Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-02-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. februar 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AN Nr. 34 — 20. FEBRUAR 1998 Tad var ein deiligur vetrar dagur í torratíðini, eg minnist ikki akkurát árið, men tað var síðst í 1800- talinum; eg haldi tað var leygardagin áðrenn føstu- lávint, umleið miðjan febru- ar. Í torratíðini róðu bátar úr Porkeri og aðrir bátar við Vágsfjørð á Dalagrynnuna, sum liggur eystur úr Akra- bergi, og her fingu vit mangan góðan fongin. Henda dagin sóu vit fleiri bátar úr Vági fara út eftir fjørðinum, og so vórðu út- róðrarboð givin, og vit fóru á mølina at draga bátin. Henda morgunin var pápabeiggi mín, Dánjal Pauli Bech, í Skálanum far- in á heiðina eftir torvi í Por- kerisnesi. Tá hann var komin aftur og hevði sett leypin av sær, fór hann inn og spurdi tá, hvar sonurin Hans Jacob var. Konan svaraði, at hann var farin til sjós. Til sjós tekur hann aftur í aftur; tað fekk hann seg illa at trúgva, og so fór hann í skundi om- an á mølina. Tá Dánjal Pauli kom á mølina, høvdu vit drigið bátin oman í flóðina, og vóru í ferð við at leggja sjó- klæðir og aðra útgerð inn í bátin. Tá sigur Dánjal Pauli, at hann væntaði ikki nakað gott veður, hann fór helst at koma høgt í ættini, tí hann hevði verið úti í Porkeris- nesi, og luftin var so myrk at síggja norðureftir, so Dánjal Pauli væntaði, at hann fór at brenna á, men vit sum yngri vóru, tóku ikki henda spádóm hansara í álvara, tí veðrið var so gott og sólin skein. Vit løgdu so frá landi, og hýrurin var góður. Meðan vit róðu suðureft- ir, settu vit seglið á, men tað hekk mest og kastaði, tí tað var bert eitt lot, sum fleyraði av ymsum ættum. Men so við eitt, tá vit vóru komnir nakað væl út suður úr Baglhólmi, ja so langt, at vit sóu bátarnar á Dala- grynnuni, tá brann hann á av landnyrðingi, og tað kom sum skotið úr byrsuni, tað var stormur við tað sama, og hann glaðaði eftir sjó- num. Vit sóu við tað sama, at vit høvdu ongan møguleika til at koma norðureftir gftur ímóti veðrinum. Har var einki at himprast við, vit máttu repa seglið, og so royna at halda undan veðrinum, kanska vit høvdu møguleikan til at sleppa vestur um Akrabergstanga og so lenda í Sumba, um tað var kyrt har. Meðan vit soleiðis sigldu undan, fekk báturin einaferð eitt sovorðið rend fram av einum 6løgi, at ráin kvettist av um miðjuna; ikki tí, tað var eitt gott træ. So var einki at gera uttan at fáa mastrina niður, og so tóku vit ta aftaru mastrina (spritmastrina) og settu hana fram í toftubekk og settu spritseglið á hana, og sjálvt um hetta seglið var lítið, so var tað nóg mikið at sigla við. tí vindurin var so nógvur, og ferðin var góð. Síðani gekk ein lýta, Hendan myndin av Porkeri er tikin stutt tíðindablaðið 70 aftan á aldarmótið Teir settu upp í Sumba Zacharias Bech, vanliga nevndur skómakarin í Hólinum var sum nevnt við Klovabátinum, og tá hann var 85 ár greiddi hann soleiðis frá: og tá fingu vit ein skvamp, sum breyt ólagaliga og á spritstongina, so hon brotn- aði; vit máttu tí leggja segl- ið, og tá vóru bert árarnar at líta á. Men vindurin var so nógvur, at báturin gekk nógv skjótari álíkavæl. Tað brutu nógv stór Gløgi, men tíbetur sluppu vit und- an teimum flestu. Tað skal sigast, at vit høvdu ein av- bera góðan róðursmann, gamli Jóhan við Breytaliða. Í slíkum veðrið hevði tað nógv at siga, hvussu róðurs- maðurin dugdi at bera seg at, tað sá út sum um