leygardagur 15. november 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 218 - 15. november 2003
Nr. 218 - 15. november 2003
11
Eitt løgið hugtak hevur nú sæð dagsins ljós í før-
oyskum politikki. Tað er afturvirkandi demokrati.
Tað tykist sum um, at tað er í lagi at fremja tiltøk, ið
fólkið ikki vil fremja, tí tey taka helst undir við tí, tá
hesi tiltøk eru framd.
Hetta er í hvussu so er fatanin, ein fær, tá varaløg-
maður fyrr í vikuni greiddi frá ætlaðu yvirtøkunum
av løgreglu og rættarskipan. Tá hann í SvF var kon-
fronteraður við seinastu meiningarkanningini, ið
vísti, at stórur meiriluti var ímóti at yvirtaka hesi
málsøki í næstu framtíð, so nýtti varaløgmaður
blokkniðurskurðin sum dømi, og vísti á, at næstan
eingin vildi hækka blokkin aftur. Nú er ein mein-
ingarkanning av hesum slagnum altíð vegleiðandi,
men tá ið marginalar eru so stórir, sum til dømis
viðvíkjandi yvirtøku av løgreglu og rættarskipan, so
er hetta í hvussu so er ein vegleiðing, ið politikarar
eiga at hugsa um. Men ansast má eftir, hvussu úr-
slitini verða tulkað.
Hevur varaløgmaður grein í sínum máli viðvíkjandi
blokkniðurskurðinum? Nei, tí næstan eingin vil ta
mannminkandi støðu, at føroyingar fara niður aftur
til danir at biðja um hækkaðan blokk. Hetta nýtist
ikki at merkja, at øll halda, at tað var rætt at skera
blokkin so ógvusliga, sum gjørt varð. Demokrati
merkir fólkastýri í nútíðini og kann ikki vera við
afturvirkandi kraft. Eru føroyingar ímóti at yvirtaka
løgreglu og rættarskipan nú, so má bíðast. Tað ber
ikki til at yvirtaka hesi øki uppá tað, at fólk helst
fara at taka undir við tí, aftaná tað er gjørt.
Útyvir at løgregla og rættarskipan eru øki, ið krevja
sera stóra umhugsan, áðrenn pilkað verður ov nógv
við tey, so er ilt at skilja, hví hesi mál verða lýst,
sum um ætlanin er at yvirtaka tey í hesum valskeiði.
Samgonguskjalið sigur greitt, at yvirtøkurnar skulu
fyrireikast í hesum valskeiði. Altso eingin yvirtøka.
Hetta mál var eitt av málunum, ið gjørdi, at Javn-
aðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin vóru ósamdir
um við seinastu samgongusamráðingar, og gjørdist
tað ein av høvusorsøkunum til, at Javnaðarflokkurin
ikki kom við í samgonguna, tí hann ikki helt tíðina
verða búna til at yvirtaka løgreglu og rættarskipan í
hesum valskeiði. Heilt margháttligt gjørdist tað so,
tá samgonguskjalið, ið Tjóðveldisflokkurin fekk við
Miðflokkinum sum samgongufelaga, ikki innihelt
yvirtøkuna av løgreglu og rættarskipan.
Vónandi verður lurtað eftir borgaranum, áðrenn
nakað drastiskt verður gjørt viðvíkjandi løgreglu og
rættarskipan. Nú, væl at merkja og ikki aftaná yvir-
tøkurnar eru framdar.
Annars kundi eisini verið hugaligt at fingið at vita,
hvar hinir samgonguflokkarnir standa í hesum máli.
Vónandi fer komandi tíðin at varpa ljós á hetta.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Afturvirkandi demokrati
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Tað er gott at búgva í Før-
oyum, og tað er gott at
verða í ríkisfelagsskapi
saman við Grønlandi og
Danmark.
Umdømi og fíggingar-
møguleikar er tengt at okk-
ara kredittvirði í mun til
umheimin.
Landstýrið hevur sett sær
fyri, at gjalda ein part av
uttanlandsskuldini, við at
upptaka nýggj brævalán at
gjalda við, hettar fyri at
spara rentukostnaðir, og
áðrenn at hava kannað
møguleikarnir fyri at fáa
rentu niður á núverðandi
láni.
