Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. november 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 218 - 15. november 2003 Nr. 218 - 15. november 2003 17 v/ Kvinnuhúsið Elin Reinert Planck »Tað eru bert ávísar typur av kvinnum, ið verða út- settar fyri harðskapi«. Líknandi mytir eru partvís viðvirkandi til at bagatel- isera harðskap ímóti kvinn- um, og partvís fjalir tað út- yvir hvussu umfatandi trupulleikin í veruleikanum er. Kvinnur, útsettar fyri harðskapi, eru at finna í øll- um samfelagsløgum. Eins væl tann vælútbúna kvinn- an, sum tann kvinnan við ongari útbúgving, eru fyri harðskapi. Verður kvinnan ofta út- sett fyri harðskap – likam- ligum, sálarligum ella hótt- anum – ávirkar tað hennara sjálvsvirði. Tað kensluliga sambandið við mannin, skommin av at verða bund- in at honum og skommin av ikki at hava orku til at leys- ríva seg, ávirkar sjálvsupp- fatanina hjá kvinnuni. Við harðskapinum fylgir ofta avbyrging frá familju og kenningum. Hon er 31 ár. Í átta ár var hon verandi í einum harð- ligum parlagi. Hon kom av bygd, hann úr býnum. Fyrstu ferð hon hitti hann, kendi hon at- dráttarmegina – hann var spennandi og øðrvísi. Tá hon lýtur aftureftir vóru frá byrjan fleiri tekin um, hvussu hann veruliga var. Hon varnaðist ikki t.d. hansara ævinsjúku, at hann stýrdi henni og altíð skuldi vita, hvar hon var. Hann sýndi hóttandi at- burð frá byrjan, t.d. tók hann fleiri ferðir hart í hana. Hon varð ógvuliga bangin og royndi at verja høvdið, um hann, sum hann hótti við, slerdi høvdið í veggin. Einaferð tey vóru í eini familjuveitslu, rópti hann í ævinsjúku yvir, at hon dansaði við einum syst- kinabarnið: Fert tú heim við honum? Eitt annað tekin var, at hann gjørdi alt fyri, at hon ikki var saman við vinfólki. Seinni forbjóðaði hann henni at hava samband við tey flestu av teimum. Hon helt ikki, at hon var harðskapsrakt, tí hann slóð hana ikki so ofta. At tað var sálarligur harðskapur, sá hon seinni og vendi sær til ráðgeving fyri harðskaps- raktar kvinnur, har hon eis- ini fekk at vita, at hon var ikki tann einasta ið hevði livað í einum harðskaps- raktum paralagi. VIÐMERKINGAR Harðskapur ímóti kvinnum Óli Jacobsen Tað er altíð ein fyrimunur at seta seg inn í viðurskifti, ein úttalar seg um. Tað hevur Randi í Jógvanstovu ikki gjørt. Hon hevur heldur ikki spurt. Í hennara fyrra "glepsi" leggur hon meg undir at vera fíggindaligan móti útlendskari arbeiðsmegi. Verunleikin er tann, at eg havi "bert" arbeitt fyri, at fólk, sum hava verið í starvi á sama arbeiðsplássi í upp til 15 ár, ikki skulu troðkast burtur av útlendingum, sum annars bert eru sett tíðar- avmarkað. Hetta er, sum eg skilji tað, fult í samsvar við støðuna hjá FA, sum eg annars í dag einki úti- standandi havi við, sum tað verður róð uppundir av Randi. Tá Randi hevur rent seg fasta her, nýtir hon gomul "tricks", nevniliga at tosa um nakað annað, sum hon heldur ikki hevur sett seg inn í, og enn minni spurt um. Hetta er nevniliga sátt- málan fyri polakkar. Her skal stutt sigast, at hesin sáttmáli er samráddur av ITF, altjóða fakfelagið fyri m.o. sjófólk. Hetta er helst besti sáttmáli, sum er gjørdur í heiminum fyri polakkar, og hann gevur um eitt ár somu løn og frítíð sum til føroyingar. Tann sum vil vita meira um hetta kann fara inn á heimasíðuna: www.fiskimannafelag.fo Her ber til at leita seg fram til útkomin FF-bløð. Í blað nr. 296 er ein frá- greiðing um