fríggjadagur 20. februar 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið Sosialurin
Nr. 34 — 20. FEBRUAR 1998
Ein minniligur útróðrardagur
Hilmar Bech, lærari í Porkeri hevur savnað tilfarið um tann tiltikna ringa útróðrardan síðst í 19.
old, sum kundi verið sannur skaðadagur fyri Porkeris bygd
Hilmar BECH
LEGGUR TIL RÆTTIS
I teirri tidini, tå føroyingar
brúktu årabåtarnar til út-
róðrar, eru tíverri mangar
hendingar farnar fram, har
nógvir ikki bóru boð í bý,
meðan aðrar frásagnir eru
um tilburðir, sum sigast
kann um, at tað var eitt
undur at teir komu aftur.
Her í Porkeri hoyrdi tú
eldri fólk ofta siga frá ein-
um ringum útróðrardegi
síðst í 19. eld, sum kundi
verið ein sannur skaðadagur
her á okkara leiðum.
Henda dagin fóru tveir
bátar úr Porkeri til útróðrar.
»Heygabåturin« við 7
monnum og >Klovabátur-
in< (Uti á Klova) eisini við
7 monnum.
Tveir av teimum monn-
unum, sum vóru til útróðr-
ar henda dagin, annar við
»Heygabåtinum«, Jóan
Pauli Weyhe í Nøkrum, og
hin við »Klovabåtinum«,
Zacharias Bech í Hólinum,
nåddu so høgan aldur sum
87 og 85 år.
Tað eydnaðist stutt áðr-
enn teir andaðust at fáa teir
at siga frá, hvussu teir hvor
í sínum lagi upplivdu
henda dagin.
Tá tað nú eftir fråsøgn-
ini hjá Jóan Paula í Nøkr-
um eru liðin 100 ár síðani
henda minniliga dagin,
lata vit teir hvør í sínum
lagi greiða okkum frá tí
teir mintust.
Teir settu upp í
Frásøgn eftir Jóhan Paula, Veihe, sum Edvard Jacobsen, sáli, lærari í Sumba,
hevur skrivað niður í 1964 eftir áheitan frá Hilmar Bech. Tá ið Jóhan Pauli
Veihe var blivin gamal, flutti hann til Sumbiar til dóttrina Svanhildu at búgva,
og hann var 81 ára gamal tá hann gav hesa frágreiðingina.
Tað var í árinum 1898
Fríggjadagin fyri føstu-
lávint var toluligt veður,
hóast tað var sovorðin >um-
lámingur<. Hann var vest-
ligur í ættini, og menn vænt-
aðu, at hann fór at koma
hegt. og høvdu tí lítlan hug
at fara til útróðrar.
Jóhan Úti á Klova, ið var
farin »inneftir« (til Vágs)
til arbeiðis, sá nú >sunnan-
bátarnar< fara til útróðrar.
Hann kom so aftur við ein
»Storm« og setti kuril í alt.
Bert tveir bátar fóru úr
Porkeri til útróðrar hendan
dagin, men nógvir sunnan-
eftir
Báturin, ið Jóhan Pauli
var við, nevndist »Heyga-
båturin«. Vanliga høvdu teir
ikki sernøvn å båtum tå,
men nevndu teir eftir by-
lingum í bygdini.
»Heygabåturin« var held-
ur gamal båtur og bleiv
nyttur av 7 monnum. Vid
bátinum henda dagin fóru
til útróðrar hesir menninir:
Poul Weyhe, Uttan Heyga
Johan Weyhe, Uttan Heyga
Hans Pauli Weyhe, Uttan
Heyga
Olivur Weyhe, Uttan Heyga
Magnus Weyhe, í Nøkrum
var ættadur Uttan Heyga)
Joan Pauli Weyhe, i Nøkr-
t Á
AFRRUNEB
ve
BREETA
|
5
um og
Magnus Johan Larsen, i
Gjørdum.
Henda dagin var Poul Uttan
Heyga formaður á båtinum.
Ein annar maður, vanliga
nevndur gamli Jákup ella
Jákup á Fløttinum, plagdi at
vera við >Heygabátinum<,
og hann var altíð formaður,
tá hann var við.
