leygardagur 15. november 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
- Tað var stuttligt tá, og tað er
nakað, sum eg ikki hevði viljað
verið fyri uttan. Men nú skemti
eg bara til húsbrúk, um eg so má
siga.
Johnsigurd heldur ikki, at
hann hevði tikið tað uppaftur, um
møguleikin beyðst.
- Tíðin er farin frá tí slagnum
av skemti, sum vit høvdu tá. Tað
hevði ikki gingið nú, men tað var
fínt tá.
Frá skemti til sjónvarp
Eftir útvarpið og skemtisend-
ingarnar hjá V4, fekk Johnsigurd
starv hjá Sjónvarpi Føroya, har
hann starvast enn tann dag í dag.
- Eg havi fingist mest við
tíðindi í sjónvarpinum. Eg havi
ikki gjørt nógvar stakar send-
ingar. Tíðindini eru tað, sum
hevur hóskað best til mín og mítt
temperament, og tað er sjálvandi
fyrst og fremst Dagur og vika.
Men debuttin á sjónvarps-
skíggjanum gjørdist ikki fyrr enn
fleiri mánaðir eftir, at hann varð
byrjaður.
- Eg vildi ikki á, fyrr enn eg
var tryggur við skermin. Eg vildi
hava góða tíð til at seta meg inn
sjónvarpsteknikkin.
Í fyrstuni vóru tað fleiri
sjónvarpsvertir, sum skiftust um
at lesa tíðindini í Degi og viku,
men í 1995 varð leisturin lagdur
um til, at tveir fastir vertir vóru,
og Johnsigurd gjørdist annar. Tí
hevur hann verið rættiliga nógv á
skíggjanum, og bara seinastu átta
árini hevur Johnsigurd lisið
meira enn 1000 Dagar og Vikur.
Fyrireikast væl
- Tú mást hava ein professio-
nellan hugburð mótvegis
hyggjarunum, og tí leggi eg
stóran dent á at fyrireika meg
væl. Ein hálvan tíma, áðrenn
Dagur og vika fer í luftina, fer
oman í studio at tendra upp-
tøkutólið, promptara og gongur
tað ígjøgnum, sum skal sendast.
- Hetta geri eg enn. Tað skal út
í hvørja stovu í Føroyum. Eg lesi
tað ígjøgnum og royni at leggja
áherðslu á tey røttu orðini og at
hava mimikkin í lagi. Men alt
kann ganga galið, og tað kann
tað eisini hjá einum royndum
tíðindaverti.
- Tað er ymiskt, nær tey ymsu
innsløgini eru liðug. Viðhvørt
hevur eitt tíðindafólk verið úti í
markini, og kemur seint aftur. Tá
er man onkuntíð komin til at siga
okkurt skeivt til innslagið. Og so
eru sjálvandi eisini tær teknisku
umstøðurnar, sum ein ikki er
harri yvir. Tá er onki annað at
gera enn at siga tað, sum skal
sigast.
Tekniskt afturúrsiglt
Johnsigurd heldur, at sjónvarpið
er komið ov stutt tekniskt.
- Sjónvarpið fyllir 20 ár næsta
ár, men á bløðunum menningin
verið nógv skjótari. Tað ber
framvegis ikki til hjá okkum at
fáa myndir úr til dømis Suðuroy í
eini handavending. Vit skulu
framvegis reint fysiskt hava eitt
band.
- Sjónvarpsarbeiðið er
spennandi, men eg sakni hasa
teknisku menningina. Tað er
framvegis ov tungt at fáast við.
Um tann tekniska síðan hevði
verið útbygd, so høvdu vit eisini
fingið meira tilfar at arbeiða við.
Men stovnurin er meira enn
dupult so stórur nú, sum tá
Johnsigurd byrjaði.
- Tá eg byrjaði, vóru vit eini
14 fólk tilsamans. Við vaski-
konum! Men nú eru vit eini 50.
Tá skuldi tú fylla meira í hvørt
innslag, og sendingin gjørdist
tískil kanska meira dreivut, men
hyggjaranum dámdi væl at fáa
sjónvarpstíðindi á føroyskum.