júst hetta mál. Endalig viðmerking til Randi - Tað vil siga ein góður familjupolitikkur. Og tí eru allar skerjingar av barnsburðargrunninum onki annað ein sam- felagslig dáragerð, um man hugsar longur enn beint fram um nøsina. Hans Pauli Strøm samfelagsfrøðingur Vit verða fleiri og fleiri gomul í komandi árum. Men eg eri ikki samdur við teimum, sum tosa um, at tey nógvu gomlu fara at verða ein so ovurtung fíggjarlig byrða hjá teim- um, sum eru í arbeiðs-før- um aldri, at tað verður størsta hóttanin móti før- oyska vælferðarsamfelag- num. Eg royndi at grund- geva fyri hesum í greinini í Sosialinum síðsta leygar- dag, men har vóru so nógvar villur komnar í og brot dottin burturúr, at eg má bøta um tað við hesum ískoyti. Tað er ikki nøkur sjálv- søgd demografisk ella íbúgvafrøðilig gongd, sum skapar nakrar trupulleikar. Tað avgerandi er hinvegin eitt politiskt val, um um- støðurnar hjá barnafamilj- unum skulu gerast betri ella verri. Fáa smábarnafamilj- urnar góðar umstøður, eru betri møguleikar fyri eini sunnari, sterkari fólkasam- anseting. Verða umstøður- nar gjørdar verri, ja so fáa vit so líðandi eina gamla, aldursliga avskeplaða fólkasamanseting, sum kann elva til stórar fíggjar- ligar trupulleikar. Tí er tann besta sosiala og fíggjarliga framtíðar- tryggingin av føroyska vælferðarsamfelagnum at vit framhaldandi megna at halda ein høgan føðitítt- leika.. Hetta leggur nevn- liga eitt sterkt og trygt støði undir fólkasamansetingini í Føroyum. Nú eru vit so heppin, at okkara føðitíttleiki liggur nógv hægri enn í hinum norðanlondunum og í Europa yvirhøvur, og tann stóra avbjóðingin er halda fast við henda høga føði- títtleikan eisini í komandi árum. Men tað hendir ikki av sær sjálvum. Altjóða rákið hevur longi verið eitt minkandi barnatal, har eitt- barna familjur verða tað vanliga. Skulu vit sleppa undan somu gongdini her, er tað av allarstørsta týdn- ingi, at trivnaðarligar og fíggjarligar umstøður hjá ungum smábarnafamiljum eru so góðar, sum yvir- høvur gjørligt. Og alt sum ger umstøðurnar verri, fer at hava negativa ávirkan á føðitíttleikan. Tí ivist eg ikki í, at verri umstøður í samband við barnsburð fara at enda við einum lækkandi føðitítt- leika. Tað gevur við tíðini eina "gamla" fólkasaman- seting. Tá kunnu vit enda í hesi óhepnu støðuni við einum veksandi fíggjarlig- um trýsti móti væl-ferð-ar- skipanunum. Vit kunnu lýsa avleið- ingarnar av einum mink- andi føðitíttleika við at samanbera tvær framrokn- ingar. Onnur er framrokn- ingin hjá Hagstovuni (Al- ternativ FØ), har fyritreytin er ein høgur føroyskur føðitíttleiki, hóast hann minkar nakað (úr 2,5 niður 2,2 børn pr. kvinnu). Hin framrokningin (Alternativ NO) er at føðitíttleikin líðandi verður minkaður niður á sama støði, sum er miðaltalið fyri øll norð- anlondini (altso úr 2,5 niður 1,7 børn). Tað sum talvan og myndin vísa, er hvussu nógv vit vinna við at fast- halda ein høgan føðitítt- leika – ella hinvegin, hvussu galið tað kann ganga, um okkara føði- títtleiki minkar niður á eitt miðal norðurlendskt støði. Tann altavgerandi munurin, sum sæst væl í stabba- myndini, er at við tí høga føðitíttleikanum veksur tal- ið av teimum yngru enn 65 ár næstan dupult so nógv sum av teimum eldri enn 65 ár. Í hinum førinum – við tí minkandi føðitíttleikanum – verður umvent, har fer talið av teimum yngru bert at veksa helvtina av teim eldru. Ongin kann verða í iva um, hvat er betur fyri