Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. november 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sum kubisman, futur- isman, ekspresionisman, dadaisman, surreal- isman, konstruktivisman og tí meiri fína art déco stílinum. Tíðin millum heimsbardagarnar fekk mong at vraka positivu trúnna uppá menning, framburð og realismu. Vesturheimurin var eyðkendur av einum spenglerskum álvara, ið William Heinesen mangan eisini bar fram Tað ikki-figurativa, ella abstrakt list vann fram, Ingálvur á Reyni var kanska ein hin fyrsti at gera hetta á "føroyskum". Innan tónlistina vann atonali kompositiónstónleikurin fram saman við ameri- kanska jassinum. Yvir fyri positivismuni, biologismuni og tonkum um náttúruvísundaligan framburð stóð idealisman, nýpuritanisma, nýromantikkur, fólkadansur og tankar um strátak, gotiskar bókstavir og nationalismu. Tað er her, at føðistaður og støði hjá kenda og nógv hataða prestinum Søren Krarup liggur. Hann er føddur í 1937, faðirin var sóknarprestur og mótstøðumaður undir seinna veraldarbardaga. Søren Krarup hevur verið sóknarprestur í Seem síðani 1965. Hann hevur verið blaðstjóri á blaðinum »Tide- hverv« í mong ár og hevur eisini givið út yvir tjúgu bøkur. Søren Krarup er helst hin størsti intellektuelli á uttasta høgra- vonginum í dag, og hann dugir væl at skriva og tosa. Hann hevur skrivað fleiri hundrað kronikkir í eitt nú Jyllands- posten, og hann hevur stóran fólksligan tokka. Søren Krarup umboðar eisini eina konservativa anti-humanistiska og anti- mentanarradikala hugsjón, ið rennur saman við kristnari trúgv og tonkum um danskan tjóðskap. Rok um tað nationala Ulla Dahlerup og Søren Krarup eru í dag sjefhugmyndafrøðingar í Dansk Folkeparti, tey duga væl at tosa og at skriva og hava bæði skúlagongd og ein intellektuellan sjónarring, ið t.d. formaðurin Pia Kjærsgaard, ið er útlærdur sjúkrahjálpari, ikki hevur. Dahlerup hatar vinstravend og mentunarradikal, hon snarar øllum á og skjýtur eftir m.a. Rifbjerg, DR, Politiken og Gyldendal. Hetta er ein sera egin og skeiv tulking. Løgið er, at Ulla Dahlerup hevur eina systir, Drude Dahlerup, ið eg hoyrdi tosa um mentanarradikalismu á universitetinum í Keypmanna- havn, ið segði um mentanar- radikalismuna: »...at eyðkennini hjá mentanarradikalismuni hava verið mannarættindi, áhugi fyri altjóða viðurskiftum, sosial samvitska, sivilcourage, seksual- upplýsing, frælsi innan barna- uppaling, býarplanlegging, íbúðarpolitikkur. (...) Ateisma er eisini eitt felags lyndi«. Tað er óhugnaligt, at Ulla Dahlerup hevur yvirtikið Søren Krarupsa skeivu tulkingar av europeiskari og danskari mentunarsøgu, sum hann t.d. longu skrivaði í 1984 í bókini: »Det moderne sammen- brud 1789-1984«, har hann fer longur aftur enn Ulla, ið bert fer til Nietzsche. Nationalisma og kristindómur Krarup meinar, at tað er sjálv humanisman og upplýsingar- tíðin, ið skapti eina sekuleraða og anti-kristna og anti-national- istiska rørslu, ið vil oyða kristnu mentanina. Tað sum Krarup ræðist (meiri enn muslimar) er ateisma, modernismu og vanliga hatrið til nationalismuna. Tað eru fylgjurnar av hesum, ið hevur givið Dansk Folkeparti teirra fremsta hugmyndafrøðing: »trúgvin á menniskjað, kristin- dómurin er trúgvin á Guð, og kristindómurin er og verður avgerandi fyri tað danska fólkið«. Tað er kristindómurin og tað danska, ið renna saman. Eisini í bókini: »Det moderne sammen- brud 1789-1984«, kemur