Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 33 — 19. FEBRUAR 1998 Pia Gjellerrup hevur sitið í fólkatinginum síðani 1987. Síðani valið í 94 hevur hon verið formaður í tingbólki javnaðarfloks- ins og er í dag figgjarpol- itiski talsmaðurin hjá flokkinum. Hon er næst- formaður í fíggjarneynd- ini. Eitt skrifti var hon ráðharri. Adrenn hon kom å følkating var hon lokal- politikari i fimm år. Hon er útbúgvin advokatur. -Ég velt IKKI, hvussu ein ger hetta upp. Vit mugu síggja, hvat serfrødingarnir siga. Tá vit hava eitt grund- arlag at arbeiða út frá, mugu vit so tosa við føroyingar fyri at finna eina loysn, sum føroyingar kunnu liva við og sum inniheldur eitt endurgjald, ið er knýtt at søluni av partabrøvunum. Hvat vidvikur føroysku fólkatingsumboðunum, so heldur Pia Gjellerup ikki, at tað eru hesi, sum mynda tað, ið vanligi danski fólka- tingsmadurin heldur um Føroyar og føroyingar. -Tad er væl eingin loyna, at tey orðini, sum Oli Breckmann mangan brúkar á fólkatingsins rgðarapalli og tann mátin hann argu- mentarar uppá, fáa oftani tað ringasta fram í einum. Men vit hava tíbetur hitt og kenna so nógvar aðrar føroyingar, at vit vita væl, at tað, sum hesin eini fólka- tingsmadurin stendur fyri, er ikki tað, sum allir aðrir føroyingar annars standa fyri. Pia Gjellerup vísir á, at hóast Breckmann nýtir eitthvert høvi at leggja eftir tí sonevndu sosialistisku stjórnini í Danmark, so leggur hann heldur fingr- arnar ímillum, tå fólkatings- sessurin skal brúkast ímóti sínum måtstødumonnum í Føroyum tvs. hann brúkar hann til at reka føroyskan innanrikispolitikk. -Men er ikki vandi fyri, at orðavalið og argu- mentatiónshátturin hjá Breckmann júst er við til at fáa danir, sum annars eru vinarliga sinnaðir móti fóroyingum, at skifta hest og heldur venda sær móti føroyingum! -So nógv telur Oli Breck- mann heldur ikki í danska ordaskiftinum um Føroyar. Tå haldi eg tað er meira týð- andi, hvat Edmund Joen- sen, løgmann, Jóannes Eid- esgaard, Marita Petersen ella aðrir føroyskir polit- ikarar siga. Tey føroysku politisku umboðini í Før- oyum hava nógv stórri týdning fyri uppfatanina hjá vanliga dananum av føroy- ingum og Føroyum enn t.d. fólkatingsmenninir hava tað. -Men hava tit gjórt nokk fyri at bóta um ringu viðurskiftini, sum hava verið millum fóroyska og danska javnaðarflokkin! - Vit hava kanska tikið alt hetta ov givið. Tí má eg við- ganga, at vit hava ikki gjørt nokk fyri at varðveita og betra sambandið millum flokkarnar báðar. Men eg havi varhugan av, at tað verður gjørt meira við hetta nú. Pia Gjellerup heldur, at vitjanin hjá Nyrup í Før- oyum herfyri heyði stóran týdning í so máta. -Tað er tíðindablaðið S061a/utn ómetaliga tydningarmikid, ikki minst tá tú er ósamdur um nakað, at tú kanst hyggja hvør annan inn í eyguni. Hetta mugu vit gera meira við. Upp til føroyingar Hvussu heldur Pia Gjel- lerup annars , at rikisfel- agsskapurin skal síggja út í framtíðini! - Vit vilja vera sera varin við at siga, hvussu hetta skal skipast. Tað má fyrst og fremst vera ein spurningur, hvussu føroyingar sjálvir fata hetta. Tí fylgja vit væl við í tí orðaskifti, sum hevur tikið seg upp í løgtinginum um, hvussu føroyingar ætla sær at nútímansgera ríkis- felagsskapin. Pia Gjellerup leggur áherðslu á, at danir leggja seg ikki út í, um tað skal vera henda heimastýrislógin ella ein heilt onnur lóg, sum kemur burtur úr. -Vit ætla okkum hvørki at krevja, at Heimastýrislógin skal vera galdandi fyri allar dagar ella at nøkur onnur lóg skal koma ístaðin. Vit vilja fegin tosa um øll hesi viðurskift- ini, og vit eru opin fyri øll- um nýggjum møguleikum fyri samstarvi, eisini um tal- an verður um at nútímans- gera felagsskapin. -Tað eru tey, sum halda, at danski politikkurin mótvegis Føroyum í sein- astuni í veruleikanum hevur miðjað móti at tvinga føroyingar at taka meira sjálvstýri! -Ti kann cgavgjørt vísa aftur. Eg haldi hinvegin, at vit í Danmark hava gjørt nógv tyr at hjálpa tør- oyingum at loysa kreppuna. Eingin ivi skal vera um, at vit í sosialdemokratiska flokkinum alla hesa tíðina hava víst stóra virðing fyri føroyska fólkinum. At tað so eru vit, sum hava verið noydd at sita við borðendan, tá nógv stór og tung tek skuldu takast, og hetta hevur ávirkað uppfatanina hjá føroyingum av okkum sosialdemokrratum, tað er so nakað, sum vit mugu liva við. Men mistøk, sum eru gjørd mugu sjálvandi rætt- ast. Eitt føroyskt útspæl -Hvussu fer stjórnin at takla eitt komandi fóroyskt útspæl! -Vit vilja gjarna lurta eftir føroyskum sjónarmiðum og argumentum. Men hvat kemur burtur úr øllum hes- um hevur eisini nógv við føroyska útspælið at gera. Vit hava upplivad føroysk úspgl, sum einki sum helst skil var í. Og tá løgmaður kemur og sigur, at Danmark eigur ábyrgdina av allari kreppuni, og at tað merkir, at Danmark skal bera 3 mia. kr. av skuldini, so er tað nakað, sum vit ikki kunnu góðtaka. Pia Gjellerrup sigur víð- ari, at um partarnir í ulgangsstøduni eru ógvu- liga langt burtur frá hvørj- um gðrum, so verður ein noyddur at metast eina- staðni. Hvar tað verður er ringt at siga nakað um nú -Men er tað rímuligt, at føroyingar skulu gjalda eina so høga rentu m.a. fyri lán, sum byggja á misinformatión! -Tað er nakað, sum má viðgerast og sum fólka- tingið undir orðaskiftinum -BÓNDASTEIK Aa RESTAURANT Ut av håsinum: Hvønn dag frå kl. 17 - 22.30 — Í matstovuni: Sunnudag til fríggjadag frá kl. 17-22.30 eisini tók upp til viðgerðar mótvegis stjórnini. Tað verður rættiliga avgerandi at finna fram til, hvussu skuldin kann gjaldast aftur og hvussu rentan skal vera RIO BRAVO * Tørsgøta 11 * Tlf. 19767