samfelagsligu menningina. Besta framtíðartryggingin av føroyska vælferðarsamfelagnum er ein framhaldandi høgur føðitíttleiki Framrokning av f lkatali 2003-2043 Aldur 2003 Alternat Ffl 204 Alternat NO 2043 ˚ V¿kstu Altern. V¿kstur Altern. N 00-19 r 14.62 16.60 12.50 1.98 -2.12 20-64 r 26.74 33.17 31.87 6.43 5.13 65 og eldri 6.33 11.75 11.73 5.41 5.395 Tilsamans 47.70 61.53 56.11˚ 13.82 8.40 Alternativ FØ: Framrokningin (frá grein síðsta leygardag) við høgum føroyskum føðitíttleika Alternativ NO: Framrokning har føðitíttleikin minkar niðar á miðal norðurlendskt støði 0 1.000 2.000 3.000 4.000 5.000 6.000 7.000 8.000 9.000 Yngri enn 65 r Eldri enn 65 r F lkav¿kstur vi¶ h¿gum f¿r. f¿¶it ttl F lkav¿kstur vi¶ mi¶al nor¶url. f¿¶it Bókadagur og jólamarknaður í Keypmannahavn Álendska fuglaveiðan helst bannað av ES Úr skránni hjá Før- oyahúsinum í Keyp- mannahavn KEYPMANNAHAVN tíðindaskriv frá Føroya- húsinum Sera nógv tiltøk eru í nov- embur í húsinum. Eisini feløgini uttanum hava nógv til samans, so ríkiligt er at fara til: Listaframsýningar, fyrilestrar, upplestrar, sjón- leikur, jólamarknaður og gudstænastur. Harafturat alt tað, sum danskarar hava at bjóða. So neyvan eru stund- ir til alt. Bókadagurin 16 novembur Hesu ferð fara landsbóka- vørðurin Martin Næs og debattørurin Kim Simon- sen at seta teirra sermerkta dám á dagin, sum hevur fjølbroytta skrá. Kim fer at taka eitt sera áhugavert evni upp, sum er beinleiðis eitt boð um okkum útisetar og okkara mentan og ta broyting, sum hon elvir til hjá hvørjum einstakum. Skráin fyri bókadagin Kl. 14.00: Bókaframsýn- ingin opnar Kl. 15.00: Vit bjóða væl komin og byrja ummælini. Kl. 15.10: Martin Næs landsbókavørður hugleiðir um føroyska bókaútgávu Kl. 15.25: Hans Pauli Tor- garð ummælir verkið hjá Marianne Clausen: Føroya Kvæði - Løgini/Melodies Kl. 15.40: Kingosálmar. Bólkurin við Hans Paula Torgarð, Hugin Eide, Súsannu Torgarð og Eyg- unn Hansen syngja nøkur kingoløg Kl.16.00: Kim Hansen heldur fyrilestur við heitin- um: Millum eksil og heim- loysi. Um føroyskar útiset- ar, um útisetamentan og ta broyting, hetta skapar fyri einstaka menniskja Kl. 16.50: Hugin Eide um- mælir yrkingasøvnin i hjá Alexander Kristiansen, Tóroddi Poulsen og Odd- fríði Rasmussen Kl. 17.10: Stuttfilmurin: Mowing North, Regin smiður. Fótatraðk dansar Kl. 17.20: Listafelagið skipar fyri aktión. Tey hava nakrar málningar, sum skula seljast. Heini David- sen er aktionarius. Vit hava eisini nakrar bøkur til sølu hendan dagin Kl.17.45 - 19: Høvi at keypa sær góðan sunnu- dagsdøgverða við dessert og kaffi, sum kokkurin ger til. Kostnaður 100 kr. Bingo og jólamarknaður Bingo sum gekst væl tey fyrru árini, hevur ikki havt so góða undirtøku tvey tey síðstu árini. Men nú tykist aftur at bera til. Avlopið frá bingokvøldunum fer til raksturin í Føroyahúsinum. Aftanfyri bingo stendur Bingofelagið Føroyahús- inum til frama. Ein og hvør kann vera limur. Týsdagin 18. novembur verður aftur bingo við fjølbroyttum vinningum. Tær tríggjar Rigmor, Sól- klár og Anna hjálpa til sam- an við Georg. Stóri vinn- ingurin hesu ferð verður ein ferð fyri tvey við bili við Norrønu til Føroya. Týsdagin eftir ella 21. novembur er døgverðin bótasúpan við turrum fiski, spiki og eplum, kaffi og køku. Samtíðis er jóla- marknaður, har fólk kunna bíleggja sær borð og hava sølulutir frammi frá kl. 15 – 20. Vit leiga eitt slíkt borð fyri 50 kr. Tað plaga at vera