hann leitaði millum ólggini. Tað var so mikið liðið á streyminum, at tað var um at vera vent norður á Akra- bergstanga, og hevur rákið tikið undir seg og tað rekur í ættina á stronginum, tá er altíð óslætt. Norðanvert á Akrabergstanga fingu vit eina fylling aftanífrá, og fleiri óløgi brutu. Tá trúði eg, at tað var okkara síðsta. Tað var øgiligt at síggja, tað var sum at síggja upp í ein hamara, tað hekk ordiliga innyvir. Men tað er ótrúligt, hvat ein bátur kann klára; hann var mest sum allur samal undir frá stavni í stavn, og hann stóð so eftir endanum, at vit kundu ikki sita á bekkinum, men máttu taka í bekkin aftanfyri fyri at halda okkum, men báturin rann sum eftir einum snóri; hvussu lítið vit vóru komnir til síðuna, vóru vit runt. Breyt hetta 6løgid eina- ferð afturat, so vóru vit á landi, og so kom eingin við lívinum. Årarnar í innara borðinum vóru í brotinum tá avtornaði, men har er at- djúpt og reint, so vit komu suðurum í heilum skapi. Tá vit komu vesturum Akrabergstanga, komu vit saman við einum báti av Økrum, sum 5 menn vóru á. Vit fylgdust so vestureftir Sumbiarfirði og lótu teir rógva undan, tí vit vóru púra ókunnugir har á leiðini og hildu, at teir kendu betri umstødurnar. Tá vóru nakrir bátar úr Vági komnir vest- urum og høvdu sett upp á Sumba. Í Sumba var hvgr maður, ið ganga kundi, á mølini til at bjarga bátunum, sum komu. Sumbingar høvdu ein planka við bandi á hvgrjum endanum, sum teir løgdu undir bátarnar til lunn, og tveir menn stóðu útí til at taka ímóti bátunum; teir høvdu band á sær, tí tað skolaði eitt sindur í. Hjá okkum var tað soleið- is, at vit komu eitt sindur ólagaliga fyri. Tað var rennisjógvur, og báturin fór eitt sindur tvørur, men vit stungu frá aftur, og aðru ferð gekk betri. Sumbingar tóku ímóti bátinum, og vit sluppu ikki úr honum fyrr enn langt uppi í mølini. Ein annar bátur úr Porkeri við 7 monnum fór eisini til útróðrar hendan dagin, og tað var »Heygabåturin«, men teir vóru eitt sindur aft- aná okkum frá landi og vóru tí ikki komnir so langt suð- ur, tá veðrið brast á. Vit sóu teir leggja inn í- móti Mýrafirði, helst við tí fyri eyga at lenda á einum staði norðast í Mýrafirði, ið nevnist Trælaurð. Vit tosaðu okkara millum um, at vit høvdu hoyrt frá- sagt, at ein bátur einaferð í tíðini skuldi hava neyðlent har, og menninir vórðu bjargaðir. Okkara bátur og allir hinir, sum lendu í Sum- ba, blivu so drignir niðan undir vegin. Sumbingar søgdu, at vit skuldu ikki hugsa um båtin, honum skuldu teir taka sær av. Vit vórðu bodnir til hús í Sumba og fingu mat og heitt at drekka og tað kom væl við. Vit fingu eisini húða- skógvar og onkur fekk rotu- skógvar upp á føturnar, áðr- enn vit fóru til gongu. Tá var eingin telefon og heimafólkið í Porkeri visti einki um bátarnar, og tí sótu tey bangin og við óvissuni um tey nakrantíð sóu okk- um aftur. Pápi mín Zacharias Bech (Gamli Zakarias) fekk nakr- ar menn afturat sær, og teir mannaðu eitt áttamannafar, sum teir róðu við til Lopr- ara, og haðani ætlaðu teir at ganga til Sumbiara, tí teir mettu, at tað var einasta vón, um vit vóru slopnir suður um Akrabergstanga, og at vit so høvdu lent í Sumba. Teir máttu leggja grót í båtin, áðrenn teir løgdu suð- ur um fjørdin. Tá vit vóru komnir nakað nidan í bøin í Sumba, steðg- aðu vit á fyri at hyggja út yvir havid, tí tá sást eitt sindur, tá var ikki so nógv rok. Tá var ógvisligt at síggja út gjøgnum Røstina, tí tá var norðurrákið harðna, og tað rak í ættina. Tá