Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 33 — 19. FEBRUAR 1998 - Tað rakar meg kortini persónliga, at slíkt hendir Ég havi sett meg inn í mál ið og hevi gjørt mær mínar metingar - Tað undrar meg, at før oyingar fóru so langt, tí vit vístu sjålvi, at tað var log- andi galið - So kunnu vit tosa um, hvert vit hava latið okkum lokkað av útlendskum kapi- tali, sum ikki var botnur í. - Persóni haldi eg, at vit hava verið ov blåoygd, og hava lurtað ov nógv eftir teimum „klóku“, uttan mun til um teir vóru føroyingar ella útlendingar, sigur Eyð un J ohannessen - Vit eru ov småsår I sínum danska arbeiðsum- hvervi tosar hann um hetta, men har hava fólk meira fjølbroyttar áskoðanir enn tær, sum hava verid frammi i Danmark - Tá tey gera gjøldur burt- urúr tí botnleysa karinum í Føroyum, so verður tað sagt við eina farra av skemti. Tað duga føroyingar ofta ikki at skilja. Tá so er, haldi eg , at føroyingar eru ov smásárir. - Tað,sum pínir meg mest, er hvussu okkara egnu mál- bera seg, og hvussu jánkar- sligir teir føra seg fram, sig- ur Eyðun Johannessen og leggur aftrat, at tað ikki er føroyskir politikarar, sum fåa hann at kenna seg stolt- an, av at vera føroyingur. — Skilir tå, at føroyingar nú tosa um loysing? - Tad skilji eg væl, og eg haldi, at vit nå skulu fara undir eitt veruligt ordaskifti, tí hetta er fyrstu ferð, at so nógvir flokkar vilja endur- skoða heimastýrislógina. - Tad,at so nógv eru fyri loysing, er gott høvi, eisini fyri at koma burtur úr tí naggatørn sum ræður. Ístað- in fyri at kasta skarn eftir hver øðrum, áttu vit at tosa um hesi viðurskifti, og hvussu skipanin skal vera í framtíðini. - Sum nú er, eru alt ov nógvir leysir endar. Politik- ararnir hava tagt, tosað og agiterað fyri ella ímóti, men tað er so nógv, sum ikki er komið fram í ljósmála. Upprudding og sjálvstýri - Nú er greitt, at um sjålv- stýri skal hava nakra mein- ing, so skal ruddast upp. - Persónliga haldi eg tað vera uppá hægstu tíð, umvit skulu gera okkum vónir um framtíðina. Serliga nú so nógv nýtt er fyri framman. Eitt nú oljuvinnan og tað, sum er tengt at henni, setir krøv til okkara. Nú mugu føroyingar sleppa sær und an skjurtuvelinum hjå døn um Eg veit væl, at tad er trúttað niður í okkum, at vit eru so gestablíð. Tað er ein dygd at vera fólkaligur og og sidiligur, men vit skulu dekan í fari ikki góðtaka alt, men tað krevur mót og á- ræði, sigur leikstjórin. Spurdur, hvat hann heldur framtíðin hevur at bera før- oyingum, mentanarliga og samfelagsliga, sigur Eydun Johannesen, at um mett verður út frå mentanarligum listaarbeiðinum fyri 100 ár- um síðan, so er langt á mál. Tá var mentanin ein partur av fólksligu sjálvstýr- isrørsluni, ið tók seg upp um hetta mundið. Fólk fóru undir at málningalist og at yrkja, umseta úr útlendsk- um, skriva løg, o.s.fr.. Hetta var alt gjørt út frá tjóðskap- arligu sannføringini. - Fólkið fekk við tidini eisini føroyskt mål inn í kirkju og skúla og inn í donsku umsitingina við heimastýrisskipanini. - Aftaná at Heimastýris- lógin varð sett í gildi, haldi eg, at skipanin yvirtekur tjédskaparrørsluna, sum gjørdist partapolitisk. Ment- anarliga arbeiðið, sum var ein breið hugsjón, varð nú umsitin av politisku flokku- num. Mentamál komu nú inn í lóggávuna og tingið skuldi umsita, stuðla og skipa mentanartiltók. Eitt nú fingu vit listasøvn, bóka- søvn o.a. stovnar. Tað merk- ir, at tad, sum var sprottid úr fólkinum, varð yvirtikið av tí almenna. I 60 og 70 árunum varð nógv tosað um, hvat polit- isku flokkarnir vildu við mentanini. Av og á hava verið settar nevndir at gera mentanarálit, men tað hevur higartil fingið sera fáar po- litiskar avleiðingar . Flokk- arnir hava ongantíð tikið stóðu til at føra mentanar- politik, sigur Eydun Jo- hannessen. Mentanarpolitik, sum livir i nåtidini — Hvat heldur tå politisku flokkarnir skulu gera? - Um orðaskifti um sjålv- stýri ella loysing kemur nú, gevur tað als onga meining, um politisku flokkarnir ikki taka týðiliga støðu til