Harafturímóti plagdi
Magus á Gjørdum ongantíð
at rógva út við >Heygabát-
inum<, hverki fyrr ella
seinni enn henda dagin.
Hesin gamli Jákup var
pápi Petur Miller, havnar-
fúta í Vági.
>Heygabáturin< skuldi
henda dagin fara á Dala-
grynnuna, men tá ið teir
vóru komnir suður um
Baglhólm, var hann komin
av landnyrðingi við nógv-
um vindi.
Poul Uttan Heyga mælti
fleiri ferðir til at venda aftur.
men summir mæltu frá.
Poul segði, at tað var ikki
tí, at bátarnir vóru farnir út
at rógva, tað sá hver maður,
at hann fór at koma høgt í
ættini.
Vindurin vaks í hverjum,
so eftir eini løtu var vón-
leyst at fara norður um
Baglhólm aftur; tað var
meiri vindur enn so.
Poul hvepti seg við at fara
suðurum, við tí fyri eyga at
seta upp í Sumba, tí hann
helt, at koma suður um
Lambafles á landnyrðingi,
tá ið streymurin fór beint í
ættina, bleiv ikki tespiligt,
tað vistu teir allir, teir vóru
Ov seinir á streyminum til
at fara suður um »Endan«.
Allir hini bátarnir fóru suð-
urum, eisini hin porkeris-
báturin, tí teir sluppu ongan
annan veg.
Teir komu allir vegin
fram til Sumbiar.
Við »Heygabåtinum«
róðu teir inn fyri Trælurð,
sum er norðan fyri Mýrar-
byrgi.
Har við urðina er ein
hella, og eftir eini fylling
rópu teir bátin inn eftir hell-
uni. Báturin fór nakað
tvørur upp eftir helluni, og
Jóan Pauli mundi komið
undir bátin, tá ið teir lupu
út úr honum. Teir fingu tó
bjargað bátinum í øllum
góðum og settu hann mill-
um sjálvt bergið og Træl-
urð.
Har skoraðu teir hann væl
við stórum steinum úr urð-
ini.
Tvær byrsur høvdu teir
við, og tær blivu rendar inn
ímillum urðargrótið, og
síðani byrgdu teir grót út
yvir tær.
Úr Trælurð fóru so hesir
7 menninir til gongu eftir
eini seyðarás í berginum.
Har var ógvuliga ringt at
ganga, tí kavi var og ísur lá
eftir rásini.
Jóan Pauli heldur, at um
ikki kavin var so harður,
men bleytur í staðin fyri, so
komu teir ongan veg.
Teir tóku bátstog við sær
og høvdu tey ímillum sín at
styðja seg við. Eisini tóku
teir kleppjørn úr båtinum
við sær til at høgga í ísin
við. Tað gekk smátt við at
koma upp, og einaferð
komu teir til ein nasa, har
tað sá vónleyst út at sleppa
um.
Pápi Jóan Paula, Magnus
í Nøkrum, fór undan og
royndi við kleppjarni og á
øllum fýra at sleppa um
nasan, og hetta eydnaðist.
Allir høvdu gingið uttast
eftir rókini ella seyðarásini,
og Magnus í Nøkrum hevði
havt tvey kleppjørn at loysa
ísin við, sum lá á rásini. Tá
ið teir komu til nevnda nasa,
vóru vølltoppar upp tann
vegin móti eggini, men har
hekk so nógvur skalvur.
Hendan vegin vildi
Magnus í Gjørdum sleppa
upp. men hinir fingu hann
frá hesum, tí skalvurin
kundi loysna á teir allar.
Tá ið pápi Jóan Paula var
komin um nasan, fór Jóan
Pauli sum næsti maður um
nasan.
Hann sigur, at vanliga
gekk hann aftastur upp, men
hinir vildu hava seg at fara
undan hinum, nú pápi hans-
ara var farin yvirum. Hann
sigur, at hann var heldur
óskoytin í tí, hann skuldi
fara yvir um nasan. Ein
steinur fóru undan aðrari
hondini á honum, og hetta
mundi volt tað, at hann fór
aftaná, men togið lá uttan
fyri og helt aftur. Pápi Jóan
Paula segði til hinumegin
Tekning av Porkeri í
1899.J. P Gregoriussen
teknaði eftir Geodætisk
Instituts Opmáling 1899
rælaurð
nasan, og helt í hin endan á
tognum, og hinir hildu í
annan endan.