vit vóru komnir norður um Hestin, síggja vit tríggjar menn koma ímóti okkum, og tá vit nærkaðust, kendi eg, at tann eini var pápi mín og hinir báðir Magnus Magnussen á Klovanum og Dánjal Johs. Klyver (Klyv- ar). Hesir triggir søgdu, at teir å vegnum til Sumbiar høvdu mett eini manning av einum båti i Vågi, sum var settur upp i Sumba, men teir søgdu seg einki vita um Porkerisbåtarnar, ti teir kendu ongan, men teir søgdu seg tó hava sæð gamla Johan við Breytaliða, hann kendu teir. So vistu hesir tríggir at Klovabáturin var komin, tí Johan var við honum. Men nú vistu vit einki frá hinum — porkersibåtinum »Heygabåtinum«. Vit bóðu so pápa mín og hinar báðar porkeningarnar fara oman til Víkabyrgis og biðja menn úr Víkabyrgi fara suð- ureftir fram við strondini til at hyggja, tí tað kundi henda at menninir á Heygabáti- num vóru komnir á land onkustaðni og ikki sluppu upp, tí berg var fyri. Tá teir komu nakað oman móti Vikabyrgi, møttu teir manningini á Víkabyrgis- bátinum, sum hevði sett upp í Sumba, og teir søgdu seg at hava mett manningini á Heygabátinum; tað reyk illa, men so vistu teir, at tann manningin var eisini bjargað, og síðani hildu teir leiðina til Loprara aftur, og tá var hýrurin betur á ollum. Ferðin um fjørdin úr Lopra til Porkeris gekk bara væl, tí nú vóru vit væl mannaðir at rógva, og vind- urin var eitt sindur linari. Tá vit komu aftur til Porkeris fóru boð um bygdina at siga frá, at báðar bátsmanning- arnar vóru bjargaðar, og tá var frøin stór. Dagin eftir reyk ikki so illa, men tað var nakað av vindi, og vit fóru í kirkju, men tá vit komu aftur úr kirkjuni, brann hann á aftur við ódnarstormi av land- nyrðingi, av tí ringasta, sum nakar her á 12iA kann minn- ast Landnyrðingur er kyrru- ætt í Sumba, men har var so nógv brim, at sumbingar máttu draga bátarnar longur niðan, so teir ikki tóku út Týsdagin var veðrið betri, og vágbingar fóru eftir teirra bátum, men vit bíðaðu til ónsdagin Tann dagin var veðrið gott, og vit fóru til gongu til Sumbiar. Tá vit fóru úr Sumba við bátinum, tosaðu Zacharias Bech - í Hólinum vit um at fara út á Dala grynnuna, men tá vit komu á Akrabergstanga, slógu vit av og róðu beinleiðis til Por- keris, men aftaná iðraðu vit okkum, tí vit frættu, at vág- bingar, sum høvdu verið eft- ir teirra bátum týsdagin, vóru á Dalagrynnuni henda ónsdagin, og har fingu teir nógvan fisk. »Heygabåturin«, sum hevði sett upp á Trælaurð, varð tikin út av brimi Um eg minnist rætt, so vóru tað fimm tíggjumanna- før og tvey åttamannafør úr Vági, ein bátur úr Víkabyrgi við 5 monnum, ein bátur av Økrum vi 4 5 monnum, ein bátur úr Lopra við 5 monn- um og so >Klovabáturin< úr Porkeri við 7 monnum, sum settu upp í Sumba hendan dagin; um eg minnist rætt vóru tað 88 menn tilsamans og so teir 7 við >Heygabáti- num«. Um Vårharra ikki lagadi tad soleidis, at vit sluppu sudur um Akrabergstanga, áðrenn norðurrákið harðn- aði og tað fór at reka í ætt- ina, so var neyvan nakar av okkum á lívi, og tí skal Hann eiga æruna, sigur Zacharis Bech at enda Tíverri fekk eg ikki nøvn- ini á øllum 7 monnunum, sum vóru við >Klovabáti- num< hendan dagin, men hesir vóru við: Johan Johannesen (eldri) Uu á Klova „Johan Mortensen (yngri) Úti á Klova Zacharias Bech í Hóli- num Hans Jacob Bech í Skála- num Hans Chrisoffur Larsen á heyggi Og so 2 aðrir Soleiðis hevur Zacharias Bech greitt frá stutt áðrenn hann andaðist í juni 1960, tá var hann 85 ára gamal Porkeri tann 18/2-98 Hilmar Bech