Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. november 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 - 15. november 2003 21 15. og 16. november verða fyrstu tvey umførini í donsku 1. deild telvað. Í hesu aðru upptaktsgrein verður sagt frá vón- um føroyinga í donsku elituni undan vikuskiftið. Eisini verður í hesi og kom- andi greinum ein lýsing av hvørjum einstaka á føroyska liðnum UPPTAKT Talvfelagið Føroyar í Keypmannahavn Talvfelagið Føroyar í Keypmannahavn, sum er talvfelag føroyskra útiseta, bleiv stovnað 14. september 1984. Felagið hevur líka síðan stovnanina luttikið í donsku liðkappingini. Fyrstu tíggju árini vann felagið seg longur og long- ur upp í lokalu seriunum, fyri síðani í 1995 at rykkja upp í donsku 3. deild. Í triðju deild eru fimm bólk- ar við átta liðum í hvørjum bólki. Árini 1995-2003 hevur felagið havt lið í triðju og aðru deild, sum hevur tveir bólkar við átta liðum. Seinasta kappingarár eydnaðist endiliga at røkka ovastu rók innan danska liðtelving, tá ið felagið rykti upp í donsku 1. deild, har bert átta feløg eru um- boðað. Fyrsta umfar Leygardagin 15. november skal TF-Føroyar (Talvfel- agið Føroyar) telva móti Nørresundby. Nørresundby vann eins og TF-Føroyar sín bólk í 2.deild í fjør, 2. deild øst, og vann sær tískil sæti í fremstu deildini. Nørresundby er eitt siðvant og ársgamalt felag - stovn- að í 1934 - sum fleiri ferðir hevur leikað á ovastu rók. Royndirnar hava tó ikki verið av teimum bestu, tí seinastu árini hava teir úr Nørresundby bert klárað at hildið sær í bestu deildini eittans ár, áðrenn leiðin er farin í 2.deild aftur. Teir kunnu í veruleikanum róp- ast eitt elevator-lið. Líkindi eru fyri, at teir møguliga mugu somu leið aftur hesu ferð, tí Nørre- sundby er nevniliga styrkis- mett sum veikasta liðið í deildini í ár. Nørresundby verður væntandi mannað, sum sæst á talvuni niðan- fyri. Teir eru her settir upp móti føroysku manningini og sum tað sæst á talvuni, eru góð útlit hjá TF-Føroy- um at vinna henda dyst. Væntaða úrtøkan er 4,6 stig móti 3,4. Hesi tøl hevur hagfrøðingurin og liðskip- arin á liðnum Regin Reinert roknað seg fram til eftir eini hagfrøðisligari skipan, sum Arpad Elo útleiddi miðskeiðis í 20. øld. Hesa skipan rópa telvarar elo- skipanina. 2. umfar móti SK68 Leygardagin 16. november stendur SK68 úr Århus fyri skotum. SK68 hevur 35 ár á baki, og telvaði í 1.deild fyrstu fer í 1980. Síðani hevur gongdin verið eitt sindur up og niður millum 1. og 2. deild. Seinastu trý árini hava teir tó verið fastir fúsir í ovastu deildini og besta úrslitið hjá teimum varð eitt triðja pláss í 2001. Seinasta kappingarár gjørd- ust teir nr. 5. SK68 er sambært elo- skipanini styrkismett sum næstveikasta liðið í deild- ini. Útlit eru tí fyri, at teir kunnu fáa eitt hart kapp- ingarár, men manningin hevur nógvar royndir á ov- astu rók, so lættir verða teir helst ikki at syfta. SK68 verður væntandi mannað sum tað sæst á talvuni niðanfyri. Teir hava nevnliga havt somu støð- ugu manning seinastu mongu árini. Góð útlit er hjá TF-Føroyum at vinna henda dyst. Væntaða úrtøk- an er 4,49 stig móti 3,51, sum tað sæst á talvuni. Eitt er framanundan væntað úrslit, eitt annað er at fáa stigini til høldar. Vónandi klárar føroyska liðið seg eins væl ella betur sum metingin og tølini hesir fyrstu tveir dystir vísa á. Ein skal eisini hava í huga, at oftani er tað ein torfør uppgáva at klára seg væl fyrsta árið sum uppflyt- ari. Telvararnir skula venja seg við sterkari mótstøðu, nýtt umhvørvið, og tað kann taka sindur av