Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. november 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 218 - 15. november 2003 Nr. 218 - 15. november 2003 9 - Eg haldi, tað er ógvuliga óheppið, at Mentanarhúsfelagið fer í bløðini og sigur, at Mentanarhúsið ætlandi verður bygt millum verandi skúla og húsini hjá Mein- hardi. Málið er sum so ikki viðgjørt í bý- ráðnum, og enn minni er nøkur enda- lig avgerð tikin, sigur Hans Petur Ellings- gaard, formaður í mentanarnevndini MENTANARHÚSIÐ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Formaðurin í mentanar- nevnd Runavíkar býráðs er ikki nøgdur við umrøðuna, sum herfyri var um ætlaða mentanarhúsið í Runavíkar kommunu. - Eg haldi, tað er ógvu- liga óheppið, soleiðis sum málið varð framborið av formanni og nevndarlimi í Mentanarhúsfelagnum. Fólk hava fingið ta fatan, at málið um umtalaða økið í Runavík longu er avgreitt í býráðnum, men soleiðis er tað ikki. Tað er rætt, at ar- beitt verður við eini ætlan í Runavík, og býráðið hevur í hesum sambandi fingið eitt skitsuprojekt frá felagnum. Men enn hevur eingin veru- lig viðgerð av málinum ver- ið í býráðnum, og enn minni hevur býráðið tikið nakra endaliga avgerð, leggur Hans Petur Ellings- gaard, formaður í mentan- arnevndini, dent á. Alt ov tíðliga Hann vísir á, at ætlaða mentanarhúsið er eitt mál, sum byrjaði fyri langari tíð síðan. - Vit, sum sita í býráðn- um í dag, fóru í holt við at royna at finna eina loysn, men tað hevur víst seg at vera torført. Í seinastuni hevur verið tosað um, at húsið møguliga kann byggjast í Runavík, men eg vil leggja dent á, at enn er langt á mál. Tí kom tað dátt við, tá ið formaður og nevndarlimur í felagnum longu nú alment vísa á, at mentanarhúsið helst verður bygd millum skúlan í Runavík og húsini hjá Meinhardi. Hans Petur heldur, at Mentanarhúsfelagið í hes- um førinum var alt ov tíð- liga á sjóvarfallinum. - Gamalt er, at vit ikki eiga at kanna okkum skinn- ið, fyrr enn bjørnin er skot- in, sigur hann. Formaðurin í mentanar- nevndini heldur tað vera skiljandi, at tey fólk, sum búgva á økinum við Runa- víkar skúla, gerast illa við, tá ið slík tíðindi vera borin alment. - Sjálvandi skulu tey, sum í mong ár hava búð á hesum øki, takast við uppá ráð, um so verður, at ætlanin gerst veruleiki, sigur Hans Petur. Skúlabygging - Í mentanarnevndini hevur verið arbeitt við eini skúla- bygging, og mangt bendir á, at hon verður í Runavík. Hugsað hevur verið um, at verður mentanarhús bygt nærindis skúlanum, hevði kanska verið møguligt at brúkt onkrar fasilitetir í mentanarhúsinum til skúl- an, soleiðis at sleppast kundi undan dupultum íløgum. Hans Petur leggur tó dent á, at skúlabyggingin er eitt mál hjá Runavíkar býráði og mentanarhúsið eitt mál hjá Mentanarhúsfelagnum. - Hetta eru annars tvey fullkomiliga atskild pro- jekt, har býráðið annars einki hevur við mentanar- húsið at gera. Formaðurin í mentanar- nevndini sigur, at hetta eru alt spurningar, sum býráðið fer at viðgera, og enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvat endaliga úrslitið verð- ur. - Kommunan eigur ein part