Krarup inn á sína andstygd fyri George Brandes, mentanarradikalu hugsjónina í 20-unum og fram til í dag. Søren Krarup blandar kristindóm og tjóðskaparkenslur saman. Hin mentanarradikali Jørgen Knudsen mag.art í norður- lenskum, ið millum annað hevur skrivað eitt verk í fýra bindum um Georg Brandes, umboðar alt tað øvugta av Søren Krarup. Knudsen sigur t.d. í sínum greinasavni frá 2000: »Den falske tryghed«, at »nationalisma er ein formur fyri nekrofili við fortíðina, ið ein vil vera trúgvur ímóti, hetta er fyrigykling og ein skapt hugsjón, út frá tilvildarliga valdum pørtum av fortíðini, sum ein tekur fram úr søgunnar ovurfyltu vørugoymslu, við tí fyri eyga at seta hetta inn í t. d. eitt politiskt kjak.« Knudsen heldur, at allir formar fyri tjóð- skaparligum samleika er sum at hava eitt kustaskaft sitandi, har ryggjargeislin eigur at sita. Tjóðskaparligur samleiki oyðileggur okkum, tí vit bert liva okkum inn í hesar leiklutir. Allir tjóðskaparligir samleikar skapa ófrælsi, ið er, at øll gera tað sama, kenna tað sama og hava sama trot á hugflogi. Hetta er tað sama, sum spanski høvundin Mario Vargas Llosa segði í eini grein herfyri, at »tankin um ein »mentanarligan samleika« er vandamikil. Frá einum sosialum sjónarmiði umboðar hesin bert eitt ivasamt, skapt hugtak, og út fra einum politiskum sjónarhorni er tankin ein hóttan ímóti tí mest dýrabara, menniskjað hevur útint. Frælsið (...) hugtakið um »felags samleikar« er ein ideologisk, skapt stødd og sjálvt grundarlagið undir nationalismu«. Tankar um mentanar- ligan samleika eru mangan vandamiklir, tí teir ikki góðtaka ymisk virði í einum samfelagi. Men eg haldi, at Knudsen ikki dugir at síggja, hvussu umfatandi tjóðskaparkenslur eru. Nationalisman í dag umfatar kongahúsið, grundlógina, flaggið, tjóðfuglin, tjóðarhetjur, tjóðsangin, danir hava tó ongan Tjóðarinnar Dag, annan enn Grundlógar- dagin. Vit síggja tjóð- skaparligu ikonografi á øllum niveaum, frá passinum (Jellingestenen), til pengaseðlar, frímerki, innan bókmentir, mál, forsturlandssangir, tjóðarsøgu, landslagsmyndir. Andin frá 1848, frá 1864 og Dannevirke og Danebod liva enn sum søgan um "Den tapre Landssoldat", og søgurnar sum frælsisstríðið frá 1940-45, har Kong Christian 10. gjørdist eitt tjóðskaparligt symbol á sínum hesti ríðandi gjøgnum Keypmannahavn. Jørgen Knudsen: »Den falske tryghed — Essays«, Tiderne Skifter, 2000. Jørgen Knudsen: (Red.) »Den kulturradikale udfordring«, Tiderne Skifter, 2001. Søren Krarup: »Det moderne sammenbrud 1789-1984«. Gyldendal, 1984. Hans Hauge: Post- Danmark. Politik og æstetik hinsides det nationale. 2003 Hans J. Debes: Nú er tann stundin. Tjóðskaparrørsla og sjálvstýrispolitikkur til 1906 við søguligum baksýnið. 1982 Inge Adriansen: Nationale symboler i Det Danske Kongerige 1830-2000. 2 bd. 2003 Sosialurin Nr. 218 - 15. november 2003 9 8 Sosialurin Nr. 218 - 15. november 2003 SAMLEIKI Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com Lektarin Hans Hauge heldur, at mentanarbardagin í Danmark ikki snýr seg um, hvat er »danskt«, men um, at vit eru um at fara frá tí nationala. Vit eru ávegis burtur frá hesi tíðini, har tjóðin spældi ein avgerandi leiklut. Frá 1948 til 1972 sóu vit eina modernisering av modernaða sosialstatinum í Danmark. Hauge meinar, at í dag eru tjóðskaparligir samleikar mest endaðir sum ein roynd at verja seg móti hesum broytingum og hesi menning, tí tað er tíðin, ið