leygardagur 15. november 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 15. november 2003
15
VIÐMERKINGAR
Helgi Abrahamsen
Hvørja ferð tá veljara-
kanningar eru gjørdar,
fara politikarar, tíðinda-
fólk og serfrøðingar av
ymiskum slag at tulka
úrslitið, men ikki kann
sigast, at hesar tulkingar
altíð eru so væl eydnaðar.
Seinasta dømið upp-
livdu vit mánakvøldið
10. november, tá nýggj-
asta
veljarakanningin
varð almannakunngjørd.
Í Degi og Viku varð sagt,
at kanningin vísti, at ann-
arhvør føroyingur vildi
av við blokkstuðulin,
meðan færri enn tíggj-
undi-hvør
vildi
hava
blokkstuðulin at hækka
aftur. Hetta kundi sam-
bært Degi og Viku tulk-
ast sum, at føroyingar
sum heild nú taka undir
við, at samgongan hevur
minkað blokkin við ein-
um triðingi.
Á tingfundinum tann
11. november fegnaðist
Karsten Hansen eisini
um, at veljarakanningin
vísti, at fjøldin av føroy-
ingum
vildu
gjalda
sjálvi, fyri at ráða í egn-
um landi.
Og aftur í Degi og
Viku
hóskvøldið
13.
november segði Høgni
Hoydal, at tað sum fólk
eru bangin fyri áðrenn
tað hendir, tað taka tey
undir við aftaná, og so
vísti eisini hann á, at bert
fá prosent av føroying-
um, sambært veljara-
kanningini, vildu hava
blokkin at vaksa aftur.
Skeiv tulking
Um eg varð spurdur í eini
veljarakanning, um eg
vildi havt blokkstuðulin
burtur, so hevði eg sagt
nei, og um eg varð spurd-
ur, um eg vildi havt
blokkin at vaksa aftur, so
hevði eg eisini svara nei.
At halda fram við at
lækka blokkstuðulin, er
ein uppaftur størri ør-
skapur enn hann, sum vit
longu hava sæð. Men vit
kunnu heldur ikki hækka
blokkin aftur, tí vit hava
jú yvirtikið nøkur máls-
øki, og tey mugu vit
gjalda fyri.
Vit kunnu ikki fara til
Danmarkar við biddara-
posanum nú (sjálvt um
fólk byrja at fáa eyguni
upp fyri, at pengarnir
fara at mangla í Føroy-
um).
Sostatt hevði eg (um eg
luttók í kanningini) verið
ein av teimum, sum sam-
bært Degi og Viku,
Karsteni
Hansen
og
Høgna Hoydal taka undir
við, at samgongan hevur
minkað blokkstuðulin. –
Men tað er so langt ífrá,
at eg geri tað!
Skaðin er longu hendur
Arbeitt verður í løtuni
við at gera eina fíggjar-
lóg fyri 2004, og sera
trupult er at fáa kabalina
at ganga upp. Men føroy-
ingar (og serliga full-
veldisføroyingar) skulu
vita, at tá vit um eitt gott
ár halda nýggjár, tá hevur
niðurskurðurin og fast-
frystingin av blokkstuðl-
inum kostað landskass-
anum tilsamans umleið
1.200 mió. krónur.
Hetta eru pengar, sum
ikki fáast inn aftur við at
leggja avgjald á beripos-
ar, vaflur og søtar keks.
Skaðin er longu hend-
ur, og tað einasta sum vit
nú kunnu gera, er at
vóna, at sitandi lands-
stýri leggur frá sær,
áðrenn skaðin verður
uppaftur størri. – Tað vil
siga, áðrenn fleiri kostn-
aðarmiklar
yvirtøkur
verða gjørdar.
- Og tað hevði so í øll-
um førðum samsvara væl
við úrslitið í nýggjastu
veljarakanningini!
Skeiv tulking av
veljarakanning
Bill Justinussen fór
út um mark, tá ið
hann royndi at forða
fyri, at løgtingsmaður
slapp at seta spurning
fram í Løgtinginum,
sigur Edmund Joen-
sen, Løgtingsfor
maður
UPPÍLEGGING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Løgmaður eigur at geva
Bill Justinussen, lands-
stýrismanni, eina átalu.
Tað
heldur
Edmund
Joensen, løgtingsformaður.
Hann heldur, at Bill
Justinussen fór út um mark,
tá ið hann mikudagin
royndu at forða løgtings-
manninum, Heðini Morten-
sen, at seta ein fyrispurning
fram í tinginum.
