leygardagur 15. november 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 218 - 15. november 2003
dagin undan útgávukonsertini.
Fløgan er komin út nakrar dagar
frammanundan og hevur longu
selt væl.
Hesir báðir plátufelagsmenn-
inir høvdu fyrr ein handil, ið
seldi harraklæðir. Handilin gekk
væl, ikki minst tí teir gjørdu
nógv burturúr at fáa kundarnar at
kenna seg vælkomnar. Millum
annað høvdu teir ta skipan, at
keypti tú fyri yvir tíggjutúsund
íslendskar krónur, vart tú boðin
til ein cognac í bakrúminum,
greiddi ein íslendskur blaðmaður
mær frá, tá eg spurdi meg fyri,
hvat hetta vóru fyri menn.
Men klædnahandilin varð
seldur fyri nøkrum árum síðan,
og ístaðin fóru teir báðir inn í
tónleikavinnuna - aftur á ein
nakað øðrvísi hátt enn vanligt.
12 Tónar byrjaði sum plátu-
handil, men ætlanin var altíð at
fara undir útgávu. " Men fyrst
skuldu vit læra alt, sum var vert
at vita um tónleikavinnuna, bæði
í Íslandi og uttanlands. Og tað
tók sína tíð. Ætlanin var at vit
skuldu geva fyrstu fløguna út í ár
2000, men eg læri seint, so
Krákan við Eivør gjørdist okkara
fyrsta", sigur ein smáskemtandi
Lárus Jóhannesson. Nú angrar
hann á ongan hátt at eingin fløga
varð givin út í ár 2000.
"Um eg kundi valt millum
allar fløgur í heiminum, so hevði
eg valt hesa fløguna hjá Eivør
sum ta fyrstu útgávuna hjá
plátufelagnum", sigur Lárus og
heldur fram at rósa einasta
tónleikara higartil í básinum hjá
plátufelagnum. "Tað fyrsta, sum
fólk altíð leggja merki til við
Eivør, er hennara fantastiska
rødd. Men hon hevur meira enn
bara sína rødd. Hon er eitt
fullkomið listafólk. Lurtar tú
veruliga eftir sangunum, sum
hon skrivaði, tá hon var enn
yngri, so eru teir heilt fantastisk-
ir. Eivør hevur eftir mínum tykki
longu tikið føroyska tónlistarliga
arvin longur enn flestu fólk geva
sær far um."
Við 12 Tónum og føroysku
umboðskvinnu síni, Sigvør
Laksá, hevur Eivør fingið fólk í
ryggin, sum kunnu taka sær av
øllum tí praktiska í sambandi við
tónleikalívsleið hennara. Men
okkurt bendir á, at hon eisini
kundi brúkt eina telefondamu. Ta
tíðina, útsendi blaðmaðurin
fylgir Eivør, verður fartelefonin
brúkt so nógv, at tað als ikki
undrar, at hetta amboðið sær eitt
sindur slitið út. Tá tænarin kemur
við teimum litríku indiskt
hagreiddu høsnarungalørunum á
matstovuni, har vit um kvøldið
fáa okkum ein bita, verður ljóðið
á telefonini sløkt. Stutt eftir at
seinasti bitin er farin niðurum,
boðar telefonin frá seks ósvarað-
um uppringingum. Bara ein fær
aftursvar.
Tað er vorðið seint, og
útgávukonsertin skal vera
kvøldið eftir. Men sangarinnan
tykist taka tað róliga og uttan
stress, hóast hon nú verður
noydd at fara at venja við
tveimum kórgentum, og Jákup
Magnussen frá Útvarpi Føroya
ringir og minnir hana á eina
avtalu um at møta í útvarps-
stovuni morgunin eftir, áðrenn
klokkan hevur sligið hálvgum
átta. Eivør skal syngja beinleiðis
í morgunsendingini. Tað hevði
hon lukkuliga gloymt.
Dagin eftir er Eivør at finna í
operuni allan dagin. Framførslan
skal fáast at passa saman, pall-
kjólin skal passast til, og harum-
framt skal Eivør passa sín leiklut
yvirfyri fjølmiðlunum, sum aftur
í dag eru ein partur av umhvørv-
inum kring hana. Eitt lítið
sjónvarpslið kemur inn eftir
gólvinum, og skjótt syrgir Eivør
sum tann natúrligi leiðarin á
pallinum, fyri at savna hinar
tónleikararnar saman í rættari
raðfylgju framman fyri upp-
tøkutólið. So verður einasti
íslendski sangurin á nýggju
fløguni spældur tríggjar ferðir
ígjøgnum til æru fyri mynda-
mannin, áðrenn tey venda aftur
til ljóðroyndina.
Í einari stillari løtu eydnast tað at
fáa Eivør undir fýra eygu í
operakjallaranum og spyrja hana,
hvat í veruleikanum er hent,
síðan hon fór til Íslands fyri
skjótt tveimum árum síðan.
