leygardagur 15. november 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nakrir hundrað áhoyrarar í ís-
lendsku operuni hava reist seg
frá stólunum og undir standandi
fagnaðinum kappast snjalla
ljóðið av klappandi hondum við
djúpa runið av trampandi fótum
um at fylla ljóðmyndina. Pallurin
er tómur eftir eina konsert, sum
íslendskir fjølmiðlar hava hitað
stórar vónir upp til. Nú bara ein
liggjandi kontrabassur og nakrar
berar mikrofonir standa eftir er
greitt, at eingin fer vónbrotin út í
ta vetrarkøldu luftina. Áhoyrar-
arnir hava verið ein túr í Føroy-
um, hava gjørt eina ferð aftur til
føroysku tónleikarøturnar, og eru
nú á veg fram eftir til Reykjavík
28. september 2003.
Í lágu sminkuhølunum undir
operasalinum fylkjast stutt eftir
tey innbodnu um eina 20 ára
gamla gentu úr Gøtu, ið kom til
Íslands fyri skjótt tveimum árum
síðan, og sum við ovfarandi megi
hevur sungið seg inn í hjørtuni á
íslendingum - á føroyskum.
Íslendsk plátufeløg hava staðið í
kø fyri at sleppa at geva fløgu út
við henni, og ein slík kom út í
Íslandi herfyri - á føroyskum.
Eivør Pálsdóttir lýsir burturúr
umhvørvinum, tá hon kemur
gangandi oman eftir megin-
handilsgøtuni í Reykjavík, har
avtalan er, at vit skulu hittast.
Klæðini í sterkum litum skína
burturúr gráa degnum og
regnváta vegnum, og
sólbrillurnar mugu leita langt
eftir teimum sólstrálunum, sum
tær eru ætlaðar at verja ímóti.
Kanska er tað alt hetta ytra, sum
ger, at fólk hyggja langt eftir
henni, men neyvan er tað bara
tað. Flestu teirra munnu kenna
ungu damuna aftur. Hon hevur
prýtt forsíður og fylt sendiflatur
á útvarpi og sjónvarpi dúgliga
hendan farna mánaðin, so tað
hevur verið ringt hjá vanliga
íslendinginum ikki at lagt merki
til hana so ella so. Men Eivør
tykist ikki at taka sær av tí.
"Gjørdu tey tað? Tað havi eg
ikki lagt merki til" Eivør gerst
ovfarin, tá eg løtu seinni spyrji
hana, hvussu tað kennist, tá fólk
venda sær eftir henni á gøtuni.
"Eg veit at beint nú kenna flestu
fólk í Íslandi meg. Men eg eri
ikki kend upp á tann mátan at
fólk vilja hava mín autograf og
sovorðið. Tað er mest tí at eg
havi verið so nógv í bløðunum
og sjónvarpinum seinastu tíðina.
Fólk vita bara hvør eg eri, og so
er tað tað", heldur ein lítillátin
Eivør fyri.
Men tað er ikki heilt rætt, tí
Eivør er meira enn bara kend
sum fitta snýðið á forsíðunum. Í
hondini hevur hon nakrar
yrkingar, sum ein fremmandur
maður hevur givið henni stutt
frammanundan. "Hann vildi hava
meg at gera løg til nakrar tekstir,
sum hann hevði skrivað", sigur
Eivør uttan at vera tikin á bóli av
tí. Hon verður tó ovfarin dagin
eftir, tá ein eldri maður knapp-
liga kemur til hana, avgjørdur
um at lata henni ein gamlan
gittar. "Hann segði at hann hevði
hugsað nógv um hvør skuldi eiga
hendan gittaran, men at nú var
hann sannførdur um, at eg skuldi
hava hann. Eg ani ikki hvør hann
var, men eg helt ikki at eg kundi
loyva mær at siga nei, so nú eigi
eg ein gamlan gittar", fortelur
Eivør dagin eftir um løgnu
hendingina henni var fyri.
Eivør hevur avtalað at hitta tveir
myndamenn og ein blaðmann í
einum kaffihúsi á høvuðsgøtuni,
so har fara vit inn. Skjótt kemur
tann fyrsti myndamaðurin inn.
Hann tekur Eivør við sær útum,
og stutt eftir koma tey inn aftur
saman. Myndamaðurin er ikki
meira enn farin, áðrenn næsti
myndamaður kemur inn. Eivør
verður aftur hálað útum, meðan
blaðmaðurin, sum er møttur upp
í millumbilinum, ger seg til
reiðar við bandupptakaranum.