Løgtingsformaðurin sig-
ur, at hetta er fyrstu ferð
hesi sjey- átta árini, hendan
skipanin hevur verið í gildi,
at landsstýrislimir hava
roynt at snúð sær undan
einum fyrispurningi. Tað er
eisini fyrstu ferð, at ein
løgtingslimur
atkvøðir
ímóti, at ein fyrispurningur
verður settur fram.
– Eg helt, eg hoyrdi yvir
meg, tá ið Óli Breckmann
bað um at tingið atkvøddi
um, antin Heðin Mortensen
skuldi sleppa at seta spurn-
ingin fram, so eg mátti
spyrja uppaftur, sigur Ed-
mund Joensen.
Hann sigur, at tað brýtur
heilt frá vanligari siðvenju,
at tingið atkvøðir um ein
fyrispurning.
– Men landsstýrisfólk
hava ikki atkvøðurætt í
tinginum og tey hava so
onki við eina atkvøðu-
greiðslu at gera. Tað eru
bara tinglimir, sum hava
við tað at gera.
Edmund Joensen sigur, at
hetta snýr seg um javn-
vágina ímillum Løgting og
Landsstýrið, tí tað er ein
uppgáva hjá tinginum at
hava eyguni eftir landsstýr-
inum. Og tað er eisini hetta,
sum er endamálið við flestu
fyrispurningunum.
– Tað er heilt skeivt, at
ein landsstýrismaður roynir
at forða fyri, at ein løg-
tingsmaður setir ein fyri-
spurning fram, tí tað hevur
hann onki við at gera.
Sostatt er løgtingsfor-
maðurin samdur við Heðin
Mortensen í, at hetta er
óhóskandi uppílegging í
tingsins arbeiði.
– Fyrr hevði landsstýrið í
felag ábyrgdina av teimum
einstøku
málsøkjunum,
men nú hava landsstýris-
menn hvør sær, ábyrgdin av
sínum øki og tí er tað meiri
neyðugt nú enn nakrantíð,
at tingmenn seta nógvar
fyrispurningar fram fyri at
kunna fylgja við í tí, sum
landsstýrið fæst við.
– Og landsstýrið er upp-
sitari hjá løgtinginum, onki
annað, sigur løgtingsfor-
maðurin. Og hann leggur
afturat. at tað viðkemur
ikki landsstýrisfólkum at
gera av, antin ein spurn-
ingur er ov lítisverdur at
verða settur.
– Tí haldi eg, at tað, sum
Bill Justinussen gjørdi í
tinginum mikudagin, var so
stór uppílegging í tingsins
arbeiði, at tað hevði verið
hóskandi við eini átalu frá
Løgmanni.
Politisk profilering
Sjálvur tekur Bill Justinus-
sen tað róligt. Hann sigur,
at skal landsstýrismaðurin
altíð svara einum spurn-
ingi, er ongin orsøk hjá
tinginum at atkvøða.
Og tí spurdi hann Óla
Breckmann, um tað bar til
at fáa tingsins meting av
einum slíkum fyrispurn-
ingi, sum tann, ið Heðin
Mortensen setti fram.
Hann heldur nevniliga
ikki, at tað er av umsorgan
fyri føðideildini, at Heðin
Mortensen setir hendan
fyrispurningin fram.
– Eg ivist ikki í, at enda-
málið er bara at gera vart
við seg politiskt, sigur Bill
Justinussen.
Hann sigur, at tá ið at-
kvøtt var um fyrispurn-
ingin, hevði hann ikki sæð
hann og hann helt, at hann
snúði seg bara um brævið
frá starvsfólkunum á føði-
deildini til nakrar fyritøkur
um fíggjarligan stuðul.
Nú skilir hann, at spurn-
ingurin er eitt sindur meiri
umfatandi.
– Og eg meini framvegis,
at eg havi mál, sum eru
nógv størri og nógv meiri
átrokandi at arbeiða við
enn hetta.
Bill Justinussen leggur
afturat, at hann hevur
fingið at vita, at tað var
bara í góðari meining, at
starvsfólki á føðideildini
sendu brøvini út, men at
tær eru harmar um tað nú.
Tí heldur hann, at fyri tær
er tað óheppið at blíva við
at draga málið fram.
Fær hann eina átalu frá
løgmanni, tekur hann hana
sjálvandi til eftirtektar,
sigur hann.