"Hvat er hent? Bíða, eg hugsi so
sjáldan um sovorðið. Jú nógv er
hent. Eg havi gingið á klass-
iskum sangskúla og havi lært at
sungið opera. Og so eri eg byrjað
at spæla saman við nøkrum
góðum íslendskum tónleikarum.
Eg havi í heila tikið spælt nógv
og lært eina rúgvu, bæði um mín
sang og um alt møguligt annað."
Árini í Føroyum tóktist Eivør at
skifta tónleikagrein sum vit
onnur skifta sjónvarpsrás. Og nú
opera?
"Ja, eg havi sungið nógv
ymiskt og tað fari eg at halda
fram við at gera. Men fyri mær
er tað ikki so løgið, tí eg síggi
tónleik sum eina stóra heild og
býti hann ikki so nógv upp í
hetta og hatta slagið. Tað er sum
ein ferð, sum eg skal ígjøgnum.
Beint nú er tað til dømis
ógvuliga torført at svara uppá
hvønn tónleik eg gevi út á
fløguni. Fløgan er sum ein buffét
við øllum tí sum eg havi verið
ígjøgnum higartil. Ferðin ígjøg-
num tær ymisku tónleika-
sjangrurnar hevur verið mín
lívsins skúli. Fyrst havi eg lært
meg eitt, so havi eg skift stíl og
lært okkurt annað og soleiðis
hevur tað hildið fram til nú. Og
tað steðgar ikki her."
"So tað at eg nú gangi á einum
klassiskum sangskúla merkir ikki
at eg ætli mær at vera opera-
sangarinna. Tað er bara fyri at
fáa meira niður í lummarnar so
at siga. Fáa eina góða barlast til
ferðina víðari."
Ein tónleikasjangra, sum Eivør
byrjaði at fáast við fyri nógvum
árum síðan, men sum hon
ongantíð hevur slept aftur, er
Kingosangur. Hvat er tað við
hesum Kingosanginum og Eivør?
"Eg kenni tað sum at Kingo-
sangur á onkran hátt liggur inni í
mær. Langabbabeiggi mín, Hans
Jacob á Brúnni, sáli, sang nógv
Kingo, og vit høvdu ein bólk
saman við tveimum øðrum. Vit
plagdu at møtast einaferð um
vikuna fyri at syngja Kingo. Tað
havi eg lært sera nógv av."
Umframt langabbabeiggjan eru
eisini aðrir einstaklingar, sum
Eivør kennir seg myndaða av
sum tónleikara. Mamma henn-
ara, Sædis, eigur eitt serligt pláss
í so máta. "Mamma hevur havt
øgiliga nógv at týða fyri meg,
bæði persónliga og tónlistarliga",
sigur Eivør og nevnir, at millum
hini, sum hava lært hana nógv
eru kingosangarin Vilhelm
Magnussen og amerikanski
saxofonisturin John Purcell, sum
hon hevði sum lærara eina tíð.
"Allir teir sum eg spældi við í
bólkinum Ivory lærdu meg eisini
nógv um tónleik, og tíðin í Ivory
var sum heild sera spennandi
tónlistarliga." Seinstu tíðina
hevur eisini Ólöf Kolbrún, sum
Eivør hevur búð hjá síðan hon
kom til Íslands, havt stóra
ávirkan á hana sum tónleikara.
"Ólöf hevur lært meg nakað
ógvuliga umráðandi, nevniliga at
ansa eftir mínari rødd. Tað er ein
spurningur um at læra seg at
kenna røddina soleiðis at man
veit nær tað er tíð at hvíla seg.
Tað er faktiskt ein lívsstílur
meira enn nakað annað."
Røddin hjá Eivør er væl fyri nú,
og tað er restin av sangarinnuni
eisini. Men hon hevur eisini
onkuntíð sjálv kent seg eitt
sindur uppslitna. Síðan hon sum
16 ára gomul gjørdist liðug við
fólkaskúlan hevur hon við heil-
um hjartað satsað upp á tónleikin
sum sína lívsleið, uttan at tað
nakrantíð hevur sæð út sum hon
hevur ivast. Men hon hevur
onkuntíð hugsað um at valt ein
tryggari veg.
"Tankin hevur verið har, men
eg havi ongantíð sagt tað við
nakran. Eg havi onkuntíð um-
hugsað, um eg heldur skuldi
farið aftur í skúla ella funnið
mær eitt vanligt arbeiði, serliga
tá tað ikki hevur gingið so væl
við tónleikinum. Men eg haldi,
at tá man hevur eitt mál, ein
dreym, so skal gera tað, sum
man helst vil. Tað kann vera eitt
sindur tungt. Tí tað er ikki tann
tryggasti vegurin at velja. Tú
veitst ongantíð um tað nú fer at
rigga ella ikki. Men tað snýr seg
bara um at byggja seg sjálvan
upp og trúgva uppá tað, sum
man ger."
Dreymurin hjá Eivør hevur
altíð verið at gerast tónleikari.
Og tað er stórt sæð tað, sum hon
er nú.
"Nú livi eg bara í dreyminum.