av hesum øki, men ikki alt, sigur Hans Petur Ellingsgaard at enda. Igulkeravinna í Føroyum doyði í føðingini, og krabba- vinnan er enn so nýggj, at torført er at spáa um útlitini ALTERNATIV VINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í Føroyum hava vit gjørt royndir at virka eftirspurdar vørur burtur úr igulkerum, og vit hava eisini gjørt royndir at veiða og virka krabba. Ivaleyst kundu heilar bøkur verið skrivaðar um hesar royndir, men tað stutta av tí langa er, at veið- an og virkingin av igulker- um vardi stutt. Undir samfelagskreppuni í Føroyum, sum var í hædd- ini fyri góðum 10 árum síðan, vóru mong alternativ til verandi vinnu frammi, og hugskotini vóru mong. Tað er tungt at leggja lunnar undir nýggjar vinn- ur, og tá serliga í krepputíð- um, tá ið fíggingarmøgu- leikarnir eru smáir, og móttloysið kann vera stórt. Lættast er at veiða og virka tað, vit eru von við, og lukkutíð fyri okkum føroyingar kom toskurin, sum var burtur nøkur ár, aftur í stórum tali – næstan áðrenn vit fingu vent okk- um! Okkara vinnulív stendur á fáum beinum, og tí verða royndir av og á gjørdar at fjøltátta vinnulívið - eisini innan sjóvinnun og veiði. Við igulkerunum gekst ikki so væl og krabbavinn- an, sum lunnar rættiliga vórðu lagdir undir í summ- ar, er longu á einum vega- móti. Krabbi er at fáa undir Føroyum, men líkt er ikki til, at tað í løtuni loysir seg at virka hann uppi á landi. Hugsandi er, at úrslitið hevði verið heilt øðrvísi, um virkingin fór fram um- borð á einum lutfalsliga bíligum verksmiðjuskipi. Bæði fiskur, skelja- og krabbadýr eru skiftandi í fiti – alt eftir árstíðini, og hetta er ikki minst galdandi fyri igulker og krabba. Í Noregi eru teir á ávísum økjum komnir longur enn vit við alternativari veiði og loysn av ymiskum trupul- leikum í hesum sambandi. Har hava teir gjørt royndir við at fita igulker og krabb- ar í tíðini, hesi skelja-og krabbadýr eru rak. So langt eru vit ikki komnir enn. Okkara igulkeravinna doyði í føðingini, og krabbavinnan er enn so nýggj, at torført er at spáa um útlit og framtíð. Hóast tað er so nógv lætt- ari at fáast við tað, vit vita ber til, er gott, at vit eiga fólk, sum vilja ganga nýggjar leiðir. Eingin avgerð tikin í býráðnum um økið til Mentanarhúsið í Runavík Norðmenn fita igulker og krabbar - Sjálvandi skulu tey, sum í mong ár hava búð á hesum øki, takast við uppá ráð, um so verður, at ætlanin við mentanarhúsinum gerst veruleiki, sigur Hans Petur Ellingsgaard Mynd: Jens Kr. Vang - Ætlaða skúlabyggingin og byggingin av mentanarhúsi eru tvey fullkomiliga atskild projekt, sigur Hans Petur Ellingsgaard, formaður í mentanarnevnd Runavíkar býráðs Mynd: Jens Kr. Vang Hóast føroyska krabbavinnan er nýggj, er hon longu á einum vegamóti Mynd: Jens Kr. Vang Madonnu gevur næstu bókina út Menniskjusonurin sum teknirøð Peabody og súreplini eitur onnur mynda- bókin til børn, sum Madonna hevur skrivað. Bókin er um, hvussu stórt vald orð hava, og hvussu tey kunnu særa onnur BÓKAÚTGÁVA ingi@sosialurin.fo »Hugskot til hesa bók fekk eg frá einari næstan 300 ára gamlari søgu, sum Kab- balahlærari mín segði mær. Eg hevði hana í huganum leingi, og tá ið eg fór at skriva barnabøkur, gjørdi eg av at brúka sama boð- skap í einari av mínum søg- um. Hon er um, hvussu stórt vald orð hava. Og um hvussu varin vit mugu vera, tá ið vit tosa, fyri ikki at skaða onnur.