hósdagur 19. februar 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SR
Nr. 33 — 19. FEBRUAR 1998
på
tíðindablaðið 5017
15
loða
Jameika av
Men FSF fær einki svar upp á avbjóðingina, sum fyrstu
ferð varð send fyri trimum mánaðum síðani
Jameika, grannarnir hjá Ku-
ba í Karibiska havinum,
hava vunnið sær pláss í HM
endaspælinum, sum verður
í Fraklandi í juni og julí í
ár.
Sum allar hinar 31 tjóð-
irnar, sum eru á veg til enda-
spælið, so gera teir í Jam-
eika nakað við fyrireiking-
arnar, og sum tíðin nærkast
til stóru sløgini skulu standa
í Fraklandi, so verða fyri-
reikingarnar alt meiri inten-
sivar.
Ætlanin hevur verið og er
ivaleyst, at landsliðið hjá
Jan Allan Miiller er altíð
til dystin fús, tá ið
landsliðið fer út at
ferðast
teimum skal koma til Eur-
opa nakrar vikur, áðrenn
farið verður undir kapping-
ina í Fraklandi, soleiðis at
teir kunnu venja seg vid
klokkuna, veðurlagið og alt
annað, sum sigst spæla inn.
Men teir hava havt ein trup-
ulleika. Hann er, at tað hev-
ur verið torført at fáa mót-
stødulid at spæla venjing-
ardystir ímóti.
Hetta er komið fyri oyr-
uni á teimum í FSF, og teir
hava bjóðað seg fram:
— Hjá okkum er tað altíð
ein trupulleiki at finna onn-
ur landslið at spæla venj-
ingardystir ímóti. Í novemb-
er hoyrdu vit, at teir í Jam-
eika fegnir vildu hava ein
landsdyst síðst í mai, og vit
vóru skjótir at bjóða okkum
fram, sigur Ísak |
Mikladal, aðalskrivari í
Fótbóltssambandinum.
Eitt telefaks varð sent
til fótbóltssambandið í
Jameika. Feroyingar
bjóðaðu seg til at spæla
móti Jameika í Danmark
27. mei, sum er ein mik-
udag, men enn er einki
svar komið:
— Vit høvdu ímyndað
okkum, at dysturin kundi
verið í Brøndby ella
onkra aðra staðni á høv-
uðsstaðarleiðini — kanska
í Parkini, um tað hevdi
borið til! — men vit hava
framvegis einki hoyrt frá
teimum, sigur Ísak Mikl-
adal, sum enn eina ferði |
hevur spurt seg fyri eftir. |
einum svari. jh
Bara niggju av føstu
monnunum við til Spania
Landsliðið skal spæla fýra venjingar-
dystir teir tíggju dagarnar í Cadiz
Fyrrapartin í dag fer fót-
bóltslandsliðið á sína fyrstu
uttanlanda ferð í ár. Teir
lætta úr Vágum klokkan ell-
ivu, og tað ganga meiri enn
tólv tímar, áðrenn teir verða
komnir upp á pláss í Cadiz.
Steðgað verður í ein góðan
tíma í Keypmannahavn, og
í Madrid verður steðgað fýr-
a tímar, áðrenn síðsti tein-
urin í flúgvara verður flogin
til Sevilla. Henda teinin tek-
ur tað 55 minuttir at flúgva.
Landsliðið lendir í Sevilla
klokkan 22.40, og tað verð-
ur miðnátt og meiri enn tað,
áðrenn teir nítjan spælarar-
nir og hini fimm í ferða-
lagnum kunnu krúpa undir
fjarðarnar á gistingarhúsin-
um í Cadiz.
Uni út og Símun
og Djóni inn
Ferðalagið er umleið tað,
sum vit nevndu í síðstu vik-
u, men onkrar smávegis
broytingar eru gjørdar.
Í síðstu viku var spælara-
talið átjan, men nú er tað
nitjan. Uni Arge, sum í løt-
uni er á journalistskúlanum
í Aarhus, hevur givið avboð.
