Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

2IRVænG In nr SOS UU) In Herólvur Joensen, leiðari á Oljufyrisitingini: Vinnunevndin gjørt eitt gott arbeiði -Eg haldi talan sum heild er um skilagóðar broytingar, sum ein samd Vinnu- neynd hevur gjórt í uppskotinum til oljulóggávu. Tað er kanska ein styrki fyri allar partar, at bæði landsstýrið og løgting eru samd um, hvørjar útbjóðingar skulu gerast. At allar tænastur og vóru skulu yvir fóroyska bryggjukant er eisini í lagi. Jan MÚLLER Løgtingid fer í dag undir 2 viðgerð av uppskotinum til kolvetnislóg fyri Føroyar Málið varð til 1. viðgerð í november í fjør og hevur síðani tá verið til viðgerðar í vinnunevndini, sum nú í breiðari semju hevur latið tinginum álit í málinum Nakrar broytingar eru gjørdar í mun til uppruna- liga uppskotið. Tað bygdi so í mestan mun á frágreið- ingina hjá Oljuráðlegging- arnevndini, sum hevur ar- beitt við hesum málinum í fleiri ár Millum broytingarnar eru m.a. at allar verur og tæn- astur, sum hava samband við leiting á føroyskum øki, skulu veitast yvir føroyska keikant ella flogvøll. Ein onnur broyting er, at løg- tingiå skal samtykkja við lóg åtbodsøkini og tær van- ligu treytirnar, sum lands- stýrið tekur stig til. Tvs. at landsstýrið kann als ikki bjóða øki út til oljufeløg, uttan at hesi fyrst eru góð- tikin av legtinginum Uppskotið hjá landsstýr- inum var, at løgtingid skuldi bara fáa eina frágreiðingin frammanundan, hvørji øki verða boðin út. Uppskot var eisini at hava ein sokallaðan „open door“ politikk. Hetta kann ein eisini hava, men tað treytar so, at løgtingid hevur samtykt, at tad økid skal vera „open door“. Men ikki at løgtingid tá skal leggja seg út í smálutir. Herólvur Joensen, leiðari á oljufyrisitingini sigur við Sosialin, at tær broytingar, sum Vinnunevndin leggur upp til, í nógvum fórum eru rættiliga skilagóðar -Er tað so, at løgtingið vil sleppa at góðtaka økini, sum boðin eru út og tær al- mennu treytirnar, so er hetta gjørt uppá ein sera skila- góðan máta. Merkir tað so eisini, at løgtingid í næstu fasu fer at loyva fyrisiting- ini so mikið víðar karmar, at ein kann hava samráð- ingar við olufeløg 0.0. uppá ein skilagóðan máta, so nýt- ist tað ikki at vera verri, at tað er samtykt við lóg, hverji ski skulu bjóðast út og hverjar standardtreytir skulu verða galdandi. Tað verður kanska tverturímóti ein styrki. Við at nakað verður samtykt við lóg, so er tað alt tað samlaða al- menna sytemið, sum er samt. Hvat viðvíkur broytingini um, at tað skal við í lógina um, at alt skal yvir føroysk- an keikant, sigur Herólvur Joensen, at teir upprunaliga, at hetta var ikki neyðugt, tí tað kanska gjørdi lógina minni liðiliga. -Hinvegin er kravið ikki annað enn tað, sum olju- rådleggingarnevndin i grundini mælir til, at ein skal gera í loyvinum. Nú verður hetta so bara flutt eitt stødi upp í sjålva lógina. Tá tað so samtíðis verður givin ein undantaksheimild í ser- ligum fórum, so haldi eg, at tað eigur at bera skipanina. Oljufeløg positiv Uppå fyrispurning um olju- feløgini kunnu kenna hetta sum nakra forðing, sigur leiðarin á Oljufyrisitingini, at almennu fráboðaninar frá oljufeløgunum eru tær, at tað er líkamikið fyri tey, tí tey vilja arbeiða út frá Føroyum kortini. -Tað einasta, sum kanska er eitt sindur vist, er spurn- ingurin um, hvar tú veitir undantøk og ikki. Tað kundi kanska verið ynskiligt, at tað varð meira nágreiniliga orðað í lógini um bryggju- kant, nær ein kann gera und- antøk, at fyrisitingin fekk eina betri vegleiðing um, nær slík undantøk kunnu gerast. Tað verður sagt, at hetta er í serligum førum og eitt dømi verður brúkt, og tað er, tá heilir pallar skulu inn á gki. Herólvur Joensen spyr, hvussu ein skal fyri- halda sær, tá talan er um eina palleind. Um ein partur av einum palli verður fram- leiddur í útlandinum, skal hann so á land í Føroyum! Oljupolitiskt orðaskifti Hvat gðrum broytingum viðvíkur sigur Herólvur Joensen, at her er so tað nýggja við, at tað skal vera eitt oljupolitiskt orðaskifti annadhvørt ár. Tað verður so sett beinleiðis upp í lóg- ina. -Tað kann sjálvani lasta fyrisitingina, um hon skal koma við einum áliti upp undir einum slíkum orða- skifti, men eg trúgvi íkki, at nakar kann hava nakað ímóti tí. Herólvur Joensen heldur annars, at mátin, sum Vinnunevndin hevur gjørt álitið uppá, er umsitingar- Nr. 33 — 19. FEBRUAR 1998 Leiðarin á Oljufyrisitingini, Herólvur Joensen er sum heidl