Fyri at gera hetta, ætlar
Landsbankin saman við
Nordea Bank Danmarka
A/S, Kaupthing Føroyar,
Føroya Virðisbrævamekl-
arafelag og P/F og Norðoya
Sparikassa
at
útskriva
nýggj brævalán.
Tá vit so lesa inni á
heimasíðuni hjá Lands-
bankanum treytir fyri láni
av hesum slag, so leggja vit
til merkis at sum í øðrum
avtalum, so eru nakrar
treytir, og nakrar uppsagn-
arfreistir frá báðum síðum,
hettar er sjálvandi ikki
óvanligt.
At útgevarnir av láns-
brøvunum tilskilað sær rætt
at uppsiga brævalánið, um
so er at kredittvirði hjá lán-
takara t.v.s Føroya Lands-
stýri verður "væsentlig for-
ringet" og tað verður ítøki-
liga nevnt at "kreditvirði
hjá Føroyum versnar um
Føroyar fara úr ríkisfelags-
skapinum.
Allir føroyingar kunnu
fara inn á heimasíðu hjá
Landsbankanum og lesa
treytir fyri hesum láni har
stendur orðarætt í stykki
2.9 undir punkt soleiðis.
D) Hvis Landstyrets mu-
ligheder for at opfylde
sine forpligtelser i for-
bindelse med "Obliga-
tionslånet" bliver væ-
sentlig forringet, ek-
sempelvis som følge af
en udtræden af Rigs-
fællesskabet med Dan-
mark.
Aftur eitt dømi at okkara
kredittvirði innan fyri ríkis-
felagsskapin er størri enn
uttanfyri, sum avleiðing
merkir hetta, at vit í ríkis-
felagsskapinum hava størri
fíggjarligt frælsi.
Johan Petersen
Bæði løgmaður og varaløg-
maður hava seinastu vikuna
endurtikið, at fólkaatkvøða
skal verða, um loysing skal
takast ella ikki. Men ikki
fyrr enn allar fíggjarligar
bindingar eru burtur og
heimastýrislógin
tømd!
Men tá er skaðin longu
hendir!
Seinastu vikuna hava
bæði løgmaður og varaløg-
maður endurtikið í fjøl-
miðlunum, at fólkaatkvøða
skal haldast, um loysing
skal takast ella ikki. Løg-
maður sigur, at fyrst skulu
allar fíggjarligar bindingar
Føroya og Danmarkar mill-
um burtur, og varaløgmað-
ur sigur, at heimastýris-
lógin fyrst skal tømast!
Dýrar yvirtøkur
Men hvat merkir hetta í
veruleikanum? At allar
fíggjarligar bindingar fyrst
skulu burtur kann ikki
merkja annað enn, at øll
mál, sum ikki beinleiðis
eru tengd at loysingini,
fyrst skulu yvirtakast við
teimum útreiðslum, hetta
førir við sær. Tað sama
merkir ein tøming av
heimastýrislógini.
Longu nú síggjast av-
leiðingarnar av blokkniður-
skurðinum, sum ikki ein-
gang stavar frá veruligum
yvirtøkum, men bert frá
yvirtøku av kostnaðinum
av umsiting, sum vit í veru-
leikanum høvdu framman-
undan.
Fíggjarlógin hongur
ikki saman
Stríð er í samgonguni, tí
fíggjarlógin ikki fæst at
hanga saman og tað í eini
tíð, har vit framvegis eru á
búskaparliga aldutoppin-
um:
• tey gomlu fáa ikki ta
røkt, teimum tilkemur
• skorið verður í stuðlinum
til uppihaldspening
• barsilsskipanin
verður
amputerað
• Sjúkrahúsini fáa ikki nóg
mikið av peningi til við-
líkahald
• sjúkraviðgerð uttanlanda
verður avmarkað
• apopleksi- og afasiraktir
sjúklingar fáa ikki nøkt-
andi viðgerð
• kommunurnar fáa álagt
alt fleiri ábyrgdarøkir og
í fleiri førum uttan endur-
gjald
Forkoma vælferðini og
rættartrygdini
Alt hetta merkir, at væl-
ferðin longu er skerd mun-
andi, og framhaldandi yvir-
tøkur koma skjótt at for-
koma allari vælferð, vit eru
von við, og sum tey allar-
flestu av okkum vilja varð-
veita. Og alt fleiri og fleiri
tekn eru í sól og mána, at
samgongan ikki fýrir fyri at
skerja rættartrygd okkara,
so vit at enda sita eftir við
ongari vælferð og ongari
rættartrygd.