hevur tómt hugtøkini um tjóð- skaparliga mentan og ikki tey mentanarradikalu. Størsta stríðið í Føroyum í sjeyti árunum var málstríðið í Hoydølum. Aftur gjørdist møgu- leikin fyri víðari ræsum, størri opinleika og størri politiskum medviti millum fólk í Føroyum til eitt eljustríð um mál. Heims- umfatandi 1968-rørslan hevði ein ávísan arv frá 17. øld og rationalismuni. Serliga tankarnar um frælsi, um at menniskjað við upplýsing kann gerast frælst. Hetta er aðaltankin aftan fyri radikalismuna, ið mentanarliga fellur saman við modernismuni í Vesturheiminum og í Danmark. Bæði radikalisman og modern- isman eru framsøkin og halda, at vanligar tjóðskaparkenslur eru mytiskar og irrationellar leivdir frá 18. øld, frá hugsjónunum serliga hjá týska heimspeking- inum J. G. Herder. At uppdaga tjóðina Kekkiski nationalismugranskarin Miroslav Hroch hevur ført fram, at nationalisman mennist í trim- um fasum. Hin fyrsta, ella fasa A, er ein tíð har tey intellektuellu uppdaga tjóðina og gerast áhug- að í søguni, málinum og ment- anini í hesi tjóð. Hesi hava mangan eina rættuliga pro- fessionella tilgongd til hesi øki og hava tí ikki eitt størri politiskt vald. Í fasu B setur politiska agitatiónin á at fanga og "vekja" fleiri bólkar. Í hesi fasu verður tjóðskaparliga agitatiónin sett saman við ynski um broytingar og liberalar reformar. Í fasu C hendur ein broyting, her gerst nationalisman til eina hóprørslu, har nationalisman sigrar sum hugskot. Fyrst taka bøndur undir við nationalismuni, seinni nýggja arbeiðarastættin. Í Danmark, sigur nationalismugranskarin Inge Adriansen, hava vit sæð fasu A frá 1830 til 1840. Fasu B frá 1880 til 1900 og fasu C frá 1880 til okkara tíð. Taka vit føroysku national- ismuna vóru tað útisetar og lesandi, ið tóku fyrstu stigini til føroysku tjóðarbyggingina. Svabo var ein hin fyrsti, hóast hesin sum ungur ikki hevði týsku útgávuna av nationalismuni enn, men sum eldri maður er gjørligt, at hann varð ávirkaður av m.a. Herderi. Seinni komu fólk sum Hammersheimb, C.C. Rafn og Johan Hendrik Schrøter og seinni Svend Grundtvig at seta orð á hesa fyrstu fasu í modern- aðari føroyskari tilvitanarsøgu. Tað er tí rætt sum Hans Jacob Debes sigur í bókini "Nú er tann stundin", at tíðin frá møtinum á 3 gongd á Regensen 26. februar 1876 umboðaði eitt mentunarligt tíðarskeið. Lætt er at síggja, at fasa B er tíðin eftir 1888 og tíðin við stóru politisku fólkafundun- um, ið Føroya Fólkaháskúli yvirtók seinni. Fasa C byrjar eisini á ein hátt í 1888 og er ikki endað enn. Post-Danmark Kring heimin í dag tosa national- ismugranskarar um at stóra nationalistiska tíðarskeiðið er av. Brúkið av tjóðskaparligum symbolum er minkað. Vit eru í eini post-nationalari tíð. Tá fólk kenna, at okkurt er um at ganga undir, gerst áhugin stórur at kanna og kanska varðveita hetta. Hans Hauge er sannførdur í bókini kallað: "Post-Danmark — Politik og æstetik hinsides det nationale" frá 2003, at: "Nationalstaturin Danmark er eitt tómt hylki, í hesum hylki er ein kjarni, men hesin kjarnin er longu globaliseraður. Sjálvt um hetta er so, royna teir flestu politikarar at lata sum um nationalstaturin enn er ein veru- leiki". Hauge er ein radikalur, t.v.s. nakað víðgongdur kritikari og ein kanska nakað konstruktiv- istiskur intellektuellur. Haugesa bók er ein ræðuligur vavstur, men av og á rakar hann seymin á høvdið. Hann sigur m.a., at granskingin í nationalismu óbeinleiðis