fríggjadagur 20. februar 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið S0612lurin
Nr. 34 —
20. FEBRUAR 1998
Stórfundur i Tinganesi: ØIl ávaraðu ímóti framtíðarætlanini hjá John Petersen:
Tað verður ruðulleiki í
— Stórur vandi er
fyri at øll tey
bestu og nýggj-
astu fiskiskipini
fara av landinum.
Tað verður reinur
ruðuleiki í nókur
ár og aftaná
verður allur fiski-
flotin savnaður á
nókrum fáum,
hondum
AK! BERTHOLDSEN
Mikudagin var stórfundur
úti í Tinganesi um framtíð-
ina hjá føroyska fiskiflot-
anum
Á fundinum var tað heilt
skjótt, at partarnir býttu seg
í tveir partar
Ødrumegin stóðu John
Petersen, landsstyrismadur,
saman við fiskivinnuumsit-
ingini í Tinganesi
Hinumegin sótu allir teir
30 reiðararnir og avvarð-
andi at fiskiskipum, sum
vóru komin út í Tinganes at
lurta eftir, hverjar ætlanir,
landsstýrismaðurin hevur
við føroyska fiskiskipaflot-
anum i framíðini
Og tå ið gjørt varð upp
eftir fundin, stóð ein nakin
veruleiki eftir, og tað var,
at sjónarmiðini hjá hesum
báðun: pørtunum gingu
beint ímóti hverjum ødrum
burtur
A fundinum mikudagin
staðfesti fiskimálaráðharrin
einaferð enn, at ætlanin er
at taka fløgustudulin av nú,
hóast vinnan aftur vísti á,
hverjar avleiðingar tað fer
at hava við sær við tað at
ein stórur partur av flotan-
um fer á húsagang
--Vit fingu at vita, at ætl-
anin er framvegis at taka
fløgustudulin av, sum hann
er nú, sigur Chris Jan Mich-
elsen, formaður í Megin-
felag Utróðrarmanna, sum
var ein teimum mongu á
fundinum í Tinganesi miku-
dagin
— Men vit fingu sam-
stundis eisini at vita, at í-
løgustudulin skal halda
fram, bara uppå ein annan
máta
Chris Jan Michelsen sig-
ur, at landsstýrið ætlar, at
hereftir skal iløgustudulin
bara latast til at byggja
nýggj skip
— Hann skal latast til ný-
bygningar og til at um-
byggja tey nýggjaru skip
við fyri at javnskipa veiði-
|
á A
Øll vinnan er ímóti
landsstýrinum, men eg
haldi ikki, at tap rein
nakað serligt við,
sigur Chris Jan Mich-
elsen formaðuir í MU
orkuna, sum tað eitur
Í tí liggur at stuðulin skal
latast at gera skipið meiri
effektivt.
Hann sigur at tað varð
nevnt, at skip, sum vóru
eldri enn fimm ár, kundu
ikki fáa fløgustudul til um-
bygging.
„Formaðurin í Meginfelag
Útróðrarmanna sigur, at tað,
sum landsstýrið stakk út í
kortið, var, at skipaflotin
skuldi endurnýggjast, og at
fiskurin fyri ein part skuldi
virkast umborð.
Chris Jan Michelsen sig-
ur, at eftir tí, sum kom fram,
klárar raksturin av skipun-
um ikki at fíggja meiri enn
eini 40% av nývirðinum.
Og tað varð lagt afturat,
at tað hevði bøtt munandi
um rakstrarúrslitið um fisk-
urin varð virkaður umborð.
Ongin tók undir við tí
Chris Jan Michelsen sigur,
at øll vinnan sum hon var,
setti seg ímóti ætlanunum
hjá Landsstýrinum
— Vinnan var einmælt
samd um, at hetta er ikki
rætta løtan at kollvelta fiski-
vinnuna á sjónum
Og hetta er heldur ikki
rætta løtan at gera fløgur
Hóast fiskiskapurin hevur
verið góður eina tíð nú, var
hann so avbera vánaligur í
nógv ár frammanundan.
— Tí var fiskiflotin í teirri
stóðu, at hann var akkurát
við at koma á føtur aftur og
at enn var tað ov tíðliga at
fara at tosa um at gera iløg-
ur.
— Tað varð týðiliga víst á,
at sum stødan er, hevur ong-
in ráð at gera iløgur í nýggj
skip.
— Tað hevur ongin pengar
til nú.
Lítil munur á nýggjum
og gomlum skipum
— Vinnan vísti eisini á, at
tað var skeivt at gera íløgur
í fiskiskip nú, tí tað er alt
ov lítil munur á effektivitet-
inum á einum nýggjum trol-
ara og einum gomlum til at
tað loysir seg at gera so stór-
ar iløgur, sum talan er um.
— Tvs, at ein nýggjur trol-
ari fiskar ikki so nógv meiri,
og er ikki so nógv bíligari í
rakstri, afturímóti einum
gomlum trolara, at tað loys-
ir seg at gera so stórar iløg-
ur, sum talan er um. Tað er
alt ov lítil munur á rakstr-
inum til, at tað loysir seg tí
trolararnir eru so dýrir.