Løgmaður eigur at geva
Bill Justinussen eina átalu
Edmund Joensen heldur, at
Bill Justinussen fór út um
mark í tinginum, mikudagin
– Fái eg eina átalu fyri hetta, takið eg hana sjálvsagt til
eftirtektar, sigur Bill Justinussen, landsstýrismaður í
heilsumálum
15
14
Nr. 218 - 15. november 2003
Amerikanskir hery-
virmenn siga, at
mótstøðan og óskilið
í Irak eru so væl
skipað, at tað má vera
Saddam Hussein, sum
skipar fyri
IRAK
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
-Eg haldi, at Saddam
Hussein var greiður yvir, at
vit fóru at vinna kríggið, og
at hann longu tá fyrireikaði
seg til at skipa fyri mót-
støðu ímóti okkum aftan á
kríggið, sigur amerikanski
generalurin Charles H.
Swannack í samrøðu við
Washington Post.
Generalurin stendur á
odda fyri amerikonsku her-
deildunum í tí sonevnda
Sunni-trýhyrninginum
á
Bagdad-leiðini. Hann ivast
ikki í, at Saddam Hussein
og generalar hansara fjaldu
ein hóp av vápnum undan
og undir krígnum fyri at
fyrireika seg til tíðina aftan
á sjálvt kríggið.
- Tað er tí vit finna so
nógvar
vápnagoymslur
víða um landið. Teir fyri-
reikaðu ein uppreistur, sig-
ur Swannack.
Ein annar amerikanskur
heryvirmaður, obersturin
Oscar
Mirabile,
hevur
somu áskoðan sum gener-
alurin. Hann heldur, at
Saddam Hussein visti, hvat
hann gjørdi, tá hann slepti
øllum brotsmonnum leys-
um úr fongslunum beint
fyri kríggið. Endamálið var
at elva til ræðslu og ruðu-
leika og at fyrireika tað,
sum vit nú síggja, sigur
Oscar Mirabile.
Aðrir amerikanskir her-
yvirmenn eru ikki so vísir í,
at tað er Saddam Hussein,
sum stendur aftan fyri álop-
ini, men teir viðganga, at
álopini eru betur skipað nú
enn ta fyrstu tíðina eftir
kríggið.
Gomlu leiðirnar eru
drúgvar
Á Ekofisk-leiðini hava norðmenn fingið meiri olju, at
teir høvdu roknað við, og nú vísir tað seg eisini, at
meiri olja er í Valhall-økinum enn upprunaliga hildið.
British Petroleum, sum er virkið á báðum leiðun-
um, hevur higartil gjørt íløgur fyri einar 20 milliardir
krónur á Valhall-leiðini, sum er beint sunnan fyri
Ekofisk. Men trupulleikin á báðum leiðunum er, at
botnurin søkkur, og tí verður neyðugt at skifta pall-
arnar, sum vórðu tiknir í nýtslu har í 1982. Ein nýggj-
ur pallur fer at kosta millum fýra og seks milliardir
krónur, og roknað verður við, at BP fer at nýta einar
17 milliardir krónur til Valhall-leiðina í komandi
árum.
Orsøkin er, at tað er meiri olja har enn hildið, sam-
stundis sum nýggj tøkni ger tað møguligt at fáa meiri
olju upp úr keldunum. Upprunaliga helt BP, at tað fór
at bera til at útvinna 247 milliónir tunnur í Valhall-
leiðini, men nú er nøgdin mett til 1,2 milliard tunnur.
Tí væntar felagið at útvinna olju har líka til 2040,
skrivar Aftenposten.
Jødarnir rótin til alt ilt
Heimskendi grikski tónasmiðurin Mikis Theodorakis
hevur komið sær sjálvum í óføri, tí hann hevur lagt
jødarnar at vera rótin til alt ilt.
Tað var í einari kunngerð, at Mikis Theodorakis
samanbar jødar við grikkar. Hann segði, at hvørki
jødar ella grikkar hava nakra ætt, men at jødarnir eru
teir víðgongdu og fáa alt at vera, soleiðis sum teir
vilja. Síðani legði hann afturat, at í dag eru jødarnir
rótin til alt tað illa, ikki tað góða. Grikska stjórnin
vísir orðunum hjá tí kenda tónasmiðinum frá sær, og
jødiska ráðið í Grikkalandi leggur hann undir at nýta
nazistisk slagorð.
Sjálvur verjir Mikis Theodorakis seg við, at hann
hugsaði ikki um allar jødar, men bara teir, sum styðja
Ariel Sharon, forsætisráðharra. Hann sigur, at tá ísra-
elska fólkið hevði stuðul fyri neyðini, styðjaði hann
tað. Men teir jødarnir, sum styðja politikkin hjá Sha-
ron, og teir amerikonsku jødarnir, sum eru við til at
leggja tann ágangandi politikkin hjá Bush-stjórnini til
rættis, mynda eina hugmynd, sum í dag er rótin til alt
ilt, sigur hann.
