Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. november 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 218 - 15. november 2003 Nr. 218 - 15. november 2003 7 Ì samband við, at árið í ár er útnevnt ár teirra brekaðu, skipar Javni fyri ráðstevnu við yvirskriftini "Skúlin fyri øll — hvussu fáa vit hann" Um útbúgving Grein 3 í stevnumiðunum hjá Javna sigur, at: • Børn og ung við menn- ingartarni hava — sum øll onnur — rætt til skúlagongd, sum skal vera lagað til tørvin hjá tí einstaka. Hetta tilboð skal í størst møguligan mun vera í vanliga skúl- anum. Serskúli skal bara brúkast í serstøkum før- um, tá tørvur barnsins krevur tað. Hóast stór framstig nógva- staðni, metir Javni, at enn er langt á mál á skúlaøki- num. Vit hava tí fingið skúla- fólk við royndum á ser- námsfrøðiliga økinum úr Íslandi og Norra, umframt roynt skúlafólk her á landi at halda fyrilestrar. Harumframt er ein hópur av skúlafólki, foreldrum og næmingum, ið sita við royndum, sum kunnu verða til gagns fyri onnur. Men bert um tað verður greitt frá teimum. Javni ynskir at fáa sett orð á bæði gott og minni gott, fyri harvið at kunna læra av royndunum. Fyrilestur í Studenta- skúlanum á Kambs- dali Byrjað verður í studenta- skúlanum á Kambsdali fríggjakvøldið við almenn- um fyrilestri við heitinum "Skolen for alle — ideolog- iske aspekter". Eftir fyri- lesturin verður orðaskifti afturvið einum drekka- munni. Tað er norðmaðurin Leif A. Fiskvik, sum fer at halda fyrilesturin. Hann er lærari og hevur universitetsútbúgving inn- an búskap og leiðslu. Hann arbeiðir sum rektari á ein- um ungdómsskúla í Krist- iansund, og hevur ymisk álitisstørv í norska undir- vísingar- og granskingar- málaráðnum. Leif hevur drúgvar royndir innan skúlaskap, og hevur serligan áhuga og royndir í tí "inkluderandi" skúlanum. Leif er pápi at 34 ára gamlari kvinnu við menningartarni og øðrum brekum. Hann er eisini nevndarlimur í systurfelag- num hjá Javna: "Norsk For- bund for Utviklingshemm- ede" NFU. Ráðstevnan á Føroya Sjómansskúla Leygardagin verður sjálv ráðstevnan hildin á Føroya Sjómansskúla. Hon verður sett kl. 9.30 av Annitu á Fríðriksmørk, mentamála- ráðharra. Seinni um dagin fer Annita at halda fyri- lestur við heitinum "Fram- tíðarætlanir í sambandi við undirvísing av børnum við serligum tørvi". Á ráðstevnuni fer Leif Fiskvik aftur at halda fyri- lestur. Hesu ferð við yvir- skriftini: "Hvad må der til, for at det skal være muligt å skape en skole for alle". Hans Eli Dahl, lærari, serlærari og stjóri fyri alt sernámsfrøðiliga økið í Føroyum fer at greiða frá "ítøkiligum ætlanum á sernámsfrøðiliga økinum". Íslendska Halldóra Haraldsdóttir, cand.polit, lærari og serlærari, fer at halda fyrilestur við heitin- um: "Vegurin frá serskúla til vanligan skúla — hvussu loysa vit forðingar á veg- num?". Halldóra hevur verið rektari á serskúla og fólkaskúla. Nú er hon lekt- ari á lærara- og pedagogút- búgvingunum á universi- tetinum í Akureyri. Bólkaarbeiði Fyrilestrarnir eru grundar- lag til bólkaarbeiði, sum verður seinni um dagin, har luttakararnir velja seg inn í ein bólk, til at viðgera ávís øki innan skúlan meira gjølla, við tí fyri eyga at vísa á nýtilig amboð. Heitini á bólkunum eru 2.Fyrireikingar áðrenn barnið fer í skúla 3.Fyrstu skúlaárini 4.Seinnu skúlaárini 5.Barnið sum ikki megnar vanligan fólkaskúla 6.Samskipan av degnum — heimið, skúlin, frítíðin Til kveikjan av orðaskifti í bólkunum hava vit fingið eitt