« Soleiðis sigur Madonna um sína næstu myndabók, Peabody og súreplini, sum í hesum døgum kemur í bókhandlar kring allan knøttin. Bókin kemur út á 37 málum, eisini føroysk- um, og verður til keyps í 110 londum. Anna Maria R. Jensen hevur týtt Peabody og súreplini til føroyskt. Madonna ognar øllum lærarum kring um allan heim sína næstu barnabók. Hon sigur, at Baal Shem Tow, »Master of the Good Name«, sum skrivaði upp- runaligu bókina, var eisini ein frálíkur lærari. Hann varð føddur umleið 1700 í Podolia-økinum í Ukraina, og vígdi sítt lív til at undirvísa og hjálpa. »Hann helt tað vera til onga nyttu at vera trúgv- andi bara av gomlum vana, men mælti fólki til at skilja tað andaliga. Millum tað nógva, hann lærdi onnur, legði hann stóran dent á, hvussu týdningarmikið tað er at kenna kærleika til onnur menniskju,« sigur Madonna og vísir harvið, at hennara bøkur eru ógvuliga moralskar. Madonna hevur boðað frá, at hon gevur fimm bøkur út í røðini. Fyrsta bókin kom út 15. septem- ber í París, har m.a. Sosial- urin var til staðar saman við allari heimspressuni. Síðan er hon farin sanna sigurs- ferð um allan heimin. Hon varð útseld eftir stuttari tíð nógvastaðni og er tískil prentað uppaftur. Í Føroy- um eru umleið helvtin av teimum 1000 eintøkunum seld, og Bókadeild Føroya lærarafelags sigur, at hon ikki verður uppafturprent- að. Tí gerast hetta bøkur, ið eru verdar at savna. Tær eru sjáldsama vakr- ar, og hvørja ferð er bókin myndprýdd við einum nýggjum listafólki. Hesa- ferð hevur Loren Long myndprýtt, og stílurin er ein heilt annar enn í fyrstu bókini, ið kallast Ensku rósurnar. Hann býr í Cin- cinnati í Ohio saman við konu sínari og tveimum synum. Hann hevur undir- víst í tekning, og verk hans- ara eru í nógvum útgávum, m.a. Sports Illustrated og Time magazine. Hann er íðin baseballfjeppari og spældi sjálvur í fleiri ár á einum baseballliði. Tað sæst aftur í bókini. Skuldi nakar ivast, so hevur Madonna givið 16 tónleikaverk út og spælt við í 18 filmum. Eitt nú Evita. Peabody er 32 síður og kostar 120 krónur í bóka- búðunum. Eitt meistaraverk. Minni kann ikki sig- ast um bókina »Menniskjusonurin«. Talan er um nakað so sjáldsamt sum eina teknirøð á føroysk- um, ið setir hending- ar í Nýggja testamenti á pall. Peter Madsen teknaði og skrivaði, og tað borgar fyri góðsku BÓKAÚTGÁVA Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Tey flestu kenna søgurnar um Valhalla og Quark. Teknirøðirnar, sum eisini eru týddar til føroyskt. Bøkurnar góvu fólkum innlit í Norðurlendsku gudalæruna, ið ráddi í gomlum døgum. Nú hevur kristna læran fingið eina minst líka flott teknirøð. Maðurin, sum teknaði Valhalla, Peter Madsen, hevur gjørt eina fantastiska teknirøð við heitinum »Menniskjuson- urin«. Hon er júst útkomin á føroyskum. Heri Trónd- heim týddi donsku útgáv- una frá 1995 til