Vandi í luftini
Loftferðslumyndugleikarnir í Noregi kæra seg nú
um, at feløg, sum hava ábyrgdina av elkaðalum í luft-
ini, vísa ábyrgdarloysi, tí tey lata vera við at boða
myndugleikunum frá kaðalunum.
Í 1996 rendi ein sjúkratyrla á ein luftkaðal í Førde-
fjørðinum. Tyrlan datt niður, og øll tey fýra, sum vóru
í henni, doyðu. Síðani vanlukkuna hava loftferðslu-
myndugleikarnir kravt, at teir skulu fáa boð um allar
luftkaðalar, sum eru meiri enn fimtan metrar høgir,
men tað vísir seg, at elfeløgini hava ilt við at halda
fráboðanarskylduna.
Loftferðslumyndugleikarnir siga tað vera serliga
hugstoytandi, at tað størsta elfelagið, Statnett, stendur
ovast á svarta listanum. Leiðslan í Statnett viðgongur,
at felagið hevur ikki hildið skyldur sínar, men sigur,
at um trý ár verða øll viðurskiftini fingin upp á pláss.
Danskir handlar fáa
kapping
Risastóra týska handilsketan Lidl fer tey næstu árini
at geva teimum donsku handilsketunum harða kapp-
ing.
Týska handilsketan hevur keypt eitt stórt grundøki
í Ringsted á Sælandi, samstundis sum hon fyrireikar
seg til at byggja handlar í meiri enn tíggju øðrum
donskum býum. Danski umboðsmaðurin hjá Lidl,
Finn Tang, sigur við Berlingske Tidende, at næsta
heyst hevur fyritøkan millum tíggju og fimtan handl-
ar í Danmark. Ætlanin er síðani at fáa einar 40 - 50
handlar afturat um árið tey næstu árini, til talið kemur
upp á umleið 150 um alt landið.
John Wagner, sum er formaður í danska handilsfel-
agnum, ivast ikki í, at handlarnir hjá Lidl fara at elva
til eitt satt prískríggj í Danmark. Hann vísir á, at tað
sama hendi, tá Lidl fór undir at fáa sær handlar í
Finnlandi, og at tað sama helst fer at henda í Svøríki
eisini, har Lidl júst hevur latið tann fyrsta handilin
upp.
Formaðurin í litavska
tjóðartinginum
leggur russar undir at
hava elvt til politiska
kreppu í landinum.
Onnur halda, at CIA
hevur verið uppií
LITAVA
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Arthuras Paulauskas, ting-
formaður, vil vera við, at
russar vilja hava eina aðra
leiðslu til valdið í Litava,
og at russiski ríkmaðurin
Jurij Borisov stendur aftan
fyri tiltakið.
Borisov fíggjaði ein stór-
an part av valstríðnum hjá
Rolandas Paksas, sum vann
forsetavalið í Litava í janu-
ar. Fyri nøkrum vikum síð-
ani kom fram, at Borisov
hevur tætt samband við
russisku mafiuna, og at
hann er við í ólógligum
vápnahandli. Samstundis er
komið fram, at hann fekk
litavskan ríkisborgararætt
uttan um ta vanligu manna-
gongdina, og nú verður
kannað, um hetta var eitt
slag av einari samsýning
frá forsetanum.
Skjøl, sum eru komin
undan kavi, sigast vísa, at
Borisov og forsetin ætlaðu
at órógva ta politisku støð-
una, soleiðis at teir ráðandi
sosialdemokratarnir skuldu
tapa næsta val. Ístaðin fyri
skuldi høgraflokkurin hjá
forsetanum, sum Borisov er
limur í, sleppa framat.
Onnur halda, at CIA man
eiga sín lut í spælinum. Tey
vísa á, at Valdas Adamkus,
sum tapti forsetavalið í
januar, var meginpartin av
lívi sínum amerikanskur
ríkisborgari, og at CIA nú
roynir at avdúka, at eftir-
maðurin hevur ikki so reint
mjøl í posanum, sum hann
letst hava.
Saddam stendur aftanfyri
UTTAN ÚR HEIMI
Russar ella CIA elvt til
politiska kreppu í Litava
Seinastu dagarnar hava amerikonsku hermenninir leitað eftir álopshugaðum irakum og vápnum teirra
C
M
Y
K
14