Tá ið allir vóru komnir
um nasan, bleiv gingið eftir
råsini at einari veit ella litl-
ari á, sum hann sigur, at teir
nevndu >Lítla veit«, tå ið
teir tóku ýtir á Dalagrynn-
uni.
Hetta var ein langur
teinur at ganga. Upp við
hesi lítlu ánni bleiv so ging-
ið við bondum ímillum sín,
men har vóru nógvar >for-
faringar<, og drúgt var,
áðrenn teir komu upp á egg-
ina.
Tá vóru allir glaðir, sigur
Jóan Pauli.
Poul Uttan Heyga fór til
gongu beinanvegin — und-
an hinum sum boðberi.
Hinir seks fóru til gongu
niðan eftir Mýru, tungt var
at ganga, tí teir sukku ofta
niður í kavan.
Tá ið teir komu á Aksl-
arenda, møttu teir víkar-
byrgismonnum — Petur hjá
Lisu og øðrum — og tosaðu
við teir. Víkarbyrgismenn
høvdu sett upp í Sumba.
Jóan Pauli sigur, at teir
høvdu dagljóst til Vágs,
men tá ið teir komu til Vágs,
tendraðu vágbingar lampur-
nar
Teir gingu allan vegin
líka til Porkeris
Morgunin eftir ætlaðu teir
at fara at vita um bátin, sum
í Trælurðini stóð.
Tað lýsnaði seint um
morgunin, og luftin var
myrk og ljót. Teir ivadust í
um tað mundi vera kyrt,
men tá ið dagurin kom av
álvara, kom tann rætti
stormurin, og tá bleiv húsa-
skaði.
Um nakar bátur var á
havinum tå, kom hann ikki
aftur hvørki til Sumbiar ella
aðrastaðni. Hann var land-
nyrðingur í ættini.
Hjá Gamla Læarsi fór
hoyggjhúsveggurin, og
Uttan Heyga fór eitt lofts-
vindeyga inn.
Sumbingar fóru norður á
Mýri til at vita, hvussu
vorðið var við bátinum í
Trælurðini, men tá ið teir
komu hagar, var >Heyga-
båturin« tíkin út av brimin-
um.
Tá ið veðrið batnaði aft-
ur, fór gamli Dánjal Petur á
Bakkanum í Porkeri suður
í Trælurðina við báti, og har
Å
Jóhan Pauli Veihe (i
Nøkrum) sum sigur frå
hendingini vid Heyga-
båtinum
fann hann bådar byrsurnar
aftur, tær lógu har tær vóru
lagdar millum urðargrótið.
Annars sigur Jóan Pauli,
at tað frættist til Porkeris
tvey ár seinni, at megin-
parturin av rásini, har teir
gingu upp, leyp burtur.
So merkiligt var tað sig-
ur Jóan Pauli, at heystið fyri
í 1897 vóru mest sum somu
menn og dyrgdu suður við
landinum, suður ímóti
»Røstini«. Hetta bleiv ofta
gjørt í góðum veðri.
Komnir suður fyri Træl-
urð, tosaðu teir um, at
gomul søgn var í Porkeri,
at ein porkerisbátur einaferð
í tíðini skuldi hava sett upp
í óveðri í Trælurð. Teir
hugdu tá nærri at urðini —
urðin er heldur lítil — og teir
hildu, at hetta væl kundi
hava borið til.
Várið eftir komu hesir
somu menninir í sama
karið, sum hin báturin, og
teir bjargaðu lívinum.
Teir vóru sostatt ikki heilt
ókendir við lendingarvidur-
skiftini í Trælurð og bergið
har.
Jóan Pauli sigur, at hann
hevði einaferð tosað við
Poul á Gøtuni í Sumba um
hetta, og báðir vóru samdir
í tí, at hetta var mest sum
eitt »forbereidilsi«; lagnan
førdi teir at kanna Trælurð,
áðrenn teir sjálvur skuldu
seta upp har.
ONDT