Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. november 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 218 - 15. november 2003 Nr. 218 - 15. november 2003 5 NOMINATIÓN Jan Müller Hóast ein komandi út- bjóðing á landgrunninum til nýggja oljuleiting verður partur av skránni á olju- ráðstevnuni í Norður- landahúsinum 2. desember, so er tað ikki fyrr enn 15. desember, at freistin til nominatión tvs. útveljing av áhugaverdum økjum til oljuleiting, gongur út. Herálvur Joensen, aðal- stjóri í Oljumálaráðnum sigur, at hóast tað er nakað síðani, at brøvini til nominatiónina fóru út til mong oljufeløg kring heimin, so er enn ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um áhugan. Hann roknar ikki við, at feløgini gera vart við seg fyrr enn freistin er um at ganga út. Men okkurt teirra fer uttan iva at siga frá sínum hugsanum á oljuráðstevnuni í næstum. Sjálvur vónar aðalstjórin sjálvandi, at eisini onnur feløg enn tey, sum eru her í løtuni, hava áhuga fyri komandi nominatión. Sosialurin hevur annars roynt at spurt seg fyri hjá oljufeløgum, um áhugi er fyri at velja út blokkar í eini 2. útbjóðing. Tað er torført at fáa nakað ítøkiligt at vita. - Nú fáa vit at síggja, enn er meira enn ein mánaði til freistin gongur út er nakað av tí vit fáa at vita. Blaðið hevur annars fingið fatan av, at tað er ikki óvist, at eitt felag sum ChevronTexaco verður millum feløgini, sum fara at nominera. Texaco var við í 1. útbjóðing men fekk einki leitiloyvi. Felagið um- situr fleiri leitiloyvi í bretskum øki tætt upp at føroyska markinum, har tað møguliga fer at bora í næsta ár, so tað fer helst ikki at koma óvart á, um felagið eisini fer at bjóða í eini komandi rundu við Føroy- ar. Tað er eingin ivi um, at føroyskir myndugleikar fegnir síggja, at umframt tey verandi feløgini, at eisini onnur stór oljufeløg fara at vísa áhuga fyri eini nýggjari útbjóðing. Hyggja vit so at 1. útbjóðing, vóru mong feløg við tá, sum kortini ikki eru við í leit- ingini í løtuni. Her verður m.a. hugsað um Total- finaelf, sum fyrr vóru trý sjálvstøðug feløg, ið øll vóru við í fyrireikinginum á føroyska landgrunninum. Ilt er at siga, um slíkt felag hevur áhuga fyri leiting um okkara leiðir, men tað ikki óvanligt í sambandi við oljuútbjóðingar, at hóast feløg ikki júst eru áhugað í einum nýggjum øki (hava tað við í síni portofolju) , so kunnu tey vera áhugað í at vera við í loyvum saman við øðrum. Eitt felag, sum hevur havt góða eydnu í bretskum øki er kanadiska Encana. Tað var herfyri við at gera eitt tað størsta fundið í Norð- sjónum í mong ár, Buzzard feltið nærhendis Aberdeen. Uppá fyrispurning um felagið fer at førka seg út á Atlantsmótið sigur umboð fyri felagið, at tað er sera óvist, nú teir hava so nógv jørn í eldinum. Men úti- lokað verður ikki, at felagið fer at fylgja væl við gongd- ini á Atlantsmótinum. Smærri feløg sum OMV og Premier Oil, sum hava áhugamál í bretskum øki, kunnu eisini hugsast at gerast ein partur av eini komandi útbjóðing helst sum partnarar í loyvum hjá størri feløgum. Time will show. Tað vil tíðin so vísa. Blaðið veit eisini, at seismikkfeløg hava víst stóran áhuga fyri at fara undir rættiliga víttfevnandi seismiskar kanningar á føroyaøkinum. Okkurt seis- mikkfelag, sum hevur ar- beitt nógv í føroyska økin- um metir seg helst at hava ment tøknina so nógv síð- ani, at tað er betri ført fyri at síggja niður gjøgnum ba- saltið og