eini 6 – 10 seljarar slíkan dag við ymsum jólaskreyti o. ø. Tá fara vit at jólast. Gløgg og holukøka at fáa allan dagin. Erotiskur leikur og kafé Uppímillum men alt ov sjáldan er sjónleikur á skránni. Vit hava ongan leikpall og kanska eru eisini aðrar grundir til at hesi halda seg aftur. Men nú hevur Gunnvá Zachari- assen og Marita Dalsgaard boðið sær til at framføra ein leik, sum er úr stuttsøgu hjá William Heinesen. Tær nevna leikin: Syndefaldet – En historie om et virkelig godt menneske. Hetta er ein intimur leikur ella erot- ikkin er frammalaga í honum. Leikurin verður fram- førdur tvær ferð fríggja- kvøldið 21. novembur í stovuni á 1. hædd, sum verður við ljósum og øðr- um rekvisittum lagað til hóskiliganleikpall. Samtíðis verður kafé- kvøld í kaffistovuni, har AnnaMatrio spælir. Tey eru Anna Maria Olsen, Rókur Jacobsen og Talvfelagið í 1. deild Tað eydnaðist føroyska Talvfelagnum í Keyp- mannahavn at koma upp í 1. deild. Hetta var eitt bragd av teimum. Einki annað ikki danskt felag hevur nátt hetta mál. Men so eru eisin i boð eftir teim- um: Leikir skula spælast, ferðast skal um alt landið og tað er ikki ókeypis. Tí stendur felagið fyri dansin- um leygardagin 29. novem- bur har teir báðir navn- framu menninir Eyðun Nolsøe og Pætur við Keldu spæla saman við vinmonn- um. Slíkir dansir plaga at kasta fitt av sær til feløgini og Føroyahúsið, sum er karmur fær sítt. Bryggjan letur dyrnar upp Tað vikuskifti verður eisini mangt annað á skránni, nú Bryggjan letur upp. Hós- dagin 27. novembur verður tann hátíðarligi dagurin við drotningini, forsetum, min- istarum og løgmanni og øðrum fólki. Leygardagin 29. og sunnudagin 30. verður almenningurin boð- in at koma at síggja hesi valahúsini í fimm hæddum. Føroyar hava fjórðu hædd, sum er sera nýtímans inn- rættað, ljós og snøgg, men eisini øðrvísi í sniði og inn- rætting, enn vit eru von við. Føroyahúsið verður liggj- andi, her vit eru, men í góð- um samstarvi við Bryggj- una og serstakliga føroyska partin. Hesar dagarnar skula vit lata nkað nógv av sneisabitum og føroyskum øli at bjóða væl komin við. Eisini fara Føroyahúsið saman við grønlendska og íslendska húsinum at handa teimum eina gávu, sum er ymist á skránni leygardagin 29. novembur seinnapartin. Heri Simonsen Tað hevur verið skrivað og talað nógv seinastu tíðina, um hvørt vit skulu kanna møguligar fyrimunir og vansar við einum føroysk- um ES-limaskapi ella ikki. Ein tann besti hátturin, er at granska tey samfeløg, ið eru meinlík okkara sam- felagi. Áland líkist okkum á mangan hátt. Oyggja- bólkurin millum Finnland og Svøríki, sum hoyrir til finska ríkið hevur eina stødd, og eitt fólkatal, ið minnir nógv um okkara. Ríkisrættarliga líkist lond- ini eisini, talan eru um tvey "sjálvstýrandi øki", sum Føroyar, Áland og Grøn- land verða nevnd í norður- lendskum høpi. Búsetingar síðan Steinøldina Forngrevstir í Álandi vísa, at har hava fólk búleikast líka síðani Steinøldina. Hesir forngrevstir prógva eisini, at álendingar hava veitt fugl líka síðani Stein- øldina. Áland er sostatt sum samfelag fleiri øldir eldri enn tað føroyska. Men ein felagsnevnari fyri bæði samfeløgini hevur so verið fuglaveiðan. Skrivligar keldur frá 15. øld greiða eisini frá fuglaveiðini á Álandi. So her talan um ein avgerandi tátt í søgu og samleika álendinga. Og stutt eftir, at álendska sjálvstýrislógin kom í gildi í 1921, samtykti álendska tingið eina veiðulóg. Og