Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. november 2003síða 18

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 - 15. november 2003 35 12 Sosialurin Nr. 218 - 15. november 2003 "Er tað longu tann tíðin aftur," hugsaði eg við mær sjálvari, tá eg nú ein dagin fekk sendandi "Operation Christmas Child" faldaran fyri 2003. Á faldar- anum sóust trý børn - ymisk av útsjónd og á liti, tó eitt høvdu tey til felags: eitt stórt smíl, sum lýsti upp teirra vøkru andlit, og í fanginum hvør sína skógvaeskju vakurt innpakkaða í jólapappír. Kanska var hetta fyrstu ferð, at tey høvdu fingið eina slíka gávu! Sum eg stardi eina løtu at faldaranum, leitaðu tankar- nir spakuliga aftur til seinastu jól, tá vit so óvæntað fingu vitjan av mínum "jólabarni". Operation Christmas Child (OCC) byrjaði í Wales fyri ellivu árum síðani, sum svar uppá ta vánaligu støðuna á teim rumensku barnaheimun- um, og er síðani vaksið til eitt heimsumfatandi tiltak. Í sam- arbeiði við Samaritan’s Purse, ein tvørkirkjuligur, kristin felagskapur, gevur OCC tí einstaka uttan mun til aldur ein møguleika at vera við í einum tiltaki, sum um jóltíðir røkkur út til tørvandi børn um allan heim í navni Jesu Krists, størstu gavu Guds. Nakað aftaná at eg á fyrsta sinni luttók í hesum tiltaki, fekk eg ein dagin eitt bræv. Tað var úr Yugoslavia og sendarin var ein 11 ára gomul genta. OCC hevði verið á skúlanum hjá henni og býtt pakkar út, og hon hevði fingið mína skógvaeskju. Um ta tíðina, herjaði kríggið í landinum, og ein dag bleiv eisini býur hennara bumbaður av Nato. Tíbetur sluppu hon og familjan óskalað frá hendingini, men brúgvarnar í býnum yvir Donau ánna vórðu sprongdar í luftina. Kríggj er nakað ræðuligt, helt hon fyri seinni. Sum árini gingu, fekk eg fleiri og fleiri brøv frá Ivanu. Hon skrivaði gott enskt og dugdi væl at tekna, brøvini vóru altíð prýdd við hennara vøkru myndum. Hon vónaði ein dag at kunna fara á lista- háskúla. Umleið um hesa tíðina í fjør kom aftur eitt bræv kom frá Ivanu. Hon hevði tikið lut í onkrari kapping og hevði vunnið eina flogferð til Lond- on. Hon var ógvuliga spent og spurdi, um hon kundi sleppa at búgva hjá okkum. Kanska varð hetta hennara einasti møgu- leiki at vitja eitt fremmant land, helt hon. Tað var sjálv- andi gaman í, og soleiðis var tað, at eg lítlajólaaftan í fjør stóð í Gatwick floghavnini og bíðaði eftir óvanliga gestinum. Hvussu mundi hon síggja út, og fóru vit at finna hvørja aðra? Men ongin orsøk var at stúra. So skjótt eg fekk eyga á hesa ungu gentuna, sum kom gangandi ímóti mær, visti eg, at tað var Ivana. Eftir at hava heilsast og skift nøkur orð, fóru vit til gongu til bilin. Komin eitt sindur áleið- is, ringdi fartelefonin hjá henni, og sjálvt um eg ikki skilti, hvat bleiv sagt, visti eg kortini, at tað mátti vera mamman, sum vildi tryggja sær, at alt var í lagi, og at dóttirin var komin fram í øll- um góðum. Eg hevði varhugan av, at mamman hevði ikki sørt av ampa, sum jú eisini er skill- igt. At lata eina unga gentu einsamalla til eitt fremmant land og til fremmandafólk, sum hon ikki kendi til annað enn, gjøgnum eina skógva- eskja fylta við góðgæti, var nokk ikki bara sum at siga tað. Teir næstu dagarnar ferð- aðust vit runt í London. Hon vildi síggja Buckingham Palace, Big Ben, Tower Bridge og ja, sjálvandi Madame Tussauds! Aftaná at eina stutta men minniríka ferð og jól í London, var hon á veg heim aftur til Serbia, sum landið nú eitur. Eg havi varhugan av, at hetta neyvan verður seinastu ferð, vit fara at síggjast. Ivana er nú 18 ára gomul og gongur á studentaskúla. Vónandi verður hennara ynski um listaháskúla veruleiki, og hvør veit, kanska ein dag verður tað mín túrur at fara til Novi Sad at vitja. Ímeðan má eg fara at leita fram aftur onkra tóma skógvaeskju, sum varð goymd burtur gjøgnum árið.... Operation Christmas Child TELDUBRÆVIÐ Frá: Marjun Joensen-King. marjun@btopenworld.com Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? – Jú, klaver, harmoniku, banjo, cornet, trummur, ukulele, blokkfloytu, og síðan orgul, guitar, klarinett, xylofon, tvørfloytu, og nakað seinni lánti eg eisini saxofon og violin. Spælir tú nakað ljóðføri? – Jú, klarinett, og so klaver nakað. Hini veit eg bert lítið um. Syngur tú undir brúsuni? – Ja, har royni eg veruliga mørkini. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? – Ja, dreymurin livir enn. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? – Sera torgreiddur spurningur, tí tøgnin hevur eins nógv at siga, men eg upplivi tónleik viðhvørt rættuliga konkret og aðrar tíðir abstrakt. Tað veldst um høpi, luttøku, nýtslu, misnýtslu osfr. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? – Sera fáar – eini 200-300. Hvør er tín yndisfløga? – Einaferð var tað »A Hard Days Night« hjá Beatles, Carl Nielsen klarinettkonsert, Tchaikovsky 6. symfoni, Schubert kvintett, men nú er eingin topplisti. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? – Tær eru helst nógvar, men eg kann ikki nevna tær. Hinvegin veldst sjálvandi um, hvussu nógvar pengar tað snýr seg um. Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? – Listin er helst langur, men sangurin man hava havt eina meining fyri tann, ið gjørdi hann. Men tó, eg veit ikki, hví so nógv verður útgivið. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? – Nei, hana eigi eg ikki. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? – Kanska »White Christmas« hjá Irving Berlin, um jóltíðir. Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? – Kamartónleikur ella fólkatón- leikur kann vera hugfarsligur. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? – Eg lurti ikki longur eftir tónleiki sunnumorgun. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? – Ífylla, sum eg ikki veit, hví verður útbreidd, men eg sløkki um møguleiki er fyri tí. Tað átti at verið ein almennur starvs- fólka- og kundapolitikkur hes- um viðvíkjandi. Vit eru í dag noydd at leggja oyru til rennandi útvarpstól bæði innan almennan flutning, í handlum og á almenn- um støðum. Tað er heldur ósiviliserað. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? – Tað kann eingin sangur, men tað hevur eydnast konuni nakrar ferðir. Annars havi eg eitt innari dansigólv, men tað fáa onnur ikki stóra gleði av. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? – »Frikadellens flugt over plankeværket« á klaverinum hjá ommu, og »Cleaning Window« við George Formby á banjo í Sjónleikarhús Bio. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? – Tað er ikki komið nógv á skaftið tí viðvíkjandi, men klarinettspælið til yrkingina »Vár« hjá Karsten Hoydal á fløguni «Skærur vindur« hjá Sunleifi Rasmussen kann eg njóta uttan serligt fyrivarni. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? – Nei, hon er ikki ordiliga løgd til rættis, men vónandi seta tey eina hampuliga skrá. Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? – Eg haldi ein matiné við klaverleikaranum José Ribéra á konservatoriinum í Keypmanna- havn mitt í áttatiárunum, har hann spældi Beethoven sonatu so ljóslivandi, at eg sá fluttar myndberingar fyri mær, bæði álvarsamar og komiskar í sama viðbragdi. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? – Eg vil fegin hitta tey flestu, men tað er hvørt sítt at hoyra tónleikara frambera tónleik, og so hoyra teirra meining um alt møguligt. Martin Mouritsen, leiðari fyri Musikkskúlaskipanina MASKINMEISTARASKÚLIN tín møguleiki - títt val Maskinmeistaraútbúgvingin Byrjar 5. januar 2004 Maskinmeistaraútbúgvingin er mest fjølbroytta, hægri yrkisút- búgving, sum kann fáast í Før- oyum, og gevur sera stórar møguleikar bæði á sjógvi og landi, umframt innan oljuvin- nuna, har maskinmeistarar t.d. er størsti yrkisbólkur. Útbúgvingin verður nakað broytt frá 2004, soleiðis at tað nú verður neyðugt frammanun- dan at velja, um ein ynskir at verða maskinistur ella maskin- meistari. Upptøkan til maskinmeistara verður í januar og til maskinist í august 2004. Báðar útbúgvingarnar verða moduluppbygdar.Tað tekur framvegis 1 ár at lesa til maskinist og 3 ár til maskinmeistara. Upptøkutreytirnar eru framhaldandi tær somu. Hevur tú hug at gerast maskinistur ella maskinmeistari,so kanst tú seta teg í sam- band við skúlan, so senda vit tær upplýsingar um upptøkutreytir og lesturin saman við umsóknarblaðnum MASKINMEISTARASKÚLIN Undir krákugjógv 5, FO-100 Tórshavn, tlf. 350250, fax 350251 E-mail: mms@mec.fo, Heimasíða: www.mec.fo C M Y K 35 34