leygardagur 15. november 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 218 - 15. november 2003
Ungdómskapping
í Gøtu
Seinasta vikuskifti varð
stór ungdómskapping hild-
in í Gøtu. Hetta var fyrsta
ungdómskappingin hendan
veturin, og sum vera man,
so var talan um góða
undirtøku.
Næsta
kappingin
av
hesum slag verður á Argj-
um komandi leygardag.
Her verða átta umfør telvd,
og hevur hvør parturin 10
minuttir til hvørt talvið.
Fyri at styrkja um yngra
ættarliðið av svimjarum, er eitt
B-landslið tikið út í svimjing
SVIMJING
tíðindaskriv
Landsliðsvenjarin Petur Heðin á Fløtti
hevur úttikið eitt nýtt ættarlið av svimj-
arum, føddir 90,91,92 á eitt sokalla B-
Landslið.
Tey eru 20, ið hava fingið boð at møta
til venjingarlegu í Leirvík hetta viku-
skiftið. Tey byrja venjingina fríggjakvøld-
ið og svimja líka til sunnumorgunin kl
09.00.
Tey ið hava fingið boð eru:
Pauli Ø. Mohr
91
FS
Arnold Davidsen
91
Flot
Jógvan Elias Davidsen
91
Flot
Joan Símun Edmundsson
91
Flot
Erling Jacobsen
90 Skeggjar
Kári á Høvdanum
90 Skeggjar
Høgni Miné Rasmussen
90
HS
Elspa Mørkøre
91 Skeggjar
Malan Bærentsen
91 Skeggjar
Bjørg Seloy
92
HS
Mona Simonsen
91
TS
Eyðbjørg Petersen
90 Skeggjar
Brynhild Jacobsen
90
HS
Paula Rasmussen
90
HS
Hildibjørg Joensen
90
TS
Maria Vang
90
TS
Anna K. Eysturberg
90
TS
Hildigarð Hansen
91 Skeggjar
Gunnleif Olsen
90
TS
Jutta Thomsen
91
TS
B-landsliðið úttikið
20 ungir svimjarar hava fingið boð til fyrstu venjingarleguna hjá B-landsliðnum
Hjá elstu telvarunum vann Henry Berg úr Havn. Heri Thomsen úr Gøtu gjørdist nummar tvey
og Rógvi Mortensen úr Havn varð nummar trý
Í árganginum, 1989-90 vann Rógvi Dragaberg úr Klaksvík kappingina. Helgi D. Ziska úr Havn
og Berint Kalsø úr Klaksvík vórðu ávíkavist nummar tvey og trý
Fyri telvarar í D-bólkinum, t.e. fødd í 1991-92 vann Rógvi Nielsen úr Sandavági kappingina.
Margar Berg (HT) gjørdist nummar tvey og Høgni Svabo (MT) var á triðja plássinum
Hjá telvarum fødd í 1993 og
seinni vann Olaf Samuelsen
úr Havnar Talvfelag kapp-
ingina. Rúni Vørmadal úr
Vestmanna og Heiðrikkur
Jacobsen úr Havn vóru
næstir honum
C
M
Y
K
22
Nr. 218 • leygardagur • 15. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Eivør í dreymaverð
Hvussu verður ein føroysk sangarinna íslendsk fólkaogn? Tvey ár eftir at
Eivør Pálsdóttir fór til Íslands at venda, hevur brøðratjóðin tikið hana til
sín sum sína egnu systur. Rúnar Reistrup fylgdi føroysku sangarinnuni í
hektisku døgunum undan útgávukonsertini í Reykjavík, og sá eina
dreymaverð.
Lesið síðu 4–7
VEIÐA
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
So eru tað harurnar, sum standa
fyri skotum. Bókstaviliga. Víða
um landið hoyrast tey gjella mill-
um fjøllini, og í ár hava teir, sum
frætt er frá, látið hampiliga at.
Onkustaðni var árið í fjør
rættiliga vánaligt til haru. Ymsar
hugsanir vóru um, hví tað mundi
vera. Kanska var tað tí, helt
onkur, at veðrið hevði verið so
gott um summarið, at hon hevði
lagt úti, og fuglurin var farin við
ungunum. Og so gingu menn og
gramdu seg um hetta vánaliga
árið, og onkur hevði ikki gloymt
tað, nú tíð var at fara av
nýggjum aftur í hagan við byrsu.
