leygardagur 15. november 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 218 - 15. november 2003
Nr. 218 - 15. november 2003
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Føðingar
8. november fekk
Robert henda lítla
beiggjan, hann eitur
Gunnar og er føddur í
Korea tann 16.
desember 2002.
Foreldrini eru Sólvá
og Jónsvein
Samuelsen, Svínáir.
Her siti eg, stóra systir
Sofía, undir lítla
beiggjanum, sum var
føddur 10. nov. Hann
vigaði 3450 gr og var
51cm langur.
Mamman og pápin eru
Annika Joensen og
Ólavur Dam Jacobsen
í Skopun.
31. oktober fingu Brian Nýggjagarð og Mathilda
Hansen, Hvannasund, eina dóttur. Hon var 52 cm
long og vigaði 3000 gr.
1. november fingu Birita Kristoffursdóttir Jensen og
Jón Sigurd Samuelsen, Tórshavn, ein son. Hann var
52 cm langur og vigaði 4210 gr.
5. november fingu Anja Rein Jacobsen og Ingi
Jacobsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 50 cm long
og vigaði 3200 gr.
6. november fingu Arngerð Djurhuus og Jón
Nielsen, Vágur, eina dóttur. Hon var 55 cm long og
vigaði 4600 gr.
7. november fingu Eyðleyg og Kári í Garði,
Stronum, ein son. Hann eitur Janus í Garði. Hann
var 54 cm langur og vigaði 3950 gr.
8. november fingu Kaja Hansen og Jónstein Olsen,
Toftum, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði
4200 gr.
10. november fingu Rúna Poulsen og Guttormur í
Skála, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm langur og
vigaði 3350 gr.
10. november fingu Morid og Magni Mikkelsen,
Søldarfirði, eina dóttur. Hon var 52 cm long og
vigaði 3400 gr.
10. november fingu Edda Hjartvarsdóttir og Jan
Poulsen, Tórshavn, ein son. Hann var 58 cm langur
og vigaði 4950 gr.
10. november fingu Olga og Høgni Müller, Assiaat,
Grønland, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði
3650 gr.
11. november fingu Jónrit Nielsen og Erling
Dalsgaard, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm
langur og vigaði 3965 gr.
11. november fingu Guðrið Hansen og Tummas E.
Justinussen, Leirvík, eina dóttur. Hon var 54 cm
long og vigaði 4300 gr.
11. november fingu Asbjørg Jacobsen, Tórshavn, og
Eyðun Larsen, Fuglafirði, eina dóttur. Hon var 51
cm long og vigaði 3100 gr.
5. oktober 2003 andaðist Thorstein
Arge, handilsmaður í Havn, 64 ára
gamal. Thorstein var havnarmaður,
sonur Oliviu, f. Augustinussen,
ættað úr Vági, og Jákup Andreas
Arge, úr Havn.
Hann fór fyrstu ferð til skips
sum 16 ára gamal. Hann var
útbúgvin stýrimaður og skipsførari
og sigldi í Mærsk flotanum í mong
ár.
Miðskeiðis í 80-unum gavst
hann við at sigla úti og fekk sær
arbeiði á landi.
Thorstein arbeiddi eina tíð við
fiskavirkinum Saké í Hósvík. Hann
var við til at byggja virkið upp og
var stjóri har, til hann í 1988
yvirtók tubbakshandilin, Oscar F.
Arge, á Kongabrúnni í Havn. Ella,
einkjan eftir Oscar F. Arge, sum var
farbróðir Thorstein, hevði tá rikið
handilin síðan 1975. Handilin lat
fyrstuferð upp á Ólavsøku í 1938.
Hann handlaði so á Konga-
brúnni, til hann í august 2002 flutti
niðan í Niels Finsensgøtu 31, har
sum hattahandilin hjá Minu Wil-
helm var fyrr.
Thorstein giftist við Marin, f.
Christiansen, úr Mattalág í Havn.
Tey settu búgv í Mattalág og fingu
trý børn innan eitt ár, sonin Jákup
Andreas (Dia), sum er føddur 1.
november 1961 og tvíburadøturnar
Sunnivu og Sólrun, sum eru føddar
28. oktober 1962.
Eftir at Thorstein legðist upp á
land, brúkti hann nógv av síni frítíð
til at prýða rundan um húsini.
Nú fjøllini eru gingin og flettingin
er farin afturum, var tað so undar-
liga tómt at koma út á Selheygg, nú
tá ið tú, abbi, ikki ert har longur.
Tað var løgið at hugsa sær, at tær
mongu hugnaligu løturnar úti hjá
tær og ommu, har vit sótu í køki-
num og prátaðu, nú ongantíð
skuldu koma aftur.
Prátið í køkinum um flettingina,
vekt, og ikki at gloyma hvussu
veðrið mundi fara at verða, nú
kjøtið skuldi heingjast upp, var
mangan stuttligt at hoyra. Tó var
tað ikki bert hetta prátið, sum hevði
tín áhuga. Tú var eisini altíð
áhugaður í, hvussu vit barnabørnini
høvdu tað, hvat vit tókust við og á
tín egna hátt fekst tú okkum eisini
at hugsa um, hvat vit vildu við
lívinum.