tíð, men vónandi ikki ov langa tíð hjá føroyska felagnum. Eftir dystirnar Um alt gongur sum tølini vísa, vil TF-Føroyar vænt- andi vera á triðja plássi eftir fyrstu tvey umførini í kappingini. Væntaðu tølini siga, at Helsinge tá hevur lagt seg á odda framman fyri Skolerne úr Aarhus og TF-Føroyar. Tí eru góð líkindi fyri, at dysturin hjá TF-Føroyum tann 7. desembur í triðja umfari móti donsku meist- arunum seinastu trý árini úr Helsinge, verður oddadyst- ur í 1. deild! Vangamynd av mann- ingini hjá TF- Føroyum Í hvørjari av upptaktsgrein- unum er ætlanin at lýsa onkrar av monnunum á liðnum hjá TF-Føroyum. Hesa ferð verða tveir fyrr- verandi føroyameistarar lýstir. Teir eru Flóvin Tór Næs og Eyðun Nolsøe. Flóvin Tór Næs: Flóvin er føddur 6.juni 1978 og vaks upp fyrstu ár- ini í Íslandi. Í 1985 vísti hann seg fyrstu ferð í hølum Havnar Telvingarfel- ags bert sjey ára gamal. Skjótt sást, at her var ein drongur við serligum dygd- um á teimum 64 puntunum. Nógv FM-heitið hevur Flóvin vunnið sum smá- drongur og unglingi. Hann hevur verið fastur maður í landsliðbólkinum síðani 1994, og í ár 2000 gjørdist hann føroyameistari, tá hann vann í umdysti á John Rødgaard og Torbjørn Thomsen. Við hesum endaði fram- gongdin tó ikki. Í juli 2002 vann Flóvin sær, sum fyrsti føroyingur, sín fyrsta IM- norm. Hetta er ein partur av tí, sum krevst fyri at fáa heitið altjóða meistari. Flóvin hevur umboðað Føroyar á tveimum Talv- olympiadum, í 1998 og 2000. Flóvin er eyðmerktur sum ein ástøðisliga sterkur og positionellur telvari. Hann er væl fyrireikaður. Flóvin er somuleiðis kend- ur sum ein treiskur telvari, ið altíð berjist fyri at fáa sum mest burturúr øllum talvum. Ein sannur stríðs- maður, serliga tá illa stend- ur til. Hetta hava nógvir sterkir telvarar merkt. Flóvin telvaði burturav í eitt ár, 1999-2000. Nú er hann í lestrarørindum í Keypmannahavn, og gevur tað honum góðar møgu- leikar at luttaka í nógvum kappingum í Danmark og harvið mennast sum telvari. Eyðun Nolsøe Eyðun er føddur 11. august 1966 og uppvaksin í Klaks- vík. Eyðun er í Føroyum eisini kendur sum tónleik- ari í Frændum, har eisini tveir aðrir sterkir telvarar mynda bólkin. Eyðun hevur altíð telvað, men var fyrstu árini ikki roknaður millum stóru talentini. Hann hevur tó stillisliga og áhaldandi arbeitt seg miðvíst fram sum ein av sterkastu telvar- um í Føroyum. Í nógv ár hevur Eyðun verið fastur maður í landsliðsbólkinum. Í 1995 gjørdist Eyðun føroya- meistari og hevur hann um- boðað Føroyar á trimum Olympiadum, í 1996, 2000 og 2002. Eyðun er eyðkendur sum ein taktiskur og kombinat- oriskur telvari. Eyðun er væl fyrireikaður uppá byrj- anartalvið, er ástøðisliga væl fyri, og er ein energ- iskur telvari. Við svørtum gongur ikki altíð eins væl, men við hvíta fólkinum hevur Eyðun nógv góð úr- slit, harav sigrar á stór- meistarum. Eyðun er búsitandi í Key- pmannahavn, og hevur hann havt góðar møgu- leikar at styrkja telvingina í danska talvlívunum, eins og hann hevur verið før- oyska talvfelagnum í Keyp- mannahavn ein hollur stuð- ul seinastu mongu árini. Danska liðkappingin av bakkastokki Umframt at vera ein av sterkastu føroysku telvarunum, er Eyðun Nolsøe eisini kendur sum tónleikari Føroyar ELO Nørresundby ELO Væntað úrslit 1 Einar Gausel 2525 Per Næsby Andreasen 2284 0,80 - 0,20 2 Nikolaj Borge 2408 Eric Bentzen 2372 0,55 - 0,45 3 John Arni Nilssen 2426 Tommy Nielsen 2223 0,76 - 0,24 4 Flóvin Tór Næs 2337 Svend Pedersen 2275 0,58 - 0,42 5 Heini Olsen 2264 Bent Sørensen 2287 0,47 - 0,53 6 Eyðun Nolsøe 2227 