Í dag verður fylgt við á inter-
netinum, hvat veðurkortið sigur
um harulíkindi.
Tað er ikki, sum tú hoyrir
gomlumenninar siga frá, tá teir
stóðu og kólaðu upp í luftina at
kanna líkindini. Nei, nú verður
farið til telduna at vita, um skjót-
andi verður um einar tveir dagar.
So verður gjørt, og fylgt
verður við, til teldan einaferð
sigur, at nú verður dagurin í
morgin.
So verður lagt til, og menn eru
klárir í lýsingini. Fara til gongu
og meta um, hvussu man fara at
verða í tindinum út á fyrrapartin.
Veðurkortið hevði sagt frá regni
um náttina. Íslit skuldi vera
klokkan sjey, og tað passaði upp
á tíman.
Út á fyrrapartin skuldi klára í,
og mín sann um ikki tað sær út
til at halda eisini. Her er bara
vindurin at finnast at í morgun,
men hann skal, sambært sama
undurinum, veðurkortinum,
minka út á dagin. So tað halda
vit okkum eisini til.
Ganga niðan við markinum.
Nakað væl av vindi liggur norður
gjøgnum hagan, so tær skuldu
farið frá grannanum undan vind-
inum, verður tosað. Síggja ta
fyrstu, sum situr beint við
markið. Skeivu megin hegnið, so
her ber ikki til at gera nakað.
Men kanska er hon so skilagóð,
at hon loypur og fer norður um.
Ajú. Um hon var biðin, hevði
hon ikki borið seg klókari at.
Hasa fara vit at hitta aftur, tá vit
fara at ganga gjøgnum Reynini.
Koma longri niðan, og onkur
av teimum staðkendu heldur, at
tað er spell, at vit ikki eiga
hendan hagan heimanfyri, tí
hetta er helst besta haruplássið í
haganum yvirhøvur. Og rætt
tykist hann at hava, tí einar
tíggju ella so telja vit skeivu
megin hegnið, meðan vit ganga
niðan.
Men ikki nýtist at klaga, ti
hóast vindurin er frískur í morg-
un, er væl av haru í fjallinum
okkara megin. Hetta sær bara
væl út.
Tríggir fara menninir í
hæddina, og tveir verða eftir á
sløttum. Her skal sitast fyri, tá
tær fara at koma upp undan
teimum.
Vit ganga um røðina í erva.
Ókend leið og eitt sindur bratt,
so best er at vera varin við byrsu
og væl av vindi.
Men beint komin norður um,
har tað lívir, er ein hara at síggja.
Eitt eygnakast, so er hon burtur
undir einum steini. Kemur undan
aftur og er farin niðurav. Ongan-
tíð í máli.
Men tað er beinanveg, so er
tann næsta í hjallanum niðanfyri,
og har er frítt fyri. Skotið smell-
ur og hon steindoyr. Men
ólukkubeistið fer á rull í bratt-
anum og útav. Steðgar undir
hamrinum millum tveir steinar.
So at leita eftir einum stíggi at
sleppa niður ígjøgnum. Jú, har er
eitt gil, men har liggur fon í. Tó
ikki so at tað bilar.
Og ikki er hon meira enn
fatlað, so er lív niðri slættanum.
Nú eru teir niðaru komnir um
rustina, og teir reka fyri sær.
Men tær eru heldur løgnar. Fara
undan brekkuni, tær flestu. Helst
er tað vindurin. Men ein fer
hinvegin, stakkalin, og tað kostar
henni eisini. Verður skotin og
hongd í fetilin.
Og tær koma fleiri. So tá tók
at skýma var ikki heilt frítt, at
tað kendist á økslini, har fetilin
lá um.
Afturkomnir at húsum verður
býtt, og menn eru fróir. Dagurin
varð bara hampiliga góður. 27
gjørdust tølini. Og veðurkortið
hevði hevði hildið tað, lovað
varð. Eisini sólina, sum skuldi
síggjast seinnapartin.
Veiðitíð
Heystið er góð tíð hjá teimum, sum veiðihug hava. Seyðurin
verður tikin. Harurnar eru fyri, fiskur er undir landi, og eisini
er hetta tíðin, tá loyvt er at skjóta fugl
23