Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. november 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Nr. 218 - 15. november 2003 ROYKING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Bangkok, Thailand: Flogfarið setir seg um hálvgum sjeytíðina hósmorgun. Tankarnir snúgva seg bert um tvey ting. At heima liggja øll í fasta svøvni, tí vit nú eru sjey tímar frammanfyri, og hvussu gott tað skal verða at fáa eina sigarett. Tað tekur sanniliga sína tíð at fáa flogfarið upp á pláss. At enda letur tað so til, at vit eru komin upp á pláss, og skeltið við trygdarseðlanum sløknar. Tað ræður bara um at koma so skjótt úr flogfarinum og finna tað fyrsta staðið, har loyvt er at roykja. Løgið er at hugsa sær, at sein- asta sigarettin varð roykt dagin fyri í Keypmannahavn, beint áðrenn farið varð í flogfarið. Hóast túrurin hevur verið langur, so er trongdin til eina sigarett ikki komin, fyrr enn flogfarið er lent. Ein veit, at tað ikki er loyvt at roykja umborð á flogfarinum, áðrenn ein fer á eina tílíka ferð. Og gott tað sama skal sigast, tí tað hevði neyvan verið stuttligt hjá enntá tí mest garvaða roykjaranum at sitið í einum flogfari í tíggju tímar, um tað var loyvt at roykja. Og enn og minni hjá teimum, sum ikki roykja. Men líkamikið, nú er flogfarið lent, og nú verður tað skjótt loyvt aftur. Og fyri framman liggja jú tvær flogferðir afturat, so nú skal roykjast niðurfyri Tjúgu fermetrar Tað er ótrúligt, hvussu langar gongirnar eru í Bangkok Inter- national Airport. Ein gongur og gongur, men tað fæst nærum ongin endi á gongini. Men so brádliga fangar eygað eitt skelti. Á skeltinum stendur "smoking- room". »Endiliga!« Men so hvørt sum ein kemur nærri og nærri hesum vælsignaða rúmi, koma aðrir tankar í høvdið á einum. Rúmið, sum minnir einamest um eitt búr av einum ella øðrum slagi, sær alt annað enn tiltalandi út. Ikki tí at eitt roykirúm kann sigast at vera lekkurt, men okkurt gott átti at verið við tí kortini – umframt at trongdin til eina sigarett verður mettað. Um tað skal lýsast, so er tað skjótt gjørt. Umleið tjúgu fer- metrar við glasrútum, har filmur er á. Inni standa nógv og guva, sum um lívið skuldi gingið úr teimum. Ein air-condition, sum slettis ikki megnar at røkja sítt arbeiði til fulnar. Fýra ella fimm stór øskubikør full av stubbum, fimm stólar og onki vindeyga, sum kann latast upp. Summi roykja eina fyri og aðra eftir. Lata til at roykja niðurfyri. Tað kann bara vera tey mest garvaðu. Onnur síggja út sum um, at tey angra, at tey eru komin inn, tí tey festa í, guva tvær, tríggjar ferðir og halda so á dyr. Tá tey koma út, breiðir eitt brá av lætta seg um andlitið, og tey anda djúpt inn. Summi brokka seg um umstøðurnar, tá tey koma út. Ein roykjari skilir tey væl, meðan ein ikki roykjari bert sigur: Lat vera! Tað er heilt vist ikki ov nógv sagt, at tað munnu vera mong, sum heldur lata vera ella bíða, til tey eru komin upp á pláss við at fáa sær eina sigarett, tí hesi roykirúmini gera munandi lættari at lata vera. Tað kann vera lætt at lata vera Í hesum døgum, har tað er bannað at roykja á nærum øllum almennum støðum kring allan knøttin, kann tað til tíðir gerast talan um rættuliga langa tíð, har roykjarar ikki fáa møguleikan til at roykja – til dømis á einum longum flogtúri Roykirúmini í Bangkok International minna einamest um búr, har fólk/roykjarar standa »til almen beskuelse«, meðan tey njóta teirra óvana. Steðgurin í einum tílíkum rúmi, man tó hjá teimum flestu, vera avbera stuttur BÓKAÚTGÁVA Í 1969 høvdu