— Tað er enntá so, at
summir av teimum gomlu
trolarunum klára seg betri,
enn teir, sum nýggjari eru.
— Hinvegin vildi vinnan
heldur hava, at fløgustudul-
A í
in helt fram nøkur heilt få
år afturat, so at skipini kom-
u rættiliga å føtur aftur, ti
ikki fyrrenn tå kundi talan
verða um, at ráðini vóru til
nýggjar íløgur.
Tey bestu skipini fara
fyrst av landinum
Chris Jan Michelsen sigur,
at landsstýrið vísti ikki serl-
iga stórt forstáilsi fyri tí,
vinnan førdi fram.
Heldur ikki, hóast vinnan
førdi fram, at heldur lands-
stýrið fast við sítt, verður
endin, at nógv skip fara á
húsagang.
— Men tað verða tey
nýggju og góðu skipini,
sum fara av landinum fyrst,
tí tey fæst prísur fyri, men
tað er ongin vil hava tey
gomlu skipini.
— Ført varð fram, at av-
leiðingin av hesum verður,
at tey bestu skipini fara,
men at vit afturfyri verða
noydd at keypa gamlar
dangur úr Kanada, og aðra-
staðni.
Tað vil siga, at føroyski
fiskiskipaflotin einaferð aft-
ur verður ein floti av goml-
um „hentleikatrolarum“.
Flotin skal skerjast og
effektiviserast
Formaðurin í Meginfelag
Útróðrarmanna sigur, at
niðurlagið hjá John Peter-
sen var, at fiskflotin skal
skerjast og effektiviserast.
— Landsstýrismaðurin
tosaði nógv um at miðja eft-
ir at leggja fiskiloyvi saman.
--Men hinvegin førdi
vinnan fram, at eitt skip
— ———————
Vinnan er samd um, at hetta er ikki rætta løtan at endurnýggja skipaflotan, tí ongin
hevur ráð til tað nú. Eisini landsstýrið åsannar, at verður fiskiflotin endurnýggjaður og
umskipaður, verður reinur ruðulleiki í fiskivinnuni í nókur ár
fiskivinnuni í nøkur år
fiskar ikki tvær ferdir so
nógv sum eitt og at tvey
skip hava nógv betri møgu-
leika enn eitt at tryggja eina
javna råvørutilgongd.
Reinur ruduleiki
Vinnan var sera illa nøgd
við sjónarmiðið hjá Lands-
stýrinum.
Hon stúrdi eisini fyri ein-
ari ella aðrari „panikkreak-
tion", kanska frá bankanum
nú rakstrargrundarlagið
verður tikið undan fleiri
skipum.
— Og hverjar avleiding-
arnar vera av eini slíkari
panikkreaktión er ikki til at
siga, og tað kann verða so
skjótt at missa tamarhaldið
fulkomiliga á støduni.
Men tað er í øllum førum
greitt, at fær landsstýrið pol-
itiskt viðhald fyri sínum
sjónarmiðjum, verður tað
tann reini ruðulleiki í fiski-
vinnuni í eini skiftistíð, sum
fer at vara nøkur ár, til alt
er komið í rættlag aftur.
— Hetta vísti vinnan á, og
tað ásannaði landsstýrið eis-
ini, at so verður.
— Tað er eisini púra greitt,
at landafrødiliga fer fiski-
vinnan í Føroyum at broyt-
ast munandi.
— Tvs, at í økjum, har
fiskivinna nú er, fer hon
kanska at hvørva, men at
hon fer at taka seg upp, ella
at styrkna aðrastaðni.
Chris Jan Michelsen sig-
ur, at tað er eisini púra
greitt, at fiskivinnan fer at
savnast á nøkrum fáum,
kapitalsterkum hondum.
— Tað er hent í Íslandi og
tað fer eisini at henda her.
Hann sigur, at fiskimála-
ráðharrin bleiv við at ugga
vinnuna við, at hendan um-
leggingin, sum ætlanin nú
er at fara undir, gekk Í Ís-
landi og hon gekk í Noregi
og at hon fór nokk eisini at
ganga í Føroyum.
— Men hetta er ikki so
einfalt, sigur Chris Jan
Michelsen.
--Tí í nogvum londum
m.a. í Noregi og í øllum ES,
eru serligar lógir gjørdar,
sum tryggja lívsgrundarlag-
ið í útjaðarunum.
— Men í Føroyum roynir
landsstyrid at skera fiski-
vinnuna eftir sama leisti
sum lond, sum hava fleiri
ferðir so stórar grunnar, sum
vit. Men tað verður gjørt
uttan at slíkar fylgilógir
verða settar í gildi, sum
tryggja lívsgrundarlagið í
útoyggj.
— Íslendingar gjørdu lítið
burturúr at tryggja útjaðar-
an.
— Men har eru eisini stórir
trupulleikar. M.a. hava trý
verkføll verið nú í stutta tid.
|
|