ment- anarmál, og hvat skal gerast hesum viðvíkjandi. - Ein berandi partur av orðaskiftin um føroyskan A III Eg ynski at gerast limur í Navn Geta — Býur/bygd AMNESTY ( = internaronaL Feroya Deild Postboks 1075 FR-110 Torshavn Postgiro 56359 tíðindablaðið NT mentanarpolitik, eina ment- an, sum livir í nútíðini. Har eru føroysku listafólkini ein náttúrligur partur av heild- ini. Tað er har føroyska ger- andismentanin - hjá tær og mær verður speglað gjøg- num ymsu listagreinarnar, sigur Eyðum Johannessen og skoytir uppí: - Politikkur skapar onga mentan í sjálvum sær. Hóast Eyðun Johannesen hevur arbeitt í Danmark og hinum Norðurlondum í 20 ár, so hevur hann havt stundir at vitja heimaftur í arbeidsørindum. Her er tað sjóleikurin „Glataðu Spælimenninir“, eftir Willian Heinesen, sála, sum var framførdur í Norðurlandahús- inum fyri nókrum árum síðan Ferðafólkasambandið millum Føroyar og Skotland eigur at verða uppafturtikið! Spurningurin er, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur til tess at tryggja móguleikum fyri nøktandi ferðafólka- og farmaflutning millum Føroyar og Skotland? Asannandi at avgerð sam- gongunnar, við sjálvstýris- flokkinum á odda, um at niðurleggja ferðafólkasam- bandið millum Føroyar/Ab- erdeen var sera óheppin og helst hevur skatt umdømi Føroya sum ferðaland var tað, at Miðflokkurin í skrivi dagfest 14.03.97 og aftur í skrivi 09.05.97 heitti á tá- verandi landsstýrismann í samferðslumálum um at finna eina loysn ferðafólka- flutninginum viðvíkjandi. I frågreiding til Føroya landsstýri >Sjófarleið til Skotlands< verður m.a. upplýst, at tað ferðast uml. 12000 fólk árliga við Smyrli til Skotlands og at alt í alt er ferðafólkatalið til og frá Skotlandi umleið 11% av samlaða ferðafólkatalinum. Eigur at verða tikið uppaftur Miðflokkurin er av teirri áskoðan, at ferðafólkasam- andið millum Føroyar/Skot- land eigur at verða tikið uppaftur og at farmaflutn- ingur eigur at verða tryggj- aður so nøktandi sum gjør- ligt. Hvat ferðafólkaflutn- ingi viðvíkur, kundi ein loysn verið t.d. at siglingin bert var um summarið — einar 4,5 mánaðir um árið. Av Strandferðsluni hevur verið upplýst, at slík sigling helst hevði givið eitt hall uppá kr. 600.000. Tá er roknað við somu ferða- seðlaprísum sum hava verið galdandi, tá Smyril á sinni røkti farleiðina. Javnvágur — kanska eitt avlop — kundi fingist til vega, við at ferðaseðla- kostnaðurin varð hækkaður nakað og annars við gktari tænastu. Framvegis kundi tå før- oyingurin havt møguleikan fyri eini »biligari« ferð til eitt land, har gott og bíligt er at ferðast í. Nógvir fyrimunir Umframt, at tað úr Skot- landi er vegasamband til Europeiska meginlandið, eigur at havast í huga, at í Skotlandi eru nógvir út- bugvingarstovnar, alterna- tivir vinnumeguleikar og stórir møguleikar fyri sam- handli Í nevndu frágreiðing verður m.a. sagt: >tað er tó trupult at seta nexv tøl á ávirkan av betri sambandi við Skotland, men tað er givið, at gott samskifti við Skotland hevur positiva á- virkan fyri føroyska sam- felagið á tann hátt, at møgu- ligt er at fáa hægri prís fyri partar av utflutningsvøruni, at møguligt er at fåa bilig- ari innflutningsvøru. Har- umframt gevur samskifti menningarmøguleikar bæði fyri vinnuni og fyri fóroysku mentanina« Einki er at ivast i, at áhugamál í Skotlandi høvdu áhuga í at ferðaflutnings- sambandið landanna mill- um kom í eina nøktandi legu, og kundi tad ti kanska verið eitt hugskot hjá t.d landsstýrinum at kanna henda møguleika og fingið eitt skilagott samstarv í lag Hvat ætlar landsstýrið at gera? Nú oljuvinna eisini eftir øll um at dóma stendur fyri durum, eigur landsstýrið at kenna ábyrgd og viðvirka til loysnir, eisini á nevnda eki, sum í síðsta enda uttan iva fara at roynast samfelags- gagnligar Mong bíða tí nú, og ynskja at frætta, hverjar ætlanir landsstýrið hevur til tess at tryggja møguleikum fyri nøktandi ferðafólka- og farmaflutning millum Før- oyar og Skotland? Eiði 14.02.98 Tordur J. Niclasen