nógdur við tær broytingar, sum Vinnunevndin skjýtur upp í áliti sínum til oljulóggávu. liga at liva við. Leiðarin á Oljufyrisiting- ini er sum heild nøgdur við viðgerðina av oljulóggáv- uni. Hóast tað hevur tikið tíð, so heldur hann hetta vera rætta mátan. - Vit hava alla tíðina sagt, at tingmenn skulu taka sær neyðugu tíð- ina og er tað ein samd vinnunevnd, sum kemur við hesum, so signalerar ta styrki meira enn nakað annað. Utbjoding seinni í ár Sum leiðari av Oljufyri- sitingini er Herólvur Joen- sen kanska ein av teimum mest „útsettu“, tá talan er um fyrsta útbjóðingarum- farið í føroyskum øki. Vit spurdu hann, hvat tad hevur at siga, at útbjóðingin er nakað seinkað. -Vit eru øll greið yvir, at tað er eitt sindur óheppið at skula útseta nakað, tí olju- feløgini hava brúkt nógvar pengar uppá fyrireikingar. Men hinvegin haldi eg vit hava alla tíðina spælt við opnum kortum yvir fyri oljufeløgunum. Vit hava alla tíðina verið ærligir og sagt, at vit eru í eini sam- rådingarstødu við Bretland um mark, sum ger, at vit fáa ikki farið út og víst á ein ávísan dag fyri utbj6dingini. Herólvur Joensen sigur, at tað liggja nakrar avgerðir, sum mugu vigast upp móti hvørjari aðrari. -Løgmadur hevur eisini greitt sagt frá, hvat hann raðfestir fremri av hesum báðum. Hetta vita olju- feløgini, og tey flestu visa eisini hesum respekt. Herólvur Joensen sigur, at tað verður miðjað móti at hava eina útbjóðing í seinnu hålvu av hesum árinum. Tað merkir, at fyrstu loyvini verða ikki latin oljufeløg- unum fyrr enn á vári í 99. Sær hann ein vanda fyri, at oljufeløgini orsakað av seinkingini og tí sera lága oljuprísinum kanska fara at missa áhugan fyri tí før- oyska økinum! -Oljuprísurin er nakað, sum ein støðugt må hava við í tonkunum, og tað hava vit eisini. Men higartil hava oljufelggini, sum vit hava samband við, ikki signal- erað, at tey fara at taka seg úr gkinum. Tey hava víst á generella tendensin, at ein minkar um leiting, tá prís- urin er lágur, men ikki nak- að ítgkiligt av tí slagnum. Kanska heldur tvørturim6ti halda fleiri oljufeløg, at lági prisurin fer ikki at standa leingi við aftrat. -Kann lági oljuprísurin, um hann stend::r við, ikki heilt broyta fortreytirnar undir tí komandi føroyska skattapolitikkkinum! -Tað er ilt at meta um. Men tað verður helst eisini ein spurningur um , hvar vit seta skattasatsirnar. Skulu vit Ld. hava ein serligan oljuskatt aftrat okkara parta- felagsskatti osfr. Hetta er nakað ein ein má rokna eitt sindur uppá av nýggjum, áðrenn skattauppskotið verður gjørt liðugt. Uppá fyrispurning um vit føroyingar eru tilreidar og hava neyðugu ekspertisuna at gera skattalógir ol. sum kunnu verða eitt hóskandi mótspæl til tað, súm stóru multinationalu oljufeløgini fara at spæla út við sigur Herólvur Joensen, at hetta sjálvandi er ilt at meta um. -Út frá einum almennum sjónarmiði kann sigast, at tað møguliga er brúk fyri at økja um førleikan á ym- iskum stigum og pørtum av umsitingini tað verið seg í oljuumsitingini, í skattaum- sitingini, í umhvørvisum- sitingini osfr. Tað verður arbeitt á hesum økjum at økja um henda førleika. Hvat sigur leiðarin á Oljufyrisitingini til tað orðaskiftið, sum hevur tikið seg upp um privat og almenn oljufeløg? -Eg kann bert vísa á, at tann almenni politikkurin er tann sami, sum vit hava signalerað alla tíðina. At málið hjá Føroyum og føroyskum myndugleikum er at fåa skapt eitt olju- umhvørvi, sum er merkt av kapping, og at vit vilja hava nógv og góð og sterk olju- feløg inn á føroyskt øki at leita eftir olju. Hinvegin er tað eisini eitt greitt moment í arbeiðinum hjá bæði landsstýrinum og hjá løg- tinginum, at ein vil hava ein ágóða til føroyska sam- felagið tvs. at ein ella annar háttur fyri føroyska luttøku vil ein frøda seg um frá føroyskari síðu. Herólvur Joensen vísir á, at tann luttøkan kann so aftur fremjast uppá nógvar ymiskar mátar. Tað nýtist ikki at vera beinleiðis lut- tøka í einum oljufelag. Tað kann eisini vera keyp av vørum og tænastum frá før- oyskum fyritøkum, tað kann vera upplæring av før- oyingum fyri at luttaka í øllum stigum í oljuvinnuni. Hann hevur annars ongar viðmerkingar til tað al- menna oljufelagið, sum tal- an hevur verið um. Tað situr ein nevnd og arbeiðir við tí. Ahugin stórur Herólvur Joensen sigur, at áhugin millum oljufeløg fyri at leita á føroyska øk- inum framvegis er stórur. Talan er helst um eini 25 til 30 oljufeløg, sum sýna Før- oyum åhuga.