Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. november 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 - 15. november 2003 19 Oddabrak í Klaksvík Meistaradeildin hjá kvinnunum tykist sera jøvn, og spenn- ingurin kann økjast enn meira eftir dyst- irnar um vikuskiftið FLOGBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fleyr kappingin fyri yngru leikararnar verður í Havn um vikuskiftið, og tað av- markar so talið av dystum í teimm báðum bestu hond- bóltsdeildunum. hjá kvinnunum eru tveir dystir á skránni.. Á Kambs- dali hittast ÍF og Fleyr, og hetta kann gerast ein spenn- andi dystur. Liðini eru ávíkavist á fimta og sætta plássi í kappingini, og bæði hava tey tvey stig. ÍF helt frí seinasta vikuskiftið, tá Fleyr á útivølli móti TB tapti 3-0. Í Klaksvík verður odda- brak, tá TB vitjar hjá Mjølni. Vinnur Mjølnir dystin sunnudagin, koma tær ajavnt í stigum við TB, og so eru trý lið við sama stigatalinum á odda í lands- kappingini. Triðja liðið av hesum er KÍF, sum vann fýra teir fyrstu dystirnar á árinum, men sum nú tykist hava fingið trupulleikar. Hjá monnunum er ein dystur, og verður hesin á Kambsdali, har Fleyr vitjar sunnudagin. Fuglfirðingar fingu av álvara ferð á, tá teir seinasta vikuskifti í einum sera spennandi dysti vunnu 3-2 á SÍ. Móti Fleyr verður eisini roknað við, at ÍF fer at taka øll stigini. Fleyr hevur enn einki stig fingið, og tað man tykjast møtumikil uppgáva á Kambsdali, nú ÍF eisini tykist vera komið ígongd. Vinnur Mjølnir dystin móti TB, koma trý tey ovastu liðini í kvinnudeildini at hava sama stigatal Brynjolvur til B68 Vongverjin, sum seinastu árini hevur verið fastur maður á NSÍ liðnum, fer næsta kappingarár út á Toftir at spæla SPÆLARAFLYTING Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Hóskvøldið skrivaðu B68 og Brynjolvur Nielsen undir sáttmála fyri næsta kappingarár. Tað veit heimasíðan hjá B68, b68.fo, at siga. Brynjolvur Nielsen, sum verður 22 ár 8. januar, er fótbóltsliga uppaldur í NSÍ, og har hevur hann spælt alla sína tíð. Hann hevur verið við í kappingini um plássini á besta liðnum, síðani hann var so mikið gamalur, at hann hevði loyvi at spæla saman við teimum vaksnu, og tey bæði sein- astu árini hevur hann ver- ið fastur maður á liðnum. Brynjolvur hevur spælt á U–17 og U–19 lands- liðnum. Hann hevur tey seinastu árini fyri tað mesta verið á vongverjan- um í høgru, men í yngru deildunum var hann ofta á miðvøllinum. Tey seinnu árini hevur tað ofta verið rættuliga tætt, tá ið B68 og NSÍ hava tykist á vøllinum. Nú stendur 1–1 í spælara- flytingum síðani síðsta kappingarár. Týsdagin endurgóvu vit frá NSÍ heimasíðuni, nsi.fo, at Dánial Hansen, sum síðsta kappingarár var á Toftum, nú hevur skrivað sáttmála við NSÍ. Og nú er ein spælari farin út um aftur Høganes. Formaðurin í Tofta Ítróttarfelag, Niclas Dav- idsen, segði í Sosialinum hósdagin, at bulurin á liðnum hjá B68 fer at vera umleið tann sami næsta ár, sum hann var seinasta kappingarár. Hann segði eisini, at tað verður arbeitt við at fáa nýggjar spælar- ar til felagið, sum um- framt Dánial Hansen eis- ini hevur mist Jann Inga Petersen. B68 formaðurin visti at siga, at teir hava samband bæði við spælar- ar innanlands og uttan- lands. Nú er fyrsti før- oyski spælarin komin til B68. Dánial Hansen var ofta vongverji