kundi hugsað sær at fara út og gera eina so- kallaða "multiclient" kann- ing. OLJURÁÐSTEVNA Jan Müller Freistin at tekna luttøku til oljuráðstevnuna "Offshore Faroes 03" er nú flutt til 28. november. Ráðstevnan verður 2. desember. Ein orsøkin er tann, at brøvini til møgulig áhuga eru farin so seint út. Higartil hava umleið 50 sagt frá luttøku, men Malan Joensen í Vinnuhúsinum vónar, at tað fara at vera eini 130 til 150 fólk til ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum, tá avtornar. Tað vísir seg, at føroyingar eisini á hesum økinum gera vart við seg í síðstu løtu. Malan Joensen sigur, at í fjør vóru meira enn 200 fólk á ráðstevnuni, hóast tey høvdu roknað við nógv færri. Enn hava fyrireikararnir ikki lýst rásðtevnuna í bløðunum. Endaliga skráin er klár í næstu viku. Malan viðgongur, at so- leiðis sum oljutilgongdin hevur verið í seinastuni, so verður luttøkan neyvan so stór sum í fjør, men hon hevur lagt til merkis, at fleiri útlendingar longu hava boðað frá luttøku. Tað er Oljuvinnufelagið undir Vinnuhúsinum, sum stendur fyri ráðstevnuni, sum hevur verið á hvørjum ári hesi seinastu árini. Í ár fara feløg at gera status í kanningunum og dentur verður eisini lagdur á komandi útbjóðing. Vóna at 150 koma til oljuráðstevnu Vóna at síggja onnur oljufeløg eisini Tíðindaskriv frá MBM Í vikuni hevur MBM verið við á Landsmejeriudstillin- gen 2003 í Herning. Henda framsýning verð- ur hildin hvørt ár, og luttaka har meiaríir og osta- framleiðarar úr øllum norður- londum og aðra- staðni við. Hesaferð var tað Joakim prinsur sum setti fram- sýningina. Ein part- ur av framsýn- ingini er, at fram- leiðarar k o m a v i ð s í n u m vørum fyri at fáa hesar dømdar av ser- útbúnum fólki, og verða síðani heiðursmerki givin til tær bestu vørurnar. Vanligt er at umleið 30% av inn sendu framleiðslun- um fáa eitthvørt heiðurs- merki, so sum gull, silvur og bronsu. Av teimum 29 vørunum sum MBM framleiðir vóru 17 ymiskar við á framsýn- ingini og fingu 8 av hesum heiðursmerki. Hetta eru 47 %, og halda vit tað verða sera gott, tá hugsað verður um, hvussu langt vøran skal ferðast uttan skipaða køling. Av hesum 8 heiðurs- merkjunum vóru 5 silvur og 3 bronsa. Tey 5 silvurheiðursmerk- ini vóru givin fyri: Lættimjólk Skúmað mjólk Lættijogurt Jørðber/Rabarba Súrróma 36 % Hvíta Tey 3 bronsu heiðurs- merkini vóru givin fyri: Vanliga mjólk Jogurt Peach Melba Jogurt Appilsin MBM fekk átta heiðursmerkir í Herning C M Y K 5 4 www.smyril-line.fo J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo 1 vika í Danland-íbúð í Blokhus, Hirtshals ella Ebeltoft ferð við uppi haldi fyri 2 vaksin og 2 børn við bili fram og aftur úr 5.995,- 1 vika í summarhúsi í Easterhoull í Hetlandi Frítíðardepilin Pers Hotel í Gol í 1 viku ferð við uppi haldi fyri 2 vaksin og 2 børn við bili fram og aftur 5.000,- Ferðist 2 og gjaldið fyri 1 fram og aftur í innv. 2-koyggju- kam ari við wc/bað íroknað bil: Til Danmarkar: Til Noregs: Til Hetlands: 2.990,- 2.380,- 1.790,- ferð við uppi haldi fyri 2 vaksin og 2 børn við bili fram og aftur 4.500,- Hósdag - Mánadag: Mánadag - hósdag: 1.500,- 1.000,- úr 600,- Til Danmarkar ella Noregs Tilboðið er gald andi frá 18.9. - 2003 til 27.3. - 2004 Lmqfjbo^º^o^o_bfºpdlkdafo ?bqof^o_bfºprjes∞osf E≠hh^ºq≠k^pqrpq∞ºf ?bqofhrka^k∞dapbjf I≠dofhlpqk^ºfo ∫hbvmfpp^jphfcqfjfiirjrqq^keŁpfpabfiafo Phgˆq^ofldc≠oofqbibclk^sdobfºpiro JfkkfsfºiÒh^e^iap¸qobfºpiro