Tann størsti munurin millum fyrr
og nú er, at vit vóru færri fólk.
Brennir út
Eftir meira enn 30 ár í fjølmiðla-
heiminum er spurningurin, um
ein ikki brennir út, upplagdur:
- Jú, sjálvandi gert tú tað. Tú
spyrt ofta teg sjálvan, um tíðin
ikki er komin til annað, men eg
veit ikki um eg kann brúkast til
nakað annað.
Men tíðindanarkomanur er so
nakað, sum hann heldur seg altíð
fara at vera.
- Eg uppfati ikki meg sjálvan
sum ein ambitiøsan persón. Vildi
heldur sagt, at eg eri smæðin av
lyndi. Eg havi verri við at taka
orðið í eini lítlari samkomu uppá
eini 20-30 fólk, enn eg havi tað,
tá eg skal sita handan upptøku-
tólini
At verða tíðindamaður tekur
eisini nógva tíð, og tað kann
stundum gerast ringt, at fáa alt at
passa saman.
- Tað skal nógv tíð til og
nógvar skeivar arbeiðstíðir, sum
skulu passast saman við
familjulívið, men tað hevur
eydnast. Og við meira enn 30
árum innan fjølmiðlaheimin,
skemti og eini ímynd av Mr.
News í kuffertinum, so síggja vit
helst Johnsigurd aftur í fjálgu
stovum okkara okkurt kvøldið
klokkan 20 í vetur.
Í løtuni eru øll rakt av tí, ella
hava verið ella fara helst at
verða næstu dagarnar, - í
hvussu so er pessimistarnir. Tað
eitur influensa ella beinkrím.
Vit ganga runt og hosta, snýsa
og fýsa okkara virus út millum
hvønn annan. Tað fer frá heim-
unum til arbeiðsplássini, til
barnagarðarnar, til skúlarnar og
aftur til heimini og so
framvegis.
Og fyrr ella seinni hava vit
brúk fyri lækna, tí tað varð til
meira enn bara beinkrím.
Kanska tí vit noyddust út fyri
tíðina, ella bara ikki høvdu tol
at gerast ordiliga frísk, áðrenn
vit settu ferðina upp aftur.
Við 40 í fepri noyðist tú út í
bilin (um tú hevur ein slíkan),
ella í taxabilin (so tú fært
smittað taxachaufførin eisini),
og út til læknan, sum annars
plagar at áleggja fólki at halda
seg inni, tá tey eru so mikið
sjúk. Ein tímas tíð í bíðirúm-
inum at skifta um bakteriur og
virus við hini neyðardýrini í
somu støðu, ofta pinkubørn, ið
næstan bara ana, so fyriløgst av
fepri eru tey. Tá tú at enda
sleppur til læknan, verður tú
kanska sendur í røntguna ella á
laboratoriið, ella í hvussu so er
á apotekið, alt meðan tú fram-
vegis hevur so nógvan fepur, at
tú nóg illa skilir, hvat læknin
sigur, og avgjørt ikki ert for-
svarligur í ferðsluni. At biðja
nakran koyra fyri teg, ber
næstan ikki til. Makin er til
arbeiðis og ommur og abbar
ansa hinum krímsjúku heima,
ella so liggja tey øll somul
snýsandi og sveittandi í songini.
Hevði tú ikki lungnabruna,
áðrenn tú fórt heiman, er stórur
møguleiki fyri, at tú fært tað á
túrinum, og í hvussu so er
hevur tú smittað eini fimm-
tíggju ólukkudýr á vegnum.
Hetta er ein løgin skipan. Ein
skuldi hildið, at tað í veruleik-
anum snúði seg um, at fáa so
nógv fólk so sjúk sum til ber
uppá so stutta tíð sum gjørligt, -
og eg sum helt, at sjúkrahús-
verkið skuldi spara?
Yvirhøvur kenst tað ikki
skilagott, at tað skal vera
neyðugt hjá sjúkum fólki at fara
at søkja sær læknahjálp sjálvi.