í høgru síðsta kappingarár, og nú hevur B68 gjørt sáttmála við spælaran, sum tey sein- astu árini hevur røkt hesa somu ódnina hjá innan- monnum, sum tað plagar at verða tikið til á Toftum. Tveir flogbóltsdystir vórðu leiktir í vikuni, sum nú er farin aftur um bak. FLOGBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kvinnurnar hjá KÍF, sum annars byrjaðu árið við buldur og brak, taptu annan dystin á rað, tá tær á heima- vølli tóku ímóti Drátti. Frá byrjan av tóktist tað benda tann vegin, at talan fór at gerast um sera tungt tak hjá heimaliðnum, og áðrenn KÍF var komið fyri seg, stóð 2-0 í settum til Drátt. Líkt var tó til, at heima- liðið kortini skuldi koma afturíaftur, tá tær vunnu triðja settið. Tær royndu eisini at halda fast í gongd- ini í fjórða settinum, og til tíðir høvdu tær eisini leiðsl- una, men í seinasta enda munaði tað tó einki. Dráttur tók settið við 25-23, og kundu sostatt fáa sær ein góðan skølt at styrkja um sjálvsálitið við. Týskvøldið var dystur á skránni í bestu mansdeild- ini, tá SÍ var á vitjan hjá Fram. Á pappírinum ein av lættari uppgávunum hjá sørvingum, men tað skuldi tó vísa seg, at teir so sanni- liga máttu stríðast fyri stig- unum. Ikki fyrr enn í javn- brótara í fimta settinum eydnaðist SÍ at tryggja sær stigini móti væl stríðandi Fram liðinum, sum sostatt kom heilt nær eini sensa- tión. Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 5 4 - 1 13 3 10 8 2 KÍF 6 4 - 2 13 11 2 8 3 Mjølnir 5 3 - 2 10 6 4 6 4 Dráttur 5 2 - 3 10 11 -1 4 5 ÍF 4 1 - 3 4 11 -7 2 6 Fleyr 5 1 - 4 4 14 -10 2 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 4 4 - 0 12 0 12 8 2 SÍ 5 3 - 2 11 8 3 6 3 ÍF 3 2 - 1 6 5 1 4 4 Fram 4 1 - 3 5 10 -5 2 5 Fleyr 4 0 - 4 1 12 -11 0 Hondbóltsstøður 1. deild kvinnur v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 VÍF 6 5 - 0 - 1 154 127 27 10 2 Stjørnan 6 4 - 1 - 1 155 118 37 9 3 VB 6 4 - 0 - 2 144 112 32 8 4 StÍF 5 3 - 1 - 1 119 112 7 7 5 Neistin 5 2 - 0 - 3 134 112 22 4 6 Søljan 6 1 - 0 - 5 106 154 -48 2 7 Kyndil 6 0 - 0 - 6 84 161 -77 0 1. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Neistin 4 3 - 1 - 0 126 101 25 7 2 Kyndil 4 3 - 1 - 0 116 109 7 7 3 StÍF 4 3 - 0 - 1 96 88 8 6 4 VÍF 4 1 - 0 - 3 101 100 1 2 5 KÍF 4 1 - 0 - 3 100 119 -19 2 6 H71 4 0 - 0 - 4 93 115 -22 0 KÍF tvey tap á rað 19 Nr. 218 • leygardagur • 15. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Meistararnir vitja oddaliðið Hjá monnunum skulu strandingar á vitjan hjá Neistanum, og í Vestmanna verður helst rokaligt, tá VB-kvinnurnar vitja leygardagin HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tríggir dystir verða leiktir í bestu hondbóltsdeildini um vikuskiftið. Leygardagin leggur Kyndil fyri, tá teir í høllini á Hálsi taka ímóti H71. Hoyvíkingarnir hava enn fyrsta stigið til góðar, og í so máta er einki at ivast í, at Kyndil eigur at taka tvey løtt stig í dystinum. Við hesum báðum liðum skal áskoðarin tó ikki kenna seg alt ov tryggan. Hoyvíkingarnir vóru um reppið at striða seg til eitt sera óvæntað stig seinasta vikuskifti, og móti júst Kyndli hava teir ofta havt til vana at arga rættiliga illani seinnu árini. Sunnudagin eru so tveir dystir á skránni. Størstur er spenningurin helst á Hálsi sunndagin, tá StÍF kemur á vitjan hjá Neistanum. Sum verandi meistari er StÍF sjálvandi