Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 33 — 19. FEBRUAR 1998 tíðindablaðið Ý | KIRRA 13 Lagt til rættis: Eiríkur Lindenskov Tå hon ikki fekk starvast fulla tid sum lærari valdi hon at útbúgva seg av nýggjum. Birgit Nattestad í Miðvági er onnur føroyska kvinnan, sum hevur útbúgvið seg sum koyrilærari. Nú fer aftur at bera til at taka koyrikort í Vágum Fyrr í hesum mánaðinum stóð Birgit Nattestad endaligu føroysku Fyrr f hesum månadinum stóð Jóna Birgit Nattestad í Miðvági endaligu royndina sum koyrilærari, og er hon nú onnur av tveimum før- oyskum kvinnum, sum hava prógv sum koyrilærari. Birgit Nattestad er annars útbúgvin skúlalærari, men tá hon fyri ngkrum árum síðani fekk trupulleikar við hondunum, varð mælt henni frá at starvast fulla tíð sum ærari. — Eg helt kortini ikki, at royndina sum koyrilærari eg skuldi liva sum partvís avlamin av teirri søk, og ti fór eg at kanna, hvat annað eg kundi tikist við - eg vildi finna okkurt, sigur Birgit Nattestad. Tí fann hon upp á at søkja inn á koyrilæraraskúla niðri - og hon slapp inn At útbúgva seg sum koyr- ilærari tekur 14 mánaðir, og byrjaði Birgit Nattestad í september 1996. Fyrsti part- ur á skúlanum er ein for- roynd á Politiskúlanum, og út at koyra hana skalt tú klára fyri at sleppa víðari. Síðan byrjar frálæran í ferðslulóg, teknikki og ped- agogikki. Við eini fortíð sum fólkaskúlalærari lá ræðið fyri hjá Birgit Natte- stad við tí pedagogiska - og mestu trupulleikarnar hevði hon við tí tekniska, greiðir hon frá. — Men vit hjålptu væl hvør øðrum - eg við tí ped- agogiska, og menninir við tí tekniska... Hon skal læra fólk i Vagum at koyra bil Í augustmánaði í fjør byrjaði hon so at koyra við næmingum í Keypmanna- havn. Hetta var eitt slag av starvsroynd, har hon koyrdi við einum næmingi saman við einum lærara. Fyri at klára hetta skuldi hon klára fýra rutur. Fyri at fáa prógvið skuldi hon sjálvandi eisini til próv- tóku í koyrifrålæru, og var tá ein politimeistari og ein frá danska bileftirlitinum vid i bilinum. — Tå skuldi næmingurin hjá mær fyrst koyra við mær sum lærara, og síðani skuldi eg sjálv prógva, at eg var fór at koyra bilin, greiðir hon frá. — Tá eg so hevði lokið prógvið í november í fjør, helt eg meg vera lidna, men fyri at kunna starvast sum koyrilærari í Føroyum, so skuldi eg eisini til eina koyr- iroynd f Føroyum, sigur Birgit, sum nú er klár at søkja um loyvi at virka sum koyrilærari í Føroyum Birgit Nattestad dylur ikki fyri, at hon hugsar sær at starvast sum koyrilærari í Vágunum, tí har hevur eingin koyrilærari verið í fleiri ár I Føroyum eru nú 20 koyrilærarar. Flestu teirra geva bert frálæru til persón bil, men hjá trimum teirra ber umframt til at læra at koyra lastbil og motor- súkklu Hetta er ein hvítur O 27.600 krónur. Her e pel Kaptain Fø 7136 X I er er hann avmyndaður á kaiini í bandi við kongavitjanina í 1963, tá Christianskirk; 1963 + frå . Hann kostaði Klaksví í sam- an varð vígd Hýruvognar í Klaksvík Hvítur Opel Kaptain frá 1966, Fø 7154. Hann kostaði 28.600 krónur og kom til Klaksvíkar á Nordoyastevnu við gamla Roki saman við hvíta Opel Rekord Fø 7554 hjá Ludvík Kjeldnes. Báðir vóru hýruvognar og koyrdu hjá Bilstødini Lagt til rættis: Manni Høgnesen Hvitur Morris Oxford Fø 1223 hjå Peturi Eliasen, keyptur i 1960. Madurin å myndini er Olaf Joensen. Myndin er tikin å Oyrarvegnum