hósdagur 19. februar 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 33 — 19. FEBRUAR 1998
tíðindablaðið SO
Grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe:
Teir gomlu partrolararnir klára
seg betur enn teir nýggju
Tað er niðurstóðan í eini kanning sum Grannskoðarafel-
agið hevur gjórt av einum stórum parti av partrolaraflot-
anum. Teir hava kannað roknskapirnar hjá 28 av teimum
33 partrolarunum í fóroyska flotanum og kanningin vísir,
at hóast skipini eru gomul og slitin, so eru tey tann mest
effektivi parturin av partrolaraflotanum
SVEINUR POULSEN
Tað hevur verið nógv tosað
um stuðul til fiskiskipini í
longri tíð, og málið er ser-
liga aktuelt nú íløgustuðulin
fellur burtur 1. mars.
Í Suðuroy siga teir seg fáa
stórar trupulleikar um stuð-
ulin verður avtikin. Teir siga
at vandi er fyri, at uml. 350
arbeiðspláss hvørva, um
ikki ein onnur stuðulsskip-
an verður gjørd.
Landsstýrið hevur sagt, at
teir arbeiða við ymsum ætl-
anum. John Petersen, lands-
stýrismaður, segði fyri kort-
um at nýggja stuðulslóg-
gávan skal beinast tann veg-
in, at stuðulin fer til at end-
urnýggja flotan og ikki til
at lappa uppá tað gamla.
Osmundur Justinussen,
reiðari á Stjørnuni og Polar-
hav, segði við Sosialin í
gjár, at verður fløgustudulin
avtikin, so er stórt sæð 6-
møguligt at reka skipini vid-
ari.
Hann segði eisini, at hann
so verður noyddur at um-
hugsa at sleppa sær við
skipini.
Í Vestmanna er sama skil.
Dánjal Jacobsen, reiðari á
Vesturbúgvanum, sigur, at
møguleikarnir fyri at reka
bátin víðari eru smáir, fyri
ikki at siga heilt ongir.
Gomlu skipini
klára seg betur
Tað er tí ein sera áhugaverd
kanning sum Grannskoðar-
afelagið Rasmussen &
Weihe almannakunngjørdi í
gjár.
Teir hava kannað 28 teim-
um av 33 partrolarum í før-
oyska flotanum og eru
komnir til tað niðurstøðu, at
teir gomlu partrolararnir
fíggjarliga klára seg betur
enn teir nýggju.
Grannskoðarafelagið
hevur samanfatað eina nið-
urstødu í trimum punktum,
og tað teir hava fingið
burtur úr er, at
— tann elsti parturin av
flotanum er tann, sum
økonomiskt er mest
effektivur
— teir smærru trolararnir
eru økonomiskt effek-
tivari enn teir størru
— meginparturin av
studninginum í 1996
varð latin teimum
nýggjaru trolarunum
og størru skipunum,
tvs tí minst økonom-
iskt effeltiva partinum
av flotanum
Roknskapir visa sostatt ikki,
at nýggj, stór og nýmótans
skip eru effektivari enn tey
gomlu sæð frá einum bú-
skaparligum sjónarmiði; tað
er heldur tvørturim6ti.
Grannskoðarafelagið
sigur í tíðindabrævinum, at
tað sigur seg sjálvt, at tað
er mark fyri, hvussu leingi
eitt skip kann halda fram
við at sigla, men við góðari
røkt og ábótum, kann tann
mekaniska livitíðin eftir
øllum at dóma verða longd.
Í longdini er neyðugt at
endurnýggja flotan, men ein
umfatandi kanning eigur at
gerast av økonomiska eff-
ektivitetinum fyri allar part-
ar av flotanum, áðrenn
stóða verður tikin til, um
stuðul skal veitast til eina
endurnýgging, og hvussu
hetta skal gerast, sigur
Grannskoðarafelagið Ras-
mussen á Weihe.
Fiska meir fyri minni
Tað eru 33 partrolarar í før-
oyska fiskiflotanum, og av
teimum eru tveir triðingar
millum 18 og 37 ára gamlir,
meðan bert 4 av 33 bátum
eru yngri enn 8 ár.
I talvu Í hevur Grann-
skoðarafelagið sett upp
veidinøgd og søluvirdi, og
tað sum greitt kemur fram
er, at teir nýggjaru trolarar-
nir fáa meira fisk, men sølu-
virðið er lægri.
Teir 4 partrolararnir sum
eru yngri enn 8 år fiskadu
uml. ein fjórðing av teimum
35.464 tonsunum partrolar-
arnir fingu í 1996, men teir
fingu bert 4,06 kr. í miðal
fyri kg.. Miðalavreiðingar-
prísurin fyri allan partrol-
araflotan var 5,44 kr./kg.