Læknin er frískur, og átti at
verið tann, ið fór út. Eg veit
væl, at tað ikki eru kommunu-
læknarnir sjálvur, ið skulu
brigslast fyri hetta. Teir eru ov
fáir, arbeiðsbyrðan er longu ov
stór, og tí hava teir fingið álagt
hesa skipanina, men álvaratos.
Hetta er burtur úr vón og viti!
At noyðast at sleipa eitt smá-
barn við høgum fepri og t.d.
hálsbruna út í storm og regn í
ein kaldan bil (um tú hevur ein
slíkan). Ella t.d. um tú hevur
eitt tímalønt arbeiði: Sjúkra-
dagpening fært tú ikki uttan
læknaváttan, men tú noyðist at
fara til lækna og eini 2-3 onnur
støð við øllum tínum fepri og
sita og bíða at fáa pening, - og
álvaratos, har man vera meira
enn ein, ið hugsar, at tá tú kanst
fara 3-4 ymisk støð í býnum
fyri at fáa allar váttanirnar, ja,
mundi tú so ikki eins væl kunna
verið til arbeiðis?
Eg skal ikki lovprísa privat-
læknaskipanum í øðrum lond-
um, tí hon er dýr og ger mun
millum rík og fátøk, men ein
sannroynd er tað kortini, at har
taka læknanir sær væl betur av
tær enn í Føroyum. Teir hjúkla
um kundar sínar, tí teir vilja
helst ikki, at tey fara at nýta
annan lækna. Teir geva sær
góðar stundir at práta við teg í
viðtaluni og koma beinanvegin
rennandi alt samdøgrið, bilar
tær so mikið, at tú ikki heldur
teg til at fara út. At teir so
skriva eina digra rokning á
vegnum út aftur, kemst so ikki
uttanum, og bert ein góð
sjúkratrygging kann loyva tær
at ringja eftir læknanum, tá á
stendur.
Hvørgar skipanir eru fram-
úrskarandi, men tað mátti borið
til, at havt eitthvørt millum
hesar báðar, tí vist er tað, at tað
er ikki nøktandi at reka sjúk
fólk av songini til at søkja
læknahjálp, og avgjørt ikki
nøktandi at hoyra svarið frá
læknaskrivaranum, tá tú sigur,
at títt barn er sera sjúkt, tú
sjálvur hevur fepur, at tú ikki
hevur bil og ikki hevur nakran
at vera inni hjá hinum børnun-
um: "Tað kann ikki vera okkara
trupulleiki!"
Sosialurin Nr. 218 - 15. november 2003
3
2
Sosialurin Nr. 218 - 15. november 2003
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 341800, telefax 341801,
teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
»Tað kann ikki vera okkara
trupulleiki!«
Rakel Helmsdal skrivar:
PORTRETT
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Hann er ímyndin hjá mongum
føroyingum sum Mr. Dagur og
vika. Klokkan 20, tá eyðkennis-
lagið hjá Degi og viku fer í
gongd, situr hann til reiðar hand-
an upptøkutólið. Fattur og væl
fyrireikaður, leiðir hann tann
tíðindaáhugaða føroyingin
ígjøgnum enn eina tíðindasend-
ing. Vit tosa sjálvandi um John-
sigurd Johannesen. Í meira enn
30 ár hevur hann starvast innan
fjølmiðlaheimin. Bløð, útvarp og
sjónvarp hevur hann fingist við,
og eftir næstan 20 ár hjá
Sjónvarpi Føroya, hevur hann
sent yvir 1000 tíðindasendingar
inn í stovurnar hjá Føroya fólki.
- Journalistikkur er ein lívs-
stílur. Tá eg komi heim, so fái eg
ikki latið vera við at tendra
útvarpið ella við at hyggja eftir
eini tíðindasending. Eg eri ein
tíðindanarkomanur. Um eg segði
annað, so hevði eg logið, sigur
Johnsigurd Johannesen.
Frá barnsbeini
Áhugin fyri fjølmiðlunum hevur
verið til frá barnsbeini.