skapar nationalismu og styrkir tankan um tjóðskapar- ligt samanhald. Hann vísir eisini á, at tað er ein ávís ósemja mill- um søgufrøðingar og national- ismugranskarar og fólkið á hinari síðuni. Fólk og frøðingar eru ósamd um tjóðskaparligu ment- anina mótvegis globalisering og liberalisering, tí vanligt er, at granskararnir eru so konstruktiv- istiskir, at teir "konstruktivir", t.v.s. at hesi síggja t.d. tjóð- skaparligar mytur og søgufalsan, men síggja ikki sum sín leiklut at verja politiskar tjóðskaparligar visiónir. Konstruktivistar halda, at tjóðin er eitt "skapt" hugtak, og at fólk skulu læra at síggja hetta, sum er eitt slag av umvendari tjóðskaparligari veking. Konstruktivistar halda, at fólkið er ein seinførur massi, ið vera leidd og forførd til at góðtaka ymiskt, og at hesi eru uttan megi og hjálparleys vanta innlit í hesa kúging og ideologisku felluna sum nationalisman er. Nationalisman hevur nógvar tulkingar og tulkarar. Ein annar kekki er Ernst Gellner, ið sær hesa leið sum eina "funktión" av ídnaðarkollveltingini, ið kravdi eitt homogent fólk, ið t.d. skilti hvørt annað. Torført er eisini at upplýsa eitt fólk, ið ikki tosar sama mál, ella at skapa eitt demokratiskt samfelag um øll tosa ymisk mál. Tá modernaði franski staturin varð skaptur, tosaðu trý prosent av fólkinum franskt. Í dag eru hesar ymisku dialektir horvnar og deyðar. Í Italia tók eini av tjóðarbyggjar- unum til, at nú hava vit savnað Italia, nú vantar okkum bert at "skapa" italiumenn. Seinasta Danmarkarsøgan Serliga eftir seinna heimsbar- daga, men kanska einamest eftir seksti árini hevur nationalisman og tjóðskaparlig tilvitan sum heild broytt skap. Hetta er ein tráður vit síggja í verkunum hjá donskum søgufrøðingum sum t.d. hjá Uffe Østergård og hjá Søren Mørk, hesin seinasti, ið kallaði sína bók fyri: "Den sidste Danmarkshistorie". Í hesum tíðarskeiði við av- nationalisering eru alt fleiri útlendingar fluttir til Danmarkar. Tað hevur skapt eitt mangan ógvusligt kjak um donsk virði. Nationalismugranskarin Inge Adriansen, ið eisini er Museums- inspektørur á Sønderborg Slot, helt fyri í doktararitgerð síni frá í ár: "Nationale symboler i Det Danske Rige 1830-2000", at tá okkurt er um at hvørva ella broytast og tá berandi hugtøk innan mentanarsøguna missa týdning, gerst hetta økið eitt evni, ið stórur áhugi er fyri. Grundarlagið undir national- statinum er m.a. tjóðskaparligi samleikin og tjóðskaparlig symbol. Tá hesi symbol vóru í hæddini, var eingin ella lítil áhugi millum granskarar at skriva um hesi, men síðani 1980- ini er áhugin vaksin alsamt, sigur Inge Adriansen. Soleiðis er hugtakið um nationalstatin eisini undir stórari broyting í dag. Modernisman Longu í tjúgunum var stórt stríð um mentan í Danmark. Modern- isman broytti veruleikafatanina og veruleikin tóktist ikki so heil- skaptur longur. Vit sóu nýgg listarlig rák finna vegin til Dan- markar, og gjøgnum føroyskar útisetar seinni til Føroyar. Leiðir Danski sosialstaturin undir broyting Donsk ósemja um virði, samleika og um nationalismu í dag. Triði partur Størsta stríðið í Føroyum í sjeytiárunum var málstríðið í Hoydølum. Aftur gjørdist møguleikin fyri víðari ræsum, størri opinleika og størri politiskum medviti millum fólk í Føroyum til eitt eljustríð um mál. Tað ikki-figurativa ella abstrakta listin, vann fram, Ingálvur á Reyni var kanska ein hin fyrsti at gera hetta á "føroyskum". C M Y K 31 30