Tá ið henda støða er
íkomin, ja tá skulu vit
sleppa at siga okkara hugs-
an, um vit vilja hava loys-
ing ella ikki!
Virða ikki fólksins vilja
Sig mær, hvat billa løgmað-
ur og varaløgmaður sær
inn? Virða teir ikki Føroya
fólk og tess vilja? Teir tordu
jú ikki at hava fráboðaðu
fólkaatkvøðuna av ótta fyri,
at fólkið skuldi siga sína
hugsan og kolldøma hesa
vanlukkuætlan. Og nýggj-
asta veljarakanningin átti at
fingið onkra klokku at ringt
hjá hesum báðum garpun-
um, so teir viðurkendu, at
teirra ætlan ikki hevur hald
millum Føroya fólk.
Vóru teir tað minsta at
sær komnir, spurdu teir
fólkið fyrst, um vælferðin
og rættartrygdin skuldi
ofrast á fullveldisaltarinum
ella ikki. Hetta hevur Sam-
bandsflokkurin m.a. skotið
upp, men nei.
Bert Sambandsflokkurin
kann steðga galskapinum
Tí er bert at vóna, at løg-
tingsval verður útskrivað,
áðrenn sitandi samgongu
eyðnast at jarðleggja okk-
ara samfelag, og at Sam-
bandsflokkurin
fær
ta
neyðugu undirtøku, ið skal
til fyri at steðga galskap-
inum. Javnaðarflokkurin
sigur seg jú hava yvirhálað
fullveldissamgonguna, so
haðani er ikki nógv at
vænta sær.
Ríkisfelagsskapurin heimsins besta skipan (annar partur)
Fyrst skal vælferðin og rættartrygdin ofrast!
Dan Kruse Thomsen
Svínáir
Eg vil heita á Eiðis bygd-
arráð um at fáa meira gjørt
her suðuri í Svínáum, so vit
sum borgarar í hesi bygd
eru líkastillaði við onnur í
Eiðis kommunu. Her hugsi
eg serliga um ferðsluvið-
urskiftini sum eru út av lagi
vánalig. Dagliga eru tað
nógvir bilar, sum við alt ov
nógvari ferð koyra ígjøg-
num Svínáir, og havi eg
sjálvur næstan um at verið
yvirkoyrdur av skilaleysari
koyring. Við vegforðingum
(bumpum) og skeltum, sum
vísa mest loyvdu hámarks-
ferðina, hevði verið tað
einasta, sum hevði hjálpt
um hetta. Oman til keiøkið
er einki gøtuljós og eftir
bygdavegnum eru bert 6
gøtuljós og er tað bæði
ótrygt og vandamikið at
ganga úti um kvøldið, tí
vegurin er illa upplýstur.
Her í Svínáum hevur rætt
og slætt onki verið gjørt í
nógv ár og er hetta ikki
meira enn eitt rímuligt krav
fyri, at fólið her kann støð-
ast og bygdin mennast.
Hetta er bert ein spurn-
ingur um at verða líka-
stillað við onnur í somu
kommunu.
Finnleif Guttesen
býráðslimur á Tvøroyri
Oyggin er ikki Kypern, við
einum fólki sum býr í
norðara helvt og einum
sum býr í sunnaru helvt.
Hetta er ørvitistos, og øll
sum tosa og skriva soleiðis
um okkara vøkru oyggj,
skapa bert ósemju og er
hetta stór synd og skomm.
Hesin hugburður um
suður og norð, skapar einki
gott, menn er éin megin
orsøk til, at ikki størri
framburður er í oynni.
At tora
Tað áhaldandi klandri um
t.d.
arbeiði,
kenninga
politikkurin um hvør skal
gera tað, hvar skatturin skal
gjaldast, ger alt dýrari og er
bert til skaða fyri Suðuroy.