Tað ber honum ikki til at
fáa frí frá skúlanum, verður
orsøkin søgd at vera
Allan Simonsen vildi
hava nítjan spælarar við til
Spania. At hann í fyrstu at
løgu hevði átjan á listanum
mundi ivaleyst komast av,
at hann vónaði at fáa Óla
Johannesen við, men tað
eydnaðist ikki.
Nýggir í ferðalagnum eru
Djóni N. Joensen úr B36 og
Símun Eliasen úr Aarhus
Fremad, sum vit í síðstu
viku søgdu stóð á bíðilista.
Níggju av festu
manningini mangla
Tað kemur næstan ikki fyri,
at landsliðið hevur somu
manning í tveimum dystum
árað. Tær S1 ferðirnar, sum
landsliðið síðani 1988 hev-
ur spælt móti øðrum FIFA
limalondum, er tað bara ein-
a ferð komið fyri, at teir
somu ellivu tvær ferðir upp
í slag hava verið á vellinum
frá frysta bríksli . Hetta kom
fyri á heysti í 1990, tá Før-
oyar fyrst vunnu 1-0 á Eyst-
urríki í Landskrona og so
taptu 4-1 móti Danmark í
Keypmannahavn.
Men hóast tað eru broyt-
ingar so al siga hvørja ferð,
so eru tær ofta fáar og smá-
ar, og tað er rættuliga eyð-
sýnt, hvørjir so at siga hoyra
til føstu manningina
Spælararnir, sum i dag
fara til Spania, eru hesir
Jens Martin Knudsen, Bjar
ni Johansen, Henning Jarn
skor, Magni Jarnskor, Poul
Ennigarð, Øssur Hansen,
Heðin á Lakjuni, Jens Krist-
ian Hansen, Arnbjørn Dan-
ielsen, John Petersen, Hans
Fróði Hansen, Allan Mørk-
øre, Pól Thorsteinsson, Bar-
tal Eliasen, Jens Erik Ras-
mussen, Jan Allan Miller,
Djóni N. Joensen og Símun
Eliasen.
Føroyar skulu fyrst í juni
spæla fyrstu ferð í EM und-
ankappingini. Tann dysturin
verður í Estlandi, og venj-
ingarlegan í Spania má met-
ast sum fyrsta stigið í fyri-
reikingunuin til henda dyst-
in og til undankappingar
dystirnar, sum sambært
skránna skulu spælast í
summar og í heyst
Ein nærliggjandi spurn-
ingur er tí, hvussu liðið man
fara at síggja út í summar,
og um tað nú ber til at spæla
tað liðið saman, sum um
nakrar mánaðar skal um-
boða Føroyar.
Ofta gongur tað skjótt við
broytingum í fótbóltsheim-
inum. Onkur spælari, sum
hevur verið álit, verður
kanska skaddur, onkuntíð
vísir tað seg, at onkur spæl-
ari hevur ilt við at halda
stødid, sum hann áður hevur
víst, og tíbetur vísir tað seg
eisini, at ungir spælarar
mennast og trýsta onkrar
aðrar av liðnum
Hetta er ein veruleiki,
men tað er CISINI cin Veru
leiki, at Allan Simonsen
hevur hildið ógvuliga fast
um tann bulin, sum hann í
fýra ár hevur roynt at sam-
anspælt til eina eind.
