leygardagur 15. november 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 218 - 15. november 2003
Nr. 218 - 15. november 2003
3
Sissal reyk hóskvøldið
út av Big Brother
húsinum við 52% av
atkvøðunum
BIG BROTHER
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Við nógv teimum flestu at-
kvøðunum reyk føroyska
Sissal út úr eygleidda hús-
inum í Mileparkini í Keyp-
mannahavn. Meira enn
helvtin at teimum, sum
høvdu atkvøtt, valdu at
senda Sissal úr Big Brother
húsinum hóskvøldið. Sissal
fekk nevniliga 52% av at-
kvøðunum, heili 20% fleiri
atkvøður enn sjeikurin,
Robert, sum var næstur í
røðini.
Sissal fekk 54 dagar inni
í húsinum, og tá hugsað
verður um, at tað bert eru
smáar tvær vikur eftir til
finaluna, so er tað ikki so
heilt galið.
- Eg havi tað fínt. Eg visti
tað altíð. Eg havi vitað tað
alla vikuna, segði Sissal við
Lisbeth Jannike, Big Broth-
er vertin, beint eftir, at hon
varð "leyslatin".
Føroyski luttakarin virk-
aði púra rólig og væl fyri-
reikað, í og við at hon varð
send út úr húsinum. Og
sjálvt um fólk blakaðu egg
eftir henni, tá hon koyrdi
framvið áskoðarunum, sum
vóru komnir at fylgja við
uttanfyri húsið, so nervaði
hetta hana ikki tað stóra.
Gjørt nógv burturúr
Nógv varð gjørt burturúr, at
parið, Sissal og Robert,
vórðu tvey av teimum, sum
kundu rúka út. TV Dan-
mark 2 hevði fingið fatur á
einum sexologi, sum mill-
um annað segði, at Sissal
var ein "drama-queen",
"brokhoved" og ein, sum
leggur alla ábyrgd frá sær.
So skoðsmálið frá serfrøð-
inginum var ikki í topp.
Harafturat var útvarps-
verturin, Kári Sólstein í
sjónvarpsstudionum,
har
Lisbeth Jannike tosaði við
hann um, hvussu Big
Brother sendingin er mót-
tikin í Føroyum.
Tað má sigast, at Sissal
hevur verið ein av teimum
persónunum, sum hevur
gjørt mest um seg í húsin-
um. Longu fyrsta kvøldið
pissaði hon á gólvið, og tá
hon slapp at síggja eitt sam-
ansett filmklipp av teimum
54 døgunum í húsinum, var
hennara einasta viðmerk-
ing:
- So eg havi veruliga
pissað á gólvið?
Tveir teir seinastu dagar-
nar hevur eisini verið tosað
um giftarmál í eygleidda
húsinum. Og tað skuldu
sjálvandi verða Robert og
Sissal, sum skuldu giftast.
Big Brother kom enntá við
tveimum trúlovilsisringum,
um Robert vildi niður á
knø.
Men Big Brother ævin-
týrið fyri føroysku Sissal er
so úti á hesum sinni.
- Eg havi fingið nøkur
fantastisk upplivilsir, og eg
havi ongantíð angrað, at eg
havi verið við, segði Sissal.
Eftir ætlan, so verður ein
samrøða við Sissal við í
blaðnum týsdagin.
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, sum sýndu samkenslu,
tá okkara kæri svágur, pápabeiggi, mammubeiggi,
abbabeiggi og ommubeiggi okkara
Edmund Gærdum
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til Jógvan prest og kirkjutænarar.
Tøkk til berarar, sangarar og tykkum, sum hjálptu
til við ervinum.Tøkk fyri blómur, kransar og
peningagávur til Sjóvar kirkju.
Tøkk øll somul, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Tey avvarðandi
54 dagar til Sissal
Royndartiltakið við
sunnum mati til
næmingarnar er so
væl eydnað, at skúlin
fer at halda fram við
tí. -Tað verður nógv
tosað um sunnar
matvanar hjá børn-
um, og at tey ofta
ganga svong í skúl-
anum, og tí mettu vit,
at tað kundi verða
skilagott at bjóða
børnunum sunnan
mat í skúlatíðini,
sigur skúla-stjórin í
Hoyvík, Birgit Arge
SUNNUR MATUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Hoyvíkar skúli er farin
undir eitt rættiliga spenn-
andi royndartiltak við sunn-
um mati til næmingarnar í
skúlanum. Royndartiltakið
varar í seks vikur, og endar
12. desember. Næmingar-
nir fáa frukt og skúlabreyð,
og tiltakið er so væl mót-
tikið, at leiðslan í skúlanum
hevur longu avgjørt at
halda fram við sunna mat-
inum, eftir tær seks roynd-
arvikurnar eru farnar.