Politikararnir mugu torað
at broyta meining og siga,
at nú er nokk, vit skulu
samstarva fyri allari oynni,
ikki bert fyri norðara ella
sunnaru helvt.
Fyri at koma burtur úr
hesum keglinum er ein
gongd leið, at allar komm-
unurnar í Suðuroy sam-
starva so mikið væl, at
einki er til hindurs fyri, at
leggja
saman
til
eina
kommunu tá ið tíðin er
búgvin.
Umsiting í Hov
Ein felags umsitingarbygn-
ingur, sum kommunurnar
møguliga saman við tí al-
menna og privata vinnulív-
inum letur byggja í Hov´s
dali, um tað er í Hov´s ella
Porkeris kommunu er líka-
mikið, hevði verði eitt
ítøkiligt stig og signal út-
eftir, at nú standa vit saman
sum ein maður.
Øll sum arbeiða í teimum
ymisku umsitingum ídag
høvdu fingið eitt nýmótans
arbeiðspláss
við
øllum
hentleikum, meðan fjar-
støðan frá Sumba ella
Sandvík til hetta nýggja
arbeiðsplássi hevði verði
lítið at tosa um.
Við kommunalum, al-
mennum og privatum fyri-
tøkum í hesum bygningi,
høvdu vit fingið eitt ar-
beiðsumhvørvið,
sum
kundi fingið fólk suður til
okkara vøkru oyggj, at
arbeitt.
Politikararnir
Vit politikarar mugu tora at
broyta meining og hugsa
nýtt.
Hetta, at tað ikki letur seg
gera, er tann sama grund-
gevingin, sum embætisfólk
í Tórshavn hava tá ið okkurt
skal leggjast uttanfyri Tórs-
havn og tí grundgevingini
havi eg so ongantíð tikið
undir við.
Eyðgunn Samuelsen
formaður í sosialu nevnd
Klaksvíkar Býráð
Í vikuni hevur Rúna Sivert-
sen skotið upp, at løgtingi
skal samtykkja eina lóg ið
bannar børnum og ungum
at ganga úti um kvøldið,
undantikið tá ið tey fylgjast
við vaksnum fólki.
Hví er hetta ikki
eitt gott hugskot
Hetta uppskot reisir ein
rættuliga grundleggjandi
spurning, hvør skal hava
ábyrgdina av børnunum:
myndugleikarnar ella for-
eldrini. Í minum hugaheimi
er ongin ivi, foreldrini hava
og mugu framhaldandi
átaka sær ábyrgdina av
børnunum. Gongdin seinnu
árini hevur verið, at alt ov
nógv av ábyrgdini verður
løgd til ymsar stovnar, eitt
nú fáa starvsfólk á dag-
stovnum meira og meira
ábyrgd í samband við at
uppdraga børnini og skúl-
arnir fáa eisini meir og meir
tann sama leiklutin. Henda
gongdin er skeiv og má
vendast. Hetta skal ikki
skiljast so, at eg haldi
kvinnurnar skulu heimaftur
at taka sær av børnunum,
tvørturímóti ábyrgdin av
børnunum má gerast meira
felags fyri bæði foreldrini,
enn hon er í dag.
Hvat er trupulleikin
Rúna Sivertsen sigur, at tað
at børn ganga seint úti
lættari elvir til at tey koma
út í kriminalitet. Hetta er
bert partvíst rætt, tí vit
kunnu eisini spyrja, hví
ganga summi børn seint úti
um kvøldið ? Orsøkin kann
vera, at tey ikki hava tað so
gott heima, at onkrir trupul-
leikar eru heima. Trupul-
leikarnir heima og tann
vantandi barlastin ið hesi
børn fáa við sær út í lívið,
kann viðvirka til at tey hava
ilt við at skilja, hvat er rætt
og skeivt og tí kanska gera
okkurt kriminelt. Hesin
trupulleiki
verður
ikki
loystur við at ein løgreglu-
maður leiðir børnini til hús.
Hetta er ikki at taka fatur
um veruliga trupulleikan
(heima við hús) men roynd
at steðga avleiðingunum av
trupuleikunum (at børn
ganga úti) og tað hjálpir so
onki uppá verðuliga trupul-
leikan.