foreldur og eitt starvs- fólk at halda eitt stutt inn- legg um teirra royndir. Í hvørjum bólki er eisini settur ein samskipari og ein skrivari, sum bæði eru starvsfólk. Aftaná bólkaarbeiðið fara skrivararnir at leggja fram niðurstøður og hug- leiðingar frá teimum 5 bólkunum. Til síðst verður drigið samanum. Javni vónar og væntar at ráðstevnan fer at flyta mørk í skúlahøpi. »Skúlin fyri øll – hvussu fáa vit hann« Markleys útbúgving. Soleiðis hava fyrireik- ararnir valt at kalla stóru útbúgvingar- stevnuna, sum verður í Norðurlandahúsin- um tíðliga í desember Í døgunum 5. og 6. de- sember verður stór útbúgv- ingarstevna í Norðurlanda- húsinum. Stevnan er ætlað teimum ungu, sum ivast í hvørja útbúgvingarleið tey skulu velja eftir miðnáms- skúlan. Á stevnuni fara um- boð fyri útbúgvingarstovn- ar í Bretlandi, Týsklandi, Noregi, Danmark og Før- oyum at greiða frá um hvørji útbúgvingartilboð teir hava at bjóða føroysk- um ungum, ið ætla sær undir víðari lestur aftaná miðnámsskúlan. Stevnan breiðir seg yvir tveir heilar dagar, fríggja- dag og leygardag, og sum partur av stevnuni verður konsert hetta fríggjakvøld- ið í Norðurlandahúsinum, við millum øðrum Rút- miska kórinum í Hoydølum og Teiti Lassen, ið hevur játtað at koma til Føroya í sambandi við útbúgvingar- stevnuna. Í gjár almannakunngjørdi Holger Arnbjerg frá Al- tjóða Skrivstovuni, ið er ein av fyrireikarunum til stevn- una, stevnuplakatina, sum verður at síggja í øllum miðnámsskúlum komandi tríggjar vikurnar, til út- búgvingarstevnan "Mark- leys útbúgving" fer av bakkastokki. Ráðstevna um útbúgving Holger Arnbjerg frá altjóða skrivstovuni var í gjár úti við stevnuplakatunum Mynd: Jens Kristian Vang Hetta er tað, sum Bill Justinussen royndi at sleppa undan at svara uppá Løgmaður skal sleppa at viga Bill Justinussen Tað vóru nakrir spurningar um við- líkahald á Lands- sjúkrahúsinum, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum, royndi at snúgva sær undan at svara upp á. Men nú verður hann noyddur at svara FYRISPURNINGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Sum sagt í aðrari grein í baðnum í dag, royndi Bill Justinussen at snúgva sær undan at svara nøkrum fyri- spurningum í Løgtinginum frá Heðini Mortensen. Men tað nyttaði onki hjá landsstýrismanninum, tí Løgtingið tók um endan og álegði honum at svara. Og tað vóru hesir fýra spurningarnir niðanfyri, sum Heðin Mortensen vil hava landsstýrismannin at svara. 1. Hvørja støðu hevur landsstýrismaðurin til, at starvsfólk á føðideildini á Landssjúkrahúsinum kenna seg noydd til av sínum ein- tingum at biðja privatar fyritøkur um fíggjarligan stuðul til viðlíkahald á deildini? 2. Metir landsstýrismað- urin, at játtanirnar á fíggjar- lógini fyri 2003 og á fíggj- arlógaruppskotinum fyri 2004 til viðlíkahald á Landssjúkrahúsinum eru nøktandi? 3. Hvønn íløgutørv metir landsstýrismaðurin, at føði- deildin á Landssjúkrahús- inum hevur fyri at nøkta tørvin viðvíkjandi trivnað- inum hjá mammum, børn- um og starvsfólki ? 