eitt av liðunum, sum hini allar helst vilja vinna á, og í so máta kunnu teir helst ikki vænta sær nakran lættan dyst í ár. Og so als ikki hesaferð, tí sam- an við Kyndli er Neistin liðið, sum er ovast á stiga- talvuni, har góði málmun- urin í løtuni ger, at teir halda oddasessin. Seinasti dysturin verður í Hoyvíkarhøllini, har KÍF nú eigur heimavøll í grannauppgerðini móti Vestmenningum. Og at tað verður eitt VÍF-lið, sum vil fram, er einki at ivast í. Trý tap á rað er so avgjørt ikki nakað, sum tey í Vestmanna eru von við, men hetta hevur so verið skilið hjá monnunum higartil í ár. Úrslit, sum fyribils hava ført við sær, at liðið er sokkið væl afturum odda- liðini, og skal VÍF vinna seg upp aftur, so skal tað helst verða nú, at ferð aftur kemur á, um møguleikin fyri gullinum ikki skal hvørva heilt somikið tíðliga á árinum. Brak við politiskum undirtónum Eisini hjá kvinnunum verð- ur oddabrak. Ella tað er í øllum førum tað, sum vón- irnar eru til. At meta eftir hondbóltskappingini fram til seinasta vikuskifti, so bendi alt á, at áskoðararnir her kundu gerast vitni til ein sera undirhaldandi dyst millum tvey av sterkastu kvinnuliðunum í landinum. Men tað skerst ikki burt- ur, at farna vikan hevur sett síni tungu spor í kappingini millum júst hesi bæði fel- øgini. Hvørt VB fær út- lendsku leikararnir við til Vestmanna, ber í skrivandi løtu ikki til at staðfesta, og onkur hevur enntá reist spurningin, um vágbingar yvir høvur koma til Vest- manna, um útlendsku leik- ararnir ikki kunnu vera við. Vónandi gongur tað tó ikki heilt so galið, og vón- andi verður talan um eitt satt oddabrak, men hvussu víkir og vendir, so skerst ikki burtur, at talan verður um kraftigar politiskar und- irtónar, og so er spurning- urin, hvussu leikararnir fyrihalda seg til hesar. Sunnudagin eru so eisini tveir dystir á skránni. Her verður kanska serliga áhugavert at fylgja við, hvussu tað fer at tørna út millum Neistan og StÍF. StÍF syrgdu sjálvar fyri, at tær enn eru partur av oddinum, tá tær fyri viku síðani vunnu dystin móti VB. Verður talan eisini um sigur hesaferð, er støðan sjálvsagt enn betri hjá StÍF, tí hvussu víkir og vendir, so missan antin VÍF ella VB stig leygardagin. Neistin skal hinvegin royna at skava sær nakað av stigum saman nú, skulu tær ikki enda í ongamannalandi. Ein einsamallur sigur mun- ar kanska ikki so øgiliga nógv her og nú, men tað er helst fortreytin fyri, at liðið framhaldandi kann vera við í stríðnum um heiðurs- merkini. Seinasti dysturin verður á Giljanesi, har Søljan tekur ímóti Stjørnuni. Her er einki at ivast í, at Stjørnan er risa favorittur. Liðini hittust fyri stuttum, og tá fekk eitt illa mannað Sølju- lið av at vita, og tó at vága- gellurnar nú aftur hava allar leikarar tøkar, so er einki at taka seg aftur í, at manning- in hjá Stjørnuni er væl sterkari á pappírinum. Talan verður helst um ein oddadyst við politiskum undirtónum, tá VB vitjar í Vestmanna leygardagin Dystir um vikuskiftið Hondbóltur 1. deild kvinnur 15.11 14.30 VÍF-VB 16.11 16.00 Søljan-Stjørnan 16.11 14.30 Neistin-StÍF 1. deild menn 15.11 16.00 Kyndil-H71 16.11 16.00 Neistin-StÍF 16.11 16.00 KÍF-VÍF Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 16.11 14.00 ÍF-Fleyr 16.11 14.00 Mjølnir-TB Meistaradeild menn 16.11 16.00 ÍF-Fleyr C M Y K 18