Eg hugsi ikki, at einaferð skal eg
gera hetta ella hatta. Eg geri tað,
sum eg vil gera. Eg vil bara
gjarna sleppa at gera mín tónleik
og geva mínar fløgur út."
So títt mál er rokkið?
"Nei, sjálvandi ikki. Tá málið
er rokkið kann man akkurát tað
sama fara í grøvina. Men eg
gangi ikki og droymi um nakað
annað enn tað, eg havi nú. Eg vil
bara gera tað betri og mennast,
og so vil eg sjálvandi eisini
gjarna koma víðari út í heimin at
spæla. Tað eru nakrir ávísir
tónleikarar, sum eg gjarna vil
spæla saman við, eitt nú Jan
Garbarek. At spæla saman við
honum er eitt mál og ein
dreymur fyri meg."
Á vegnum fram ímóti dreymi
sínum hevur Eivør tikið nakrar
elevatorar. Teir flestu hava gingið
uppeftir, og nakrir av teimum
skjótastu hava verið tónleika-
kappingar. Slíkar kappingar
plaga tónleikarar vanliga at hava
nokkso ullintar kenslu fyri. Eivør
er avklárað við sína støðu.
"Faktiskt havi eg tað gott við
tónleikakappingum. Men eg
haldi at alt hevur sína javnvág.
Um man sum tónleikari bara
livir fyri kappingum, so er man
eftir mínum tykki á skeivari leið.
Men kappingar eru góð spring-
bretti til alt møguligt annað.
Ársins songrødd gav til dømis
mær eitt ordiligt skump
frameftir. Og tað gevur eitt
sjálvsálit at vera við í slíkum
kappingum. Mín luttøka í
íslendska Grand prixnum hjálpti
mær eisini nógv í so máta. So eg
havi einki ímóti tónleikakapp-
ingum, men eg haldi kortini ikki,
at tað ber til at kappast um
tónleik. Tónleikur er kenslur, og
tú kanst ikki kappast um kenslur.
Og hvat vinnur tú við at vinna
eina tónleikakapping? Tú dugir
ikki betri at syngja fyri tað."
Stilla løtan í operkjallanum er
lokin. Teir tríggir tónleikararnir
eru komnir niðurundir og eru
farnir at skifta klæðir. Ein letur
seg úr buksunum og letur seg í
einar aðrar. Fyri tann uttanfyri-
standandi er tað ómøguligt at
siga hvørjar av buksunum eru
snøggari ella nýggjari. Báðar eru
myrkar, og tað er troyggjan
eisini. Hinir báðir tónleikararnir
eru eisini klæddir eins spennandi
og skuggi teirra á gólvinum. Í
dag eru teir handverkararnir og
Eivør tann einsamalla stjørnan.
Meðan hon ger seg til reiðar at
fara inn á pallin, tosa vit um
fløguna, sum er høvið til
konsertina.
"Hon er akkurát sum eitt lítið
barn fyri mær. Soleiðis kenni eg
tað nú. Hetta eru mínir sangir,
sangir sum eg havi sitið um
næturnar og gjørt. So tað er
nakað øgiliga persónligt, og tí er
tað umráðandi fyri meg at
arbeiða við einari fløgu til hon er
akkurát sum eg vil hava hana. So
fari eg altíð at kunna standa við
tað, sum eg havi gjørt. Eg eri enn
glað fyri gomlu fløguna, og eg
vil gjarna hava somu kenslu um
hesa fløguna um nøkur ár."
Hvussu langt væntar tú at
fløgan kemur?
"Eg hugsi als ikki um tað. Eg
fari bara at hava hana bara við
mær har sum eg komi. At gerast
ein stjørna er eingin dreymur.
Mamma hevur altíð lært meg at
gera tað, sum ger meg
lukkuligan. Fyri meg snýr tað
seg bara um at syngja og kunna
liva av tí. Tá eri eg lukkulig."
Á pallinum er myrkt og í
salinum er friðarligt. Ljóðið av
roykmaskinuni, sum blæsur hvít
skýggj uppeftir, er tað einasta,
sum brýtur tøgnina. Eivør er á
veg niðan ígjøgnum trappurnar
og upp á pallin at gera tað, sum
hon er best til.
Myndir: Rúnar
"Ferðin ígjøgnum tær
ymisku tónleikasjangr-
urnar hevur verið mín
lívsins skúli. Fyrst havi
eg lært meg eitt, so havi
eg skift stíl og lært okk-
urt annað og soleiðis
hevur tað hildið fram til
nú. Og tað steðgar ikki
her."
"Eg havi onkuntíð
umhugsað um eg heldur
skuldi farið aftur í skúla
ella funnið mær eitt
vanligt arbeiði, serliga tá
tað ikki hevur gingið so
væl. Men eg haldi, at tá
man hevur eitt mál, ein
dreym, so skal gera tað,
sum man helst vil."
"Eg hugsi ikki at eg
einaferð vil eg vera hetta
ella hatta. Eg eri tað, sum
eg vil vera."
Framhald av síðu 4
Sosialurin Nr. 218 - 15. november 2003
7
C
M
Y
K
29
28