alt síðan 1920-ini hava álend- ingar samvitskufult virka fyri at friðað fugl, og ásett veiðukvotur tá tørvur hevur verið á hesum. Bert undir krígnum bleiv ránsveiða framd, men tað var av neyð og mattroti. "Vårfågeljakten" Álendingar nevna sína fuglaveiðu: "Vårfåge- ljakten". Maj-mánaði er háárstíðin fyri hesi veiðu. Álendingar útskriva uml. 4.200 veiðuloyvi árliga, har álendskir menn og kvinnur so skjóta fugl undir greið- um og skipaðum lógum og reglugerðum. Og soleiðis verður hesin aldargamli álendski siður hildin í hevd, enn! Men nú er stórur vandi fyri, at hesin aldargamli siður verður burturbeindur av ES. Hetta hóast Áland hevur havt regluligar fugla- teljingar síðan 1930-árini, og eingin ránsveiða er farin fram í Álandi síðani krígs- lok í 1945. Alt hetta verður at rokna fyri einki, tí nú hava teir tiltiknu umhvørv- isaktivistarnir (vit kenna teir!) kært "Várfuglaveið- ina" hjá Álandi til alvald- andi ES-kommisjónina. Higani er málið beint í ES- rættin, ið hevur sætið í Luk- semburg. Vaknaðu við kaldan dreym! Álendingar vaknaðu so- leiðis við kaldan dreym í vár, júst sum teir høvdu glett seg til at fremja fedr- anna sið í "Vårfågeljakten". Størsta tíðindablað álend- inga: "Tidningin Åland", sum hevur eitt upplag uppá 10.758 bløð má turt kon- staterað í oddagreinini hjá Jan Helin, blaðstjóra 2. maj 2003: "Åland tog en risk då man vid EU-inträdet utgick från att den åländska jakt- lagen var förenlig med EG- rätten. Man blottade sig därmed för sänare tolkn- ingar. När sedan aktivister, okunniga om Ålands vilt- vård annmälde Åland til EU-kommisionen var den olyckliga siuation vi i dag befinner oss i ett rättsligt faktum.". Ríkisrættarliga er Áland tikið við brøkrunum niðri, samstundis, sum tað hevur eydnast umhvørvis- aktivistunum at leggja hesa snaru fyri søgu- og sið- vandu álendingunum. Kunnu ikki verja seg, sjálvir! Og tað, sum verri er: Álendingar sleppa ikki sjálvir at verja seg í hesum stóra álvarsmáli. Tá man bert er eitt "sjálvstýrandi øki" sleppur ein ikki til borðs saman við teimum stóru í ES. Álendingar eru soleiðis tvungnir at líta á Finnland, ið hevur fingið leiklutin at verja Áland í ES-rættinum í Luksem- burg. Í brævið datomerkt 6. oktober 2003 skrivar "Ålands Landskapsstyr- else" - landsstýrið - til løg- málaráðið í Helsinki: "Åland har inga möjlig- heter att själv föra sin talan i EU-domstolen i denna typ av ärenden, eftersom det är medlemsstaterna som är EU-kommisionens motpart i frågor som rör överträdel- ser av medlemsförpliktels- erna enligt artikel 226 i EU-fördraget." Ella sagt við øðrum orðum: bert sjálvstøðug lond eru limir í ES! Hevði t.d. føroyskt grindadráp verið klagað til ES-kommisjónina høvdu føroyingar ikki sloppið at vart seg sjálvar í ES-rætt- inum í Luksemburg. Finski veiðumaðurin og ES-ting- maðurin Ilkka Suominen verjir tó Áland. Í "Tidn- ingen Åland" 15. maj 2003 sigur hann: "Vi jägare värn- ar mer om naturen och viltet än vad asfaltgänget i storstäderna gör." Hesum kunnu allir føroyingar bert taka undir við. Men røkkur hetta, sum argument yvir fyri ES-kommiserum og ES-dómarum?? Neyvan! Hesar ringu royndirnar hjá Álandi eiga at verða okkum ein læripeningur. Annars hevði tað verið uppá sítt pláss, at eitt samt Løgting og Landsstýrið lýsti sín fulla stuðul til álendska landstýrið og álendska løg- tingið í hesum álvarsmáli. P.S. Gev gætur: Hvalaveiða er bannað í øllum ES- limalondum! C M Y K 17 16