menn framvegis góðan hug at fara til Grønlands, men ísviðurskiftini gjørdu, at teir settust aftur í fleiri havnum. Orsakað av nógvum ísi fór ongin til Borgshavn og Kangarssuk, og av tí at Nordafar ikki tók móti fiski í Grátufjørðinum hetta árið, var ongin bátur har. Men menninir í Føroyingahavnini og Ravnsoynni fingu seg royndar. Meginparturin av manningini til Føroyingahavninui fór yvir við "Tjaldrinum" hjá Skipafelagnum fyrst í mei. Teir møttu ísinum, tá teir komu á Hvarvið, og sigldu norður við einari ísbrúgv, men væl lá fyri at sigla inn í Føroyingahavnina. Men longu fyrsta dagin, teir flotaðu bátarnar, var galið. Teir, sum vóru farnir langt, sluppu ikki til hús aftur. Teir noyddust at halda undan ísinum norður til Godthåb. Aðrir settu upp í Kookoyggj- unum, har bátarnir skrúvaðust upp á ísin. Ísbrótari noyddist at fara eftir teimum. »Tjaldrið« fekk banasár Nú var »Tjaldrið« á veg annan túrin. Hesaferð lá ikki so væl fyri. Fyri ísi slapst ikki inn í Ravnsoynna við teimum 65 fólkunum, sum skuldu upp á land har, og Føroyingahavnin var eisini full av ísi, so hagar slapst heldur ikki. Godthåb var somuleiðis av- byrgdur av ísi, so avrátt varð at halda norður til Sukurtoppin, men brádliga komu boð um, at ísurin var loysnaður eitt sindur, og við góðari hjálp frá bjargingarskipinum »Sigyn« kom »Tjaldrið« at bryggjuni hjá Nordafar. Har var illveður og kavarok, og »Tjaldrið« varð liggjandi meir enn eina viku. Hjá ravnsoyar- fólkunum var ikki hugsingur um at fara suður í Ravnsoynna, so tey blivu í fyrsta umfari búgv- andi umborð á »Tjaldrinum«. Tá »Tjaldrið« fór avstaðaftur síðst í mei, vórðu tey koyrd í land og fingu innivist á Sjó- mansheiminum og ymsum barakkum í Føroyingahavnini. Eina nevndu tey Hotel Ravnsoy. Striltið gekst hjá »Tjaldrinum« at sleppa út gjøgnum ísin. Stundum var ferðin ikki meir enn eina míl um tíman, men loksins kundi ferð setast á. Tá vísti seg, at skipið hevði fingið skaða í skúvuna. Farið varð kortini undir summarsigling úr Keypmanna- havn, men skjótt varð greitt, at hetta ikki bar til, og endin var, at summarsiglingin varð steðgað og »Tjaldrið« selt sum gamalt jarn. Arbeiðsleysir í tveir mánaðir Í Føroyingahavnini gingu útróðrarmenn og arbeiðsmenn fyri einki. Teir styttu sær stundir við at spæla kort til langt út á náttina. Stundum gingu teir niðan á herðuna omanfyri Sjó- mansheimið at kika. Har var bara ísur at síggja, so langt eygað røkk. Norðuri í Godthåb vistu menn ikki síni livandi ráð, og ravns- oyarfólkið gekk eins og hini og keddi seg í Føroyingahavnini. Fyrst í juni loysnaði ísurin so frægt, at menninir í Godthåb hildu seg kunna sigla suður í Føroyingahavnina, og ravnsoyar- menninir royndu at fara suður til sín. Ferðin úr Godthåb tók hálvt- annað samdøgur, og «Kaskelot« brúkti 20 tímar suður í Ravns- oynna. Vanligt var 10 tímar. Men fiskiskapur bleiv ongin, fyrr enn komið var væl inn í juli. Tá vóru tveir heilir mánaðir farnir fyri skeytið. Menn vóru farnir til Grønlands at vinna sær ársinntøkuna eftir fýra mánaðum, men enn var onki komið burturúr, so hýrurin var ringur. Arbeiðsmenninir í Føroyinga- havnini bóðu landsstýrið um somu minstuløn sum fiskimenn fingu. Nordafar rindaði teimum 1000 krónur um mánaðin, men tað var minni enn minstaløn fiskimanna, og tá fingu teir onki fyri út- og heimferð. Bátaskipini innistongd á Kappanum Trupulleikar vóru framvið allari grønlendsku vesturstrondini. Suðuri í Borgshavn lá »Varð- berg« við fýra bátum. Teir høvdu stundum trupulleikar av ísinum, sum fyltist inn í