Hann skrivar fyri vikuskifti-
blaðið hjá íslendska dagblaðnum
DV. Ein góðan hálvan tíma situr
Eivør og svarar spurningum á
flótandi íslendskum. Íslendski
blaðmaðurin er áhugaður í at fáa
at vita, hvat Eivør ger, umframt
at skriva og spæla tónleik
sjálvandi. Hann hevur hug at
fregnast um hvat tað er fyri ein
sjeikur, sum hon sigst at ganga
saman við. "Sjeikurin hjá mær
eitur Pætur við Keldu. Hann býr
í Keypmannahavn, har hann
arbeiðir sum tónleikari", fortelur
Eivør um unnusta sín, og
íslendski blaðmaðurin er skjótur
at spyrja meir um hendan góða
Pætur. "Hatta var gott. Eg vænti
at tú verður á forsíðuni. Men eg
kann ikki lova tað." eru seinastu
orðini hjá blaðmanninum, áðrenn
tey bæði reisast frá borðinum.
Eivør smílist og svarar, at tað var
stuttligt, og so hugsar hon
neyvan meira um tað.
Leygardagin kemur blaðið út við
stórari mynd av Eivør í
kvøldarmyrkrinum í Reykjavík á
allari forsíðuni.
Fjølmiðlaáhugin fyri Eivør er í
hæddini nú undan útgávu-
konsertini, men einki bendir á, at
áhugin fer at minka burtur í
bræði. Íslendska Séð og Heirt,
sum líkist misteinkiliga nógv
danska Se & Hør, hevur longu
boðað frá, at tað ætlar sær við, tá
Eivør seinni í hesum mánaðinum
kemur til Føroya at hava
útgávukonsert. Tað verður ikki
fyrsta ferð at kendasti
føroyingurin í Íslandi verður
umtalaður í hesum blaðnum og
neyvan síðstu ferð heldur.
Grundandi hvussu hon megnar at
halda bæði bein á jørðini, hóast
lívið sum tónleikari í Íslandi
hevur kastað almennan áhuga á
alt, sum hon fæst við, spyrji eg
Eivør um hon veruliga er líka
óávirkað av hesum, sum hon
tykist.
"Eg eri eitt sindur fráverandi
og livi nógv í míni egnu verð. So
eg hugsi ikki so nógv um tað,
sum verður sagt og skrivað um
meg. Og í hesum førinum er tað
nokk ein fyrimunur. Men eg havi
als onki ímóti, at fólk spyrja meg
um alt møguligt. Sum tónleikari
havi eg ofta brúk fyri at vera
kend fyri at sleppa at spæla. So
hatta er nakað man má taka við
sum ein náttúrligan partur av tí
at liva av sínum tónleiki. Eg
haldi at man skal bara duga at
taka tað róligt. Tað er ikki so
farligt. Men tað eru sjálvandi
nógvir mátar at vera kend uppá,
og eg kann fyristilla mær at tað
nokk ikki er so stuttligt hjá
teimum, sum eru kend um allan
heim og ikki fáa frið
nakrastaðni."
Sum flestu onnur, ið javnan
eru undir sjóneykuni hjá fjøl-
miðlunum, kann Eivør við
jøvnum millumbilum lesa søgur
um seg sjálva, ið hon hevur ilt
við at kenna aftur. "Men tað ger
ikki so nógv um alt ikki passar.
Sum oftast er bara stuttligt at
lesa sovorðið", sigur Eivør, sum
væl dugir at síggja tað stuttliga í
at lesa um seg sjálva, at hon
einaferð bleiv koyrd úr starvi á
fiskavirkinum í Gøtu, tí hon altíð
bað um frí til at sleppa at syngja.
Arbeiðið á flakavirkinum í Gøtu
er tað einasta "vanliga" arbeiðið,
sum Eivør nakrantíð hevur havt.
Hon bleiv ikki koyrd, hóast hon
ofta mátti biðja sær frí til at
syngja. Men hon gavst aftaná
tríggjar mánaðir og bleiv soleiðis
ongantíð ikki nakar støðufuglur í
føroyskari flakavinnu.
Í føroyskum tónleiki hevur Eivør
Pálsdóttir harafturímóti verið ein
støðugur songfuglur í nógv ár.