4. Um landsstýrismaður- in metir, at føðideildin hev- ur íløgutørv viðvíkjandi trivnaðinum á deildini, hvat ætlar hann so at gera, fyri at hesin tørvurin skal verða nøktaður? Eitt neyðarróp Útgangsstøðið hjá Heðin Mortensen er brævið, sum starvsfólk á føðideildini herfyri sendu fleiri av landsins fyritøkum við um- bøn um stuðul til ymsar ábøtir fyri at gera deildina hugnaligari hjá mammum og nýføddu børnum teirra. – Hetta er eitt rættiliga óvanligt stig og skal tað uttan iva skiljast sum eitt neyðarróp frá deildini, heldur løgtingsmaðurin. Heðin Mortensen sigur, at í brævinum til fyritøkur- nar stendur, at tað sæst inni á deildini, at peningur ikki verður nýttur til viðlíka- halda stovurnar, har mammurnar liggja við teirra nýføddu børnum. Heðin Mortensen sigur, at tað er ilt at fáa eyga á nakr- an samanhangandi politikk. Fyrst lækkaði samgong- an heildarveitingina úr Danmark. Síðani hevur landsstýrismaðurin bjóðað grønlendingum til Føroya at fáa skurðviðgerð, tá ið nýggi bygningurin á Lands- sjúkrahúsinum verður lið- ugur. Hann vísir á, at samgong- an hevur sett nýggjum av- gjøld í gildi og hevur eisini hækkað avgjøld, sum vóru frammanundan. Eisini verður arbeitt við at lækka rentustuðulin til sethúsabygging og at lækka útgjaldið frá barsilsskipan- ini. Uppgávur eru lagdar út til kommunurnar, uttan at pengar fylgja við, og mitt í øllum hesum, hoyra vit um innsavningar til bussar til bústovnar, gardinur til Landssjúkrahúsið o.s.fr. Sostatt hevur samgongan fyrst minkað um inntøkur- nar hjá landskassanum, og síðani verður rokningin send til fólkið, sum haraft- urat má taka stig til at halda almennar stovnar viðlíka og enntá at gera íløgur á yms- um stovnum. Heðin Mortensen sigur, at tá ið nýggjur landsantik- varur var settur fyri einum ári síðani, var stórur dentur lagdur á, at hann kundi út- vega stovninum fíggjarlig- an stuðul uttaneftir. Landsstýriskvinnan í mentamálum legði so stór- an dent á hesi viðurskifti, at hon vildi heldur ofra sessin, enn at lata annan umsøkjara fáa starvið. Hann sigur, at tað má vera uppgávan hjá øllum landsstýrismonnum at syrgja fyri, at játtanin til málsøkini, teir umsita, er nøktandi, serliga í einum landsstýri, sum tosar um sjálvberandi búskap. – Tað kann ikki vera meiningin, at almenn starvsfólk sjálvi skulu syrgja fyri at halda stovnar viðlíka og at útvega flutn- ingstól og ananrs royna at fáa fíggjarligan stuðul utt- aneftir, ímeðan politiski myndugleikin bara letur standa til, sigur Heðin Mortensen. Vit hava meir um hetta málið á síðu 15. Mikudagin royndi Bill Justinussen at forða fyri, at Heðin Mortensen slapp at seta ein skrivligan fyrispurning í Løg- tinginum. Nú vil Heðin Mortensen hava at vita, um Løg- maður góðtekur slíka framferð FÓLKARÆÐI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta er eitt stórt bakkast fyri fólkaræðið í Føroyum. Og tað vil eg hava at vita, um Løgmaður góðtekur. Heðin Mortensen, løg- tingsmaður úr Sambands- flokkinum, er rættiliga illa við at tí, sum fór fram í tinginum mikudagin. Tað, sum hann er so illa við av, er, at á tingfundinum mikudagin, royndi Bill Justinussen, landsstýris- maður í heilsumálum, at forða fyri at Heðin Mort- ensen slapp at seta honum ein skrivligan fyrispurning í Løgtinginum. Heðin Mortensen hevur ætlað at sett landsstýris- manninum í heilsumálum, Bill Justinussen, ein skriv- ligan fyrispurning um um- vælingar á Landssjúkrahús- inum. Men fyri at ein landsstýr- ismaður skal svara einum fyrispurningi, skal Løg- tingið samtykkja tað. Hetta hevur altíð verið eitt avgreiðslumál. Tað fer soleiðis fram, at løgtings- formaðurin spyr tinglimir, um nakar hevur nakað ímóti, at ein fyrispurningur verður svaraður. Tað hevur ongantíð hoyrst eitt kis úr tingsalinum og fimm sek- und aftaná hevur løgtings- formaðurin sostatt staðfest, at løgtingið hevur einmælt samtykt, at fyrispurningur- in skuldi svarast. Soleiðis hevur tað