Verja børn ímóti
foreldrum
Tað er ikki neyðugt at sam-
tykkja eina lóg aftrat fyri at
verja børn ímóti foreldr-
unum. Vit hava longu eina
lóg til hetta endamál nevni-
liga "lov um børneforsorg".
Bert syrgiligt at samgongan
hjá Rúni nú í 3 ár ikki
hevur megnað at fingið
samtykt alneyðugar ábøtur
á hesa lógina, so børnini
vera betur vard enn í dag.
Hevði barnaverndin, lær-
arar og námsfrøðingar og
onnur ið hava fráboðanar-
skyldu fingið betur karmar
at arbeitt undir so vóru vit
komin langt. Í dag hevur
barnaverndin alt ov vána-
ligar karmar til at gera eitt
uppsøkjandi og fyribyrgj-
andi arbeiði fyri at verja
børnini. Tey fakfólk, ið
hava fráboðannarskyldu,
áttu at fingið meira vitan-
útbúgving so tey kundu
fanga trupuleikar skjótari.
Eisini mugu øll vit onnur
broyta hugburð og tora at
siga frá á rætta stað um vit
síggja at eitt barn ikki hev-
ur tað gott.
Ongar lættar loysnir
Hetta er ein verðuligur
trupuleiki, ið Rúna Sivert-
sen her tekur fram, men
tíverri eru ongar lættar
loysnir, ið muna. Um tingið
ger eina lóg, so kunnu
politikarnir siga, at teir
hava so gjørt okkurt og
síðan sleppa trupuleikarnir
at liva víðari og teir hava
onga ábyrgd meira. Tað er
eisini trupult og tungt hjá
fleiri foreldrum at hava ein
aktivan leiklut í samband
við teirra børn, her kundi
avvarðandi landsstýrismað-
ur farið inn, og roynt at
komi við nøkrum familju-
politiskum átøkum, ið bøtti
um henda trupuleika. Lóg
um útgongubann loysir so
ongan
trupuleika,
men
skavar kanska heldur útyvir
hann.
»hvar er lóg og rættur?«
»nær fer sólin ni?ur?«
skal hon síggjast aftur
meiningin tú tigur
brennur ljósins viti
høgt er millum fjalla
hav tú halga ritið
síðstu dagar halla
enniblonk fer aldan
sleingist millum kletta
seggur átti baldan
virðið varð hins metta
runar lívsins kvæði
inni móti landi
vaknar annað lagið
brennimerkt av gandi
soleiðis ber tíðin
brá av tí sum kemur
tú sum vart so íðin
fylti mál á tremur
og tú hugsar um hon
meinti tað hon segði
áðrenn fyri summum
grundin lá á vegi ˆ
sleingir ljósins viti
ljós til allar bátar
her sum eg nú siti
kinnar eru vátar
stjørnuherur allur
leggur at tær minnir
ein so høvurhallur
sleiskast minnum kvinnur
friðurin ið dvølir
seinir koma tankar
alt ið grundin bølir
hoyr at hjartað bankar
inni millum húsa
ljómar nú ein songur
meðan vindar súsa
út á hav og longur
brotið uppúr nýggjum
lagið mentist meira
sólin yvir skýggjum
mannabørn man hoyra
ljótar lívsins lygnir
lova loyndum linna
speiskar eru tignir
vinaskaran tynna
skøkjan rend á bálið
hon jú hevði syndað
mist hon hevði málið
tí hon læt sær lynda
bati allur bøtir
roykilsi upp stígur
allar tínar løtur
kenna tað ið líður
kenn mær lívsins leikir
talvið skal eg leika
tó vit eru veikir
valdi guð tað veika
inniligir tankar
koma ljósir higar
hjartað enn tó bankar
drottin tankar vigar
ljósið kom ei aftur
myrkrið eigur hjartað
og so nakkafattur
dvølji eg tað svarta
hinumegin leiðir
síggjast kanska aftur
tit sum eru breiðir
vinaskarin tættur
VIÐMERKINGAR
Løgtingið samtykkja útigongubann
fyri børn og ung ?
Suðuroy, ikki Suðuroyar norðara
og sunnara helvt
tankadrasl ið mettar seg
av tigandi spurningum
Christyan Fróði Djurhuus
øðrumegin 13.11.03.
Til Eiðis bygdaráð
C
M
Y
K
11
10