Síðan rødd hennara byrjaði at
hoyrast til tónleikatiltøk av
ymsum slag, hevur hon altíð
ovfarið áhoyrararnar á tvífaldan
hátt so at siga. Fyrst er altíð
røddin. Hetta sangtalent, ið er
heilt einastandandi, og sum
hevur fingið eina ørgrynnu av
tónleikaummælarum í Føroyum
og uttanlands at spáa um eina
gylta framtíð, tekur áhoyrarar á
bóli hvørja ferð. Men bilsnið
verður altíð uppaftur størri, tá
aldurin hjá Eivør verður nevndur.
Fyrr søgdu fólk undrandi "Er
hon bara fimtan!". Nú, fimm ár
seinni, siga tey við nøkulunda
somu undran "Er hon bara
tjúgu!".
Sjálv metir Eivør, at tónlistarliga
lívsleið hennara byrjaði, tá hon
var trettan ár. "Tá vann eg Ársins
songrødd, og aftaná tað byrjaði
eg at syngja til tiltøk so at siga
hvørt vikuskifti". Eivør helt fram
at framføra minst einaferð um
vikuna tey næstu fimm árini. Nú
veit hon, at hon gjørdi ov nógv
av. "Fyri tveimum árum síðan
møtti eg íslendsku sang-
lærarinnuni Ólöf Kolbrún
Harðardóttir á sangskúla í
Føroyum. Hon hoyrdi beinan-
vegin á mær, at mín rødd var
púra útlúgvað. Tá hevði eg í
fimm ár sagt ja til alt og bara
sungið og sungið uttan at ansa
eftir røddini. Eg hevði faktiskt
sungið ov nógv, og hevði slitið
røddina."
Ólöf Kolbrún gjørdi ikki
mætari enn at bjóða Eivør at
koma við sær til Íslands, so hon
kundi fáa ta neyðugu hvíldina,
soleiðis at røddin kom fyri seg
aftur. Tá hevði Eivør longu sjálv
spælt við tankan um at fara til
Íslands, so hon var skjót at fara
við. "Eg skuldi upprunaliga bara
vera her ein mánað, men eg eri
her enn.", sigur Eivør. Orsøkin er
heilt einføld. Hon trívist í
Íslandi.
Og Ísland sær út til at trívast við
henni. Í einum lítlum hølum í
einari síðugøtu til høvuðsgøtuna,
har mest av øllum smærri
sermerktir handlar halda til, sæst
nýggja fløgan hjá Eivør, Krákan,
í hvørjum vindeyga. Á gula
skeltinum omanfyri stendur "12
Tónar". Her heldur lítla
plátufelagið til, sum útgevur
Krákuna.
Handan plátufelagið, sum
undan útgávuni við Eivør ikki
hevði givið so mikið sum eina
einastu fløgu út, standa teir báðir
Jóhannes Ágústsson og Lárus
Jóhannesson, sum báðir síggja
væl klæddir og væl nøgdir út
4
Sosialurin Nr. 218 - 15. november 2003
Eivør í dreymaverð
Hvussu verður ein føroysk sangarinna íslendsk fólkaogn? Tvey ár eftir at
Eivør Pálsdóttir fór til Íslands at venda, hevur brøðratjóðin tikið hana til
sín sum sína egnu systur. Íslendingar hava fingið nakað av tí, sum risin og
kellingin komu eftir í síni tíð, og teir tykjast bara vilja hava meir.
Rúnar Reistrup fylgdi føroysku sangarinnuni í døgunum undan
útgávukonsert hennara í Reykjavík, og sá inn í eina dreymaverð
"Sjeikurin hjá mær eitur
Pætur við Keldu. Hann
býr í Keypmannahavn,
har hann arbeiðir sum
tónleikari”, fortelur
Eivør um unnusta sín, og
íslendski blaðmaðurin er
skjótur at spyrja meir
um hendan góða Pætur
"Eg eri eitt sindur
fráverandi og livi nógv í
míni egnu verð. So eg
hugsi ikki so nógv um
tað, sum verður sagt og
skrivað um meg."
"Mín rødd var púra
útlúgvað. Tá hevði eg í
fimm ár sagt ja til alt og
bara sungið og sungið
uttan at ansa eftir
røddini. Eg hevði
faktiskt sungið ov nógv"
Framhald á síðu 6
Sosialurin Nr. 218 - 15. november 2003
5
C
M
Y
K
27
26