- Eg havi altíð verið áhugaður í
fjølmiðlunum. Heilt tíðliga visti
eg, at hetta var leiðin, eg skuldi
ganga, greiðir Johnsigurd frá, og
minnist aftur á tíðina, tá hann
skrivaði skúlabløð í barnaskúl-
anum og spældi útvarp við ein-
um bandupptakara.
Fyrsta stigið inn í fjølmiðla-
heimin var, tá sjónvarpsverturin
og Jákup Nielsen fóru á real-
skúla. Tá byrjaðu teir at falsa
(boyggja) bløð á Sosialinum. Og
summarið 1972, tá teir vóru
lidnir við realskúlan, vórðu teir
settir í starv á Sosialinum sum
blaðmenn, men við teirri treyt, at
teir hildu fram við at falsa.
- Tá í tíðini vóru bløðini bara
6-8 síður. Mikudagsblaðið plagdi
at vera seks síður og leygardag-
blaðið átta. Skrivað varð um alt
millum himmal og jørð. Alt frá
tíðindum úr løgtinginum til at
týða søgur.
- Tað var avmarkað, hvussu
nógv vit kundu gera burturúr, tí
útgerðin var ikki so framkomin
tá. Um tú skuldi hava eina mynd,
so skuldu klichéir gerast, og so
skuldi metast um, um blaðið
hevði ráð til tess, minnist John-
sigurd. Hann sigur seg vera
bergtiknan av tí stóru teknisku
menningini á bløðunum, og at
tað ber til at gera so tekniskt
framkomin bløð í dag í mun til
fyri bert 20-30 árum síðani.
Á skúla
Á heystið í 1973 gekk leiðin so
til Århus á Danmarks Journalist-
háskúla. Tá var hann 17 ára
gamal.
- Eg haldi, at eg var har í eini
átta mánaðir. Eg gavst, tí eg helt,
at eg var ov ungur í mun til hini
sum vóru har. Ætlanin var altíð
at fara niður aftur, men tað
gjørdist ongantíð til nakað.
So Johnsigurd vendi nøsini
heim aftur til Føroya og aftur á
Sosialin, har hann starvaðist til í
januar 1977. Tá fór hann á
Dagblaðið at arbeiða í knapt tvey
ár, og síðani varð miðilin heilt
skiftur út. Hesuferð vóru boð
eftir tíðindamanninum hjá
Útvarpi Føroya.
- Útvarp var ógvuliga spenn-
andi. Tað at sleppa út við øllum
beinanvegin, í mun til at bara
koma út tvær ferðir um vikuna.
Størsti munurin var eisini tað at
koma út við tíðindunum upp til
fleiri ferðir um dagin.
Johnsigurd minnist, at ein tann
størsta uppgávan hann fekk, var
beint sum hann var byrjaður.
Løgtingsval hevði júst verið, og
hann skuldi út at fylgja lands-
stýrissamráðingunum.
Skemtari til húsbrúk
Tíðindaverturin hevur tó ikki
bert hildið seg innan tíðinda-
vinnuna. Hann hevur eisini gjørt
eitt legg inn í skemtiheimin, tá
skemtisendingarnar hjá V4 vóru
í hásætinum.
- Eg dugdi at herma eitt
sindur, og var so við í einstøkum
skemtisendingum. Vit plagdu at
vera úti við V4, tá Oskar
Hermansson og Olivur Næss
vóru vælmaktini, greiðir
Johnsigurd frá.
Men undirhaldið er nú lagt á
hillina.
Journalistikkur er ein lívsstílur
- Eftir meira enn 30 ár innan
fjølmiðlaheimin brennir tú sjálvandi
út, og spyr teg sjálvan um tíðin ikki
er komin til nakað annað. Men
journalistikkur er ein lívsstílur, sigur
Johnsigurd Johannesen, sum sigur
seg vera smædnan av lyndi og
skemtara til húsbrúk
IN ACTION: Mr. Dagur og Vika. Johnsigurd
Johannesen hevur seinastu átta árini verið
fastur gestur í stovunum kring Føroya land
meira enn túsund ferðir
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
25
24