føroyskt. Danska útgávan hevur selt í meira enn 65.000 eintøk- um, og hon er millum ann- að týdd til franskt. Før- oyska útgávan er komin í lag eftir ynski frá Bíbliufel- agnum, har Bergur D. Joen- sen, prestur, er formaður. Lat tað vera sagt beinan- vegin. Hetta líkist als ikki teimum heldur keðiligu, bíbilsku myndabókunum, sum við sínum yvirpeda- gogiska endamáli súgva allan dramatikk og spenn- ing úr søgunum. Tvørturímóti. Talan er um eitt meistaraverk, og listarliga støðið er høgt. Ljósið, eygnabráðini og vinklarnir eru so spenn- andi, at tú kennir teg til staðar. Tað er næstan sum at síggja ein film, ið er í ætt við fantasy-sjangruna, sum er so nógv frammi í dag. Einki er spart. Samanskrivað søga »Menniskjusonurin« er ikki ein teknirøð yvir alla Bíbliuna. Teknirøðin er grundað á tey fýra evang- eliini í Nýggja testamenti skrivað saman í eina søgu. Søgan byrjar og endar við krossinum á Golgata. Á fyrstu síðu er krossurin svartur. Á síðstu síðuni er krossurin hvítur og skaptur av útrættu ørmunum hjá Jesusi, tá hann sigur sínum lærusveinum farvæl. Søgan verður søgd av Pæturi apostli. Hann er tann menniskjaliga til- gongdin til søguna. Pætur lænir okkum eyguni at síggja tær hjartanemandi og skakandi hendingarnar í Jesu lívi. Hann er útvaldur til at siga frá, so at útsøgn irnar hjá Jesusi kunnu koma so tætt orðaljóðinum í Bíbliuni sum tilber. Grafiskt er munur á tí, sum Jesus og Pætur siga, og Pætur gevur eisini sínar viðmerkingar til tað, sum hendir. Soleiðis ber til, at teknirøðin er trúgv ímóti Bíbliuni, og kortini er tónin gerandisligur. Filmisk teknirøð Hóast nokk so nógvur tekstur er í teknirøðini, so hevði hann ikki megnað at staðið einsamallur. Í hesum liggur nakað av tí, sum ger, at teknirøðin líkist einum filmi. Javnvág er funnin millum mynd og tekst, so tað eru myndirnar, sum bera frásøgnina á mál. Teknarin hevur við ljósi, skuggum og symbolum skapt ávíst huglag til tær ymisku hendingarnar, so tú uttan at vita av tí, verður ávirkaður. Tú følir og tulk- ar. Hetta er sama kynstur, sum filmurin ger sær dælt av, og tað kemur teknarin væl frá. Rúmd er fyri, at tú hugsar sjálvur, og onkuntíð er tað næstan, sum tónleik- ur liggur undir. Ikki fyri smábørn Onkustaðni flýtir blóðið, og yvirhøvur kann sigast, at »Menniskjusonurin« er ikki fyri veikar sálir ella smábørn. Sjálvur hevur Peter Madsen sagt, at tekni- røðin er fyri børn frá ferm- ingaraldri og uppeftir. Tað ónda og døkka hevur eisini fingið sítt pláss eins og tað hevur í Bíbliuni. Tað góða kemur á hendan hátt betri til sjóndar, tí uttan tað ónda er tað góða ikki til. Illimaður ella Satan er av- myndaður sum ein avskepl- aður Jesus, og tað kann tykjast eitt sindur ørkyml- andi. Helst vísir tað, at tað ónda og góða er ein partur av okkum øllum, og tess fleiri freistingum, Jesus stendur ímóti, tess veikari gerst illimaður. »Menniskjusonurin« er 163 síður. Bíbliufelagið gevur út, og bókin fæst til keyps í bókabúðunum fyri 150 krónur. Loren Long hevur myndprýtt Peabody og súreplini eftir Madonnu Menniskjusonurin eftir Peter Madsen er eitt meistaraverk. Nú á føroyskum C M Y K 9 8