Jørgen Jørgensen 2266 0,45 - 0,55 7 Carl Eli N. Samuelsen 2194 John Bauneborg Nielsen 2201 0,49 - 0,51 8 Heini Danielsen 2165 Niels Henrik Willumsen 2164 0,50 - 0,50 Miðal 2318 2259 4,60 - 3,40 Væntað_ manning í fyrsta umfari SK68 ELO Føroyar ELO Væntað úrslit 1 Allan Holst 2347 Einar Gausel 2525 0,27 - 0,73 2 Arne Matthiesen 2312 Nikolaj Borge 2408 0,37 - 0,63 3 Magnus Lindfeldt 2252 John Arni Nilssen 2426 0,27 - 0,73 4 Lars Hansen 2242 Flóvin Tór Næs 2337 0,37 - 0,63 5 Erik Søbjerg 2259 Heini Olsen 2264 0,49 - 0,51 6 Pelle Rødkjær Bank 2249 Eyðun Nolsøe 2227 0,53 - 0,47 7 Martin Matthiesen 2272 Carl Eli N. Samuelsen 2194 0,61 - 0,39 8 Thomas K. Christensen2235 Heini Danielsen 2165 0,60 - 0,40 Miðal 2271 2318 3,51 - 4,49 Væntað_ manning í øðrum umfari 21 20 Nr. 218 - 15. november 2003 Ætla at leggja fyri flaggdagin Á árliga eftirmeting- arfundinum við fót- bóltsfeløgini fer FSF at leggja fram, at landskappingin næsta ár ikki skal verða so samankroyst undan summarsteðginum, sum hon var tað í ár FÓTBÓLTSPOLITIKKUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Fyrrapartin í dag, klokkan tíggju, hevur FSF stevnt umboðum fyri fótbóltsfel- øgunum til fundar. Talan er um árliga eftirmetingar- fundin, sum nógvu tey sein- astu árini hevur verið hesa ársins tíðina. Í ár verður fundurin í nýggju FSF hús- unum, har fitt av fundar- virksemi og skeiðvirksemi hevur verið, síðani húsini vórðu tikin í nýtslu miku- dagin 20. august. Karl Vidtfeldt, formaður í kappingarnevndini og kappingarstjóri í vaksna- mannadeildunum á mann- fólkasíðuni, sigur, at bara eitt mál er komið frá fel- øgunum til fundin. Tað er B71, sum vil hava fundin at viðgera spurningin um flyt- ing millum feløgini. Á hes- um fundinum verður eingin avgerð tikin. FSF og feløg- ini hava møguleika at leggja síni sjónarmið fram og lodda dýpið, um tað er undirtøka fyri broytingum. Um tað er soleiðis, so verð- ur uppskot um broyting lagt fyri aðalfundin, sum plagar at vera seinnapartin av februrar. FSF ætlar at tosa við fel- øgini um møguligar broyt- ingar í kappingini og um møguligar nýggjar venjing- ar og venjaraútbúgvingar. – Vit fylgja við í tí, sum rørir seg rundanum okkum. Seinastu árini hevur tað verið greitt, at venjaraút- búgvingarnar fóru at verða broyttar. Næsta ár fara grundskeiðini frá A og til E, sum hava verið tað fyrsta, sum nýggir venjarar hava farið undir, at fella burtur, veit Karl Vidtfeldt at siga. Hvussu venjingar- útbúgvingin fer at verða skipað í framtíðini fer at verða meiri at frætta um frá útbúgvingarnevndini. Hvørt fyri seg Í ár var fyrsta umfarið í landskappingini á skránni mitt í mai. Síðani varð spælt til 9. juli, tá ið 10. umfarið var á skránni. Fyrsta vikuskiftið í august var 11. umfarið á skránni, og so varð spælt inntil fyrsta vikuskiftið í oktober. Fram ímóti summarsteðg- inum varð spælt mitt í viku tvær ferðir á rað. – Okkara útspælt til fel- øgini er, at tað næsta ár verður farið undir lands- kappingina síðsta viku- skiftið í apríl. Flaggdagur- in, 25. apríl, verður sunnu- dag, og tá halda vit, at tað hevði verið hóskandi at farið undir landskapping- ina. Men nú fáa vit at síggja, hvat feløgini halda. Tað er eitt nú fyri at fáa sjónarmiðini á borðið, áðr- enn endaligu ætlanirnar verða lagdar. Í FSF hava teir hugsað sær, at umførini í lands- kappingini næsta ár skulu vera á skránni í vikuskift- unum, og at tað ikki skal verða spælt mitt í viku. – Tað hevur verið tosað eitt sindur um broytingar í steypakappingini. Hvussu tað verður við hesum, er eitt sindur ilt at siga