altíð verið, líka síðani vit fingu nýggju tingskipanina fyri sjey, átta árum síðani. Inntil mikudagin! Tí tá ið Løgtingsformað- urin spurdi tingið um nakar hevði nakað ímóti at fyri- spurningurin frá Heðini Mortensen til Bill Justinus- sen varð svaraður, hendi nakað heilt óvanligt: Óli Breckmann bað um at fáa atkvøðugreiðslu í málinum. Tað gjørdi Óli Breckmann, tí Bill Justinussen heitti á hann um at gera tað. 25 tinglimir vóru til staðar hendan dagin. Tá ið atkvøtt varð, vóru kortini 22 atkvøð- ur fyri at fyrispuringurin skuldi svarast. Tvey tingfólk atkvøddu blankt. Tey vóru Heini O. Heinesen og Her- geir Nielsen. Men ein tinglimur tók tað heilt óvanliga stig at at- kvøða ímóti at Heðin Mort- ensen slapp at seta spurn- ingin fram og tað var Char- lotta á Váli Olsen úr mið- flokkinum, sum hevur sæt- ið á tingi fyri Jenis av Rana. Bill ein vandi fyri fólkaræðið Heðin Mortensen heldur, at hetta málið er so mikið álv- arsligt, at hann fer at reisa tað fyri sjálvum Løgmanni. Á Løgtingsfundi miku- dagin, fer hann at spyrja Løgmann, um hann góðtek- ur slíka framferð av einum lanndsstýrismanni. Heðin Mortensen heldur nevniliga ikki, at hetta er so meinaleyst, sum tað kann tykjast. – Við hesi framferðini, hevur landsstýrismaðurin beinleiðis lagt seg út í tings- ins arbeiði og tað haldi eg ikki skal sleppa aftur við borðinum uttan at verða átalað. – Tað er í álvarsliga í stríð við fólkaræðið, at ein landssyrismaður roynir at ávirka tingfólk til at at- kvøða ímóti einum fyri- spurningi. – Hetta er ótrúliga langt úti, tí landsstýrisfólk hava ikki atkvøðurætt í tingin- um. Landsstýrisfólk eru í veruleikanum ikki annað enn uppsitarar hjá Løgting- inum og tey eiga ikki at legga seg út í tingsins arbeiði. Men tað er júst tað, sum Bill Justinussen gjørdi. Landsstýrismaðurin hevur sagt, at hann ikki visti, hvat spurningurin var um. Hann helt, at hann var bara um brævið frá føðideildina og hann visti ikki, at hann var meiri umfatandi og snúði seg íløgutørvin frameftir. – Hetta vísir, at hann ger ikki sítt heimaarbeiði, tí spurningurin varð lagdur fram í tinginum framman- undan, so at tingfólk vistu, hvat teir snúðu seg um. – Og annars er tað ikki uppgávan hjá landsstýris- manninum at meta um, antin ein spurningur er ov lítil ella ov tápuligur. Tað er tingið einsamalt, sum ger av, um spurningurin skal svarast og landsstýrismað- urin hevur bara at lýða tingsins vilja og onki ann- að, sigur Heðin Mortensen. Hann sigur, at fyrispurn- ingar er einasti mátin, ting- fólk hava at fáa ymsar upp- lýsingar frá landsstýrinum og tingfólk hava fullan rætt til at seta løgmanni og lands- stýrisfólkum, spurningar. – At Landsstýrismaðurin roynir at ávirka tingið er so langt úti, at eg vil hava at vita, um Løgmaður góðtek- ur slíka framferð frá einum landsstýrismanni ímóti fólkavaldum løgtingslim- um. Og eg vil eisini hava at vita, hvat Løgmaður ætlar at gera við hetta, sigur Heðin Mortensen. Vit hava meir um hetta málið á síðu 15. – Starvsfólkið á føðideildini á Landssjúkrahúsinum hava rópt neyðarróp, sigur Heðin Mortensen, løgtingsmaður og tí vil hann hava at vita, hvørjar ætlanir landsstýris- maðurin í heilsumálum, hev- ur. Myndin er tilvildarlig Heðin Mortensen følir seg ikki tryggan í løgtinginum eftir framferðina hjá Bill Justinussen í Løgtinginum mikudagin og hann vil hava at vita, um Løgmaður goð- tekur, at ein landsstýrismað- ur leggur seg beinleiðis út í arbeiðið hjá Løgtinginum C M Y K 7 6