Skúlastjórin í Hoyvíkar
Skúla, Birgit Arge, greiðir
frá, at skúlin hevði sett sum
mark, at minst 50 næming-
ar skulu tekna seg til roynd-
artiltakið, um tað skuldi
setast í verk.
Heili 265 næmingar hava
teknað seg, og tað er væl
meir enn væntað. Í dag
ganga 430 næmingar í Hoy-
víkar Skúla, og fyrsti flokk-
ur er ikki fevndur av skip-
anini, so 265 næmingar av
360 hava tikið tilboðnum
frá skúlanum, og tað er ikki
heilt lítið.
- Tað verður nógv tosað
um sunnar matvanar hjá
børnum, og at tey ofta
ganga svong í skúlanum, og
tí mettu vit, at tað kundi
verða skilagott at bjóða
børnunum sunnan mat í
skúlatíðini, sigur Birgit
Arge
Søkja stuðul
Tær seks royndarvikurnar
rindar skúlin fyri skúla-
breyðini og fruktina til
næmingarnar. Eftir roynd-
arvikurnar er ætlanin, at
foreldrini sjálvi gjalda fyri
sunna matin hjá børnum
teirra.
Kostnaður fyri eitt skúla-
breyð er 3,40 krónur, með-
an fruktin kostar 2,25
krónur. Ynskja foreldrini, at
børnini skulu fáa sunnan
mat í skúlanum, verður
mannagongdin,
at
tey
gjalda skúlanum fyri frukt
og skúlabreyð, har skúlin
so fær matin til høldar.
Hoyvíkar skúli hevur
møguleika at søkja um
stuðul frá bæði landi og
kommunu til slík tiltøk, og
sambært
skúlastjóranum
ætlar Hoyvíkar skúli at
troyta henda møguleika, so
kostnaðurin gerst enn bílig-
ari.
Raskir næmingar
Í løtuni hevur Hoyvíkar
skúli ikki umstøður til eina
cafeteria, har næmingarnir
kunnu fáa fatur á mati í
skúlatíðini. 7. floksnæm-
ingar hava tí hesar vikurnar
hjálpt til við at býta sunna
matin út til næmingarnar á
skúlanum.
– Í løtuni hava vit ikki
umstøður til tað stóra, og tí
hjálpa teir elstu næmingar-
nir (gongur upp til 7. flokk,
blðm) á skúlanum við at
býta matin út, og tey hava
verið ófør. Vit hava heldur
ikki umstøður til, at gera
nakað við matin, og tí
verður hann býttur út júst í
sama líki sum vit fáa hann
inn gjøgnum dyrnar, greiðir
Birgit Arge frá.
Fruktin verður keypt frá
P/F Poul Michelsen heil-
sølu og skúlabreyðini frá
bakarínum hjá Gunnleivi.
Næmingar
í
Hoyvíkar
Skúla fáa matin inn í floks-
hølini í øðrum tíma.
Hoyvíkar skúli borðreiðir
við sunnum mati
Børnini í Hoyvíkar skúla dáma sera væl at fáa sunnan mat í skúlanum
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
3
2
+298 303030 www.tele.fo
Til tín ið ringir mest í frítíðini
GSM frítíð kann bert nýtast í Føroyum. Kvøld er frá kl. 18.00 - 08.00. Fyrivarni verður tikið móti prentvillum.
Stovnan
Mánaðargjald
Samrøður - dag
Samrøður - kvøld
SMS-boð
Teletíð
300,-*
0,-
3 kr/min
2 kr/min
0,75
0,-
40,-
2,25 kr/min
2,25 kr/min
0,75 kr/min
0,75 kr/min
0,50
*íroknað kr. 100,- talutíð
team85
Tú kanst melda teg til og heinta bannaran á skrivstovuni hjá Maersk Air í Havn. Ella vit kunnu senda hann við
postinum. Seinasta freist at melda seg til er 17. november 2003. Vinnararnir verða funnir síðst í desember 2003.
Maersk Air · Handilskjarnin · FO-100 Tórshavn · Tel.: 35 74 74 · Fax: 35 74 75
Vitja eisini okkara nýggja handil á www.maersk-air.fo
Koyrið við Maersk Air
Um tú hevur ein Maersk Air
bannara á bakrútinum á bili
tínum, kanst tú vinna ferða
seðlar til ferðamál á rutunet-
inum hjá Maersk Air. Drigið
verður millum luttakararnar
og tey hepnu kunnu vænta
sær vitjan av Maersk Air. Hava
tey tá bannaran á bilinum,
vinna tey.
1. vinningur
2 ferðaseðlar til eitt ferðamál á rutunetinum hjá Maersk Air umvegis
Keypmannahavn. Til dømis Athen, París, Barcelona ella Milano
2. vinningur
2 ferðaseðlar til London
3.–5. vinningur
2 ferðaseðlar til Keypmannahavnar/Billund
6.–10. vinningur
Ítróttartaska