Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið sostkalurin Nr. 33 — 19. FEBRUAR 1998 Jarðleggur lívsgrundarlagið við einum pennastroki: Fingu skattalætta í januar men missa arbeiðið í mars Norðstreymoyar Javnaðarfelag ger nú vart við seg og mótmælir, at John Petersen tekur lívsgrund- arlagið undan Vestmenningum AK! BERTHOLDSEN Hetta er so mótsigandi, at vit skilja einki av hesum í Januar mánaða gav An- finn Kallsberg fiskimonn- um skattalætta. I Mars mánaða tekur partamaður hansara, John Petersen, arbeiðið frá fiski- monnum... Nú eru tey politisku fel- øgini so smátt farin at gera vart við seg ímóti ætlanini hjá Landsstýrinum at taka íløgustuðulin av nú 1. mars. Fyrst at gera vart við seg var Norðstreymoyar Javn- aðarfelag, men tað frættist, at onnur feløg eisini eru far- in at ressast og fara vænt- andi at mótmæla ætlanini. Tað er serliga í teimum plássum, sum verða meinast rakt av at iløgustudulin verður tíkin burtur, at fólk eru farin at gera vart við seg T.d. hava í Sosialinum víst á, hvussu vanlukkuligar avleiðingar tað fer at fáa fyri Suðuroynna, har tað fer at kosta einum 350 fólkum ar- beiðið. um djupvatnstrolar- arnir missa tað góðu milli- ónina, teir fáa í part í fløgu- stuðuli um árið. Men eisini í Vestmanna og í Lorvík fer tað at svíða fast, tí har standa og fella bátarnir, sum eru høvuds- grundarlagið undir fiski- vinnuni í teimum plássun- um, vid fløgutstudulinum. Felags fyri øll er, at sagt verður, at fáa bátarnir fløgu- stuðul í trý-fimm ár afturat, er sloppið um tað ringasta, og so klára teir seg sjálvir Hinvegin hava teir ongan møguleika at standa seg sum er. Teir stóru trolarararnir fáa eina góða millión í part í íløgustuðuli, men vist verð- ur á, at hetta er ein stuðul, sum er samfelagsgagnligur, tí skipini kasta nógv meiri av sær í seinna endanum, enn tey fáa í stuðuli í fyrra endanum. Jarðleggja lívsgrund- arl Tað hevur leingi verið greitt, at fløgustudulin fór at fella burtur 1. mars í ár. Men tað er ikki fyrrenn nú, knappar 14 dagar fyri evstamark, at fólk eru farin at ressast ímóti ætlanini Og fyrsta, politiska fel- agið at leggja kortini á borðið er Nordstreymoyar Javnaðarfelag, sum vil góð- taka, at John Petersen tekur lívsgrundarlagið undan all- ari Vestmannabygd við ein- um pennastroki. --Hetta er so margháttligt og sjálvmótsigandi, at vit skilja t að ikki, sigur Birgir Waag Høgnesen, nevndar- limur í felagnum. — Í fjør brúkti Anfinn Kallsberg nógva tíð, og nógva orku uppá at snikka eina skipan til, sum gav Vesturbúgvin er flaggskipið hjá Vest- menningum. Verður iløgustudulin tikin burtur Í. mars, sum ætlað, er tað mest sannlíkt, at vestmenn- ingar missa hann Verður stuðulin tikin burtur nú, er tað mønustingurin hjá Vestmanna, og tað er ein beistagerð, sum ikki verður gloymd, sigur Norðstreymovar Javnaðarfelag fiskimonnum skattalætta frá 1. januar í år Men samstundis tekur partamaður hansara í Tinga- nesi. arbeiðið frá fiski- monnum við einum penna- stroki við at taka íløgustuð- ulin av frå 1. mars. Eitt ræduligt bakkast Javnaðarfelagið í Norð- streymoy sigur at verður í- løgustudulin tíkin av nú, sum ætlað, verður tað eitt ræðuligt bakkast fyri vest- menningar. — Skattaprosetið er í topp og verður fløgustudulin skryktur burtur í einum, eru eingi útlit fyri, at tað kann lækka í bræði. Javnaðarfólk í Vestmanna siga, at ongin hevði hugsað sær, at iløgustudulin skuldi verið í gildi í allar ævir. — Men tað verður ein vanlukka at taka hann av nú í einum, heldur enn at lata hann halda fram í eini trý- fimm ár afturat, men at lækka hann so líðandi hesi árini, tí tað tola skipini og klára at laga seg til eina nýggja skipan. Eini 30 húski Norðstreymoyar Javnaðar- felag sigur, at í Vestmanna eru tríggir