Títt lív var mangan strævið. Bert
11 ára gamal misti tú mammuna og
mostur tína. Hetta vóru tvær
kvinnur, sum fyltu nógv í tínum
lívi, og sum vórðu tiknar frá tær við
bert fáum tímum í millum og fóru í
somu grøv. Eg minnist, at tú plagdi
at fortelja, at tit systkini vórðu send
hvør í sína ætt, eftir at mamman
doyði. Tú fórt heim í Vág til Símun
at búgva, og tú plagdi at siga, at
Tunguhúsið heima í Vági var títt
annað heim.
Tú plagdi at taka til, at tú og tey
flestu, sum vóru tínir javnaldrar,
høvdu ikki havt møguleika fyri at
fara at lesa, men tú frøddist um, at
tey ungu í dag høvdu betri
møguleikar fyri at nema sær
lærdóm. Tú hevði hinvegin lívsins
lærdóm. 17 ára gamal fór tú til
skips við Solo Deo Gloria. Tú fekst
um endan av deyðssiglaratíðini og
var við dammskipi og síðani við
skonnart og øðrum skipum til tú fór
upp á land í 1949.
Sum smádrongur í Tunguhúsin-
um heima í Vági, hevði tú óivað
verið uppí, tá ið Símun í Vági
bryggjaði. Tí eftir at tú legðist uppá
land, fór tú at arbeiða á bryggja-
rínum hjá Einari Vaag. Eg minnist
væl, hvussu forkunnugt tað var
sum smágenta at koma at vitja teg
og ommu á Selheyggi. Um høg-
tíðirnar bjóðaði tú sodavatn í
alskyns litum, og vit børn máttu
hugsa okkum væl um, áðrenn vit
valdu, tí vit kundu bert velja eina.
Tú plagdi at siga, at um vit ikki
orkaðu at drekka alla sodavatnina,
so skuldi tú goyma hana til vit
komu aftur.
Tú fylgdi væl við í samfelags-
viðurskiftum. Tú vart javnaðar-
maður og mangan varð tosað um
politikk. Tá prátað varð um javn-
støðu segði tú so mangan, at hetta
bara var eitt orð, og tú plagdi at
taka til, at munur var á kvinnum og
monnum. Tú helt, at sama um talan
var um mann ella kvinnu, høvdu øll
sína uppgávu í samfelagnum.
Teimum sjúku og veiku, sum ikki
kundu arbeiða í samfelagnum,
skuldi landið taka sær av og so áttu
øll onnur at arbeiða, bæði heima og
úti. Tú plagdi at minna meg á, at
lívið kundi laga seg soleiðis, at tað
ikki altíð var, at man hevði eitt val.
Tín partur lá ikki eftir, tá tað
ráddi um at arbeiða og eg minnist
teg sum ein raskan og arbeiðs-
saman mann. Seinasti arbeiðsdagur
tín á Føroya Bjór var tann dagin, ið
tú fylti 80 ár.
Nú tú ert farin, minnist eg teg við
takksemi og við gleði um tað, tú
var fyri okkum øll og við ynski um,
at friður skal vera við minni tínum.
Birta Biskopstø
Thorstein Arge
f. 8. juni 1939 d. 5. oktober 2003
Erik Mørkøre
f. 2. juni 1912 d. 8. februar 2003
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
15. november. Leopold, deyður í 1136. Greivi í
Eysturríki, sum varð skírdur halgimenni fyri mongu
góðgerðir sínar og fyri tær kirkjur og kleystur hann
læt byggja. Hann umkomst á eini veiðiferð.
Navnið kemur av týska orðinum fyri fólk og
djarvur.
16. november. Otenius. Skrivað skeivt fyri hin
halga Otmarus, sum var abbati í kleystrinum St.
Gallen í Sveis og doyði í 759.
17. november. Anianus, deyður í 453. Var abbati í
kleystrinum Orgerils, nærhendis Orleans, har hann
seinni gjørdist biskupur.
8. november
Hans Petur Weihe, advokatur, ættaður úr Søldarfirði
búsitandi í Værløse, 66 ár
Hans Pauli Edmund Johannesen, ættaður úr Hvanna-
sundi, búsitandi í Klaksvík,79 ár
10. november
Sørina Højsted, Nólsoy, 73 ár
Herjálvur Thomsen, Sandvík, 69 ár
Simona Vang, ættað úr Froðba búsitandi í Havn,
89 ár
11. november
Dia Gaardbo, Runavík,76 ár
Helga Mohr Poulsen, Tórshavn, ættað úr Vestmanna,
búsitandi í Syðrugøtu, 84 ár
Alexandra Kristensen, fødd Joensen, ættað úr Skopun,
andaðist á Bispebjerg hospitali, 90 ár
13. november
Súsanna Ennigará, Fuglafjørður, vanliga nevnd
Sanna,72 ár.
Mikudagin 5. november tók
Annlis Bjarkhamar, fyrr-
verandi landsstýrismaður í
mentamálum, læraraprógv
á Føroya Læraraskúla.