Við hesum í huga og uttan
at ganga nøkrum ov nær, so
loyva vit okkum at sláa fast,
at í mesta lagi níggju av
teimum fyrst valdu hjá venj-
aranum eru við á ferðini í
Spania. Teir eru Jens Martin
Knudsen, Henning Jarn-
skor, Magni Jarnskor, Pól
Thorsteinsson, Jens Krist-
ian Hansen, John Petersen,
Allan Mørkøre og Jan Allan
Miiller
Hinir tiggju ella tann
størri parturin av ferdalagn-
um i Spania, mugu metast
sum skiftisspælarar. Summ-
ir teirra, t.d. Jens Erik Ras
mussen og Såmal Joensen,
mugu metast at vera tætt at
liðnum, meðan aðrir, t.d
Hans Fróði Hansen, Poul
Ennigarð og Heðin á Lakj-
uni mugu metast at vera
framtíðar spælarar, sum á
venjingarleguni skulu sann-
føra venjaran um, at hann
eigur at taka teir vid, tå hóp-
urin skal veljast til EM und-
ankappingar dystirnar.
lløgan og úrtskan
Vid omanfyri standandi ver-
uleika f huganum er spurn
ingurin ikki langt burtur, um
ein venjingarlega av hesum
slagnum er til nakra nyttu
ella um tað er nakað sam
svar millum iløguna og úr
tøkuna
FSF rindar spælarunum
dagpening, meðan teir eru
burtur, men annars fer einki
úr kassanum hjá Fótbólts-
sambandinum. Venjingar-
legan er ein líður í avtaluni
millum FSF og UFA, sum
á hvgrjum ári í sambandi
við venjingarleguna rindar
ferðina og uppihaldið
At tað ikki ber til at sam-
anspæla eitt lið er sera spell.
Hetta er einasta ferðin á ár-
inum, at venjarin hevur
spælararnar undir hond í
tíggju samanhangandi dag-
ar, har tað ber til at venja
fleiri ferðir um dagin, at
tosa um viðurskiftini og at
royna tað í dystum, sum
verður vant
Men hetta eru altso treyt
irnar. At Todi, Jákup og Jul-
jan heldur vilja venja við
sínum feløgum er væl skilj
andi, og at Jan Dam og Oli
Johannesen ikki kunnu fara
vid, er sera spell
Men uttan mun til hvør
er vid og hvør ikki er vid,
so ber tað altíð til at dvølja
vid spurningin, um tad fæst
burtur úr venjingarleguni,
sum tað ber t'! at fáa burt-
urúr
Venjarin hevur valt sínar
spælarar, og tað er bara
hann, sum hevur tað av
gerðina. Men onkuntíð ivast
tú í, hvat tað eru fyri grund
gevingar, sum búgva aftan
fyri valini. Onkrir spælarar
sum eru valdir, hava eftir
ollum at døma ikki nakra
framtíð á landsliðnum. og
teimum førunum hevði tað
verið nógv skilabetri at tíkið
onkrar ungar menn við, sum
um tvey ella trý ár fara at
pikka upp á landsliðsdyrnar
Fyri teir hevði tað verið
áhugavert at sæð, hvussu
tað gongur fyri seg, tá
landsliðið er burturi í øðrum
londum og venur, og fyri
venjaran og framtíðar liðið
hevði tað verið gagnligt
Dystirnir
A ferðini í Spania skal
landsliðið spæla fýra dystir
M6tstødan verður ivaleysa
stór, men í ongum førinum
verður talan um rættuligar
landsdystir
Fyrsti dysturin verður
móti gamla venjaranum hjá
Allani Simonsen, Sepp Pi
ontek, og hansara besta liði
úr Silkeborg. Danska sup
erliguliðið er í hesum døg
um á venjingarlegu í Span
la, og teir skulu spæla móti
Føroyum sunnudagin
klokkan 15.30
Annar dysturin verður
móti Rostelmash, sum er úr
russisku 1. deildini. Tann
dysturin verður týsdagin í
komandi víku klokkan
15.30
Triðji dysturin verður
hósdagin í komandi viku
Hann verður móti Club San
Fernando úr Spania, og
hann verður spældur klokk-
an 18
Tað hevur verið upp á tal,
at landsliðið eisini skuldi
spæla móti Aarhus Fremad,
felagnum hjá Símuni Elia
sen, sum er á venjingarlegu
í Spania, men tá vit seinna
partin í gjár vóru í sambandi
við skrivstovuna hjá FSI
var ikki greitt, nær hesin
dysturin verður spældur. jh