lemmatrolarar, sum fáa íløgustuðul, og at tað sigur seg sjálvt, at stuð- ulin má ómgeguligt skrykkj- ast burtur í einum Vit tosa um eini 30 húski, sum eru beinleiðis knytt at hesum trimum troi- arunum Og hartil skal teljast alt arbeiðsfólkið á virkjunum, teir avreiða til og tey eru heldur ikki so få — Tvs, at vit tosa um eina heila bygd, sum er á veg ú í eitt arbeidsloysi, sum kanska verður verri enn tað var nakrastaðni í 1993. Og tað må John Petersen ikki sleppa at tveita okkum í A landsfundi Javnaðar- floksins í Trongisvági í nov- ember í fjør samtykti flokk- urin at rættast var, at fiskur- in kemur upp á land at verða virkaður — Vit í Norðstreymoyar Javnaðarfelag skilja hetta eisini sum eina áheitan á fiskimálaráðharran um at bera so í bandi, at fløgu- stulin verður minkaður so líðandi, so at tað merkist sum minst, at hann fellur burtur. — Tað skal í hvussu so er standa fast, at vit í Norð- streymoy fara ikki at gloym- a tað beistagerð tað er, um John Petersen sleppur at skrykkja lívsgrundarlagið undan vinnuliga krumtapp- inum í Vestmanna, ljóða út- gangsorðini hjá Vestmanna Javnadarfelag. Tórshavnar Býráð må taka óvanlig stig at loysa bráðneyðuga tørvin á barnaansing: Fer helst at mæla til at leingja barns- burðarfarloyvið upp í hálvtannað ár — Tad er nú greitt, kontant- hjálpin verður ikki sett í verk aftur í Havn, so at fólk kunnu fáa pengar út- goldnar fyr: at taka børnini úr kommunulu barnaansingini ÅKI BERTHOLDSEN Líkt er til, at á býráðsfundi í Havn í kveld, er býráðið at umrøda spurningin um at mæla”Landsstyrinum til at leingja barnsburdarfarloyv- ið upp í hálvt annað år. Tvs, at býráðið fer at mæla til, at farloyvið verður longt eitt heilt ár Elin Lindenskov, formað- ur í Sosialu nevnd hjá bý- ráðnum, sigur, at hon roknar við, at býráðið fer at semjast um at senda landsstýrinum eina slíka áheitan Sosiala nevnd hjá Býráð- num hevði fund um barna- ansingina týskveldið. Eftir at fundurin seinasta týsdag mátti avlýsast, tí tríggir limir møttu ikki upp, gekst betur hesuferð. — Nevndin var fullmann- að, men, hvat enn betur var, hon var samd, sigur Elin Lindenskov. A fundinum skuldi nevndin umrøda, hvussu tær 2,5 milliónirnar verða best brúktar, sum eru settar av á fíggjarlógini fyri í ár til aðra barnaansing enn tað, sum nú er. Elin Lindenskov sigur, at ymsir møguleikar vórðu umrøddir, men at enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvør loysnin verður. , Tó er greitt, at teir bý- ráðslimir, sum vilja hava kontanthjálpina setta í gildi aftur, mugu ganga frá sín- um. Býráðið hevur gjørt eina kanning og í sosialu nevnd eru vit púra samd um, at tann loysnin kann ikki setast í verk aftur, at foreldur fáa eina ávísa upphædd - eimar 1500 krónur um mán- aðan - fyri at taka børn síni syrgja fyri barnaansingini sjálvi. Sostatt skal ein onnur loysn veljast, og tað er tað, sum býráðið arbeiðir við. Elin Lindenskov sigur, at høvudsmålid hjá Sosialu nevnd er at útvega eini 50- 60 ansingarplåss afturat f år. — Men hvussu tað skal gerast, nú viðgerast nærri. Lei farloyvið Elin Lindenskov sigur, at tørvurin á barnaansing er so stórur, at tað er greitt, at Býráðið má taka óvanlig stig fyri at loysa hann. — Eitt, vit hava tosað nógv um, og sum eg haldi, at vanlig semja er um í bý- ráðnum, er at vit mugu ar- beiða fyri at leingja barnsburðarfarloyvi fyri at lætta trýstið á ansing- arplåssini. Eg vænti, at vit fara at mæla býráð- num til at arbeiða fyri tí. Hon sigur, at tað, sum býráðið helst fer at mæla til, er, at leingja farloyvið eitt heilt ár, upp í hálvt annað ár. Men, hvussu tað skal fíggjast, er ikki vidgjørt. Tað kann verða fyri minni løn, ella við stuðuli frá ALS, ella okk- urt annað. møguliga verður málið umrøtt longu í kvold