Annlis er 29 ára gomul
og ættað úr Vági. Hon byrj-
aði á Føroya Læraraskúla í
1997. Eftir 3 ára lesnað, tók
Annlis farloyvi í eitt ár, har
hon arbeiddi sum samskip-
ari fyri Tjóðveldisflokkin.
Tá Annlis tók við starv-
inum
sum
landsstýris-
kvinna í juni 2002, var hon
ikki heilt liðug við út-
búgving sína, men eftir at
hon fór úr landsstýrinum
aftur, setti hon sær fyri at
gera seg lidna við skúla-
gongdina. Við vælvild frá
Føroya Læraraskúla fekk
hon flutt próvtøkur sínar til
nú í heyst og hevur nú lok-
sins fingið læraraprógv sítt.
Á myndini her stendur
gjáarmaðurin, Pól Hans
Jákup Debes, sum býr í
Skopun, við einum umleið
300 ára gomlum stór-
hvalageisla.
Geislin er av einum
stórhvali, sum kom inn í
Gjónna við Gjógv fyri
umleið 300 árum síðan.
Hvalurin slapp ikki út aftur,
so har mátti alt fólkið í
bygdini í sving fyri at fáa
lívið av honum.
Tað varð sagt um ein
húskall á Fløtti, nevndur
Bartals Pætur, at tá hann
stóð og spann, kastaði hann
ongantíð villan frá sær, fyrr
enn hann varð liðugur. Men
hendan dagin, tá hann
hoyrdi um hvalin í Gjónni,
leyp hann avstað og oman í
Gjónna.
Geislin er 30 cm í
diametur og 20 cm tjúkkur.
Geilsin er í varðveitslu í
Ólastovu, sum er bygd í
1907, áðrenn tað var hann í
gomlu Ólastovu.
Jógvan Johannesen
f. 14. august. 1919 d. 26. oktober 2003
26. oktober andaðist
Jógvan Johannesen í
Havn 84 ára gamal.
Jógvan var ættaður úr
Hvalvík. Hann var
yngstur
av
níggju
systkjum.
Foreldrini vóru Billa
Nicolina, f. Joensen,
úr Fuglafirði, og Jógv-
an Johannesen, van-
liga nevndur Jógvan á
Lag, úr Hvalvík.
Hóast
heimið
í
mangar mátar var fá-
tæksligt, var gott sam-
anhald í familjuni og
systkini hjálptu hvør
øðrum sera væl.
Sum
ungur
fór
Jógvan til Havnar í timburlæru hjá Jóannes Steffans-
son, ið var giftur við systrini, Solinu. Jógvan búði
hjá teimum á Boðanesi, og fekk hann gott í beinini
har.
Liðugur við lærutíðina fór hann til Danmarkar á
ein byggimeistaraskúla saman við øðrum kendum
føroyingum.
Eftir lokna skúlagongd kom hann heim aftur til
Føroya og byrjaði at arbeiða sum sjálvstøðugur
byggimeistari. Eftir vanliga arbeiðstíð undirvísti
hann á Tekniska Skúla í Havn. Frá 1949 til 1967
undirvísti hann bert um kvøldið, men í 1967 gjørdist
hann lærari burturav, til hann fór frá fyri aldur í
1986.
Av álitisstørvum kann nevnast, at Jógvan var
metingarmaður hjá Jarðarráðnum og hjá Føroya
Sparikassa, har hann eitt tíðarskeið var formaður.
Síðst í 40-unum hitti hann Mariu Abrahamsen av
Strondum, tey giftust í januar 1950 og fingu fimm
børn, tey eru: Bjarki, f. í mars 1950, Ninna, f. í
desember 1953, Ása, f. í august 1957, Torkil, f. í
november 1960, og Jón, f. í apríl 1966.
Jógvan var væl kendur millum havnarfólk,
hansara sereyðkenni var, at hann altíð var virkin.
Hann var lítil og kvikur og hevði altíð nógvan
skund. Hann var arbeiðssamur, lítillátin og
hjálpsamur. Hann var ein trúgvandi maður, sum vísti
stórt trúfesti. Í vertskapi var hann góður sangari og
skipaði ofta fyri í føroyskum dansi.
Í sínum virkna arbeiðslívi hevði Jógvan ikki
nógva tíð til familjuna, men tað gjørdi hann
sanniliga nakað við, tá hann gavst at arbeiða. Hann
vitjaði dúgliga børnini og abbabørnini.
Seinastu árini var Jógvan heilsuveikur og hevði
trupulleikar við lungunum. Nú hann andaðist, var
hann í Danmark saman við Mariu, har tey vitjaðu
døturnar. Hann andaðist í Keypmannahavn. Jógvan
var tann seinasti, sum var eftir av teimum nýggju
systkjunum úr Hvalvík.
Annlis Bjarkhamar læraraprógv
Pauli Nielsen, rektari á Føroya Læraraskúla, handar her Annlis Bjarkhamar, læraraprógvið
Mynd: Jens Kristian Vang
300 ára gamal stórhvalageisli við Gjógv
Pól Hans Jákup Debes við
umleið 300 ára gamla
stórhvalageislanum
Andlát
C
M
Y
K
13
12