undan fundinum. Okkara hugsan er, at bólkaspælið skal verða liðugt, áðrenn tað verður farið undir lands- kappingina, og at fjórðings- finalan og hálvfinalan kanska skulu spælast mitt í viku, meðan tað verður spælt í landskappingini vikuskiftini hvørju megin við. Lagt er upp til, at hvørt felagið skal senda trý umboð á fundin í dag, og at tað eru teir og tey, sum hava ábyrgd í feløgunum, sum fara at tosa um framtíðina við umboð fyri onnur feløg og við FSF umboð. Karl Vidtfeldt er kappingarstjóri hjá FSF, og lagt er upp til, at feløgini leygardagin fara at umrøða møguligar broytingar í fótbóltskappingini Todi Jónsson gevur enn eina ferð ilt av sær, at tað skuldi ganga so long tíð, áðrenn FCK syrgdi fyri, at hann slapp framat hjá serlækn- anum, sum var førur fyri at finna út av, hvar føroyski FCK spælarin er skaddur SKADDUR ÚTISETI Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo So er tað staðfest. Skaðin, sum knappar tveir teir sein- astu mánaðirnar hevur hildið Toda Jónsson burtur frá fótbólti, situr í koku- beininum. Á heimasíðu síni, todi.fo, veit Todi at siga, at eftir at hann fyrr í vikuni var skannaður, stað- festi serlæknin, at talan er um skaða í kokubeininum. – Tað er eitt liðband í sambandi við symfysuna ella kokubeinið, sum tað eitur á føroyskum, sum er toygnað. Toyggingin kenn- ist á sama hátt, sum tá ið tað er eitt liðband í knæn- um ella fótinum, sum tað hevði verið galið við. Eg veit ikki, hvussu long tí fer at ganga, áðrenn tað fer at bera til hjá mær at spæla aftur, men nú er einki ann- að at gera enn at venja og so vóna tað besta. Teir siga, at tað kanska verður ein vika, og kanska verður tað ein mánaði, sigur Todi Jónsson. Er sera hamur Todi Jónsson dylur ikki, at hann er argur um, at tað ikki fyrrenn nú hevur borið til at fáa staðfest, hvør or- søkin til skaðan og pínuna hevur verið: – Eg havi fyrr sagt, at eg ikki haldi, at tað hevur ver- ið gjørt nóg nógv fyri at finna fram til pínuorsøkina. Tað haldi eg framvegis, og tað kann ikki vera ilt at skilja, at eg iðri meg miri- liga um, at tað ikki fyri ein- um mánað síðani ella meiri enn so bar til hjá mær at sleppa framat hjá serfrøð- inginum, sum nú hevur lok- aliserað skaðan. Eg havi vant við pínu, uttan at vita um venjingin fór at hjálpa. Tað hevur ikki verið stutt- ligt. Nú veit eg, at venjingin er tann rætta, og at hon fer at hjálpa. Tað er motiverandi, og eg fari at leggja alt í miðvísa venjing, sigur Todi Jónsson, sum leggur afturat, at fleiri hava spurt, um talan er um sama lyskuskaða, sum í fyrraárið og í fjør helt honum burtur frá liðnum í fleiri mánaðir. Tað er tað ikki, sigur Todi. Í hesum vikuskiftinum verður tað ikki spælt í Danmark. Tað kemst av, at danska landsliðið sunnu- dagin fer at spæla vinardyst ímóti Onglandi. Dysturin verður spældur í Man- chester. Næstbesta deildin í Danmark er farin í vetrar- frí, meðan tað í bestu deild- ini fer at verða spælt fram til 9. desember. Nú er feilurin funnin Neistin fyri tørni Kanningarnar hjá løg- regluni í samband við málið um útlendsku hondbóltsleikararnar heldur fram. Eftir at løg- reglan mikukvøldið hevði verið í Klaksvík, var túrurin komin til Neistan hóskvøldið. Sum skilst, so vóru út- lendsku leikararnir hjá felagnum saman við leiðsluni kallaðir inn á politistøðina í Havn, har pass, arbeiðsloyvi og onnur viðkomandi skjøl vórðu eftirhugd. Hvat niðurstøðan verð- ur í hesum, er so ikki greitt enn, men sum vit skrivaðu í blaðnum í gjár, so væntaðu tey í Neistanum ikki, at hetta fór at geva nakrar trup- ulleikar. -jm C M Y K 20