havnina, so skipið ikki fekk samband við bátarnar. Bátaskipini »Kongshavn«, »Hvítabjørn« og »Atlantsfarið« vórðu innibyrgd í ísi suðuri á Hvarvinum. Tey vóru farin inn í eina havn á Nuafjørðinum, men ísurin stongdi innsiglingina, so bátarnir sjáldan sluppu út. Einaferð vóru útlit til, at skipini als ikki sluppu úr aftur havnini, men máttu liggja fyri veturin. Tá varð greitt frá, at einir seks fjórðingar vóru til næstu bygd. Tað var Apilatoq. Gangast máttu fyrst 4 fjórðingar eftir oynni, sum havnin var á, og síðani siglast 2 fjórðingar um eitt sund til bygdina. So galið bleiv kortini ikki, men skipini komu mestsum krøkt heimaftur út á heystið. Seinastu ferð í Ravnsoynni Hetta ringa ísárið gjørdi enda á útróðrinum í Ravnsoynni. Bátar høvdu verið bæði í norðaru og syðru havn, men fiskiskapurin var so ringur, at ongin bjóðaði til at fara yviraftur. Nordafar beyð seg heldur ikki fram aftur at taka móti fiskinum. Hin 13. september 1969 fóru menn fyri seinastu ferð úr syðru havn. Fimm seksæringar settu kós móti Føroyingahavnini, har teir fingu fart heim við farma- skipinum »Bliki«, sum var komið til Grønlands eftir teimum í staðin fyri »Tjaldrið«. Teir tóku allar bátarnar heim við. Tað sama gjørdu menninir í norðaru havnini, tá »Blikur« ein túr seinni kom í Ravnsoynna eftir teimum. Einasti bátur eftir í oynni var »Birita«, sum var fyrstu bátur, ið var bygdur til grønlandsútróður. Birtu Lias í Miðvági hevði latið hann smíðað í 1935. Í 1959 fekk trú- boðarin Hans J. Ellingsgaard hann suður í Ravnsoynna at sigla við. Nú stóð hann í einum skúri. Har var hann ikki at síggja á kanningarferðini í Ravnsoynni í 1996, men inni í víkar- botninum vóru hvít og grøn bátaborð at finna. Tey vóru óivað av fyrsta bátinum, sum varð bygdur til grønlandsútróður. Nordafar á húsagang Tey ringu ísárini í Grønlandi fóru illa við Nordafar, sum føroy- ingar og norðmenn áttu í felag. Tað var um reppið, at støðin ikki lat upp aftur í 1970, men so átóku norðmenninar sær fíggingina, og støðin varð hildin opin. Skipað varð eisini fyri útróðri, men bara í Føroyingahavnini. Nøkur ár varð hildið fram við nøkrum fáum bátum, men fíggjarstøðan versnaði, so norðmenninir kastaðu frá sær. Við landskassanum í rygginum yvirtók Grønlandsfelagið alt felagið, tí føroyingar vildu ikki sleppa tí síðsta skansanum í Grønlandi, men striltið gekst. Royndir vóru gjørdar við ymsari vinnu, men seinasta virkisárið var 1984. Støðin varð kortini hildin við líka, skuldi okkurt víst seg kortini, men í 1989 fór Nordafar á húsagang og síðani hevur onki lív verið í Føroyingahavnini. Seinasta bókin Um hetta og meir aftrat kann lesast í nýggjastu bókini "Teir tóku land" eftir Jógvan Arge. Bókin er 222 blaðsíður og prýdd við nógvum myndum. Full- fíggjað yvirlit er yvir útróðrar- menn í Grønlandi 1967-1975, eins og yvirlit er yvir øll staðar- nøvn, skipanøvn, bátanøvn og fólkanøvn í øllum átta bókunum. Sosialurin Nr. 218 - 15. november 2003 11 Sluppu ikki út fyri ísi Føroysku útróðrarmenninir í Grønlandi vóru sjáldan so illa skólsettir sum summarið 1969, tá ísurin var so nógvur, at teir noyddust at liggja uppi á landi í fleiri mánaðir. Úrtøkan hjá fiskimonnum var lítil, og teir mongu arbeiðsleysu arbeiðsmenninir í Føroyingahavnini kærdu sína neyð fyri landsstýrinum. Landsstýrið metti støðuna í Grønlandi javnt við eina náttúruvanlukku. Hetta er ein av søgunum, sum Jógvan Arge sigur í áttandu og seinastu bókini í røðini "Teir tóku land", sum er komin út um dagarnar Føroyingahavnin umleið 1980 C M Y K 33 32