir gjørt vart við, hvussu
ótrygg hon er við tað, sum
er hent, men tað er sum at
sláa í eina dýnu: Teimum
verður ikki ønt aftur
Talan er um tvær neyð-
útgongdir niðriundir, á
dekkinum, at tvær neyðut-
gongdir eru sveisaðar aftur
Tað er á dekkinum ið
koyggjurnar eru
Fýra neyðútgongdir eru
niðriundir, tvær har afturi
og tvær har frammi, ein í
hvørjum borði.
Men so varð gjørt av at
gera tvær av teimum heilar
við at sveisa tær aftur.
Har afturi er tann í stýri-
borð sveisað aftur og har
frammi er tann í bakborð
sveisað aftur.
Tað vil siga, at hjá ferða-
fólki inni á kómurum, hjá
manningini, sum býr niðri-
undir og hjá teimum í mask-
inuni, eru møguileikarnir at
sleppa til rymingar i eini
neydstødu avmarkadir 50%.
Og hetta líkar manningini
sera illa
Nøkur av manningini,
sum Sosialurin hevur tosað
við, siga, at Smyril er blivin
ein rættilig deyðsfella síðani
hetta er gjørt.
Tey vilja ikki leggja navn
til síni úttalilsi fyri ikki at
koma illa fyri afturfyri at
gera vart við hetta.
--Men stødan er tann, at
vil illa til, er tað tann vissi
deyði hjá gllum, sum eru
speiskliga av Smyrli. Tí
legst skipið á tað borðið, har
neyðutgongdin er stongd,
ella kemur eldur í, eru vit
deyð. Tað er ongin bøn, siga
ey
Tey siga, at tey hava gjørt
vart við, at talan er um eina
deyðsdellu, men tað verður
bara ypt øksl og sagt, at
hetta er fyri at bjarga skip-
inum.
Tey halda, at tað er stórur
mótsetningur ímillum tey
trongu skipakrøvini sum
Henda neyðutgongdin í
stýriborðið har afturi er
sveisað aftur. Verða fólk
fangað her í eini
neydstødu, er tað tann
vissi deyði. har frammi
er tað øvugt, ti har er
neyðutgongdin í
bakborði sveisað aftur
stødd niðri undir, skuldi ein
neyðstgða tikið seg upp.
Sagt verður, at kemur t.d.
sjógvur í skipið, og tað legst
á síðuna, sum tað fer at gera,
um sjógvur kemur í tað, er
eitt púra vist: At antin eru
øll nidriundir har afturi báði
manning, ferðafólk og
maskinfólk, fangað í eini
deyðsfellu, ella tey har
frammi - alt eftir hvørja síð
u, skipið leggur seg á
Tað verður tann vissi
deyði, leggja tey afturat
Ella tak nú, at eldur kem-
ur í skipið.
Tá er tað so skjótt, at
ikki slepst út igjøgnum aðra
neyðútgongdina fyri eldi og
royki. Tvs, at kemur eldur í
í „skeivum borði“, er alt
fólk, sum er niðri undir,
fangað, og hevur ongan
møguleika at sleppa út.
Stødan hjá fólkinum niðr-
iundir verða ikki minni
hættislig av, at tað tað eru
tjukkar neyðhurðar fyri,
sum verða lætnar aftur, ant-
in automatiskt, ella við
handamegi í eini neydtødu
Øna ikki aftur
Manningn á Smyrli sigur,
at tey hava fleiri ferðir gjørt
vart við sina 6nøgd
Og tey hava eisini bdid
um eina frágreiðing um, hví
tvær so týdningarmiklar
neyðutgongdir eru sveisad-
ar aftur
- Men tað hevur verið
sum at sláa í eina dýnu, tí
ongin ønir okkum aftur, siga
tey á Smyrli
Men tey siga, at tey
kunnu hugsa sær til, at hetta
er gjørt fyri at tryggjað
skipið, t.d. so at sjógvur ikki
skal sleppa inn niðriundir.
— Tvs, at alt verður gjørt
fyri at tryggja skipið. Men
„skít“ verður við fólkinum
— Fólkið skal drepast fyri
at bjarga skipinum siga tey
eru, og so at blokera tvær
neyðutgongdir tí harvið
verður fólkið offra fyri at
bjarga skipinum
Og tey halda eisini, at táið
ein neyðutgongd var í
hvørjum borði, ái har afturi
og har frammi, má tað
upprunaliga vera tí, at hildið
var at tað var neyðugt fyri
tryggleikan hjá fólkinum
Annars siga tey avgjørt,
at skipið er í fínasta standi,
so tey halda, at tað er stórt
spell, at tey skulu noyðast
at hava slíkan ampa av eini
neyðutgongd
Tíverri hava vit ikki fing-
ið nakra viðmerking, hvørki
frá Skipasýninum, ella frá
Strandferðsluni.
A Skipasýninum var
hvørgin sýnsmaðurin inni,
og á Strandferðsluni var
tekniski stjórin burturstadd-
ur og stjórin varð upptikin.
Lesarabrav
fy ye
Finnbogi Isakson var ov bráður
Sera fávitskut av Finnboga
Ísaksyni at grundgeva við,
at Sørvågsfjørdur verður
Sørvågsfjørdur.hvussu vikir
og vendir. Verður ikki Nóls-
oyarfjørdur eisini hin sami,
hvussu víkir og vendir? Og
harvið Kirkjubønes og
Glyvursnes? Og verður
okkara kæri høvudsstadur,
Havnin, íkki eisini hin
sami?
Formaðurin í Tjóðveldis
flokkinum Heini O. Hein
esen, hevði neyvan funnið
uppá at úttala seg so fjákut
sum Finnbogi, fyri tað um
em veljarakanning gav
flokkinum slilka fram
gongd. Utta!an frå Finn
boga kann bara skaða flokk-
in á landsplani!
John S. Myllhamar
Jogging sett - jakki
og buksir - hvítt, |
grátt. |
|
Eisini nýggir kjólar, |
stuttir svartir.
Canvastaskir 99,-
NOA - NOA
f
P/f 29
í Tréndargøtu
TIf. 18200