Teir båtarnir sum fingu
mest burturúr veidini vóru
teir sum eru eldri enn 18 år
Teir millum 18 og 27 år
fingu 6,08 kr. fyri kg og teir
sum eru millum 28 og 37 år
fingu 5,99 kr. fyri kg.
Tað, at teir gomlu trol-
Grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe hevur kannað aldurin og lønsemi hjá stór-
um parti av fóroyska partrolaraflotanum, og niðurstóðan er, at tað eru teir gomlu
trolararnir sum eru økonomiskt effektivari
(savnsmynd)
—
Maskinorka
600-K50 HK
SS1-1000 HK
Talva 4: Stuðulsbýti í
Aldur 0-7 ár
Talva 3: Rakstrartøl pr. kg. råfisk. (859
Trolarar
Miðalaldur Urslit áðrenn rentur
og avskrivingar
pr. kg. råfisk
1.000 kr
8-17 år 18-27 år
6 av partrolarunum)
Talva I: Veidinøgd/søluvirødi |
Aldur 0-7 år 8-17 år 18-27 år 28-37 år latt
Trolarar 4
Veidinøgd í 1996 (tons) K 248 10.064 9 466 6NF 464
Verdinøgd í % 28 4% 26.7 e*
Seluvirðið í 1.000 kr 444 6.55 56 84 46
Midal avreidingarprisur 4.06 kr/kg S 61 kr/ke 608 k Pr Á kr. A
Talva 1 vísir, at næstan tveir triðingar á Í
fisk men søluvirdid er lægri
Talva 2: Rakstrartøl pr. kg. råfisk. (85% av partrolarunum
Årgangur Trolarar Urslit áðrenn Rentur og Urslit áðrenn |
rentur og avskrivingar avskrivingar stuðul pr. kg |
pr. kg. ráfisk pr. kg. råfisk råfisk Í
ry 7 í år)
NO (8-17 ár á
IS Á
0-69 (28 år)
Á , áðr 5
gu
Úrslit eftir rentur og
avskrivingar, men áðrenn
stuðul pr. kg. ráfisk
28-37 ár lait
Kelda: Tidindabræv nr. 8, februar 1998, Grannskoðarafelagið Rasmussen á Weihe
ararnir fáa mest fyri veiðina
sæst eisini aftur á úrslitin-
um.
Talva 2 vísir eina upp-
stilling yvir rakstrartølini
fyri skipini. Her er bert talan
um 28 av teimum 33 par-
trolarunum. Tað er tann
parturin av roknskapunum
sum Grannskoðarafelagið
hevur havt møguleika at
kannað.
Í talvu 2 síggja vit, at teir
»gomlu« trolararnir hava
tað besta rakstrarúrslitið
áðrenn stuðul, samstundis
sum hesir trolararnir hava
klára sínar skyldur
Renturnar og avskriving-
arnar hjá teimum gomlu
trolarunum eru nógv lægri
enn tær eru hjá teimum
nýggju trolarunum, og tað
spælir sjálvandi inn.
Sambært talvu 2, so
síggja vit, at:tað eru teir 8-
17 ára gomlu trolararnir
sum hava besta úrslitið áðr-
enn rentur og avskrivingar;
1,16 kr. pr. kg. ráfisk. Sam-
stundis eru tað hesir trolar-
arnir sum hava mestu rent-
una og størstu avskriving-
arnar pr. kg. ráfisk, nevni-
liga 1,11.
Tað vil siga, at tað akkuråt
melur runt, fåa teir ikki
studul.
Teir minstu klåra
seg best
Verður uppbýtið gjørt efiir
maskinorku, so sigur kann
ingin, at tað eru teir minstu
trolararnir sum klóra seg
best
Teir hava 0,82 kr. pr. kg
ráfisk eftir áðrenn rentur og
avskrivingar. Aftaná rentur
og avskrivingar eru 0,39 kr
pr. kg. ráfisk eftir. Og tá er
ongin stuðul íroknaður
Teir størru trolararnir
hava tað truplari. Partrolarar
við maskinorku millum
851-1000 HK hava -0,10 kr
pr. kg. ráfisk eftir áðrenn
rentur og avskrivingar, so
her restar í
Um skuldina hjá partrol-
arunum, sigur Grannskoð-
arafelagið at samlaða skuld-
in hjá teimum 33 partrol-
arunum í 1996 var 135 mió
kr. Hetta svarar til eina mið-
alskuld uppá 4,8 mió kr
Tann sum hevði størsta
skuld, skyldaði 18 mió. kr.,
meðan tann sum skyldaði
minst, hevði eina skuld upp
á I mió. kr
Eginognin hjá partrolar
unum var í 1996 uml. 40
mió. kr. og tað svarar til sløk
2
3
< (
Grannskoðarafelagið sig
ur at enda, at ein eginpen-
ingur av hesi stødd neyvan
kann sigast at vera nøktandi
í einum flota vid einum
miðalaldri upp á 23 ár